fríggjadagur 19. september 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
súmbol upp á fólkaræði og
stýrisskipanina, hóast hann væl
visti, at tað var ógjørligt reint
hernaðarliga at verja borgina í
longri tíð."
Klokkan 9.10 helt Allende
triðju og seinastu røðuna.
"Tá klokkan var farin nakað av
10 bað Salvadore Allende okkum
og hinar medarbeiðararnar og
vinir sínar møtast í einum sali.
Her vóru boðini púra greið: "Øll,
sum eru her, skulu vita hví. Vit
skulu verja borgina. Men øll,
sum einki hava at gera her, skulu
fara." Og her hugsaði Allende
um kvinnurnar. Báðar døtur
hansara Beatriz og Isabel, vóru
har. Nakrir medarbeiðarar
tingaðu seg fram til eina stutta
vápnahvíld, so kvinnurnar og
nøkur onnur sluppu út."
"Vit vóru umleið 90 fólk í
salinum - harímillum 12 læknar,
har sjey vóru persónligu læknar
forsetans, sum annars eisini
sjálvur var lækni. Øll valdu at
vera verandi og forsetin vildi
ikki yvirgeva seg."
Longu eitt ár eftir, at Salva-
dore Allede hevði tikið við
forsetaembætinum, byrjaðu
ósemjur so smátt millum
partarnar í fólkafylkingini.
Kommunistaflokkurin og partar
av sosialistaflokkurin hjá
Allende hildu, at nú skuldi
steðgast á og heldur royna at
fasthalda tær broytingar, sum
vóru framdar. Allende sjálvur
helt eisini, at ein leið var at
royna semjur við herin og
Kristiligu Demokratarnar, sum
var tann stóri borgarligi
flokkurin. Hetta eydnaðist ikki.
Tvørturímóti fann borgaraligi
vongurin tættari saman móti
forsetanum og hervaldið var
sinnað at stuðla teimum í
stríðnum.
Fyrstu bumburnar
Klokkan 12 fullu fyrstu
bumburnar yvir Moneda-
borgina.
"Fyrstu flogførini komu
norðanifrá og fyrstu bumburnar
raktu meginbygningin á borgini,
har forsetin var staddur. Kúlurnar
frá maskinbyrsunum uttanfyri
knústu rútarnar og veggirnir
rapaðu og har var næstan ikki
gjøligt at anda. Støðan bara
versnaði. Har var táragass og
roykur frá eldunum. Ljósið var
farið og trupult var at síggja
nakað. Men vit høvdu gass-
maskur, so vit kláraðu okkum so
dánt."
Men løtan vardi ikki leingi.
Herurin vildi helst hava fólkini
í forsetaborgini at yvirgeva seg.
"Umleið klokkan tvey seinna-
partin bað Allede okkum aftur
møtast á triðju hædd. Hann hevði
avgjørt, at vit skulu geva okkum
yvir. Eitt hvítt flagg skuldi vísa,
at vit yvirgóvu okkum. Við tí
gjørdi Allende eisini av, at vit
ikki skuldu offra okkum. Um
nakar skuldi, so skuldi tað vera
hann. Á tann hátt vildu summi
yvirliva. Eg minnist, at portrið til
borgina var opið og nøkur vóru á
veg út og tey vóru tikin. Vit vóru
nøkur, sum vóru eftir á triðju
hædd, og Allende kom til okkara.
Hann gekk longri inn í ein annan
sal, sum nevndist Indepen-
dencias-salurin. Hann fór einsa-
mallur inn og læt hurðina aftur
eftir seg."
Hetta var seinastu ferð, med-
arbeiðarar og vinir sóu forsetan á
lívi.
Hernaðarkvettið fekk fullan
stuðul úr USA og frá CIA. Ein
herovasti, sum Allende sjálvur
hevði tilnevnt - Augusto
Pinochet - stóð á odda. Hann
hevði tamarhaldið á herinum. Ár
frammanundan høvdu partar av
fólkafylkingini mælt til, at
arbeiðarar og bøndur fingu vápn
at verja seg við, men tað hevði
Allende mælt frá.
