hósdagur 23. oktober 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 201 - 23. oktober 2003
Nr. 201 - 23. oktober 2003
13
UTTAN ÚR HEIMI
Ein umfatandi frá-
greiðing hjá manna-
rættindafelagsskapin
um Human Rights
Watch vísir, at
amerikanski herurin
nýtir óneyðugan
harðskap í Irak
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Týsdagin gingu starvsfólk
hjá irakska stjórnarráðnum
mótmælisgongu í Bagdad,
har tey mótmæltu fram-
ferðini hjá amerikonsku
hermonnunum. Tað ger
tann viðurkendi manna-
rættindafelagsskapurin Hu-
man Rights Watch eisini.
- Tað er ein sorgarleikur,
at teir amerikonsku her-
menninir drepa so mong
sivilfólk í Bagdad, og tað er
ófatiligt, at amerikanska
herleiðslan als ikki fylgir
við hesum, og at hon ikki
kannar umstøðurnar, sigur
talsmaðurin hjá Human
Rights Watch, Joe Stork.
Felagsskapurin sigur í
sínari seinastu frágreiðing,
at teir amerikonsku her-
menninir hava dripið 94
sivilfólk í Bagdad undir
umstøðum, sum áttu at
gjørt, at tilburðirnir vórðu
kannaðir. Higartil hevur
herleiðslan bert kannað
fimm av tilburðunum. Í
fýra førum var niðurstøðan,
at hermenninir høvdu hild-
ið seg innan fyri karmarnar,
og í tí fimta førinum fingu
tveir hermenn eina átalu.
Human Rights Watch
hevur av sínum eintingum
kannað hinar fýra tilburð-
irnar, og felagsskapurin
sigur ongan iva vera um, at
teir amerikonsku hermenn-
inir nýttu óneyðuga harð-
renda framferð øllum fýra
førunum. Í tí eina førinum
skutu
hermenninir
ein
irakskan mann, sjálvt um
hann var óvápnaður og
hevði hendurnar oman fyri
høvdið, og í einum øðrum
føri varð hann maður illa
bukaður, eftir at hermenn-
inir høvdu tikið hann.
Human Rights Watch
vísir í frágreiðingini á, at
teir amerikonsku hermenn-
inir hava ikki venjing sum
løgreglumenn, og at teir tí
ikki duga at arbeiða sum
slíkir. Sagt verður, at fleiri
deildir eggja sínum her-
monnum til at fara hóvliga
fram, og at fleiri herleiðarar
eru ørkymlaðir av fram-
ferðini hjá hermonnunum.
Stjórnin verður umskipað
Alt bendir á, at norski forsætisráðharrin, Kjell Magne
Bondevik, fer at umskipa stjórn sína í næstum.
Í norsku fjølmiðlunum verður nú dúgliga gitt, hvat
broytingin fer at bera í sær. Hildið verður, at almanna-
málaráðharrin Ingjerd Schou kann ikki kenna seg
serliga trygga í sínum stóli, og tað sama verður sagt
um olju- og orkumálaráðharran Einar Steensnæs,
fiskimálaráðharran Svein Gabrielsen og vinnumála-
ráðharran Ansgar Gabrielsen. Arbeiða- og umsit-
ingarmálaráðharrin Victor D. Norman eigur heldur
ikki at kenna seg tryggan, ahlda fjølmiðlarnir.
Tað var forsætisráðharrin sjálvur, sum kom við
ábendingini um, at hann fer at umskipa stjórnina. Í
einari samrøðu við norska TV2 týakvøldið segði
Bondevik, at tað er lítið hugsandi, at allir ráðharrarnir
verða sitandi alt valskeiðið.
Hava rætt til endurgjald
Suðurafrikanski erkabiskuppurin Desmond Tutu
heldur, at fólk, sum gjørdust offur fyri apartheid-
stýrinum, hava rætt til endurgjald frá fyritøkum, sum
fingu ágóða av politikkinum hjá tí hvíta minniluta-
stýrinum.
