Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 195 - 15. oktober 2003 Nr. 195 - 15. oktober 2003 11 Í gjár vístu vit á, at hóast tað júst er staðfest, at Føroyar eru ríkasta land í Norðurlondum, so er vælferðin ójavnt býtt. Vit vístu við øðrum orð- um á, at ríkidømi og vælferð eru tvey ymisk ting. Ríkidømi er ikki í sjálvum sær tað sama sum vælferð. Tá metast skal um ríkidømi hjá samfelag, eigur ein at líta at heildarmyndini. Vit nevndu sum dømi Svøríki, sum als ikki er eins ríkt til pening sum Føroyar, men sum kortini er langt framman fyri okkum í vælferð. Her gongur sjón fyri søgn, tí sama dag, sum henda viðmerking var á hesum stað um Føroar sum ríkasta land í Norðurlondum, ger Gikta- felagið vart við, at støðan hjá teimum giktsjúku er út av lagi vánalig. Hartil er støðan versnað tey seinastu árini. Her er talan um vantandi ser- vitan, eingin serlækni er til taks, eingin venjing. Trupulleikarnir standa við og versna. Eisini er talið á songarplássum á sjúkrahúsinum til gikt- sjúk lækkað munandi. Bíðirøðirnar vaksa og fólk kenna seg máttleys og ótrygg. Sum um hetta ikki var nóg mikið, so hevur landsstýrið á fíggjarlógini fyri 2004 lækkað játtanina til Meginfelag Teirra Brekaðu við 500.000 krónum. Giktafelagið ger vart við, at hetta er at vanvirða arbeiðið hjá teimum mongu feløgum, ið royna at bøta um korini hjá brekaðum í Føroyum. Vit kundu lagt afturat, at hetta hendir júst í Ári Teirra Brekaðu. Løgin máti at hátíðarhalda hesa hending. At tað verður sligið fast í einum viðurkendum altjóða bókaverki, Nordisk Statistisk Årbok, at Føroyar eru ríkasta land í Norðurlondum og harvið eitt av heimsins ríkastu londum, sam- stundis sum tað tykist, sum ójavnin millum manna bara veksur, átti at givið okkum øllum nakað at hugsa um. Hvussu verður hetta ríki- dømi býtt "ímillum tey, sum liva her í Føroy- um"? Vit skulu viðganga, at tað nokk ikki gevst nakað heilt einfalt svar. Tó so, ein týðandi partur av svarinum liggur í fíggjarlógarupp- skotinum fyri 2004. Skulu vit taka hetta skjal fyri fult, tykist ætlanin vera, at ójavnin í einum av heimsins ríkastu londum skal gerast enn størri. DAGSINS MEINING Sosialurin Ójavnt býti VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Nita Næs Hvalba Tað var áhugavert at lesa í Sosialinum, fríggjadagin 10. oktober, at Landsverk- frøðingurin enn einaferð spyr friðingarmynduleikan um loyvi at taka enn meira grót úr einum grótbroti í Trongisvági. Eg vil hervið heita á frið- ingarmyndugleikarnar um IKKI at loyva hesum. Frið- ingarmyndugleikin skal halda seg til ásetta há- markið, og síðan má onnur skilabetur politisk loysn finnast! Nógv hevur verið tosað um grótið, sum skal til, fyri at okkara nýggja Suðuroyar samferðsluhavn skal gerast veruleiki. Sjálvsagt er tað gott at kjakast, og tað skal mangan til fyri at finna eina góða loysn. Men í hesum føri, kann einki mansbarn vera í iva um, at rætta loysnin enn IKKI er funnin. Politikkur er komin í grót- ið, og tað er eitt ógvuliga stórt vónbrot fyri okkum her suðuri. Málið hevði neyvan fingið sama enda norðanfjørðs. Og eg vóni heldur ikki, at málið endar her í grótbrotinum í Trong- isvági. Nógv verður tosað um trygd í nútíðarsamfelag- num. Vit hava landsstýris- mann, ið