mikudagur 8. oktober 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 190 - 8. oktober 2003
Nr. 190 - 8. oktober 2003
5
-Tit eiga eitt so ótrú-
liga vakurt land, og eg
fari at gera mítt til, at
fleiri skotar velja Før-
oyar sum ferðamál í
framtíðini sigur
borgarstjórin í Aber-
deen, sum júst hevur
verið á vitjan fyri
fyrstu ferð. Hann fer
heimaftur við nógv-
um hugskotum og
góðynskjum
SAMSTARV
Jan Müller
- Eg hevði sæð fram til hesa
løtuna í meira enn 10 ár.
Hetta eru nakað so ótrúliga
oyggjar. Vit hava vitjað
nógva staðni og ikki minst
var túrurin við Norðlýs-
inum inn undir Nólsoynna
heilt fantastiskur – eitt
ógloymandi minni fyri lívið
sigur ein sera fegin og
bjartgskygdur borgarstjóri í
Aberdeen, Lord Provost,
John Reynolds við blaðið,
nú hann ger seg til at fara
av aftur landinum eftir sína
fyrstu ferð til Føroya
nakrantíð.
- Tá tú hugsar um, at
Skotland og Føroyar eru
næstu grannar, so átti slíkar
upplivingar, sum okkum
hevur verið fyri, eisini at
verið nakað, ið aðrir av
mínum landsmonnum áttu
at upplivað, og eg skal lova
tykkum fyri, at eg fari at
gera mítt ítarsta fyri at
vekja áhugan fyri Føroyum
sum ferðamannalandi fyri
mínum landsmonnum sigur
John Reynolds samtíðis
sum hann fegnast um rutu-
sambandið hjá Atlantsflogi
millum bæði londini. Borg-
arstjórin sigur, at eitt tað
fyrsta hann fer at gera
afturkomin til Aberdeen, er
at hyggja eftir, hvussu tey
kunnu fáa vakt áhugan hjá
vanliga skotanum at ferðast
til Føroyar fyri at uppliva
náttúruna og fólkið her. Í
sama viðfangi vilja skotar
eisini bjóða føroyingum at
vitja teirra vakra og søgu-
liga land. Lord Provost er
eisini fegin um, at Atlants-
flog flýgur uppá Aberdeen
heldur enn til Glasgow, tí
tað merkir, at íbúgvararnir í
hesum partinum av Skot-
landi kunnu fáa gagn av
samskiftinum við Føroyar.
John Reynolds, sum var í
Føroyum saman við 50
øðrum landsmonnum til
skotsku vikuna, heldur
møguleikarnar fyri víðkað-
um samstarvi verða sera
stórar. Og her hugsa hann
ikki minst um fiskivinnu-
samstarv. – Vit hava nógv
felags áhugamál, og fiski-
vinnan er eitt teirra. Eg
ímyndi mær, at vit fara at
hava nógv brúk fyri tykkara
fiski, nú fiskiskapurin í
Norðsjónum
verður
so
nógv skerdur vegna ovfisk-
ing og fiskaloysi.
Borgarstjórin vísir á, at
fólkið í t.d. Aberdeen etur
serstakliga tosk og hýsu.
Roynt hevur verið at fáa
fólk at eta onnur fiskasløg
eisini, men kortini eru
toskurin og hýsan tey mest
týðandi fiskasløgini. –Tá
útlit eru fyri, at vit sjálvi
fara at veiða minni av toski
og hýsu, so er greitt, at vit
verða uppaftur meira bund-
in av at fáa hesi fiskasløg úr
eitt nú Føroyum í framtíð-
ini.
John Reynolds sær eisini
møguleika fyri, at føroyskir
fiskimenn fara at fáa hægri
prís fyri fiskin í framtíðini,
nú eftirspurningurin helst
fer at vaksa. –Tá vit ikki
sleppa at veiða sjálvir, so
vóni eg bert, at tykkara
fiskimenn vilja geva okk-
um eina hjálpandi hond og
entá bjarga okkum, og at
teir so afturfyri fáa góðan
vinning. Brúk er fyri sam-
starvi eisini á hesum øki,
soleiðis at fiskimenn, fram-
leiðandi ídnaðurin og brúk-
ararnir kunnu verða nøgdir.
Lord Provost sigur, at
hann hevur kent seg sera
væl móttiknan í Føroyum
líka frá at hann var sera væl
móttikin á hotellinum til
hann takkaði fyri seg í
Norðurlandahúsinum. -Øll
hava veriðso fryntlig og
blíð, so eg havi kent meg
sum heima her hjá tykkum.
Borgarstjórin sær fyri sær
fleiri nýggjar samstarvs-
møguleikar í framtíðini.
