Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 1997síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 15 — 23. JANUAR 1997 tíðindablaðið +11" NI" 13 Ein storur ut at koyra lítil Toyota... Upp á millimeturin er hann eins langur og breiður sum ein Toyota Carina E - men hann er nógv stórri. Í dag avdúkar Reyni Service nýggja 6 persóna familjubilin frá Toyota, Toyota Picnic Hetta slagið av familjubilum hevur rættuliga vunnið seg inn á ev ropiska marknaðin síðan framleiðararnir funnu út av. at teir ikki skuldu vera stórri enn vanligir familjubilar EIRIKUR LINDENSKOV Málningarnar, ið sýndir verða fram hjá Reyni Serv ice í Havn í dag, hava vit ikki sæð enn, men nýgga vidundrið hjá Toyota - fam iljubilin Picnic hava vit kag að í Hesin bilur er nýggjur á marknaðinum og verður sýndur fram í øllum rík inum í hesum døgum. Talan er um ein nýggjan familju- bil - sum er ødrvisi. Hann er gott nokk eitt sindur dyr ari enn ein vanligur familju bilur, men ikki so nógv dyr ari, sum teir plagdu at vera Hetta tí at hann er minni í vavi - hevur júst somu målt uttan, sum ein Toyota Car ina E-snið Amerkanarum i. d. hevur altíð dámt væl stórar fam- iljubilar. Men evropear hava altíð viljað havt smærri bil- ar. Tí vænta teir nú, at hesin bilurin rættuliga fer at sláa igjøgnum á evropiska marknaðinum. Við sínum 223.000 krónum er hann bara eitt sindur dýrari enn eitt nú ein Toyota Carina Tað var Renault, sum sló igjøgnum við slíkum bilum á evropiska marknaðinum við Espace-sniðnum mið- skeiðis í 80'unum. Teirra familjuvinarliga konsept vakti eisini áhuga hjá ødrum bilaframleiðarum at fara undir slíkar bilar Picnic hevur í dag ein 2 liturs bensin motor, og kann tí væl standa seg í kapping ini við vanligu stationcar bilarnar. Men seinni kemur hann eisini í eini dieselút gávu, men tá verður hann eitt sindur dýrari Bilurin er sera rúmligur Hann hevur seks setur, sum øll eru støk og tú kanst ganga ímillum tey. Hetta ger, at tå situr sera væl, ti øll setrini eru sum forsetur Setrini standa 2+2+2 í trim- um rødum. Men tå so er, verður lítið pláss til viðferið - í viðferisrúminum, sum er aftan fyri tey aftastu setrini Men tey kunnu takast úr í eini handavend Og tekur tú annað av teimum aftastu setrunum úr, so er sjálvandi pláss fyri einum ferðafólki minni, men tá fært tú 700 litur av vidføri inn ístaðin. Tekur tú so bæði tey aftastu úr, ja so er pláss fyri 1.200 litrum av viðferi Møguleikarnir við setru- num er nógvir. Heilir 17 í tali. Ein er, at tú leggur mitt- astu setrini niður og nýtur tey sum borð við holi at seta kaffikoppin í 0. s. fr. Av ti at Toyota Picnic ikki er størri enn ein vanligur bilur er hann eisini lættur at snúgva sær við. At plássið innan er so gott stendst av, at hann er 20 cm hægri enn vanligir persónbilar, og tí verður sitiplássið nógv betri og ti er nógv lættari at sleppa inn og út úr bilinum Móti hevur eisini nógv at siga í bilaheiminum. Tað sum serliga er »upp á móta< í dag, er trygdin. Verkfrød ingarnir hjå Toyota hava ikki ligið á latu síðuni í hes um føri. Picnic'urin er kon strueradur vid nytimans »folde-zone« bæði framm an og aftan og hevur eisini eina stabila takkonstruktion hetta ger, at bilurin longu nú lýkur tey strongu trygd arkrøv, sum ES fer at seta framtidarinnar bilum Tyska vegtænastan hevur