Ein amerikanskur sakførari hevur vegna fleiri
suðurafrikanarar reist endurgjaldskrav ímóti fleiri
stórfyritøkum so sum Anglo American, General
Motors, Barkleys og IBM. Desmond Tutu heldur, at
málið kundi verið loyst uttan um rættarverkið, og
hann finst at fyritøkunum í tí sambandi. Biskuppurin
vísir á, at undir apartheid-stýrinum noyddust nógvir
svartir menn at fara frá konu og børnum fyri at
arbeiða sum bílig arbeiðsmegi hjá teimum stóru
fyritøkunum.
Suðurafrikanska stjórnin tekur ikki undir við
sakarmálinum. Thabo Mbeki, forseti, hevur ístaðin
skotið upp, at tey 22.000, sum siga seg hava verið
offur fyri politikkinum hjá apartheid-stýrinum, skulu
fáa endurgjald frá tí almenna. Uppskotið er, at tey fáa
30.000 krónur í part.
Hann myrdi Pearl
Amerikanskir myndugleikar halda, at tað var Khalid
Sheikh Mohammed, sum myrdi amerikanska tíðinda-
mannin Daniel Pearl fyri hálvum øðrum ári síðani.
Tað skrivar blaðið Wall Street Journal, sum Daniel
Pearl arbeiddi hjá.
Khalid Sheikh Mohammed verður hildin at hava
verið ein av næstu monnum bin Ladens í yvirgangs-
felagsskapinum al-Qaeda. Hann varð tikin í Pakistan
í mars og hevur síðani siti fagni á einum loyniligum
staði.
Daniel Pearl varð burturfluttur í Karachi í Pakistan
í januar í fjør. Ein mánað seinni fekk amerikanska
umboðsstovan í býnum eina sjónbandsupptøku, sum
vísti, at tíðindamaðurin var avrættaður, og í mai varð
líkið av honum funnið. Í summar vórðu fýra menn
dømdir fyri at hava verið uppi í morðinum. Undir
rættarmálinum kom kortini fram, at teir vóru ikki
hjástaddir, tá Daniel Pearl varð myrdur.
Hørð kapping
Tey stóru flogfeløgini fáa altsamt harðari kapping frá
teimum sonevndu lágprísfeløgunum.
Tað noyðist SAS eisini at sanna, og í gjár boðaði
felagið frá, at tað fer at lækka ferðaseðlaprísin á
summum rutum 20 prosent í næstu viku. Í hesum
umfarinum er tað serliga tann komandi kappingin frá
felagnum Nordic Airlink, sum noyðir SAS at lækka
prísin. Nordic Airlink fer at flúgva millum Oslo og
Stockholm og millum Keypmannahavn og Stockholm
í næstum, og prísirnir, sum felagið hevur kunngjørt,
eru væl lægri enn teir hjá SAS.
Sture Stølen, stjóri í SAS, sigur við Jyllandspostin,
at felagið ætlar at verja sína støðu á marknaðinum, og
at felagið tí er til reiðar at seta prísin uppaftur longri
niður, gerst tað neyðugt.
Russisku myndug-
leikarnir noktaðu at
hjálpa einari kvinnu,
sum bleiv sjúk um-
borð á einum SAS-
flogfari, meðan tað
fleyg yvir russiskum
øki
RUSSLAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Flogfarið var á veg úr
Bangkok til Keypmanna-
havnar, tá ein kvinna av
teilendskum
uppruna
gjørdist sjúk. Flogfarið var
í russiskum loftrúmi, og
flogskiparin gjørdi av at
lenda í Moskva, so kvinnan
kundi fáa hjálp.
Í floghavnini kom ein
russiskur lækni umborð á
flogfarið. Men tvey umboð
fyri myndugleikarnar komu
eisini umborð á flogfarið,
og teir sýttu fyri at lata
kvinnuna
sleppa
á
sjúkrahús, tí hon hevði ikki
innferðarloyvi.