Her hugsar hann ikki minst
um oljuna. – Eg veit væl, at
tit hava ikki funnið olju
enn, men hetta tekur sína
tið og krevur sítt tol. Tað
kenna vit alt til í Skotlandi,
og her hugsi eg um tey
fyrstu árini. Vit hava gjørt
okkara mistøk í hesi vinnu,
og tað eru m.a. tey, sum vit
ynskja, at tit skulu læra av,
soleiðis at tit sleppa undan
at gera somu mistøk sum
vit.
Jan Christianssen, borg-
arstjóri er sera fegin um, at
býráðið í Aberdeen, sum nú
situr, er so áhugað í at økja
um samvinnuna við Føroy-
ar. - Har vit fyrr hava kent
tað sum, at tað vóru vit sum
í heilum bankaðu á teirra
dyr, har eru tað nú teir, sum
virkuliga meina nakað við
samstarvinum og fegnir
vilja taka ítøkilig stig fyri at
menna tað. Skotska vikan
var so ein byrjan og haraftr-
at kemur, at vit hava grunn-
in
Tórshavn-Aberdeen,
sum hevur til endamál at
styrkja samvinnuna. Hesin
grunnurin hevur stóran
týdning í so máta.
Arbeitt verður at halda
fram við slíkari viku og
arbeitt verður við nógvum
øðrum eisini. Eitt nú at fáa
eitt samstarv á fótbóltsøki-
num, at menna mentanar-
samstarvið og ikki minst á
útbúgvingarøkinum.
Jan
Christiansen sigur, at fleiri
og fleiri ung velja at fara til
Skotlands at lesa, og her
serstakliga í Aberdeen. Í
løtuni eru umleið 50 før-
oyskir næmingar knýttir at
lærdu háskúlunum í Aber-
deen, bæði beinleiðis á
staðnum og sum fjarles-
andi. Fyri bert fáum árum
síðani var tað hendinga før-
oyingur, sum fór tann vegin
at lesa.
Borgarstjórin í Aberdeen heimaftur eftir fyrstu vitjan í Føroyum:
– Fantastiskt
Jan Christiansen og Lord Provost úr
Aberdeen í Norðurlandahúsinum
Mynd Jan Müller
Frá vinstru Dávur Magnusen, sum spældi trombon í hellinum í Nolsoy saman við Hávardi
Enni, manning á Norðlýsinum og borgarstjóranum í Aberdeen
Mynd Birgir Enni
Umborð á Norðlýsinum. Birgir Enni, skipari saman við borgarstjórahjúnunum úr Aberdeen
Kári Jacobsen, kommunulækni í Havn:
Vit boyggja okkum ikki
Grundgevingin fyri,
at Kaj Kallsberg valdi
at siga seg úr starvin-
um sum kommunu-
lækni í Havn, er aftur-
vendandi trupulleikin
við Tórshavnar Býráð
um eina telduskipan.
Kommunulækni, Kári
Jacobsen, skilir væl
avgerðina hjá Kaj
Kallsberg, men hann
heldur tað er ein van-
lukka, at ongin loysn
ikki er funnin á trup-
ulleikanum enn
NÝGGJ TELDUSKIPAN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Í gjár frættist í útvarpinum,
at tríggir kommunulæknar
hava valt at siga seg úr
starvinum frá 1. januar
2004. Talan er um Kaj
Kallsberg og Petur Høj-
gaard í Havn og Jaspur
Petersen í Klaksvík. Útvarp
Føroya visti ikki at siga,
hvør orsøkin er til avgerð-
ina hjá Petur Højgaard og
Jaspur Petersen at fara úr
starvinum, men ein um-
strídd telduskipan er orsøk-
in til, at Kaj Kallsberg hev-
ur valt at fara frá sum
kommunulækni í høvuðs-
staðnum.
Kjarnin í málinum er, at
Tórshavnar Býráð ynskir,
at kommunulæknarnir í
Havn skulu nýta eina ís-
lendska telduskipan, men
flestu kommunulæknarnir
sýta fyri at nýta skipanina.
Teir vilja heldur hava ein
danska skipan, sum svarar
til líknandi skipan, ið
starvsfelagirnir í Danmark
nýta dagliga.
- Eingin hevur hægri út-
búgving enn vit. Vit hava
brúkt eitt ótal av árum at
koma so langt. Fyrst tóku
vit læknaútbúgvingina, síð-
an specialiseraðu vit okk-
um Eftir tað, arbeiddu vit á
bygd og langt um leingi
hava vit fingið starv sum
kommunulæknar í Havn,
sum vanliga varð mett at
verða toppurin hjá einum
kommunulækna í Føroyum.
Vit sita so í dag, eftir góð
20 ár, uttan haldgóð tól, og
tað er ein vanlukka, sigur
Kári Jacobsen, kommunu-
lækni í Havn.
Stríð síðan 1995
Kári Jacobsen er sjálvur ein
av sjey kommunulæknun-
um, ið ynskir donsku skip-
anina Med-Wind heldur
enn íslendsku Saga teldu-
skipanina. Hann greiðir frá,
at stríðið millum Tórshavn-
ar Býráð og kommunu-
læknarnar hevur staðið á,
síðan 1995, og enn er eing-
in loysn funnin á málinum.