hevur ferðslu og trygd sum arbeiðsøki, somuleiðis hava vit Ráðið fyri ferðslutrygd við for- manni o.s.fr. Eingin av hesum fólkum ella stovnum hava hugsað kritiskt um trygdina viðvíkjandi ar- beiðinum, sum er farið í gongd í Trongisvági. Og eingin hevur sett spurnar- tekin við, um tað er for- svarligt, at so nógv tung ferðsla fer fram ímillum vanligar persónbilar. Hetta vegastrekkið er tað strekkið, sum vit hvalbing- ar og sandvíkingar hvønn dag ferðast í og eru tengd at. Tað er undarligt, at eing- in hevur hugsað um okkum í hesum málinum.Vit eru sostatt umleið 900 føroy- ingar, sum ikki eru tiknir í nóg stórum álvara í hesum máli.Fyrst hava vit tveir ótíðarhóskandi tunnlar, sum vit noyðast ígjøgnum, skulu vit av bygdini.Og tað skulu vit sjálvsagt hvønn dag. Vit skulu eins og onnur fólk á apotekið, til lækna, til handils, til Vágs, til Sumbiar, til Fámjins o.s.fr. Síðan hava vit smalar vegir, sum vit við tíðini bara hava góðtikið, og nú skulu vit í langa tíð fram eisini bara góðtaka at koyra millum tungt lastaðar, stór- ar lastbilar og bara tiga. Nei, tað hvørki gera vit ella vilja vit. Tað er eisini at undrast á, at landsins mynduleikar loyva hetta slag av arbeiði uppá akkord. Akkord førir kapping við sær, og kapp- ing í ferðsluhøpi er ørskap- ur. Um eitt óhapp hendir, hvør hevur so ábyrgdina? Veturin stendur fyri durun- um, svartakálk á vegnum, ferðin ov nógv, grótið ov nógv í lastini, tíðin ov knøp B U M M M M M M M . Ábyrgdin á tínum herðum, gáva frá okkum til tín, rungar í høvdinum. Vón- andi tankar, sum ikki gerast veruleiki. Borgarstjórin á Tvøroyri hevur sagt, at Byráðið á Tvøroyri hevur áhuga í málinum, og at møguleikin at fáa byggifelagið at taka grót út goymslutunlum á Drelnesi enn ikki er sleptur. Havi eisini frætt, at Tvør- oyrar Býrað hevur bjóðað sær at gjalda meirkostn- aðan, um nakar meirkostn- aður skuldi verið.Hetta ljóðar skilagott. Eisini er gamli, góði Hovstunnulin í tonkunum.Tunnulin, sum burdi verið liðugur, áðrenn nýggja havnin er liðug, og áðrenn nýggi miðnáms- skúlin opnar. Men tað er kanska ov nógv at krevja av politiskari síðu, at hetta arbeiðið fer í gongd. Her skulu vit bara aftur tiga, og bíða til kostnaðarmiklar royndir hava staðið seg. Her verður tað eisini al- neyðugt, at trygdin verður vird, og tunnulin fer at liggja onkustaðni, har tað er koyrandi. Tað, sum eg vil við hes- um lesarabrævi, er, at menniskjan brúkar vit og skil, at peningur og polit- iskt maktstríð ikki tekur yvir. Tað má kunna bera til at taka grót onkustaðni í Suðuroy, har landspolitik- arar, eins og lokalpolitik- arar hava eina skilagóða grundgeving fyri, hví grótið júst verður tikið har. Hetta høvdu vit borgarar skilt og góðtikið. Og tað eigur ikki at vera ov nógv kravt av politikarum, sum vit so trúgv velja ár eftir ár, at teir nýta vit og skil, tá ið avgerðir verða tiknar. Eftir stendur bara brenn- andi spurningurin, hví verður grótið tikið í Trong- isvági? Orsøkina veit eg ikki, men nú er so ein part- ur av grótinum í nýggju samferðsluhavnini tikin úr ávísa haganum. So lad gå! Lat nú vit og skil sigra á pengapunginum, soleiðis at eftirkomarar okkara ikki fáa alt ov stór og greflig menniskjaskapað náttúru- sár at síggja. Og ikki at gloyma, latum