týsdagur 8. oktober 1996síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 193 — 8. OKTOBER 1996
ítróttar -
arði
Flestu vóru
væl undir miðal
Jens Martin Knudsen, GÍ:
Kann í grundini ikki lastast
beinleiðis fyri nakað av
jugoslavisku málunum, : sen vísti
sama stórspæli, sum hann hevur
gjørt í fleiri av hinum dystunum í
ár. Onkur av bóltunum slapp
kanska í so lættliga fram við Jens
Martin, men hinvegin forðaði hann
eisini fyri onkrum naksum
royndum. Hevdi í fyrra hálvleiki
eitt kiksa útspark, sum tó spældi
væl av.
Allan Mørkøre, KÍ:
Var aftur í leiklutinum sum
vongverji, har hann spældi fyrstu
árini á landsliðnum. At Allan var
fluttur út á síðuna tók nakað av
tyngdini mitt fyri, men tað betti
um verjuspælið í síðuni. Spældi
yvirfyri frálíka Mihajlovic, sum
hann ikki kláraði at steðga hvørja
ferð, men hevði gott tak á. Fekk
gult kort, tå hann gjørdi seg inn á
jugoslavan.
Andreas F. Hansen, HB:
Kom beinleiðis inn á liðið, nú
hann var åttikin til landsliðið aftur,
og hann rættvisgjørdi valið við at
vera millum bestu føroysku spæl-
ararnar. Kom ikki altíð rætt inn við
taklingunum, men var fyri tað
mest snildur á hesum økinum.
Vann bóltin frá jugoslavum og
setti álopið í gong. sum ført til
føroyska málið.
ongantí iga inn í
stýrandi leiklutin, sum hann eigur
at hava í verjuni. Reint fótbóltsliga
er Óli væl fyri, og hann vann fleiri
nærdystir við jugoslavar. Hevdi
bert ein veruligan túr fram eftir
vellinum, men et ikki spældur,
tå hann rann seg leysan í høgru.
Sum nógvir av hinum
spælarunum, spældi hann ikki so
væl, sum vit vita hann kann gera.
Jens Kristian
Hansen, B36:
Eingin minniligur dystur fyri
B36'aran, sum varð skiftur út í
hálvleikinum, eftir at hann hevði
spælt vánaligt fyrru trý korterini,
og hevdi keðiligan leiklut í trimum
av málunum. Fyrst hekk hann eftir,
tá føroyska verjan fór út, síðani
rann hann ikki í innleggi, sum
hann skuldi ruddað burtur, og *
málið til 3-1 skuldi hann havt
forða fyri. Rættiliga royndin hjá
Jens Kristiani kemur nú, tå hann
skal reisa seg eftir vánaliga
avrikið.
Allan Joensen, KÍ:
Seinni hálvleikur prógvaði, at
hann var feilplaseraður í síðuni,
har hann ikki er vanur at spæla
Var í hálvleikinum fluttur inn í
miðverjuna og stóð seg nógv betri |
eftir hetta. Í síðuni var hann lítið
við í spælinum, og fall ikki
natúrliga til, meðan hann greiddi
til fulnar uppgávuna at ansa eftir
Mijatovic í seinna hálvleiki
Jan Dam, KÍ:
Var spælarin, sum hevði ringast
við at standa á fótunum á váta og
bleyta vellinum. Gekk undan at
stríðast, men kom ofta uppá mill-
umhond. Spældi yvir fyri
Savicevic og stóð seg fyri tað
mesta væl í eftiransingini av bólt-
snillinginum — vísti tó í einstøkum
stóðum, at hann manglar nakað av
skjótleika.
Julian Johnsson, B36:
Heilt einfalt vånaligast avrikid hjá
honum á landsliðnum nakrantíð.
Var eitt hol í jørðina og rann sum
fluga í fløsku á midvøllinum. Kom
ov seint inn við taklingunum, og
fann ongantíð sítt pláss í lítla
samanspælinum, sum føroyska
liðið hevði.
John Petersen, GÍ:
Var millum bestu føroysku spæl-
ararnar, og hóast avrikid hesaferð
ikki var so gott, sum tað onkuntíð
hevur verið, staðfesti hann, at hann
hoyrir til kjarnina á liðnum. Tordi
at taka bóltin niður og spæla hann,
|
|
tók sær í so góða tíð í einstøkum
førdum, og misti bóltin, m.a. tå
Jugoslavia fekk fyrsta málið.
Todi Jónsson, Lyngby:
Fekk lítið á skafti í leiklutinum
sum hangandi áleypari. Royndi at
arbeiða aftur á vøllin, men vann
fáar bóltar, og fekk ikki nógv at
arbeiða við frameftir. Var við í
uppspælinum til føroyska málið,
og hevði í seinna hálvleiki ein
hålvan møguleika, tå hann dróg í
vinstru, men skotið kom ongantíð,
og hann misti bóltin. Var um at
trýsta bóltin í málið, tá Ossur Han-
sen sendi innlegg á stongina.
Jan Allan Miller, Esbjerg:
Gjørdi seg merktan við at gera
føroyska málið og hava onkrar
góðar detaljur. Var fyri tað mesta
latin til seg sjálvan á toppinum, og
fekk ikki gjørt nógv við longu
bóltarnar fram, m.a. tvey útspark
frá Jens Martini í seinna hálvleiki.