Kári leggur afturat, at á
bygdunum í Føroyum hava
kommunulæknarnir ongar
trupulleikar at fáa donsku
skipanina, men í Havn ber
einki til, og tískil er høv-
uðsstaðurin eftirbátur á øk-
inum.
Spurdur, um tíðin ikki
fyri langari tíð síðan er
búgvin til, at fáa trupulleik-
an við telduskipanini loyst-
an, svarar Kári, at hann er
ikki greiðir, hvat fer at
henda í næstum. Hann sig-
ur kortini við vissu, at
kommunulæknarnir, Andor
Ellefsen, Kristianna Nord-
endahl, Sølvi W. Olsen,
Turid Petersen, Jenis av
Rana og Sten Larsen úr
Kollafirði ikki fara at
boyggja seg fyri ynskinum
hjá Tórshavnar býráð.
– Tað er heldur eingin
sum helst grund at hava
fleiri fundir um málið, tí
býráðið veit fullvæl,hvar
vit standa í málinum, so tað
er eingin meining at fund-
ast meir, sigur ein av-
gjørdur Kári Jacobsen.
Kári Jacobsen setir eisini
stórt spurnartekin við, um
allir býráðslimirnar eru
greiðir yvir, hvat málið
snýr seg um. Hann sigur, at
eitt drúgt brævaskrifti hev-
ur verið við sosialu nevnd,
ið varðar av málinum, men
nevndin vil bara trýsta ís-
lendsku skipanina yvir
høvdið á kommunulæknun-
um. Vita kommunulæknar-
nir í Havn ikki betur hvørji
tól, teir skulu nýta, enn fólk
á sosialu nevnd á býráðn-
um? Trupulleikin er, at fólk
á trivnaðardeildina á bý-
ráðnum hava lurtað ov
nógv eftir einum ávísum
virki á Velbastaðvegnum,
sum hevur gjørt lobbyar-
beiðið fyri teirra teldur-
skipan. Kortini geva vit
okkum ikki, tí vit vilja ikki
síggja nakað til íslendsku
skipanina, fortelur Kári
Jacobsen.
Skilir væl Kaj
Kallsberg
Seinastu árin hevur javna
verið hoyrt graml um, at
stórt læknatrot er í Føroy-
um, og ikki minst í Havn-
ini. Spurdur, um tað ikki er
óheppið, at ein starvsfel-
agið velur at siga seg úr
starvi,
orsaka
av
eini
ósemju um eina telduskip-
an, tá tørvurin á læknum er
so stórur, svarar Kári, at
hann skilir Kaj Kallsberg
væl. – Teldan er í dag tað
týdningarmesta arbeiðstóli
hjá læknum, tí øll vitan
verður goymd har. Tað er
púra skilligt, at Kaj Kalls-
berg hevur valt at fara úr
starvinum, men tað er kata-
strofalt, at maðurin má
kenna seg noyddan at siga
seg úr starvinum, tí hann
kennir seg trýstan, sigur
Kári Jacobsen.
Kommunulæknin sigur,
at eingin veit við vissu,
hvussu nógvar sjúklingar,
hvør kommunlækni hevur,
men hann rímuliga vissur í,
at Kaj Kallsberg hevur
millum teir flestu í Havn. –
Stóri spurningurin er, hvør
nú skal loysa uppgávuna
hjá Kaj, tí tað er ein sann-
roynd, at tað er ómetaliga
torført at fáa kommunu-
læknar at søkja starv í
Havn, greiðir Kári Jacob-
sen frá.
Spurdur, um aðrir komm-
unulæknar í høvuðsstaðn-
um ætla at siga seg úr starv-
ið, eins og Kaj Kallsberg
hevur valt at gera, svarar
Kári, at einstakir komm-
unulæknar hava tosað um
tað sama, og hava gjørt vart
við sína ónøgd, har víst
hevur verið á, at tað er ov
langt úti, at arbeiðstólini
ikki eru nøktandi.
Seinni í dag (týsdagin),
skuldi fundur aftur verða
um telduskipanina millum
kommunulæknarnar
og
Tórshavnar
Býráð,
og
spurningurin er so um
partarnar
kunnu
koma
nærri hvørjum øðrum um
eina loysn um teldutrupul-
leikan, sum eftir øllum at
døma hevur havt við sær, at
Kaj Kallsberg fríggjadagin
boðaði Bill Justinussen,
landsstýrismanni, frá, at
hann 1. januar gevst sum
kommunulækni í Havn.
Tað er púra skilligt, at Kaj
Kallsberg hevur valt at fara
úr starvinum, men tað er
katastrofalt, at maðurin má
kenna seg noyddan at siga
seg úr starvinum, tí hann
kennir seg trýstan, sigur Kári
Jacobsen
C
M
Y
K
5
4