hósdagur 30. januar 1997síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 20 — 30. JANUAR 1997
John Petersen:
Endurgjaldskrav
gevur neyvan úrslit
Tað hekk ein feril av meiningsloysi tingmonnum týsdagin, tá ið Nólsoyar Páll
var til viðgerðar og staðfest varð, at vit hava keypt gamalt jarn fyri 12 mið.
kr. — Vit fáa neyvan nakað burturúr einum endurgjaldskravi mótvegis seljara-
num, segði John Petersen, sum tó ikki útihýsti eini sak móti klassanum
MAGNUS DAM
Tað tykist nú alt meira
greitt, at føroyski landskass-
in hevur brúkt 12 mió. kr.
av skattaborgarans peningi
uppá Nólsoyar Páll uttan at
hava fingið annað burturúr
enn eina almenna skandalu,
sum neyvan hevur sæð sín
lika í føroyskari umsiting
áður.
Tað var tí ikki av ongum,
at meiningsloysi var týði-
ligt hjá summum, lyndi
uppgevandi hjá ødrum, og
sinnið kókandi hjá onkrum
triðja, tá ið tingmenn við-
gjørdu svarið frá John Pet-
ersen uppá fyrispurningin
frá Bjørn á Heygum við-
víkjandi Nólsoyar Pálli.
Vaktarskipið, sum skuldi
vera álitið hjá fiskiflotanum
undir Føroyum næstu 8-10
árini, men sum gjørdist eitt
risa flopp.
Ávafing
- Eg sigi tað nú, so at tit
kunnu venja tykkum við
tankan. Nólsoyar Páll kem-
ur neyvan nakrantíð út at
sigla sum vaktarskip undir
Føroyum.
Hetta var bert ein av teim-
um kediligu staðfestingun-
um, sum landsstýrismaður-
in í fiskivinnumálum, John
Petersen, kom fram við
undir orðaskiftinum í løg-
tinginum týsdagin
— Nólsoyar Páll er í so
vánaligum standi, at tað
helst mugu brúkast minst
tað dupulta av tí sum longu
er brúkt uppá skipið, um tað
skal gerast í nøkunlunda
góðan stand. Men tá standa
vit enn við einum skipið,
sum er 27 ára gamalt, var
ein onnur staðfesting frá
John Petersen
i veg år
Eitt annað rættiliga áhuga-
vert, sum kom fram undir
viðgerðini, var, at landsstýr-
ið á ein ella annan hátt er
villeitt, tá ið skipið bleiv
keypt. Tað hevur nevniliga
alla tíðina verið hildið, at
franska skipið hevði verið í
brúk fram til endan av 1995.
Men John Petersen upp-
lýsti, at nærri kanningar
hava víst, at skipið hevur
verið upplagt í tvey ár.
Hver hevur ábyrgdina av
hesum, og um tað hevur
nakað at siga nú er ikki
greitt.
Depur útlit
Men John Petersn tykist
ikki hava serliga góðar vón-
ir um, at fáa nakað aftur frá
seljaranum. Hann segði, at
landsstýrið hevði havt sam-
band við fronsku seljarar-
nar, men teir siga, at treyt-
irnar vóru uppfyltar í sátt-
málanum, av tí at skipið
hevði rein klassapappírir, tá
ið tað bleiv selt.
- Møguliga kunnu vit fáa
nøkur fá oyru aftur frå teim-
um, men skulu vit reisa
endurgjaldskrav skal hetta
Nýtt vaktarskip
verður leiga
— Vit kunu ikki liva við bert einum vaktarskipi, segði John
Petersen í tinginum týsdagin. — Og vit kunu ikki átaka
okkum fleiri uppgávur, sigur Jesper Dinesen, ovasti fyri
Færøernes Kommando
MAGNUS DAM
Eitt nytt vaktarskip verður
helst leiga til Fidskiveidu-
eftirlitið sum skjótast
Hetta segði John Pet-
ersen, landsstýrismaður í
Fiskivinnumálum undir
viðgerðini av Nólsoyar Pålli
í løgtinum týsdagin
- At fara og brúka 25 mió
kr. ella meira til umvælingar
av Nólsoyar Pálli vildi verið
fullkomiliga hol í høvdid,
og stovnurin kann ikki bert
liggja við einum skipið. Tí
mugu vit helst út at hyggja
okkum eftir einum skipið,
sum kann leigast itil stovn-
in, segði hann
Eisini Jóannes Eides-
gaard umrøddi spurningin
um eitt annad vaktarskip i
staðin fyri Nóloyar Páll
Hann segði, at vit nú
mugu tryggjað okkum, at
vit framvegis hava eitt
fiskiveidueftirlit, sum vit
kunnu hava álit.
Hann segði, at tað mugu
vit eisini gera fyri øll tey
útlendsku skipini, sum fiska
undir Føroyum. Vit mugu
tryggjað teimum eina líka
góða tænastu og hjálp um
neyðugt, sum føroysk skip,
ið fiska aðrastaðni, fáa frá
teimum løndunum.
