týsdagur 4. februar 1997síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið
Nr. 23 — 4. FEBRUAR 1997
Livsins orð
Í døgunum 7. til 9. mars
fær Lívsins Orð á Skála
fjórðinum vitjan av
Johnny Foglander, sum
er lærari á einum av
størstu bíbliuskúlum í
Europa, Livets Ords Bi-
belcenter i Uppsala
Johnny Foglander er
kendur sum ein framur
salvadur bibliulærari
Hann verður nógv nytt-
ur á bíbliuskúlum og
ymsum stevnum i Norð-
anlondum, serliga Svø-
riki og Noreg
Eisini ferðast Johnny
Foglander sum evangel-
istur i Norðanlondum og
londunum eystanfyri
sum t.d. Pólandi. Allar
staðir, har hann ferðast,
vitna fólk um Harrans
verk, at Guðs orð verður
staðfest við undrum og
teknum. Mong eru tey,
ið hava fingið endureisn
í sínum kristna lívi við
tí undirvísing. Johnny
hevur um ta rættvisi,
sum Kristus hevur
Skráseting Foroya
hevur í dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag
Skrásetingar-nr.
Sp/t 2604
Navn:
Sp/t 29. januar 1997
Adressa:
Myrisnipuvegur 3
Kommuna:
Tórsha.nar Kommuna
Stovningardato:
29.01.1997
Vidtøkudato:
29.01.1997
Kapitalur:
Kr. 80.000,00
Inngjaldingarhåttur:
Kr. 80.000,00 kontant til
kurs 100
Stovnarar:
aj Poulser
Myr -
0 Tórs-
va
SMIÐUVEQU
av
Stjórn: Dånial Poulsen,
Myrisnipuvegur 3, 100
Torshavn
Tekningarreglur:
Felagið verður bundið við
undirskrift stjórans
Grannskoðari:
P/f Grannskoðaravirkið
Inpact, R. C. Effersøes-
geta 26, 100 Tórshavn
Roknskaparár:
01.01.-31.12
Fyrsta roknskaparár:
29.01.1997-31.12.1997
Endamål:
Endamál felagsins er
at eiga og reka fasta
ogn, reka handilsvinnu
og annað virksemi í
hesum sambandi
Skráseting Foroya
tann 31. januar 1997
Kristin Balle
vunnið okkum 1994
skrivaði Jonnny F yglan-
der eina bók um hetta
evnid, og er hon lisin av
rættiliga mongum
menniskjum Eisini
verða mong menniskju
frelst, sannført um rætt-
vísi. synd og dóm, mong
fáa yvir synd í
teirra lívi og velja at seta
Jesus sum Harra, og
mong verða grødd
A ferðini í Føroyum
fer Johnny Foglander at
hava 4 metir í Stokka-
stovuni í Saltangará, har
samkoman Lívsins Orð
heldur til. Metini verða:
Friggjakvøld og leygar-
kvøld kl. 20.00 Sunnu-
morgun kl. 10.30 og
sunnukvøld kl. 19.00.
Harafturat verdur undir-
vísing eisini leygar-
morgunin kl. 9.00 til
12.00 um evnið: hjún-
arbandið. Til øll hesi
metir eru øll hjartaliga
vælkomin
sorg
Landsins
bíligasta
FRYSTI-
BOKS
NORFROST 108 |
Streymnýtsla einans
umli. 1 kr. um degnið
Prísur kr. 1.995
Senda um alt landið
J. D. IMPORT
Tlf. 49613 8
030356949
(best um kveldið
HØVD
tt er
at vinstra hond
veit ikki
hvat høgra hond ger
og '
at høgra hond
veit ikki
hvat vinstra hond ger
men
annað er
at
høvdid
veit ikki
hvat hendurnar gera
R. i Holu
Faxnummarið
hjá
BILLARD-
SAMBANDINUM
(5 7681)
Lesarabrøv
Hví fáa okkara hondbóltsspælarar
ikki fleiri avbjóðingar?
Sum føroyingur og ítrótta-
hugaður er tað við stórum
áhuga, at eg fylgi vid,
hvussu okkara ungdómur
dystast á báti, í hell og á
velli. Bragdið í Karlskrona
situr okkum enn í blóðinum,
men ikki minni brøgd tykir
mær, at okkara fótbólts-
landslið hevur gjørt síðan,
um enn tey ikki hava borið
sigur við sær.
