Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-04-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 1997síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tidindabladid | Nr. 62 — 3. APRIL 1297 Størv á Ferdarådi Føroya AVLOYSARI Vit sóknast eftir avloysara/summarhjálp frá 1. maí til 1. september 1997. Arbeiðið fevnir um: * Avgreiðslu av ferðafólki við diskin * Avgreiðslu av viðskíftafólki innan- og uttanlands * Fyrifallandi uppgávur í sambandi við kunning um Feroyar sum ferðamanna- land. Vit vænta, at tú hevur/ert: * Kunnleika til og royndir innan ferða- fólkaavgreiðslu * Málsliga væl fyri (foroyskt, danskt enskt og møguliga tyskt) * innlit í nýtslu av teldu. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Feroya Landsstýri og Starvs- mannafelagið/viðkomandi yrkisfelag. AKADEMINÆMINGUR Hetta er ein útbúgving, sum tekur 2'/2 ár. Næmingurin er í starvsvenjing tvær ferðir á skrivstovuni og í kunningini á Ferðaráð Foroya. Hetta frá 1. apríl til 1. oktober. Lenin í starvstíðini verður eftir sáttmálan- um við Starvsmannfelagið. Hin partin av árinum verður gingið á > Turist-akademi- et< í Randers. Tá kemur næmingurin undir vanligar studningsskipanir fyri les- andi Tilfar um útbúgvingina fæst við at venda sær til Ferðaráð Foroya. Vit vænta, at tú hevur/ert: * Hóskandi útbúgving, so sum HH, student, HF ella vinnuroyndir innan ferðavinnu * Opin. initiativrikur/kreativur og arbeiðs- samur * Málsliga væl fyri (foroyskt, danskt, enskt og møguliga tyskt). Skrivligar umsóknir mugu vera Ferðaráð- num í hendi í seinasta lagi 18. apríl 1997. Viðmerk á brævbjálvan 'summarhjálp' ella næmingur Ferðaráð Føroya Gongin, Postsmoga 118, FR-110 Tórshavn, TIf. 16055, Fax 10858 Ársaðalfundur felagsins verður á Hotel Hafnia kl. 13.30 Skrá sambært lógum felagsins. 2. Lógarbroytingar. Meginfelag Útróðrarmanna Meginfelag Ahugaleikara Foroya STARV LEYST at søkja: Søkt verður eftir dagligum leiðara til Meginfelag áhugaleikara Føroya skjótast gjørligt. Vit vænta at tú — hevur kunnleika til og áhuga fyri sjón- leikaraarbeiði — hevur kunnleika til umsitingarligt arbeiði — vil vera hjálpari og vegleiðari fyri lima- felegini 0.0. — hevur góð samstarvsevni — ert fryntlig/ur og hjálpsom/samur — við hvert kanst arbeiða skiftandi tíðir — vil síggja til, at avgerðir nevndarinnar verða avgreiddar. Vit bjóða tær — fulltíðar starv, fyribils í eitt år — ógvuliga áhugavert og avvekslandi ar- beiði — gott og hugnaligt arbeiðsumhvervi — løn eftir nærri avtalu. Umsóknin skal sendast til: MáF, Undir Pisuvarða 2, postsmoga 185, 110 Tórshavn innan 17. apríl 1997. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til nevndarformannin Sverra Egholm, tlf. 12665 ella MåF-skrivstovuna, tlf. 15624. MåF er meginfelag fyri åhugasjonleikarfeløg, -bólkar 0.0., ið arbeiða við sjónleiki í Foroyum. MåF er limur í Nordisk Amatørteaterråd, og hevur nógv norðurlendskt samstarv Til EYSTUROYINGAR! Rusevni! (Alkohol, tablettir, hasj, osfr.) Hjálp til rusevnismisbrukarar OG/ÆLLA teirra familjur! Hósdagin 3. apríl er hovi at hava við- talu við Jegvan Bæk, sálarfroðing, á Sjómansheiminum í Runavík. Ring tlf. 15575 og avtala tíð. Blákross- heimið Sosialurin - brúka okkum, tá tú brúkar teg! Buskaparfrødingur til Oljufyrisitingina Eitt starv sum buskaparfrødingur å Olju- fyrisitingini er leyst at seta skjótast til ber. Uppgåvurnar hjá buskaparfrødinginum verða í høvudsheitum at taka sær av spurningum, ið hava við tær búskapar- ligu síðurnar av oljuvinnuni at gera, har- ímillum serlig avgjald og skattir, eins og aðrar búskaparligar treytir fyri loyvum til oljuleiting og umsiting av tí fíggjarliga partinum av slíkum loyvum. Í fyrstu atløgu er arbeiðið knýtt at virk- seminum hjá Oljurådleggingarnevnd Landsstýrisins. Oljufyrisitingin er í stødugari menning, og ti má tann, ið settur verður, vera opin fyri teimum avbjóðingum og meguligum broytingum, hetta kann føra við sær. Arbeiðið forir við sær nakað av ferðing. Fyrimun hava tey, ið: * Hava cand. polit, cand. oecon, cand. merc. ella liknandi utbugving frå hægri lærustovni, * hava arbeiðsroyndir innan fyrisiting, * hava góð samstarvsevni og evni at arbeiða undir strongum tíðarfreistum. Samskiftid úteftir verður, umframt á for- oyskum, mest á enskum og donskum/ norskum. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi yrkis- felag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Oljufyrisitingina, telefon 11944, telefax 11946. Umsóknir, saman við avriti av prógvi og frágreiðing um arbeiðsroyndir v.m., skulu vera Oljufyrisitingini, Postboks 1162, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 21. apríl 1997. Oljufyrisitingin Faroese Petroleum Administration J. C. Svabosgøta 14, P.O Box 1162 10 Torshavn. T 11944 Fax 11946 »Landsforeningen spædbarnsdød« Opið hús verður í J. Paturssonargøtu 24, Tórshavn, (Sjúkrahjálparafelagnum) Leygardagin 12. apríl kl. 14.00 fyri ellum foreldrum, sum hava mist pinkubørn. Avvarðandi familja, vinir og onnur, ið eru í sambandi við foreldrini, eru eisini vælkomin. Nærri fæst at vita á tlf. 17940 ella 43363.