Sambært
SAS vildu hægri myndug-
leikar heldur ikki hjálpa
kvinnuni.
Tískil noyddist flogfarið
avstaðaftur. Í Keypmanna-
havn varð kvinnan alt fyri
eitt flutt á sjúkrahús.
SAS sigur, at felagið
ætlar sær ikki at góðtaka
framferðina hjá russisku
myndugleikunum, og at
málið verður tikið upp á
hægri staði.
Amerikanski herurin nýtir
óneyðugan harðskap í Irak
Noktaðu sjúklingi hjálp
Mynd: Reuters
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sverri Djurhuus
f. 11. juli 1920
d.18. oktober 2003
Leygardagin 18. oktober andaðist Sverri Djurhuus í
Havn, 83 ára gamal. Sverri var føddur 11. juni 1920
inni í Líð í Kollafirði, hann var næstelstur av teimum
tíggju børnunum hjá Onnu Sofíu, f. Hansen, ættað úr
Lon í Miðvági, og Olivar Djurhuus, úr Kollafirði.
Sverri gekk í skúla í Kollafirði og fór sum 14 ára
gamal til skips.
Á heysti 1939 fór hann til Danmarkar á Haand-
værkerhøjskolen í Haslev. Undir krígnum var hann í
Danmark og í Týsklandi. Hann kom heim aftur til
jóla í 1946. Eftir tað koyrdi hann hýruvogn í Havn,
til hann í 1949 kom at arbeiða á bilverkstaðnum hjá
Sigird av Reyni í Rættará. Í 1952 gjørdi hann sveina-
roynd sum bilmekanikari og arbeiddi nógv ár í Rætt-
ará, har hann eisini hevði bilverkstað sjálvur. Hann
hevði eisini bilverkstað í Janstovugøtu og í Hornabø.
Í desember 1970 fekk hann koyriloyvi á bilstøðini
Auto í Havn og koyrdi har til 1993, tá hann mátti
gevast, tí eyguni vóru farin at bila.
Sverri giftist í 1949 við Ingeborg, f. Olsen, av Deild
í Vestmanna. Tey hava búð í Torfinsgøtu síðan 1955
og fingu fýra børn: Gunvør, Finnbjørn, sum doyði í
1972, bert 21 ára gamal, síðan eru tað Annmari og
Rúna, sum báðar búgva í Danmark.
Sverri hevur í nógv ár fingist við at skriva, hann
hevur skrivað onkrar stuttsøgur og givið út bøkur
sum t.d. Lívsmyndir, sum kom út í 1979 og Lívið er
eittans, sum kom út í 1983. Hann var tjóðveldismað-
ur og skrivaði eisini greinar í 14. September. Eisini
hevur hann latið inn áhugavert søguligt tilfar til
áhugafelagið Føroya Ellisakfør um føroysku bilasøg-
una. Sverri var ein góður svimjari. Sum ungur fekk
hann heiðursmerki fyri svimjikappingar í Havn, og
hann hevði sína jøvnu gongd niðan í Svimjihøllina í
Gundadali til fyri stuttum.
Týsdagin 21. oktober fylti
Ebba Adam í Klaksvík 80
ár. Ebba, sum er ættað úr
Søldarfirði og avgjørt hoyr-
ir til tey stillu í landinum,
hevur búð á Gerðareiði í
Klaksvík síðani stutt eftir 2.
heimsbardaga. Hon býr
framvegis í heiminum, sum
hon og maðurin bygdu í
Kráargøtu, sum vegurin
hevur verið nevndur eini 35
tey seinastu árini.
Elsebeth Kristina ella
Ebba, sum hon altíð hevur
verið nevnd, er úr Byrgi í
Søldarfirði. Foreldrini vóru
Hanna, sum var ættað úr
Æðuvík og vaks upp í
Byrginum, og Hans Marius
Solmunde. Ebba var næst-
elst av fimm systkjum:
Petur, sum búsettist í
Noregi, Ebba, Jóhannus,
sum býr í Søldarfirði,
Sólarn, sum búsettist í
Syðrugøtu og Jonnhild,
sum býr í Søldarfirði.