Allende fór fyri seg sjálvan
"Vit bíðaðu uttanfyri og spurdu
okkum sjálvi, hvat nú hendi. So
lótu vit hurðina upp, og eg minn-
ist væl, at hann sat í einum stóli
frammamfyri okkum. Har var
myrkt og larmurin frá maskin-
byrsunum dundi, men eg sá
hann. Og eg minnist, at andlitið
var skilt frá kroppinum og eg
visti, hvat var hent. Øll, sum
stóðu í hurðini vistu eisini, hvat
var hent. Hetta var sera ringt, tí
øll fóru at gráta. Vit fóru oman í
garðin og vóru tikin til fanga."
Pinochet og hansara fólk tóku
fleiri túsund fólk til fanga og
onnur túsund vóru dripin hendan
11. september 1973. Dagurin,
sum vísti, at sosialisman heldur
ikki í Kili var innførd gjøgnum
tjóðartingini. Innanhýsis ósemjur
og dyggur stuðul uttanifrá til
andstøðuna og ein búskapar-
politikkur, sum ikki fekk nógvar
møguleikar, vóru orsøkin til
fallið.
Klokkan 15.30 var líkið av
Salvadore Allende borið úr
forsetaborgini. Fangarnir vóru
koyrdir burtur. Fleiri túsund
vórðu myrd næstu dagarnar.
Michael Seidelin gjørdi samrøðuna
við Jose Quiroga, lívlækna hjá
Allende, í Politiken
Sosialurin Nr. 178 - 20. september 2003
9
8
Sosialurin Nr. 178 - 20. september 2003
SØGA
Øssur Winthereig
ossur@post.olivant.fo
Dagurin 11. september er knýttur
at yvirgangi og deyða. Og tað
hevur hann verið nógv longri
enn tvey ár.
Dagurin var eisini søguligur í
gomlum døgum, tá Kili var
stavað við C.
11. september 1973 visti
forsetin í Kili - Salvadore
Allende - at hansara tíð sum
forseti í Kili var úti. Forsetin
hevði longu um fimm tíðina um
morgunin hoyrt, at hernaðar-
kvettið móti sær var í gongd.
Klokkan hálvgum átta kom
forsetin á forsetaborgina - La
Moneda - í Santiago, men hann
visti, at hann neyvan fór livandi
útaftur.
Salvadore Allende var framúr
góður røðari og henda morgunin
helt hann tríggjar útvarpsrøður til
kilenska fólkið. Í seinastu røðuni
kl. 9.10 heitti hann á fólkið um
at verja seg, men ikki offra seg í
nyttuleysari mótstøðu. Kvett-
harkaliðið hevði tá eftirlit við
øllum landinum - uttantikið La
Moneda.
Salvadore Allende vann
forsetavalið í 1970. Hann stillaði
upp fyri Unidad Popular, sum
var ein breið vinstrasamgonga -
fólkafylking - við drúgvum
gróðrarbotni í arbeiðarafjøldini í
Kili. Tað var ikki tilvildarligt, at
vinstravongurin vann valið.
Vinstrasamgongan við Salvadore
Allende á odda hevði fleiri ferðir
stillað upp áður. Hvørja ferð í
valstríð móti borgarligum sam-
gongum. Í 1958 var Allende bert
30.000 atkvøður frá at gerast
landsins forseti.
Arbeiðarafjøldin í Kili var væl
samskipað og hevði verið tað í
nógv ár, tí var sigurin í 1970 ein
sigur, sum vinstravongurin meiri
ella minni bert hevði bíðað eftir.
Tók sítt egna lív
Ein av lívlæknunum hjá Allende
- Jose Quiroga - var í Keyp-
mannahavn herfyri. Í samrøðu
við Politiken greiður hann frá
seinastu tímunum hjá Allende. Á
vinstravonginum hevur í nú
næstan 30 ár verið sagt frá, at
Salvadore Allende varð dripin,
meðan hann royndi at verja
fólkaræði og forsetaborgina. Jose
Quiroga tekur nú grundina undan
hesi hetjusøgu. Men veruleikin
var nóg syndarligur og syrgiligur.
11. september 1973 var Jose
Quiroga farin til arbeiðis á
sjúkrahúsinum, men var beinan-
vegin biðin um at koma á for-
setaborgina, tí eitt kvett móti
forsetan var í gongd.
