mikudagur 19. februar 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 34 — 19. FEBRUAR 1997
tíðindablaðið
ig! r
Sjey
bólkar
vid I
Vagum í
Næsta umfar í Prix Føroyar
tónleikakappingini verður í
Miðvági leygarkvóldið. Sjey
bólkar eru við og tveir teirra
sleppa við í finaluna
Bygdarhúsið í Miðvági er
leygarkveldið karmur um
næsta umfarið í Prix Fer
oyar tónleikakappingini
Fyrsta umfarið var í Klaks-
vík fyri trimum vikum síð
ant
Sjey bólkar luttaka í
kappingini hesaferð, og lagt
er upp til ein spennandi dyst
um finaluplåssini, sum eru
tvey í tali
Bólkarnir sum eru við í
Miðvági eru Bimbs, Arrest-
ment, Sørvings, Blóð, feitt
og hår, Present Past, Ipkiss
og Mindfield
Onkrir av hesum bólkun-
um eru kendir frammanund-
an kappingini, meðan aðrir
eru lutvíst nýggir. Bimbs
var við í finaluni í Prix Før-
oyar seinast kappingin var
hildin
Fyrsta almenna
framferslan
Present Past hevur síðan
fyrsta dag lagt seg eftir at
spæla heimagjørdan tón-
leik, og av teirri orsøk er
einki coverlag á skránni, tá
teir fara á pallin í Miðvági
Bólkurin spælir rocktónleik
burturav, men er ikki heavy
metal orienteraður. Lagið
Pow-wow Buffalo kann tó
fáa heavy-etikettina sett á
seg
Sjålvt um bólkunn hevur
hildið saman leingi og hev
ur spælt nógv, er Prix Før-
oyar fyrsta almenna fram
førslan hjá teimum. Present
Past hevur tó spælt í onkr-
um privatum samanhangi,
m.a. tá gittarspælarin helt
fødingardag fyri vinum og
kenningum
Ein orsøk til at Present
Past ikki hevur spælt alment
er, at bólkinum hevur vænt
að tilfar. Utgerðin hevur
ikki verið tann besta, men
størsti trupulleikin hevur
verið at finna venjingrhøli,
ið kunnu nýtast um kveld-
arnar. Hetta hevur tarnað
arbeiðnum við at skriva tón-
leik og tekstir, ið allir eru á
enskum
Present Past skriva allan
tónleikin í felag, og hava
teir nú eitt venjingarhøli til
Prix Føroyar kappingin er
av. Present Past verður við
á Rock í Føroyum 2
Bólkurin er mannaður við
Jákup Sambleben, sum
spælir gittar og syngur,
Emil Hermansen spælir
gittar, Eddie Næs Joensen
bass og Herluf Hermansen
trummur
Ætla at taka fólk
á bóli
Bólkurin Mindfield er
nýggjur og er úr Vestmanna
Tónleikurin, sum teir fara
at framføra leygarkvøldid,
er góður heimanegldur
rockur, sum teir kalla tón
leikin hjá sær, og teir lova,
at tónleikurin fer at taka á-
hoyrarnar á bóli
Mindfield varð stovnaður
á sumri 1996, sum ein av-
leggari av rockbólkinum
Razamanaz, sum var við í
Prix Føroyar kappingini
seinast, og sum eigur eitt lag
á Rock í Føroyum fløguni
Mindfield ger nå Raza
manaz kunstin eftir. Teir eru
vid Rock í Føroyum 2 og
teir eru vid í Prix Føroyar
Frá Mindfield kunnu fólk
vænta rocktónleik á høgum
stigi, og frálíki sangarin
Vagnur Streymoy dugir væl
at upptraðka og skal nokk
fáa lív í í Miðvági
Í Mindfield eru Hallur
Durhuus, sum spælir
trummur, Eivin Christian
sen spælir bass og syngur,
Jónleif á Rógvu spælir gittar
og syngur, Vagnur Streym-
oy syngur og Martin
Hummeland spælir orgul
Hava fleiri royndir nú
Seinast Prix Føroyar var í
Miðvági luttók bólkurin
Arrestment úr Sandavågi,
og teir fingu åhoyrarafjøld
ina vid sær, og mong
greiddu atkvødu fyri teim-
um
Nú er Prix Feroyar aftur
í Miðvági, og Arrestment
eru aftur við hesaferð
Leygarkveldið ætla
Arrestment veruliga at gera
um seg, og teir hava vant
nógv undan kappingini. Teir
spæla rock og popp. og
royndirnar á palli eru nú
munandi betri enn tá teir
seinast vóru við. Teir hava
spælt til dans vesturi í Vág-
um, og teir eru við á Rock í
Feroyum 2
Ungu menninir, ið manna
Arrestment eru Finnur J
Jacobsen, sum spælir bass-
gittar og syngur, Djóni
Strømsten spælir sologittar,
Tummas Gudmundsen
spælir tangentar, Regin Ol
sen trummur og Chris
Ørvarodd rútmugittar
Dugir at savna
atkveður
Bólkurin Servings var
stovnaður til útgávuna av
bandinum Dúra við rand
andi fjøll, sum kom út í
1989, og teir, ið tá mannaðu
bólkin, vóru Jóan Jakku
Guttesen, Holgar Jacobsen,
Jåkup å Stongum og Jan
Ovi Heinisen
Bólkurin helt fram at
spæla til heystið 1991, og
spælt varð til dans, veistlur
og annað
A Prix Føroyar kapping-
ini í Miðvági kemur bólk-
urin aftur á pallin, og hesa
ferð er hann mannaður eitt
sindur ødrvisi
Teir sum vera við leyg
arkveldið eru Jóan Jakku
Guttesen, sum syngur og
spælir bass, Holgar Jacob-
sen spælir sologittar og
syngur, Jákup á Stonum
kassagittar og sang, og Jørg-
in Niclasen trummur og
sang
Manningin hevur nógvar
royndir á palli, og hava ver-
ið við í bólkum sum Tinga-
nest, Ghost Riders og Hips
um haps
Hartil má sigast, at tað
man verða sjáldsamt, at løg-
tingsmaður fyri Fólkaflokk
in situr aftanfyri trummu-
settið og syngur. Hann man
ið hvussu er kenna til at fáa
atkvødur til høldar!