Men tann ítróttagreinin,
har letur hava bent á, at vit
ivaleyst enn betri høvdu fót-
að okkum á altjóða steði,
er handbóltsspæli. Vit
minnast okkara landslið í
Finlandi tíðliga í sjeytiårun-
um, har mangt bendi á, at
sigurin av réttum átti at ver-
ið okkara. Á minniligu
HMC-stevnuni í Føroyum
stóðu vit okkum mannliga
millum tjóðir. Eisini áttu vit
tá toppskoraran, og vóru vit
ikki so óheppin, at hann
beint upp undir dystirnar
vegna skaða misti sín besta
meðspælara, hevði heiðurin
verið enn størri. Í altjóða
dysti nøkur ár herfyri høvdu
vestmenningar — islands-
meistararnar å knøum heilt
fram móti leiksloki, men
eitt strategiskt mistak hjá
okkara monnum bjargaði
gestunum í seinastu løtu
undan ósigri. Í Fjør aftur
móti íslendingum, sum
veruliga teljast við í altjóða
handbólti, vísti eitt føroyskt
ladnslið, ið ivaleyst bæði
kundi verið betri mannað og
enn betri fyrireikað, at vit í
okkara ungdómi og við teim
umstødum, sum tær mongu
ítróttahallirnar geva, eiga
tæri og møguleikar til at
stevna enn hægri í hesari
ítrótt, enn gjørt verður.
Høvid til hetta bladitriv
var dystin seinasta miku-
kveld Uppi á Hálsi millum
Kyndil og VÍF. Sjálvur var
eg ongantíð nakar bóltspæl-
ari, og mítt innlit í hendan
leik er tí eisini avmarkad;
men tað var mær og ødrum
ein frøi at síggja, hvussu
framúr góðir spælarar í løt-
uni fremja hendan leik í
Føroyum. Og havandi í
huga, at tað bæði á ødrum
Havnarlidum, í Kollafirði,
á Strondum og ivaleyst eis-
ini aðrarstaðir í Føroyum
eru ungir leikarar, sum
ganga hesum úrmælingum
nær, skal tað vera mín á-
heitan á ISF: Gevið før-
oyskum handbóltsspæli
teir meguleikar til altjóða
avbjóðingar, sum tað av
røttum hevur uppiborið -
latið okkum fáa eitt virk-
andi føroyskt handbólts-
landslið!
Ólavur Hátún
Oli Jacobsen og arbeiðsrættur
I FF-blaðnum frá
23.01.1997 hevur Oli Jac-
obsen, løgtingslimur og fak
felagsformaður, áhugaverda
grein, har nidurstøda hans-
ara er, at vit eiga at arbeiða
fyri at fáa arbeiðsrætt í Før-
oyum
Snildisliga sígur Óli, at
orsøkin til ynski hansara er,
at trætur so kunnu loysast,
uttan at hetta kostaði arb-
eiðsfólkinum ov nógv
Oli avdúkaður
Oli lætst at vilja stuðla løn-
takarunum, men við at lesa
grein hansara, so síggja vit,
at erindi hansara i veruleik-
anum eru at ganga sneisa-
erindi fyri arbeiðsgevararn-
ar
greinini verður sagt, at
trætan á roykivirkinum í
Porkeri snýr seg um umleið
kr. 40.000,00, hóast bæði
Føroya Arbeiðarafelag, Før
Arbe iðsge varale lag og
arbeiðs sgevarin hava ásarnn
að, at lønettirstødan bert
fyri uml. 10 víkur táttaði
pp í óti kr 100 000.00
Oli sigur eisn at ar
iðsfólkið hevur mist um!
kr. 600 000,00 í januar mán
hoast hesin pas
aða tandur
er púrasta burtur við. Hann
vert fullvæl, at í januar, er
inkt arbeiði á einum slík
um roykivirki, men tá upp
lýsingarnir koma frá ar
beiðsgevarunum, so tykist
Oli at slúka hesum rátt
Tað er tó ikki av tilvild,
at Oli í grein sínari brúkar
tey tel, sum arbeiðsgevarar
sleingja út
Greinin er ein roynd at
illgita FA og lokalteløgini,
sum stríðast fyri rættindun-
um hjá limunum
Steðan í Porkeri
Málið um roykivirkið í Por-
keri snúði seg um eitt virki,
sum í longri tíð hevði goldið
arbeiðsfólkinum eina løn,
sum lá langt undir tað, sum
sáttmálin ásetur
Arbeiðsgevarin og Fer
oya Arbeiðsgevarafelag
tyktust ikki at vilja halda
galdandi sáttmála, tí hóast
málið varð reist í november
1996, so vildu hverki virk
isleidslan ella Arbeidsgev-
arafelagið svara brøvum
okkara
Í einum og hverjum ar
beiði hava báðir partar
skyldur hver móti ødrum
og tá annar av pørtunum
ikki heldur sínar skyldur. so
kann hin parturin nokta at
upptylla skyl r sínar
Fá arbeiðs stólkið í Porkeri
ikki fekk løn sína høvdu
tey sjálvsagt ikki skyldu at
halda áfram við arbeiði sín
un
Eftir stuttari tíð fingu vit
so (fyribils?) loyst neynda
mál, soleiðis at arbeiðsger
arin mátti góðiaka at fylgja
galdandi sáttmála
Hendan rættin til at nokta
fyri at halda áfram við ar
beiðinum, tá arbeiðsfólkið
ikki fær sína løn tykist fiski-
mannafelagsformaðurin at
vilja taka frá løntakarunum
Hvat siga hansara egnu
limir til hesi sjónarmið?
