fríggjadagur 20. september 1996síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 181 — 20. SEPTEMBER 1996
tíðindablaðið
Pir ge” NA
Fólk frå Landsverkfróðingsstovninum kannað oljuterminal á Orknoyggjum:
Als ikki ónátúrligt
at ímynda sær eina
oljuhavn í Føroyum
Tad er einki hokus pokus vid at tosa um oljuterminal i Før oyum. Ein slikur
kann vera eins nátúrligur og rættur her hjá okkum, um oljuvinna tekur seg
upp, sum hjá bæði orknoyingum og hetlendingum sigur Signar Heinesen, á
Landsverkfróðingsstovninum, sum júst hevur verið á kanningarferð í Orkn-
oyggjunum.
Jan MULLER
Triggir mans frå Landsverk-
frødingsstovninum eru just
heimafturkomnir av kann-
ingarferð í Orknoyggju-
num. Har hava teir vitjað á
oynni Flotta, sum hýsir ein
um stórum oljuterminali
Landsverkfrødingsstovnurin,
sum ådur nærum burtur av
tók sær av uppgávum í sam-
bandi við infrastruktur í
Føroyum, verður eisini
noyddur til at laga seg til
broyttu tíðirnar. Uppgávur-
nar fækka, tá talan er um
vegir, tunlar og havnir, men
nú tað verður tosað alsamt
meira um eina komandi
oljuvinnu, eru uppgávurnar
hjá LVS eisini merktar av
t
Nakað herfyri gjørdi
stovnurin eina kanning í
sambandi við møguligar
útgerðarhavnir i Føroyum
og eina kanning i sambandi
vid tyrluflutning vid atliti til
eina oljuvinnu
Nú er stovnurin so aftur í
eldinum, og hesaferð er tað
spurningurin um eina
møguliga framtíðar olju-
havn (oljuterminal), sum er
tikin upp
Talan snyr seg her eins og
í hinum tførunum um at
kunna seg vid fysiska plan-
legging f sambandi vid olju-
vinnu.
Við á ferðini i Orknoyggj-
unum, sum Sofus Poulsen,
føroyskur umboðsmaður í
Skotlandi var við til at
leggja til rættis, vóru Signar
Heinesen, Dávur Reinert
Hansen og Arnstein Nic-
lassen
Tað finnast ikki færri enn
tveir stórir oljuterminalar
lutvíst stutt úr Føroyum
Tann eini og mest kendi er
Sullom Voe oljuterminal
urin í Hetlandi. Hin er Flotta
+
4
á Orknoyggjunum.
Í dag tekur Sullom Voe
móti olju gjøgnum rør
leiðingar frá fleiri av stóru
oljufeltunum í Norðsjónum
Flotta, sum liggur nakað
syðri, hevur somuleiðis
oljuleiðing úr Norðsjónum,
men haraftrat er tað nú
ætlanin at flyta fyrstu oljuna
frá einum oljufelti vestan
fyri Hetland, við smærri
serutgjørdum tangaskipum
(Shuttle Tankers) til Flotta
Hesi skipini, sum lasta
eini 70.000 tons, koma at
sigla i pendulfart millum
Flotta og Foinaven olju
kelduna stutt frå føroyska
markinum
Higartil hildið
veruleikafjart
Nú oljuvinnan nærkast Før
oyum er spurningurin um
oljuterminal her eisini heilt
nátúrligur at seta og harvið
ecrsinm at royna at: svara
Hóast lítið enn hevur
verið tosað um henda
spurningin, so hevur tað
kortini líkasum „ligið í luft
ini“ í orðaskiftinum, at vit
neyvan fara at byggja
oljuterminal í Feroyum, ti
Tað fer neyvan at koma
nøkur olja í land í Før
oyum kanst tú lesa burtur
úr hesi tekningini hjá Ola
Petersen
Signar Heinesen frá
Landsverkfrødings
stovninum heldur tad vera
heilt nåturligt at tosa um
eina møguliga oljuhavn í
Fóroyum í sambandi við
eina komandi oljuvinnu
hetta verður alt ov stórt og
dýrt, men heldur lata oljuna
fara beinleiðis av feltinum
til antin Sollom Voe ella
Flotta
Nú teir eru afturkomnir úr
Orknoyggjunum spurdu vit
Signar Heinesen, um tað
eisini er hansara varhugi
ella meting, at hetta at tosa
um oljuterminal í Føroyum
er einki annað enn veru
leikafjart tos!
-Ég fari ikki her at koma
við nakrari niðurstøðu, men
kann tó siga, at eins náttúr-
ligt tað er fyri okkum at
tosa um eina útgerðarhavn
í Føroyum, so er júst tað
sama galdandi, um evnid er
oljuhavn
Spurningurin hjå okkum
er at finna fram til, hvørji
krøv verða sett til eina slíka
havn og um tað ber til at
ganga hesum krøvum á
meti her á landi
Signar Heinesen vísir á,
at tú hevur brúk fyri einum
plássi, har stór tangaskip
kunnu koma og fara og tú
skal finna eitt pláss á landi
til teir ymsu fasilitetirnar
Bæði hesi krøvini kunnu
uppfyllast i Føroyum sigur
hann og vísir annars til, at
tað bæði í Hetlandi og
Orknoyggjunum búgva væl
færri fólk enn í Føroyum
so tað nýtist ikki at vera
nakað hokus pokus í tí, at
tosa um eina oljuhavn í
Føroyum. Eisini eru hesi
plåssini sammett við Før-
oyar å einum heilt ødrum
utviklingsstødi enn t.d. Før-
oyar. Eitt nú um hugsað
verður um smiðjur ol
Signar Heinesen sigur, at
tað altíð vil vera ein politisk
og strategisk avgerð, antin
tú skal hava eina oljuhavn
ella ikki
Sjálvur heldur hann ikki,
at vit eiga at úthýsa møgu
leikanum men heldur kanna
hann út í æsir. Hann heldur
somuleiðis tað vera um-
ráðandi, at vit fyrihalda
okkum heilt náttúrliga til
tingini og ikki gera eina
oljuhavn til nakað Omøgu
ligt og fremmant
Tað, sum umræður, er at
gera hesi tingini nátúrlig
fyri fólkið í hesum landi
Signar Heinesen við
gongur, at hann sjálvur
hevur ikki dugað at ímynda
sær ein oljuterminal í
Føroyum, tå ein hevur havt
tann risastóra og dýra termi
nalin í Sollom Voe í tonk-
unum
Nú eftir at hava kunnað
seg við málið stendur hetta
meira náttúrligt fyri honum,
sum nakað, sum eisini vit
kunnu byggja upp og liva
við
Hann vil tó ikki siga, um
hetta er tað vit eiga at gera
Tó eigur ein at gera sær
greitt, at verður møgulig
olja flutt til Hetlands, tá eru
tað teir har, sum standa við
fyrsta teljaran. Hetta er í
roynd og veru eisini ein
spurningur um, hver hevur
maktina
Signar Heinesen nevnir
so eisini spurningin um
dálking av havinum. Hetta
er ein sera týðandi spurn-
ingur at taka upp í sambandi
við ein oljuterminal
Nú verður frágreiðing
gjørd um krøvini, ið verða
oljuterminali
aðrastaði og í hvønn mun
tað ber til at liva upp til hesi
krav í Føroyum eisini
—
PIZZA-VINIR |
PIZZA inn á OM, tf. 18866
/2 | PIZZARIA
}
í PIZZARIA Í
Tif. 18866 |
J