Stútaði bóltin úr hondini á
málmanninum, og prógvaði, at
hann altíð er klárur, tá føroyska
liðið brýtur ígjøgnum
Ossur Hansen, B68:
Varð vrakaður til byrjanar-
Kvikan men varð settur inn
vleikinum. Hevdi ongar
pulleikar við at fella til úti í
Hus síðuni, har jugoslaviska
uppspælið ikki gekk so nógv
gjøgnum seinna pet Tordi at
fara fram á vøllin og heyði m.a.
eitt innlegg, sum rakti stongina.
Rúni Nolsøe, HB:
Kom å vøllin fyri Julian Johnsson
í seinna hálvleiki, og royndi at
vrea við í spælinum, løtuna hann
var á vellinum
Uni Arge, HB:
Kom á vøllin fyri Jan Allan Miller
seinastu minuttirnar, men fekk ikki
møguleika at markera.
ek
17
Størsti
sekkur
nakrantið
Ongantíð áður eru so nógv mål farin
ígjógnum, síðani vit fóru at spæla
altjóða landsdystir
Føroyar fingu limaskap í al
tjóða fotboltsfamiljuni i
1988. Síðani tå hevur lands
liðið 43 ferðir verið í altjóða
landsdysti. Fýra ferðir hava
okkara menn vunnið, fýra
ferðir hevur úrslitið verið
javnleikur, og 35 ferðir eru
mótstóðuliðini farin av vøll
inum við sigrinum. Mál
munurin hesar 43 ferðirnar
r 26-140
Størstu Osigrarnir undan
sunnudegnum vóru 7-0
Landsliðið hevur tríggjar
ferðir tapt við hesum tólum
Fyrsta ferðin var 16. maí
1991 í Beograd móti Jugo-
slavia, sum tá hevði fleiri
av kendu kroatisku spælar-
unum á liðnum. Næsta ferð-
in var i Bukarest í HM
undankappingardysti móti
Rumenia 8. mai 1992
Einasta ferðin, at Føroyar
hava tapt við sjey málum á
Svangaskarði áððdrenn stór-
tapið móti jugoslavum var
11. august 1993, tá norð-
menn, sum fyrireikadu seg
til HM kappingina i USA,
vitjadu. Teir vunnu 7-0, og
hetta var samstundis sein-
asta ferðin, at Páll Guð
laugsson hevði ábyrgdina
av liðnum. Hann hevði á-
byrgdina 25 ferðir íalt
Allan Simonsen hevdi
ábyrgdina av landsliðnum
fyri 17. ferð sunnudagin
Størstu tapini hjá honum
frammanundan vóru tvær
ferðir 5-0. Fyrra ferðin var
í Helsingfors 16. november
1994, og seinna ferðin var í
Iraklion á Kreta móti
Grikkalandi 15. november
1995. Báðu ferðirnar var
talan um gott avrik fyrra
umfarið (í Finnlandi stóð |
0, tá tað var hålvleikt, og á
Kreta var 0-0), og urslitini
vóru fyrst og fremst mett at
koma av, at okkara spælarar
høvdu ikki verid i lands-
kapping f meiri enn ein
månada.
Hesa ferð ber ikki til at
brúka hasa frágreiðingina.
Spælararnir áttu at verið so
væl fyri, sum teir kunnu
vera. Tað resta
umfør í landskappingini
boltførlerki ferðin
bara tvey
spælinum, uthaldni, krops
lig styrki og fatanin av
spælinum kunnu neyvan
vera betri. Ti er serlig orsek
at kenna tapið at svíða ser
liga dygt
Eina ferð 10-0
Jens Martin Knudsen hevur
ongantíð áður latið átta mál
farið igjøgnum hjá sær
Neyvan er tað nøkur troyst
í tí, men hagtølini siga : okk
um, at landsliðið hevur eina
ferð latið fleiri mál farið
igjøgnum, enn tað gjørdi
móti jugoslavum
Tað var langt framman-
undan, at Føroyar gjørdust
limir í UEFA og FIFA. 3
august 1962 stríddust okk-
ara menn móti íslendska B
landsliðnum í Reykjavik
Íslendingar vóru á odda 8-
0, tá tað var hálvleikt, og
teir vunnu 10-0. Niels Juel
Arge varpaði út, og
dreingjaliðið hjá HB, sum
var í Íslandi um hetta
mundi, hugdi at, meðan
málini skoladu igjøgnum
hjá Peturi Sigurd Rasmus
sen
Føroyska liðið ta ferðina
sá soleiðis út: Petur Sigurð
Rasmussen, HB — Jákup L
Joensen, HB, Tórður Holm,
B36, Jógvan Johansen, HB
Magnus Kjelnæs Kl
Brynjer Gregorussen, HB
Torstein Magnussen. B36
Kaj Kalsberg, B36, Eivind
Dam, HB. Steinbjørn Jac
obsen, KI, Jógvan Jacobsen,
KI. I 2. hålvleiki kom Her-
ålvur Andreasen, TB, å vøll
in. A beinkinum uttan at
koma inn sótu Olavur Ol-
sen, B36, Eddy Petersen,
TB, Heðin Samuelsen, B36,
Marius J. Jensen, HB,
Bjarni Holm, B36, Dánjal
Krosstein, KI, og Henry
Poulsen, B36.
jh
Kaj Kallsberg, kommunulækni, var ein av spælarunum á
føroyska landsliðnum, tá tað tapti 10-0 í Íslandi í 1962