Hanna doyði í 1933. Tá
var hon bara 28 ára gomul.
Hans Marius giftist upp-
aftur við Lenu Niclasen úr
Sørvági, sum sat einkja í
Søldarfirði. Hon hevði ver-
ið gift við beiggja Hans
Marius, Sámal Peturi, sum
fórst við Immanuel í 1932.
Tá sat Lena sum 22 ára
gomul einkja við trimum
børnum – Oda og Arne,
sum bæði búsettust í Klaks-
vík, og Hjørleif, sum bú-
settist á Tvøroyri. Lena og
Hans Marius fingu fimm
børn: Sámal Petur, sum
búsettist í Noregi og doyði
fyri stuttum, Ansa og
Selma, sum búgva í Søldar-
firði, Sofus, sum búði í
Noregi og doyði ungur av
vanlukku og Hasla, sum
býr í Klaksvík. Í Byrginum
hjá Lenu og Hans Mariusi
vóru altso míni børn, tíni
børn og okkara børn. Trett-
an í alt, og tey yngru vórðu
fødd eftir at tey elstu vóru
farin út.
Ebba giftist við Alan
Andrew Adam, sum var
skoti og bretskur hermaður
í Søldarfirði undir krígn-
um. Tey bæði fingu tvær
døtrar. Hanna og Janet, sum
báðar búgva í Klaksvík.
Ebba og Alan Andrew ar-
beiddu bæði fisk hjá Kjøl-
bro. Hann doyði í 1966, og
nú eru tað fleiri ár síðani, at
Ebba gavst at arbeiða. Í
heiminum
hjá
teimum
plagdu nógvir søldfirðingar
at vitja og ferðast, og døtr-
arnar saman við familjun-
um hava verið nógv hjá
Ebbu. Ikki minst tey fimm
ommubørnini og kanska
serliga Todi, sum Ebba við
stórum áhuga fylgir, tá ið
hann og FCK eru at síggja á
onkrari sjónvarpsrás.
Ebba Adam í Klakvík 80 ár
Sunnudagin 19. oktober
fylti Bjarni Skaalum á
Argjum 60 ár. Bjarni er
føddur í Keypmannahavn í
1943, sonur Astrid, f.
Olsen, av Tvøroyri og
Bjørgvin Skaalum, úr Vági.
Bjarni búði á Tvøroyri, til
hann sum 12 ára gamal
kom út á Argir at búgva.
Hann tók læraraprógv á
Føroya Læraraskúla í 1967
og var lærari á Sankta
Frants Skúla í 30 ár, frá
1967-97. Á Sankta Frants
Skúla var hann varaskúla-
stjóri frá 1973-80 og skúla-
stjóri frá 1980 til 1997, tá
hann segði seg úr starvi og
fór at rógva út. Síðan 1998
hevur hann verið lærari við
Kvívíkar Skúla.
Hann var eina av stovnar-
unum og gittarspælari í væl
umtókta orkestrinum frá
60-unum, Faroe Boys.
Bjarni er giftur við Finn-
bjørg, f. Joensen, úr Havn,
tey eiga trý børn, sum øll
búgva á Argjum: Bjørgvin,
sum er elektrikari hjá El-
mek, Tórun, sum hevur
egna
frisørsalong
á
Argjum, og Beinta, sum í
løtuni gongur á lærara-
skúla.
Bjarna dámar væl at vera
á floti og brúkar nógv av
síni frítíð í bátinum, sum
hann eigur saman við
svágrinum.
Bjarni Skaalum 60 ár
Dagurin
23. oktober. Severinus, deyður umleið ár 400.
Biskupur í Køln. Í Danmark er hann komin í bland
við tann halga mannin Sørin í Ry í Jútlandi.
Latínskt navn, ið merkir tann strangi ella álvarsami.
C
M
Y
K
13
12