Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. januar 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 1 — 3. JANUAR 1997 tíðindablaðið 3 Hetta er ondskapur Eg rokni vid, at dagarnir hjá Sverra Hansen eru taldir Ak! BERTHOLDSEN Hetta er heilt ófatiligt., hetta er tann reindyrkaði óndskapur Jógvan Adolf Johannsen, tingmadur í Sandoynni, var skelkaður tá ið hann hoyrdi, hverja loysn, Framtaks grunnurin, veðhavararnir og Fiskavirking eru komin til viðvíkjandi fiskiidnadinum á landi Hann ivast ikki í, at málið verður reist á tingi fyrsta dagin og hann roknar eisini við, at dagarnir hjá Sverra Hansen, sum formanni í Framtaksgrunninum eru taldir Framtaksgrunnurin varð stovnaður fyri at stuðla teimum, sum høvdu hug at fara undir vinnulív. Hann varð ikki stovnadur at leggja alt vinnulív innundir seg, sum hann hevur gjørt Hetta, sum nú er farið fram, er so ålvarsligt, at tað má fáa avleiðingar. Fram taksgrunnurin hevur sett seg upp ímóti einum samdum løgtingi ganga Fiskavirking hevur prógvað, at tað gongur ikki Tað kláraði ikki at ar beiða fyri rakstur og hvaðna minni fyri rentur, avdráttir og avskrivingar Og hetta skal nú endur reisast sum okkara høvuds vinna og tað kann ikki Einaferð enn Jógvan Adolf Johannes sen sigur, at hann veit ikki, hvat hasir menninir hugsa fyri sær Fiskavirking slepti Sand oynni uppá fjall. Nú verður tað endurreist, og einaferð afturat sigla teir stoltir fram við Sandoynni. Hetta er beinleiðs óndskapur Jógvan Adolf Johannes sen sigur, at málið má reis- ast í inginum, og tað roknar hann eisini við, at tað verð- ur heilt skjótt Hetta er undir alt mannsømiligt mansevni A vísir politikarar hava stórum bók kunnu illa tosað við sí stavum, at ter forsvara at teir einki gera Og skal samgongan ikki missa tað seinasta, hon hev ur eftir av sínum trúðvirði má hon leggja uppí málið Jógvan Adolf Johannesen sigur at nú er alt so nýtt, at eingin hevur havt stundir at umráða seg So hvat cg sjálvur møg uliga komi at gera, havi eg ikki gjørt mær greitt enn Men sjálvandi fari eg ikki at sita hendur í favn sigur Jógvan Adolf Johann esen Men tad verdur sagt, at hini virkini skulu seljast frå? - Fg må vidganga, at eg ivist í viljanum hjá pening astovnunum at hjálpa til at selja burturav og koma í kapping við seg sjálvan, sigur Jógvan Adolf Johann- esen Skammiligt AK! BERTHOLDSEN Hava tey brúk fyri okkum vita tey, hvar vit eru Formaður Javnaðarfloks ins á tingi, Jóannes Eides gaardi ivast í, um Javnaðar flokkurin beinleðis fer at taka stig til at leggja málið um Fiskavirking fyri tingið Samgongan hevur úti hýst andstæðuna frá allari ávirkan í sambandi við Fiskavirking, so tað er ein spurningur, hvat vit fáa gjørt Í einum tidindaskrivi hevur flokkurin gjørt síni sjónarmið greið og hevur nakar brúk fyri okkum, vita tey, hvar vit eru Formaður Javnadarfloks- ins heldur, at hetta málið er ikki so svarthvítt, sum summi vilja gera tað til Hann sigur, at vit eiga ikki at gloymå, at Fólka- flokkurin hevur heilt aðrar grundir til at stúra fyri fiski vinnuni á landi, enn Javnað arflokkurin hevur Tá ið Fiskavirking kom, misti Fólkaflokkurin tamar- haldið á fiskivinnuni. Hann ger, hvat hann kann fyri at fáa tamarhaldið á henni aft ur. Tað er tað, hann berjist sum úlvur á skóg fyri og ikki nøkrum ødrum Hinvegin sigur formaður Javnaðarfloksins, at:vit mugu ásanna, at fiskivinn an gekk yvirhøvur ikki, sum var. so tað er ikki