"Eg fór til gongu, men tað var
ein løgin túrur. Har vóru her-
menn og politistar allastaðni.
Sum eg nærkaðist Moneda,
streymaðu øll mótsattan veg: Tey
vildu burtur av forsetaborgini,"
greiður lívlæknin frá.
Salvadore Allende var føddur í
1908 og longu í 20-unum var
hann virkin í kilskum politikki.
Hann var ein av stovnarunum av
sosialistaflokkinum í 1933. Í
1938 var hann heilsumálaráð-
harri í stjórnini hjá fólkafylk-
ingini. Eftir kríggið stillaði hann
upp fyri breiðar vinstrasam-
gongur í 1952, 1958, 1964 og í
1970, tá hann vann, og var
tilnevndur forseti í november
1970.
Tað er tó vert at býta merki í,
at Allende bert vann forsetavalið,
tí borgaraligi vongurin var farin í
tvíningar. Salvadore Allende
fekk góð 35 prosent av atkvøð-
unum, meðan tey bæði borgara-
ligu valevnini fingu meiri enn 60
prosent, men hvørgin meiri enn
35 prosent.
Høgravongurin hevði saman
við CIA roynt at lagt forðingar í
vegin fyri, at Allende skuldi
tilnevnast forseti, men í fyrstu
syftu eydnaðist hetta ikki.
Í fjølmiðlunum varð sagt, at
heimurin nú hevði fingið fyrsta
fólkavalda marxistiska forseta.
Og Allende gjørdist eisini skjótt
fyrimynd fyri frælsisrørslur í
triðja heiminum.
Kravboð um at yvirgeva seg
Jose Quiroga slapp gjøgnum
vaktarhaldið á forsetaborgini,
sum longu tá var kringsett av
hermonnum. Men forsetin og
fleiri av hansara medarbeiðarum
vóru slopnir inn.
"Har vóru nógv inni á for-
setaborgini - medarbeiðarar,
embætisfólk og tíðindafólk.
Allende sjálvur var á triðju hædd
og næstu medarbeiðarar hansara
á 2. hædd. Umleið klokkan átta
helt hann sína fyrstu røðu til
fólkið og stutt aftaná aðru
røðuna," sigur Jose Quiroga.
Klokkan 8.42 komu kravboð
frá kvettmonnunum - fleiri høgir
herovastar, sum fingu stuðul frá
høgraflokkunum, arbeiðsgevar-
unum og USA. Gjøgnum
útvarpsstøðina Cadena Demo-
cratica komu kravboðini til
forsetan, at hann innan klokkan
11 skulu geva seg yvir - annars
leyp herurin á forsetaborgina.
Stutt fyri hetta hevði formaðurin
í Sosialistaflokkin hjá Allende
biðið forsetan um at ríma fyri at
skipa mótstøðuna móti
kvettmonnunum frá onkrum
loyniligum staði í býnum.
Valskráin hjá Unidad Popular
var greið. Kili skuldi broytast til
ein sosialistiskan stat, men tað
skuldi gerast gjøgnum tjóðar-
tingið við lógum, sum vóru sam-
tyktar við meiriluta í tinginum.
Í USA stúrdi stjórnin fyri, hvat
fór at henda í Kili. Amerikanska
stjórnin sá fyri sær, at megin-
parturin av Suður-Amerika kundi
søkka í sosialistiska dýkið.
Longu í 1970 gjørdi ameri-
kanska stjórnin av at leggja so
nógvar forðingar fyri Allende
sum møguligt. Hetta skuldi í
fyrsta umfari gerast við at raka
landið búskaparliga. Lán og
kredittir vórðu steðgað.
Skjøl, sum stava frá CIA vísa,
at ætlanir eisini vóru um eitt
kvett, um Allende vann valið.
Fleiri stjórnarlimir vístu eisini
á, at tað var neyðugt at stuðla
herinum í Kili, tí tað kundi
gerast neyðugt at taka valdið frá
Allende við hermegi.
Ein av fremstu ætlanunum hjá
USA var, at stjórnin hjá Salva-
dore Allende ikki mátti sleppa at
býta seg fasta. Ein harður
búskaparpolitikkur skuldi gera
tað trupult hjá Allende at stýra
og tann ónøgd, sum fór at vaksa,
skuldi vera endabresturin fyri
Allende-stjórnina.
