leygardagur 14. september 1996síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vikuskiftið D Vikuskiftið
Marjun Hanusardóttir sitið í nýggja starvinum í ein mánað:
MAGNUS DAM
Hon kennir hvert eitt virki
og hvønn ein pylsuvogn í
landinum. Nakað soleiðis
lýsti Edmund Joensen, løg-
maður, Marjuna Hanusar-
dóttir á samkomu í Tinga
nesi, í samband við, at hon
var farin undir nýggja starv
sítt sum løgmansstjori
Edmund Joensen sipaði
her til, at Marjun í 14 ár
hevur starvast úti á Heilsu-
fréðiligu Starvsstovuni, og
sostatt dagliga havt sína
gongd á flakavirkjum,
pylsuvognum og matsovum
at tryggja sær, at reinføri,
arbeiðsumhvervi og annað
er, sum tað skal vera
Edmund Joensen helt tað
vera ein góðan førleika hjá
Marjuni, at hon hevur havt
so tætt samstarv og verið so
tætt upp at vinnulívinum í
Føroyum, og at tað er nak-
að, hon fær nyttu av í sínum
nýggja starvi
Nú hevur Marjun verið í
starvinum sum nærmast
ráðgevi løgmans og hægsti
embætismaður í landinum í
útvið ein mánað, og hverjar
metingar hevur hon gjørt
sær av hesum nýggja stjóra
starvinum ?
Krevjandi starv
Starvið er spennandi sig
ur Marjun Hanusardóttir
Men her eru hendar polit
iskar broytingar, og tað
skulu henda stórar umsit
ingarligar broytingar. og tað
gevur Sjálvandi cm vissan
uryggleika hjá øllum. Tað
er tað, sum ger tað spenn
andi, men tað krevur eitt
sindur meira av umsitingini
og mær sjálvum, enn eg eri
von vid frá Heilsufreðiligu
Starvsstovum
Men tað var Marjun eisini
greið yvir, áðrenn hon valdi
at fara úr sessinum á Heilsu-
frødiligu Starvsstovuni
Hon tók ikki stigið, tí hon
væntaði, tað fór at verða
nøkur latt uppgáva at vera
við frá byrjan at fáa tær
bygnaðarbroytingarnar,
sum stungnar eru út í kortið,
at virka eftir ætlan
Tað gjørdi hon, tí hon helt
tað vera eina stóra avbjóð-
ing, og tí hon altíð hevur
havt eir stóran áhuga fyri tí
almennu umsitingini
Hon var ikki troytt av ar-
beiðinum úti á Heilsufrød-
iligu Starvsstovuni, men
hon hevði hug at royna nak-
að nýtt
14 ár á Starvsstovuni
Nú havi eg verið á
Heilsufrødiligu Starvsstov-
uni í 14 ár, harav niggju sum
stjóri, og tað hevur verið eitt
spennandi arbeiði at bygt
stovnin upp, men eg helt
meg vera komna har til, har
TAÐ ER SPENNANDI, MEN |KON
A samkomum í Tinganesi vóru nógv fólk komin saman at ynskja Marjuni góðan byr í
sínum nýggja starvi. Her eru tað Ivan Johannesen og Kaj Mortensen
Mynd: Kalmar Lindensko
eg ikki kundi tilfera stovn
inum so nógv nýtt longur
Fyri tað er ikki sagt, at eg
als ikki kundi hildið áfram,
tí har eru dugnalig starvs-
fólk, sum hava góð hugskot,
og geva stoyninum nogv, og
tað ekið sum Hetlsufrød-
iliga Starvsstovan arbeiðir
við, er so ótemandi
Men hon er glað fyri tað
sum er komið av skafti, tey
árini, hon arbeiddi har
Og hon heldur, tað er
eydnast at broyta hugburðin
hjá fólkið
varða meiri av
soleiðis, at:tey
umhvørv
hvussu
dømis
á einum flaka
inum og
tydningarm
reinfør: er
VITKI
Men ofta hevur verið hart
stríð millum Marjuna á aðr
ari síðuni og flakavirkir og
fiskiskip á hinari síðuni
Tað hevur mangan verið
torført at sannføra menn
um, at tað er neyðugt at
brúka pening upp á at hava
reinføri í lagi, tá matvørur
verða hagreiddar
-Hugsjónin hjá okkum á
Heilsufrødiligu Starvs-
stovuni hevur altíð verið, at
tað ikki skulu verða fleiri
reglar og lógir, enn vit sjálvi
klára at hava eftirlit við
-Hetta hava vit brúkt sera
nógva tíð og orku til at kjak-
ast um innanhýsis á stovn-
inum, tí tað nyttar einki, um
fólk fáa tað fatanina, at
teimum ikki nýtist at fylgja
øllum reglunum, ið koma,
tí vit ikki sjålvi kannað eftir,
um tær verða fylgdar.
