Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-08-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. august 1996síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

"að tvitydda í teimum båd- um seinastu reglunum, har tað stødufasta og rørslan verða sett upp ímóti hvorj- um ødrum ORSØK OG AVLEIDING lavnan spælir høvundurin sær vid setningum og argar lesarin, sum í heilum held ur seg vera á kósini, men í næstu reglu verður tíkin av fótum, tí innihaldið fer eina heilt aðra leið mjørkin krógvar seg i heimstaðnum inni i mær sum einki fær sagt Hetta er fyrsta ørindi av sjey i yrking sum krevur, at tu eisini dugir at lesa ímillum reglurnar. Tær báðar fyrstu reglurnar eru vanligar, og lesarin sær tann mjerka fjalda býin fyri sær, men í tridju reglu brovtist utsøgn in. Mjørki og heimstadur emi „í mær“, og tað ber ju sjálvsagt eisini til, fyri ikki at siga at tað er tað einasta sum ber til (við Berkely í huga). Men seinasta reglan er sum ikki einaferð dup- ultlødd. Tá ið tú sigur, at tú einki fært sagt, sigur tú jú nakað, og yrkingina hava vit sum prógv. Tidar- og stadarmørk eru mangan flótandi og glida inn yvir hvørt annad og gera nýggjar merkingar Hvor ávirkar hvat skiftir, og tað er ikki púra greitt, hvat ið er atvold og hvat ið er avleiðing. Hver skapar hvenn? Eitt dømi um, hvussu innihaldið broytist ávegiser „brúgv““ náttin er nú av og morgunroðin ger bíðirúmið til tað tað er: eitt sovikamar sum bert kann brúkast at yrkja í dagurin er nú av og sjónarringurin ger yrkingina til tað hon er eitt bíðirúm sum ger morgunroðan til tað hann er myndin er nú av og bíðirúmið er aftur gamalt: morgunroði og sjónarringur yrkja seg inn í mín blund Nú eg havi havt Berkely á lofti, kann eg tað sama taka ein annan enskan filosof sum livdi um sama mundi uppí. Tað er David Hume (1711-1776), id er gitin fyri at hava tikist vid grundar- lagið undir okkara sann- kenning. Hann kemur til nidurstøduna, at vit ikki logiskt eru før fyri at prógva, at tað er saman- hangur ímillum orsek og avleiðing. Tað finst ein or sek, og tað finst ein avleið ing, men tær eru ikki heftar av hvørjari aðrari. Vit hava bara royndir at líta á, og tað er ikki tað sama sum, at ein åvis orsek fær eina ávísa avleiðing næstu ferð. Fyri ti at sólin higartil hevur ris ið hvenn morgun, ber tað ikki til at prógva, at hon fer at gera tað í morgin. Mær kunnugt er tað ikki eydnast nøkrum at vika við logisku prógvini hjá Hume, at vit einki kunnu vita, men hin- vegin er tað sjálvsagt hepis- leyst at síga, at tað ikki ber til at tosa um vitan. (Tað er her, at Immanuel Kant (1724-1804) tók við, men hann lata vit liggja til eina aðra ferð) Uttan at Tóroddur Poul- sen beinleiðis relaterar seg til hvorki Berkely ella Hume, so ferðast hann í fleiri forum í nánd av teirra tankum AFTURVENDAN Í einstøkum fori verður ró fram undir eina afturvend an til barnið og harvið eina nýggja byrjan tá eg eri komin nidan til tjørnina biði eg barnið í mær blanda míni kort enn einaferð so eg aftur minnist fuglin eg ongantíð så men gav eitt navn sum ikki kann sigast tí eg fekk sand í eygu og munn tá eg stóð á hovdinum fyri at kenna tíðina og tað bláa Yrkingin sigur frá longsli eftir einfeldni, eftir lívslet- um uttan reflektión. Hesi hvurvu, tá ið hann slepti upplivingini til frama fyri innlit og skaldskapin. Hes- in seinni verður forhánis- liga kallaður „tað bláa“, sum jú er liturin hjá øllum andbornum. Hvussu ónat úrligt hetta er sæst av, at eg ið má standa á høvdin um fyri at røkka sínum máli. Hinvegin er lítið at gera við tað, tí, sum tað sæst av eðrum tekstum, skalt tú yrkja, so skalt tú yrkja. Tilsipingar til aðrar høv undar - td. Róa Patursson og Carl J. Jensen - haldi eg meg finna í stoðum, eina- mest í stílinum. Ein meiri beinleiðis tilvísing til Heðin Brú er í nidurstøduni til eina yrking, har eg'id ger upp, hvat id ber til og ikki. Í fyrsta ørindi verdur sagt. at hann jú ikki kann „sýta sól- ini at skína“ ella „seta bann móti blomstrunum“. Í