Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2003síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 178 - 20. september 2003 Nr. 178 - 20. september 2003 49 Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« HEILSANIR Góða Annika Tillukku við 3 ára føðing- ardegnum. Ynskir Bárður Góði Bárður Tillikku við 13 ára føðing- ardegnum. Ynskir Annika Eg við familju vil takka øllum, ið gleddu meg á mínum fermingardegi tann 6. apr. 2003. Blíðar heilsanir Sissal Randarsól Næs Góða fitta omma Hjartaliga tillukku við tí runda føðingardegnum í morgin. Vit elska teg. Ynskja Barbara, Arni og Oddfríður Góða Rakul Hjartaliga tillukku við 20 ára degnum. Alt tað besta í framtíðini ynskja vit tær. Mamma, pabba og Randi Vit vilja hjarta- liga takka øllum, sum gleddu okkum við gávum, blómum og fjar- ritum á hjúna- bandsdegi okkara 19. juli 2003 og gjørdu okkum dagin ógloymandi. Kærar heilsanir Hariann, Jóhann og Hákun Stenberg Góði Torkil Hjartaliga tillukku á 3 ára føðingardegnum. Ynskja omma og abbi Halló Dill Dill Hjartaliga tillukku við tínum runda degi 20 sept. Heilsan myndatakarin PS. Vónandi fái eg pizza Góði Aron Hjartaliga tillukku við 5 ára degnum 22. sept. Ynskja Bjørg, Laura, Poula og Lovisa Góða fitta Auður Hjartaliga tillukku á 13 ára degnum. Tú er tann fittasta stórasysturin í verðini. Ynskja Páll og Sigrun Góða Auður Hjartaliga tillukku á 13 ára føðingardegnum. Vit ynskja tær alt tað besta í framtíðini. Mamma og pabba Hey hey Auður Tillukku við degnum tann 15. sept. Fá nú ikki heilt fýrakantað eygu. Heilsan ja, gita hvør Góða Auður Ja, nú er tú blivin stór. Til- lukku, tillukku. Vit gleða okkum til at koma í føð- ingardag hjá tær. Gita hvør Góði babba Hjartaliga tillukku við føð- ingardegnum 19. sept. Vit eru góðar við teg. Heilsan diddurnar Ása, Silvia og Lilja Góða Eivør Súsanna Hjartaliga tillukku við 3 ára føðingardegnum 21. sept. ynskja vit tær. Omma, abbi, Aja og Emmamostir PS. Kemur tú skjótt í vikuskifti? Nýggi tinglimurin hjá Tjóðveldisflokkinum, Rói Egholm vil hava Føroya Banka og At- lantic Airways av al- mennum hondum, tí politikkarar skulu ikki reka vinnulív, men halda seg til politikk- in. Hann heldur eisini tað er stak óheppið, at kjakið um loysing er vent til at verða eitt kjak um, hvat danir vilja lova okkum, og ikki hvat føroyingar sjálvir ynskja. NÝGGJUR TINGLIMUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Seinnapartin mikudagin varð Annita á Fríðriksmørk endaliga sett sum lands- stýrismaður í Mentamálum. Tingsessin eftir hana fer havnarmaðurin, Rói Eg- holm, at røkja restina av valskeiðnum. Rói er sjálvur triðji eigari av fiskasølu- fyritøkuni Farex í Havn, og hevur drúgvar royndir sum vinnulívsmaður. Mikudag- in var fyrsti tingfundur hjá nýggja tingmanninum úr Tjóðveldisflokkinum, og hann letur væl at. – Allir landsstýrismenn og løgtingslimir bjóðaðu mær vælkomnum, og royndu at seta meg inn í mannagongdirnar í ting- arbeiðinum. Øll vóru sera fryntlig og fyrikomandi, og alt í alt var tað ein sera væl- eydnaður dagur, greiðir Rói Egholm frá. Spurdur, um hann hevði nakrar hugsanir um tingar- beiðið, áðrenn hann steig inn um tinggátt, svarar Rói, at helst verður minni ferð á tingarbeiðinum í mun til dagliga starvið sum fiska- sølumaður. – Samanbert tú fiskasølu við at koyra Formula 1, so havi eg ein idé um, at ting- arbeiðið er sum at koyra buss, og so er spurningurin um mínar royndir at koyra Formula 1 kunnu læra meg at koyra buss, greiðir Rói Egholm frá. Almenna burtur úr vinnulívinum Síðan 1986 hevur Rói Eg- holm arbeitt sum fiskasølu- maður, og hann dylir ikki fyri, at hann er ein vinnu- lívsmaður um ein háls. Tá vit spyrja Róa, um hann ikki heldur átti at verið limur í Fólkaflokkinum, sum vanliga ber orð fyri at verja áhugamálini hjá júst vinnulívsfólki, er Rói skjót- ur at svara, at hann hevur altíð verið tjóðveldismaður – Sum eg síggi tað, so er eingin veruligur vinnulívs- flokkur í Føroyum, sum kann kalla seg frílyntan. Tað eru ikki flokkarnir, sum skulu lastast fyri, at tað al- menna