ta skip anina, vit skulu aftur til Spurningurin er bara hvat skal setast ístaðin Brúk fyri Framtaksgrunninum Jóannes Eidesgaard sigur, at vit hava stórliga brúk fyri Framtaksgrunninum Men tað er heilt for- kastiligt, at vinnulivstiltøk- ini á Tvøroyri, á Toftum og á Eiði, ikki verða vird. Tá ið heilar bygdir taka seg saman um eitt vinnulív, skal tað takast fyri fult Verður tað ikki gjørt, fært tú heldur ikki fólkið við tær. Og er lokala motiva tiónin so gongur einki vinn- uliv Tað er eisini ógvuliga åtaluvert, at Framtaks- grunnurin kvettir heilar landspartar burturav vinnu- liga Føroyakortinum við al mennum pengum Politiskt kann tað ikki góðtakast og eru ongar vinnuliga loysnir á tí trup ulleikanum. má umhursast um ongar politiskar eru Annars sigur Jóannes Eidesgaard, at fyri hann hevur tað størri tydning, at arbeiðsplássini eru til, held- ur enn, hver eigur tey A nógvum plåssum, har arbeiðið hevur verið, bíða fólk ótolin eftir, at Fiska virking verður endurreist Summastaðni er Fram- taksloysnin einasta loysnin og tí skal hon setast í verk har Men fiskavirking skuldi bara verið eitt alternativ, har einki annað var framman undan. Har lokalir pengar og lokalur vilji er til staðar, skuldi virkini verið seid, heldur formaður Javnaðar floksins Tað hevði einki verið í vegin fyri samstarvi ímill- um virkini fyri tað. Eg vil enntá siga, at Framtaks grunnurin skuldi tikið stig til hetta samstarv Hann visir eisini å, at Fiskavirking var bara ætlað sum eim fyribils loysn og hann heldur, tíðin nú er komin at liða Fiskavirking sundur og taka tað av á plássum, har aðrir møgu leikar eru. Tað er rættiliga grundleggjandi fyri Javnað Framferðin hjá Framtaksgrunninum er skammilig, sigur Jóannes Eidesgaard arflokkin, at lokalar kreftir sleppa at standa fyri vinnu lívinum. har tær hava vilja og pengar til tað, leggur hann afturat Avlagad kapping Jóannes Eidesgaard vísir eisini á, at verður Fiskavirk- ing endurreist, soleiðis, sum ætlanin er, fer tað at gera støðuna hjá virkjunum utt- anfyri Fiskavirking heilt vónleysa Fiskavirking verður so nógv nidurskrivad, at hini virkini hava ongan møgu- leika at standa seg í kapp- ingini Ti eigur Framtaks grunnurin eisini at kenna at tað sum sína skyldu at geva teimum virkjunum eina inn spræning eisimi fyri at fáa javnvág í aftur. Tað er heilt burturvið at brúka alm« an an pening at kappa høvdid av teimum virkjum, sum er u, sigur Jóannes Eides gaard Hetta er eitt mál, sum Framtaksgrunnurin kemur at noyðast at taka stóðu til og alt annað er órímiligt, enn at hann bjóðar Kósini og ødrum, uttanfyri Fiska- virking, stuðul Vit melda ikki Sjónleikarhúsið í Havn vil gjarna hava Pinocchio-skeltið aftur RANDI JACOBSEN Øll, sum hava nakað við sjónleikin um Pinocchio, ið havnar Sjónleikarfelag framførir, at gera, eru líka ólukkulig Millum jól og nýggjár hevur onkur verið og pilkað teirra vakra og snøgga skeltið, sum hekk uppi á vegginum uttan fyri Sjón- leikarhúsið, niður Eingin veit, hver hevur (Lars). Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegi 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978 (Randfríð), ella tlf. 12048 tikið skeltið, men tað hevur kravt í minsta lagi ein stiga fyri at sleppaa upp eftir skeltinum - Tað harmar okkum nógv at hava mist skeltið, og vit lova, at kemur tann, sum hevur tikið skeltið, aftur við tí, so melda vit tað ikki, sigur Pauli Olsen í Sjón leikarhúsinum