-Hetta hevur helst ikki
eydnast til fulnar, men vit
hava roynt at liva upp til
hetta mál
-Trupulleikin hevur cisini
verið tann, at meðan fólk í
dag hava fingið eyguni upp
fyri, at:alt vit hava sagt og
kravt ikki er so býtt kortini,
so hava virkini í dag íkki
ráð til at gera tær neyðugu
síggja
kið ul
ílagurnar, sum skulu til, fyri
at lúka strongu heilsufrød-
iligu krøvini reinføri. Hetta
høvdu fiskavirkini ráð til í
80'unum, men tå vildu tey
ikki á sama hátt sum í dag
sigur Marjun
Hon fegnast tó um, at vit
eru komin so langt sum vit
eru, hóast langt er eftir á
mál
F í mánaðin farin
Marjun hevur sum sagt ver
ið í nýggja starvinum í um
leið ein mánað
Og ettt hevur hon lært
hendan góðan mánaðin, hon
hevur arbertt millum polit
ikararnir umsitingina í
Tinganesi, og tað er, at
poltuska arbeiðið ofta
verður undirmett
Tað er ikki tað sama at
arbeiða úti á einum stovni
langt burturi frá politiska
lívinum, sum at arbeiða í tí
poliuska umhvørvinum
Hesir trupulleikar dugi eg
at síggja nú, tá ið eg sjálv
sitið so nær tí politiska
myndugleikanum og umsit-
ingini undir hesum
Stórar avbjóðingar
framman
Bygnaðarbroytingarnar,
sum Finn Norman Christ-
ensen setti gongd á bera í
sær at fimm aðalstjórar
skulu setast afturat, sum
skulu hava umsitingarligu
åbyrgdina i Landsstyrinum
Uppskotini í bygnaðar-
broytingum leggja upp til,
at nøkur aðalstýri verða sett
á stovn, sum verða sterkar"
á hver sínum øki, við tað at
serkunnleikin verður sam-
laður á einum staði.
Hon heldur, hetta verður
ein fyrimunur fyri tann
landsstyrismannin, sum
hevur åbyrgdina av sinum
øki, og hann kemur at sita
nærri sini egnu umsiting
Men tað setir eisini størri
krøv til bæði landsstyris
mannin og umsitingina, ti
nú er åbyrgdin av øllum
samlað á einum staði
Marjun sígur, at ein að
alstjóri verður settur seinni
í ár, og peningur er settur
av á fíggjarlógini fyri næsta
ár, at seta hinar fyri
Hon heldur, tað er týdn
ngarmikið, at hetta kemur
skjótt í lag
Tað er gott, at tað skjótt
líkasum verður eitt „team“
um skal bera
Og ég voni
allar hesar
honus fyr alment
milingina framtioin
eiðis at vi ingsiktad
kunnu rationalisera og helst
fáa eima effektivan umsiuing
og biligan umsiting
Badminton
Nú Marjun er farin í Tinga
nes at arbeiða sum landsins
hægsti embætismaður
verða ikki nógvar stundir til
at hava tey heilt stóru
frítíðarítri vini við síðuna av
Marjun sigur tó, at hon er
von við at arbeiða nógv, og
eisini at taka arbeiðið við
til hús um neyðugt
-Ég byrjaði tó at spæla
badminton seinasta vetur,
og tað havi eg ætlanir um,
at halda áfram við í vetur,
sjálvt um eg havi eitt
arbeiði, sum tekur nógv av
mínari tíð, sigur
løgmansstjørin, Marjun
Hanusardóttir
Síða 17
FIRMATIONS-
= KORT
Í HEILSØLU
Tlf. 11644 - 16226
Sethus til sølu
Sethúsini J. C. Svaboesgøta 24, Tórs-
havn verða við hesum lyst til solu.
Húsini eru í tímum hæddum á 100 m;,
standa væl fyri og hava sera gott út-
sýni.
Áhugað, sum ynskja at síggja húsini,
ella ynskja fleiri upplýsingar, kunnu
venda sær til okkara:
Advokatarnir
Kári D. Petersen - Sjúrður Rasmussen
N. Winthersgøta 7 - Tlf. 1.1066
Tif ti3. 9.00—16.00
Starvsfolk
Tórshavnar byråd hevur samtykt at seta í
verk Frítíðarskúla, sum skal tryggja foreldr-
um, at yngstu skúlabornini eru í góðum
hondum í skúlanum, eisini eftir vanliga
skúlagongd
Í hesum sambandi verður søkt eftir starvs-
fólkum við pedagogiskum forleika, ið hava
hug og hegni
medvirka til at tryggja bornunum frítíðar-
umstoður í skúlunum, sum eru merktar
av trygd, dygd og virksemi
røkja gott samstarv við oll. sum arbeiða
innan fólkaskúlans gátt
skapa gott samstarv millum foreldur og
Frítíðarskúla.
at leggja hollar lunnar undir frítíðarskúlan
Arbeiðstíð: Parttíð.
Løn: Sambært galdandi sáttmála.
Fyrispurningar: Eyðun Jensen, sosialdeild-
arleiðari og Snæbjørn í Dali, skúlaleiðari, tlf.
15160.
Umsóknir verða, í seinasta lagi 20. sept.
1996, sendar til:
Tórshavnar Býráð
Postboks 32
110 Tórshavn
Storvini hava áður verið lýst leys, men av tí ov fá-
ar umsóknir vóru, verða størvini við hesum lýst
leys av nýggjum.
Ð Tørshavnar býráð