eigur meginpartin av framleiðsluapparatinum, men ei heldur er tað nakar flokkur, ið veruliga arbeiðir fyri at fáa framleiðsluappar- atið av almennum hondum aftur. Av tí at eingin arbeiðir fyri tí málinum, haldi eg ikki, at nakar flokkur veru- liga kann kalla seg frílyntan, sigur Rói Egholm. Nýggi tinglimurin úr Havn leggur ikki fingrarnar ímillum, tá prátið fellur inn á spurningin um støðuna hjá tí almenna í føroyska vinnulívinum. –Eg gangi fult innfyri, at Føroya Banki, framleiðsluvirkir og flogfelag o.s. fr koma á privatar hendur. Vinnulívið má úr politikki, tí politikk- arar skulu ikki reka vinnu- lív, men politikk, meðan vinnulívið skal sjálvt reka vinnulív, sigur Rói Egholm. Spurdur ítøkilig um, hvussu ein slík tilgongd skuldi skipast, svarar Rói, at vit áttu at tikið samband við fólk, ið dagliga taka sær av sølu av fyritøkum aðrastaðni í heiminum, og hóskandi spurt tey, hvussu ein slík tilgongd átti at verið skipað. Rói Egholm vil ikki hoyra nakað um stuðul í føroyska vinnulívinum. – Vit eiga at hava ein so einfalda skipan sum gjørligt, tí í løtuni hava vit eitt virrivarr av studn- ingum og avgjøldum, sum er ein hurlivasi og ógvuliga ósunt. Vit eru komin til ta støðu í fiskivinnuni, at tey virkir sum eiga at doyggja doyggja eisini, og tað hevur ikki verið ósunt fyri vinn- una, og ta skipanina áttu vit at yvirført á aðrar skipanir, heldur nýklakti tingmaðurin. Loysingin framaftur í ljósmála Umframt stóran áhuga í vinnulívi, so liggur full- veldisspurningurin eisini Róa Egholm nær. – Tá eg flutti heim í 1995 úr Spania, merkti eg týðu- liga, at ein sterk tjóðskapar- kensla var í umbúna. Hetta var fyrstu ferð, føroyingar sjálvir høvdu boð uppá eina loysingartilgongd, sum bygdu á føroysk motiv, og tað var ótrúliga áhugavert at koma heim til. Í dag er støðan tíverri hon, at nú er aftur vent í holuni, og vit nýta aftur donsk motiv og blokkstuðulin fyri at taka støðu, og tað hevði verið ynskiligt, um vit vendu aftur til, hvat vit føroyingar ynskja og ikki hvat danir ætla, fortelur nýggi tin- glimur Tjóðveldisfloksins. Hann sigur seg ætla at arbeiða fyri at fáa kjakið um loysing framaftur í ljós- mála, har tað aftur verða føroyingar, ið seta dags- skránna. Rói vísir á, at tað er ómetaliga týdningarmik- ið at nýggjur íblástur kemur í kjaki aftur. Hann heldur, at í løtuni snýr loysingar- kjakið seg um ábreiðslur ímóti dønum, og tað er ikki rætt, tí so koma vit aldrin fram til hvat føroyingar veruliga ynskja á økinum, heldur Rói Egholm Dámar væl náttúruna Tá Rói Egholm ikki er vinnulívsmaður, dámar hann ómetaliga væl at ferðast úti í føroysku náttúruni. – Eg og vinfólk plaga at vera í fjøllunum, og eisini dámar mær stak væl at verða í fjørðinum og eftir fugli, tí frítíðin skal nýtast til nakað heilt annað enn vinnulív, sigur hann Rói Egholm var nógv tengdur at ítrótti í ung- dómsárunum, og tað fylgir honum framvegis. Hann sigur frá, at hann hevur framvegis nógv vinfólk gjøgnum ítróttina. Í løtuni er størsti áhugin í fótbólti, har flestu vinfólkini eisini hava stóran áhuga, meðan tá hondbólturin fer á rull aftur, so fer hann eisini at fylgja við har. Rói Egholm, nýggjur tinglimur Tjóðveldisfloksins: Loysingin og vinnulívið størstan áhuga Navn: Rói Egholm Aldur: 43 ár Giftur: Maibritt Svabo Egholm, eiga børnini Rakul og Bjørk Útbúgving: Bilmekanikkari, Akademi økonom í altjóða marknaðarføring og strategi Starv: Farex Fakta Rói Egholm letur væl at fyrsta degnum í tinginum. - Allir landsstýrismenn og løgtingslimir bjóðaðu mær vælkomnum, og royndu at seta meg inn í manna- gongdirnar í tingarbeiðinum. Øll vóru sera fryntlig og fyrikomandi, og alt í alt var tað ein sera væleydnaður dagur, greiðir hann frá. Mynd: Jens Kristian Vang - Eg gangi fult innfyri, at Føroya Banki, framleiðslu- virkir og flogfelag o.s. fr koma á privatar hendur. Vinnulívið má úr politikki, tí politikkarar skulu ikki reka vinnulív, men politikk, meðan vinnulívið skal sjálvt reka vinnulív, sigur Rói Egholm Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 49 48