Vilja fiskimenn góðtaka, at
teir skulu við aftur einum
skipi, har teir ikki hava fing-
ið sáttmálaásettu hýruna?
Arbeiðsrætturin
Oli er helst ein av teimum
fáu fakfelagsformonnunum,
um ikki tann einasti, sum
ynskir at fáa arbeiðsrætt,
ella sum donsk fakfeløg
kalla hann »arbejdsgive-
rens ret<.
Oli ger ikki vart við, at
td. arbeiðsrætturin í Dan
mark kann døma fakteløg
at gjalda bót, t.v.s. eina revs
ing um feløgimi ikki makka
rætt
Hvat høvdu faroysku fak-
feløgint sagt um tey fingu
bót, ikki bert tá tey bróta
valdandi sáttmála, men eis
ini Ld. um tey steðga arbeiði
har limirnir ikki fáa sátt
maiaasettu øn sina
Annars hava føroysku
aktelogini mælt til, at gera
"elur um gerdarætt, sum
kann avgreiða trætur skjót
art, men hesum hava ar
beiðsgevararnir ikki víst á
huga fyri
Nei Oli Jacobsen, ar
beiðsrætturin verjir ikki
áhugamálini hjá løntakarun
um, men er besta amboðið
hjá arbeiðsgevarunum at
stýra arbeiðsfólkinum og
fakteløgunum
Oli og samgongufelagar
hansara
At enda kann eg viðmerkja,
at tað í grundini ikki undrar
meg, at Oli kemur við slík-
um sjónarmiðum, sum í FF-
blaðnum 23.01.1997, tí hó-
ast hann bevist brúkar tel,
sum einki hava við veru-
leikan at gera (formálet hel-
liger midlet), so eru sjónar-
mið hansara helst í tráð við
m.a. sjónarmiðini hjá sam-
gongufelaganum Óla
Breckmann
Tó kunnu helst øll fakfel-
agsfólk undrast á, at fiski-
mannafelagsformaðurin er
farin í samgongu við m.a
Ola Breckmann, hóast hann
øll 70-årini og fyrru helvt
av 80-árunum nýtti størsta
partin av orku sínari at sam-
anbera skrivingina hjá sama
Ola Breckmann og politikk
hansara við skrivingina og
politikkin i Týskalandi í 30
afunum
Fiskimannatelagstormad
urin hevur tó, ma. vid
neyndu grein sínari víst, at
ideologiska staðið hjá navn
unum Ola báðum ikki er so
ymisk sum fiskimannafel
agsformadurin í sjeyti- og
åttatiårunum hevur roynt at
givið fólki fatan av
Tórshavn 31.1.1997
Ingeborg Vinther
Jú, geispið tit bara víðari
Herfyri stóð eitt lesarabræv
í Sosialinum frá einum
bygdarráðslimi av Sandi
Tað var prik til okkara fólk-
avaldu umboð í landsins
leiðslu
At hettar ikki var heilt 6-
grundað, fingu vit prógv
fyri longu nú í vikum! eftir
Útvarp Føroya ber stórtíð-
indir um Sandoyar Ellis- á
Røktarheim. Loksins hava
allar fyra kommunirnar lok-
ið sínar skyldur, soleiðis at
innbúgv kann keypast, og
stovnurin opnast
So nú skuldu øll verið
glað
Men gakk! Í sama anda
drátti kemur fram, at Føroya
Landsstyri og Føroya Løg
ting hava forsømt seg. Einki
stendur å nyggju figgjarløg
tingsløgini fyri 1997 til
Sandoyar Ellis- & Røktar
heim. Á fíggjarlógini fyri
1996 varð avsett til enda-
málið, men tann játtanin fall
burtur, tå hon ikki varð nýtt
í 1996 ;
So nu skal aftur bíðast - i
besta fall nakrar mánaðir -
inntil Føroya Landsstýri og
Føroya Løgting hava rætta
sitt mistak - um ein kann
kalla slíkt skilaloysi fyri
mistak
Jú, geispið bara víðari,
umboð sandoyinga í Lands
stýri, á Løgtingi og í Løg
tingsins figgjarnevnd, ið er
sjálvur bygginevndarfor-
maðurin fyri Sandoyar Ell
is- og Røktarheim, sum
hevur sitid og snorksovið
Urslitid her suðuri er har
eftir, so gerið so væl, geisp-
ið nú bara víðari!
Veljari