Sørvings siga, at tónleik-
urin teir spæla er allround-
tónleikur við einum > Vága-
soundi«
Ætla sær at vinna
Blóð, feitt og hár er nýggjur
bólkur úr Vágunum, og er
stovnaður í sambandi við
Prix Føroyar
Limirnir í bólkinum fjala
ikki út yvir hvat teir ætla
Málið er Norðurlandahúsið
og ein uttanlandsferð
Tónleikurin, sum bólkur
in spælir, er nakað teir kalla
funkbaseraður blues og
klassískur, progressivur
rocktonleikur, og hetta er alt
tónleikur, sum Stefan Sim-
onsen hevur skrivað
Sjálvt um Blóð, feitt og
hár er ein nýggjur bólkur,
hava teir longu sett á stovn
ein fanklubba, og adressan
hjá honum — um nakar hev-
ur áhuga fyri ti — er: B-F &
H Fanclub, 360 Sandavág-
ur. Teldupostur kann send-
ast til BFHGolivant.fo
Tey ið manna bólkin eru:
Páll P. Joensen, sum spælir
trummur, Hjalmar P. Peter
sen spælir bass, Finnbjørn
Hansen spælir gittar og
syngur, Nancy Thomsen
Present Past er ein av bólkunum, sum skal
spæla á Prix Føroyar kappingini, sum vrður í
Miðvági leygarkveldið. Teir eru: Herluf
Hermansen, Jákup Sambleben, Emil Her
mansen og Eddie Næs Joensen
trompet, Katrin Jørgensen
trompet og Stefan Simon-
sen tangentar og sang
Hava størri ambitiónir
Bimbs er i dag ein kendur
dansibólkur, og teir hava
spælt saman síðani gamla-
árskveld 1993.
Síðani tá hevur Bimbs
verið á ferð í næstan øllum
landinum, og seinast Prix
Føroyar var í Vágum vunnu
teir, og vóru tí eisini við í
finaluni í Norðurlandahús-
inum. Tónleikurin sum teir
spældu tá var var lívligur
rock/country tónleikur.
Teir í Bimbs siga, at
hesaferð eru ambitiónirnar
hægri enn seinast, og tað vil
siga eitt betri úrslit í fin-
aluni
Onkrar utskiftingar hava
verið i bólkinum síðani
seinast, millum annað eru
Sámal og Hans Ravnsfjall
nýggir, og hetta fer at gera,
at teir fara at ljóðað ødrvisi
hesaferð
Limirnir í bólinum eru
Henrik Børgesen, sum
spælir gittar og syngur,
Hans Ravnsfjall gittar og
kór, Sámal Ravnsfjall kong-
as trummur og kór, Hans
Meinhard á Hegabóli ljóm-
borð og John Johansen bass
og sang
Ársins songredd
á odda
Seinasti bólkurin, sum er
við í kappingini í Miðvági
er úr Eysturoynni, og kallast
Ipkiss. Hetta forkunnuga
navnið hevur bólkurin fing
ið eftir Stanley Ipkiss úr
Mynd: Alvur Haraldsen
>The Mask«
Ipkiss hava royndir frá
ymsum dansitiltkokum,
millum annað Club 20, á
Kambsdali og Fuglafirði
Tey vóru eisini við á Olav-
søkukonsertini 1996, og tey
sum kenna eitt sindur til før-
oyskan tónleika vita, at
sangarin í bólkinum, Siri
Hansen, vann kappingina
um Årsins songrødd í 1996.
Tónleikurin, sum Ipkiss
spæla, er poppur og rockur,
og tey eru inspirerað av
Alanis Morisette, Toto og
Sting.
Tey sum spæla við í bólk-
inum eru Siri Hansen, sum
syngur, Eyðun Larsen spæl-
ir ljómborð, Andras Tofte-
gaard gittar, Hugo Leo bass,
og Jonny trummur
Kann verða útselt
Fyrsta umfarið í Prix Fer-
oyar var í Klaksvík, og tá
vóru fleiri enn 600 atgongu-
merki seld — hetta var nógv
fleiri enn fyrireikararnir
høvdu væntað framman-
undan
Kappingin eydnast sera
væl í allar mátar og bólk-
arnir, sum komu víðari frá
tí kappingini, vóru Aria og
Mark No Limits.
I 1995 vóru 400 fólk til
kappingina í Miðvági, men
eftir sum áhugin fyri kapp-
ingini hevur verið higartil,
kann henda at útselt verður
hesaferð
Seinnu tvey innleiðandi
umførini vera á Tvøroyri I
mars og å Sandi 22. mars.
ek