gjørt krasj-royndir vid Pic- nicinum. Krøvini hjå ES siga, at vid ein frontalum stoyti, tá ferðin er 48.3 km/ t skulu fólk ikki fáa stór- vegis skaða. Teir gjørdu hesa roynd við Picnicinum við 60 km/t, og vísti roynd- in, at um tað vóru fólk held- ur enn dukkur, sum vóru í bilinum, so høvdu tey sloppið so at siga snikkaleys frå ulburdinum. Annars hevur bilurin alla møguliga aðra útgerð: Dupulta airbag, ABS- bremsur, selaspennarar, síð- u-protection stálbjálkar í síðuhurðunum, stoytabsor- berandi trygdarflatu í hurð- unum, høgtliggjandi brems- uljós, 3-punkts trygdarselar og hæddarstillbarar nakka- og helst ikki nógv dýrari heldur stuðlar á øllum setrum trygdarlås til barnastól á miðsetrunum, forlyktir, sum kunnu stillast við el innaní frå, tokuljós, elektróniska startsperru o. m. a Fyri at gera tað hógligari hevur hann eisini elriknar rútavindarar og spegl og sentrallás, hita við øll try stólargðini, servostyring, nóg mikið av plássi í handskarúminum. Hann hevur eisini dupultar digi talan trippteljara, ekstra 12V stikkkontaktir og koppahaldarar framman og aftan. Ja, hann hevur alt møguligt, sum vit ikki kenna frá vanligu bilunum Motorurin í Picnic er tann vælkendi 2-liturs, 16-vent- ilaði twincam-motorurin, sum Toyota Carina E hevur klára seg so væl við. Men motorurin er víðari mentur til Picnic, so hann gevur enn fleiri kreftir. Skrivað stendur, at Picnic hevur 128 HK við 5.400 snúð/min og 178 Nm við 4.400 snúð./min. Havandi støddina í huga - ein frálíkur bilur. Topp- ferðin er 180 km/t og hann hevur eina akseleratiónstíð frá 0-100 km/t upp á bara 10,8 sekund Midalnytslan av brenni- evni 11,1 km/l, meðan nýtslan við javnari ferð upp á 90 km/t er 14,7.. 3/97 —— Í høllini hjá Reyni Ser- vice í Havn plaga teir at sýna fram bilar. Tað gera teir eisini, men í dag og hetta vikuskiftid skipa teir fyri eini ótraditionellari framsýning - eini kombi- neraðari lista- og bilfram- sýning. Tað eru feðgarnir báðir, Eyðun og Ingålvur av Reyni, sum saman við bróðursoni Ingálvs, bila- sølumanninum Eivindi av Reyni, ið sýna fram Feðgarnir málningar og Eivind bilar Framsýningin er í holl ini á loftinum á verkstað num hjá Reyni Service Málningarnar hava vit ikki sæð, men Reyni Ser vice fer serliga at vísa fram nýggjast listarverkið frá Toyota - familjubilin Toyota Picnic. Eisini hava teir eitt serligt tilboð ein Toyota Carina við allari møguligari eykaút gerð fyri serprísin 188.900 kr 1.000% fleiri nýggir bilar Bilasólan gongur strúkandi. Síðan daprast sá út fyrst í 90'unum er sølan av nýggjum bilum vaksin 1.000%! Aftur í ár er Toyota nr. Í EIRIKUR LINDENSKOV Er bilasølan ein indi- kator fyri, hvussu bú- skaparliga stødan í land- inum er, hava vit einki at Óttast. Í fjør keyptu føroying- ar ikki færri enn 1.480 nýggjar bilar. Samanbor- ið við tá ringast stóð til fyrst í 90'unum er talið á nýggjum bilum vaksið Toyota Ford Opel Mazda Peugeot Nissan VW Citroén Honda Renault Fiat Aðrir umleið 1.000% - ja skriv- að túsund prosent! Orsøkin er sjálvandi ikki bara betri tíðir, men sjálvandi eisini tann, at | bilarnir eldast og treingja til at verða skiftir. Men bilahandlarar dylja ikki fyri, at fólk nú nógy betur tora at brúka pengar upp á bilar. Sølan í 1996 sá soleiðis út - býtt eftir bilmerki: 313 266 151 132 89 77 59 59 55 36 36 207