Umfatandi broytingar
Fleiri ivaðust í, hvussu væl
Allende fór at tora at gera tær
stóru broytingar, tí meirilutin var
sera tepur. Men hetta steðgaði
ikki Allende. Beinanvegin eftir
valsigurin í 1970 fór fólka-
ylkingin hjá Allende í gongd.
Tey stóru koparnámini vóru
tjóðartikin. Staturin tók eftirlitið
við teimum størstu fyritøkunum í
landinum, allir stórbøndur mistu
sína jørð, sum var latin smá-
bøndunum, stór íbúðarbygging
var sett í gongd. Hetta vóru sera
umfatandi broytingar, sum á
ongan hátt fingu undirtøku hjá
teimum, sum høvdu átt fyri-
tøkurnar ella teirra stuðlum.
Kring landið vóru bóndaráð,
íðnaðarráð, brúkaranevndir og
onnur lokalráð sett á stovn. Hetta
var gjørt beinanvegin eftir valið
og arbeiðarar, bøndur og tey
fátæku tóku væl móti broyting-
unum. Men í summum førum
fóru arbeiðarar og bøndur longri
enn stjórnin loyvdi og verksmiðj-
ur vóru tiknar og stórbøndur
riknir á dyr.
Samstundis vaks andstøðan.
Høgra- og borgarligu flokkarnir
tóku seg saman at standa móti
Allende-stjórnini.
Kvinnurnar skuldu av
borgini
"Eg sá Salvadore Allende fleiri
ferðir millum klokkan 8 og 10.
Forsetin bar hjálm á høvdinum
og hevði eina maskinbyrsu
hangandi um økslina. Men hann
var sera róligur og hann hevði
greitt tamarhald á støðuni. Men
hann vildi verja borgina sum
Hin 11. september – fyri 30 árum síðani
Salvador Allende varð koyrdur
frá fyri 30 árum síðani.
Forsetin, sum fólkið hevði valt,
skuldi royna at gera Kili til eitt
sosialiskt land gjøgnum lógir -
samtyktar í tjóðartinginum.
Men royndin miseydnaðist. Í
30 ár hevur søgan livað um, at
Allende bardist til síðsta mann
á forsetaborgini. Nú sigur
lívlækni hansara, at hann valdi
at taka sítt egna lív, men søgan
verður ikki minni syrgilig og
lærandi av tí
Brot úr seinastu røðu, sum Salvadore Allende helt til
kilenska fólkið, meðan forsetaborgin var bumbað:
Góðu landsmenn!
Hetta er helst seinastu ferð, eg vendi mær til tykkara.
Flogvápnið hevur bumbað allar sendararnar hjá Radio Portales
og Radio Corporacións. Orð mín eru ikki fylt við beiskleika,
men við vónbroti, tey eru eisini ein moralsk fordøming av
teimum, sum hava svikið sín eið: hermenninir í Kili,
herovastarnir og Merio, admiralur.
......
Eg vendi mær til landsins menn, til arbeiðsmannin, til
bóndan, til tann intellektuella, til tey, sum fara at vera forfylgd.
Tí fasisman hevur longu livað leingi í okkara landi: í
yvirgangsatsóknum, spreinging av brúm og jarnbreytum og
oyðilegging av oljurørum. Søgan fer at døma tey, sum valdu
tøgnina fram um stríðið at verja.
.....
Fólkið eigur at verja seg, men ikki offra seg. Fólkið skal ikki
lata seg knúsa og týna, men heldur ikki lata seg eyðmýkja.
Arbeiðarar í føðilandi mínum. Eg trúgvi upp á Kili og landsins
framtíð. Aðrir kilenar koma eftir okkum. Í hesum myrku og
beisku løtu, tá svikið verður framt, skulu tit vita, at fyrr ella
seinni vaksa stórir vegir seg fram, har menn við virðing ganga
og byggja eitt nýtt samfelag.
Kili livi!
Fólkið livi!
Arbeiðarar livi!
Pinochet
Allende fagnaður
C
M
Y
K
31
30