ødr um erindi vil hann vera við, at „tað er ikki rætt“ at vilja gera av, nær hann skal skriva og ikki Legg merki til javnsetan- ina av hesum báðum ør- indum, at sólin, blomstrini og tað at skriva eru fyri- brigdi av sama virði. Sein- asta erindi hevur haraftur- ímóti eitt gott uppskot: Men hvat um eg lati kjallarahurðina upp og sleppi einum svertum skýggi út og loypi á bláman og kalli meg kóp eftir at hava lært hundin í túninum Faðir Vár Menniskjan er fjøtrad, og tað er syndarliga avmarkað nvat ið vit megna, men tað Vikuskiftið er einki mark tyri, hvat 10 hugflogið er ment, og tað er júst tað søgan „Innidag- urin“ hjá Heðini Brú snýr seg um, har drongurin fer igjøgnum heilt og gert kóp- ur „Endurminningum“ lýsir = sami hevundur, hvussu barnahugin er oðr- vísi og bókstaviligari enn hjá vaksnum. Serliga frá- segnin, har drongurin sign- ar hundin er lýsandi klár. SPEI Skemt eigur vanliga fittan lut í skaldskapinum hjá Tóroddi Poulsen, og soleið is er eisini í „Steðgum“ Einastaðni vil hann vera vid, at síðani hann „fór at fylla“ seg vid gularótum, tomatum og knekkbreyði kenna ell hann skeivt. Tann smali vegurin hevur eisini sínar vansar. Sjålvspei er heldur ikki høvundinum fremmant sovnadi í yrkingini eg gjørdi í gjár í morgun vaknaði eg av snorkinum frá lesaranum sum í hesiløtu spyr meg um eg heldur ikki dugi at sova „heldur ikki” í seinastu reglu dregur rættiliga spei- semi fram At siga at høvundurin heldur dómadag yvir seg sjálvan í hesum savninum er at gera ov nógv av, hin- vegin eru tær heldur íkki bara prát um hann sjálvan. Hetta kemur kortini fyri í einstøkum tekstum, har speisemi eins og tekur ræð - ið av hevundinum. Aðal- upplivingin av savninum er, at yrkingarnar eru rann- sóknir ávegis, royndir at kortleggja lotur og glampar av innliti. Formurin, tað skap tekstirnir fáa, er merkt av arabeskkendum rersl- um. Teir venda, snara og snúgva sær í ymsar ættir, og taka tíðum lesaran á bóli, Hver id hevur vald á hverjum, hver ið temur hvønn við styrisvøl — eg ella umhvørvi — kann vera ilt at siga Ein háfloygdur úrskurður kundi brúkt orðini hjá Hamlet: „Spurnin er um, at vera ell ei“. Tóroddur sjálv- ur hevði ivaleyst heldur tik- ið undir við sanginum: „To be or not to be / that's the question / but not for me“. Jógvan Isaksen Vikuskiftið Tríggjar sonettir yrktar á jorðini í okkara sólskipan tvs innangarðs um tað mundið tá ið pluto snúðist í rangstøðu og mundi endað uttan- garðs og eru tær ávirkaðar av hesum. Veri tær tí ognaðar hesi okk- ara gongustjørnu. SONETT CLVI ungmovy í tvatti Su gongur í timi úurla tvilivad hora gud døpult er eygad og í grasrót sum ímynd ov lippu og læri fimlast við surklið sum murtnøktad 1 tvilivad hora gudinna og £ byltist i dreymi á ørbrøttum bed! uttanlærsskaldid å skamryktum vegi avvegis fluga sum hvørki er eftir orðið sum lembir og einki sum grettir innhokin gálvar hon skelmaðkur klívur tvílívað hora gudinna og gívur 66 SONETT CLVII hvat er mær nalvi og neistrandi nilkur driftir um deplar og vorðið sum dilkur muður ið mundar og sýgur sær sóma messandi akur og grasing á góma upp aftur treyðug og bleikist umsíður irskrast í skeyta um grimil ið ríður gongur um mundið og svangist í tóma messandi akur og grasing á góma krøkist um reppið sum brákomin móða aftur á monið og trilkast í tóva grevur seg trynið og djúpari fyri kúputur roði sum slødist um slyðrið syvjar í eyga og vreiðist í blóma messandi akur og grasing á góma 6b6 SONETT CLVIII skjart er um smirid og brædist av búki flæsandi fiti um filpu á fuki mjækkar um stólpa og værið sum doði lívlendur leki og lorrandi logi teprar við vitið og síðan er sloppið eygað ið hvæsir og hánkar um gloppið skjarast eitt sindur sum innan er snoðið lívlendur leki og lorrandi logi ávegis aftur sum nekkur í lógva upp undir grimir og einki er krógvað hvervandi vistir sum leysnast ámillum innmynt hon skelkir og kávar í stillum rankast við blomstrid sum vøkkurt er troðið livlendur leki og lørrandi logi Sida 17