Jóannes Eidesgaard helt,
at vit nú máttu hugsað
ødrvisi
Lat okkum finna útav,
um møguleiki er fyri at
byggja eitt nýtt vaktarskip,
segði hann
Fiskiveiðueftirlitið hevur
líka síðani Ólavur Halgi
bleiv seldur í oktober bert
havt Tjaldrið til at rekja
uppgávurnar á sjónum
Men eitt samstarv er eis-
ini millum Færøernes
Kommando og Fiskiveiðu-
eftirlitið, og tey donsku
vaktarskipini verðr tí eisini
nýtt í eftirlitinum við skip-
um undir Føroyum, og
donsku vaktarskipini hava
altíð eina tyrlu, sum eisini
verður brúkt
Men tað slepst ikki und-
an, at eftirlitið ikki er tað
sama, tá ið Fiskiveiðueftir-
litið einans hevur eitt skip.
Jesper Dinesen heldur tó
ikki, at eftirlitið er verri nú
enn áður, men hann sigur,
at tað skerst ikki burtur at
minni orka er tek.
Og hann heldur eisini, at
tað ikki ber til í longdini, at
Fiskiveiðueftirlitið = bert
hevur eitt skip. Hann sigur
tó, at Færøernes Komm-
ando ikki kann hjálpa meira
enn nú, av tí at teirra skip
er fult upptikid og ikki kann
átaka sær fleiri uppgávur.
fyri ein gerðarætt í London,
og tann trætan kemur helst
at taka fleiri ár at loysa,
segði hann.
Nakað annað er við klass-
anum, sum er Bureau Veri-
tas. John Petersen segði, at
tað var einki dulsmál, at
klassin hevði eina ávísa
ábyrgð fyri, at stødan nú er
sum hon er. Og hann legði
afturat, at møguleikin var til
staðar fyri, at leggja sak
móti klassanum, sum gav
skipinum rein klassapappír
niðri í Fraklandi, men hevði
nógv krøv til skipið, tá ið
tað bleiv kannað í Føroyum
Hevur dult
ypplýsingar
Í tinginum kom eisini fram,
at samskiftið millum lands-
Bjørn á Heygum fekk
greið svar uppá sínar átta
fyrispurningar og nakað
væl afturat
Skulu vit reisa endurgjaldskrav, skal tað fyri gerðarætt í
London, og tað kemur helst at taka fleiri ár segði John
Petersen týsdagin
Mynd; Jens Kr Vang
stýrismannin og stjóran á
Vaktar á Bjargingartænast-
uni ikki hevur verið so gott
heldur, og at stjórin ikki
hevur greitt sínum egna
stjóra, sum er John Peter-
sen, frá øllum hann visti um
skipið.
Porøsur skrokkur
John Petersen fekk millum
annað ikki at vita frá Jóan
Karl Høgnesen fyrr enn fyri
tólv døgum síðani, at tá ið
skipið varð sandblást niðri
í Fraklandi, vísti tað seg, at
skrokkurin nærum var por-
øsur og meira líktist eini
sold enn einum skrokki
Játtanin ekt
Harafturat kom fram, at tað
óivað einans kann lastast
stjóranum á V & B, at meira
enn tvær mió. kr. blivu
brúktar til umvælingar av
skipinum, sum játtan ikki
var fyri. Løgtingid hevur
nevniliga einans játtað 9,2
mió. kr. til Nólsoyar Páll,
men útvið 12 mió. kr. eru
longu brúktar.
- Tað er Jóan Karl Høgn-
esen, sum hevur ábyrgdina
av, at farið er útum játtan-
ina. Og tað er givið, at hetta
málið fyrr ella seinni fær
avleiðingar fyri onkran
onkrastaðni, segði John Pet-
ersen
Og soleiðis sum løgtings-
menn málbóru seg í ting-
inum tykist eisini greitt, at
málið fær sínar avleiðingar,
og tær má John Petersen
taka sær av. John Petersen
kann nevniliga enda við at
fáa eina misálitisváttan frá
løgtinginum, um hann ikki
sjálvur syrgir fyri, at tann
åbyrgdin, sum hann nú hev-
ur lagt, fær fylgir.
— Skal nøkur sum helst
virding verda fyri embætis-
valdinum i Føroyum, so må
hetta målid fåa avleidingar.
Hetta er ikki sagt, tí eg vil
offrað nakran, men um vit
ikki fylgja teimum lógun-
um, sum vit hava samtykt,
so er eingin orsøk til at hava
tær, segði Bjørn á Heygum
Líka mikið hverjar av-
leiðingarnar verða, so
standa vit tá ið avtornar við
einum vaktarskipið, sum
helst hevði komið í havs
neyð, um tað bleiv kallað
út til eina uppgávu.
Og landsins
myndugleikar mugu so liva
við, at tað var eitt samt
landsstyri, ein samd
figgjarnevnd og eitt nærum
samt løgting, sum gjørdi av
at keypa skipið.
— Tað er bert at vóna, at
føroyski = veljarin vil
fyrigeva okkum hesa
næstan ófyrigeviligu gerð,
segði Jóannes Eidesgaard
av tingsins rødarapalli.
RÆSTKJØTSVEITSLA
v/føroyskum
& enskum dansi
LEYGARKVØLDID
2. NOVEMBER
Nor ðstreymoyar Til matna verður:
Rasmus undir-
heldur undir
borðhaldinum
— so nógv tit orka
Eisini hava vit a la carte matskrå
Kekurin er opin til kl. 22.30