okkum fáa trygdina í hásætið. Eg seti mítt álit á, at friðingarmynduleikin brúk- ar vit og skil og tekur røttu avgerðina um grótið. Grót og politikkur Føroyski luttakarin í Stjørna í eitt kvøld hevði eina góða framførslu, men hon var ikki nóg mikið til at koma víðari í kappingini Fríggjakvøldið var Jákup Lind Dam við í DR-send- ingini Stjørna í eitt kvøld. Hann sang »Talkin' about a Revolution«, og tað gekk væl hjá honum. Men Jákup kom ikki víðari í kappingini, tí tá ið trý tey fremstu í atkvøðu- greiðsluni vórðu lisin upp, var hansara navn ikki mill- um teirra. Vinnari av hesum umfar- inum gjørdist Heidi Jørgen- sen. Jákup kom ikki víðari Kim Simonsen Eitt bræv til lærarar og Landsstýriskvinn- una í Undirvísingar- og mentamálum. Heimspekin er elsta fakið millum fak, og tí sjálvt kongafakið, ið sjálvur Paulus læs á tamb og øll skilagóð fólk eftir hann. Men í Føroyum eru vaksin fólk komin úr 3 g. í Føroy- um og halda enn, at heim- speki bert er bert okkurt vemmeligt gudloysi, Dar- win ella okkurt sovorið. Tá hesi koma víðari inná á skúlar, um tey koma víðari, tekur heimspekin eina spei- sama hevnd, tí hon fossar nú úr bókum um peda- gogik, læknafrøði, løgfrøði, politiska vísindi, sosiologi, málfrøði, støddfrøði, ælis- frøði og t.d. sálarfrøði. Heimspekin er undir øllum, hevur elvt til alla moder- naða vísindi. Sum so nýtist heimspekin ongan legiti- mering, tí fakið er sera hent sum eitt stuðulsfak til nærum øll onur fak og sum eitt fak, ið skapar saman- hangir millum faklig øki. Heimspekin kann v.ø.o. brúkast og hon fossar út í lívið og út í dagin og kann svara spurningum um t.d. fosturtøku, um fundament- ið handan modernaða vís- und og politik. Fakið er æviga upplýsandi og ta mest andaliga stimbrandi fakið, ið hugsast kann. Ser- liga í eini tíð við einum vaksandi refleksivum moderniteti, heimsófriðið, globalisering og sekulari- sering kann hetta fak geva næminginum eina neyðuga barlast gjøgnum lívið, har onnur meiri praktisk fak avoldast skjótari enn t.d. bilar verða útskiftir. Men mest av øllum kann hetta fak veruligani læra fólk at hugsa sjálvi og at kjakast, ið er meiri enn tey flestu fakini kunnu bjóða, ið ikki sum heimspekin leggja dent á vísdóm og dannilsi, men á tekniska og praktiska vitan her og nú, ið vit ikki bera við okkum alt lívið. Men enn er heimspekin eitt forfjónað og nærum hata fak í Føroyum, har siðment lond sum Frakland hava hetta fak sum skyldubundi fak fyri øll, er hetta bert eitt lítið valfak á miðnámsskúl- unum hjá okkum. Hví skulu tey ungu í t.d. fram- haldsdeildunum bert kunna læra matgerð, roknskap, smíð og motorlæru og ikki at hugsa sjálvi, ið tey fáa brúk fyri alt lívið? Heimspeki er eitt alneyðugt fak í dag VIÐMERKINGAR Heðin Mortensen New York "Kári, Kári... hvar fert tú?" – ja verðin er lítil – hesi orðini rópti eg eftir Kára á Rógvi í móttøkuhøllini í ST-bygninginum í New York fríggjadagin. Meðan eg eri við í lið- num hjá danska ríkinum á ST-aðalfundinum, so er Kári á Rógvi boðin til New York við einum serfrøð- ingaliði. Norðuratlants- bólkurin á Fólkatingi hevur biðið eina røð av serfrøð- ingum kanna ymisk altjóða viðurskifti, sum hava týdn- ing fyri Føroyar og Grøn- land. Teir skulu síðani skriva hvør sína grein í eina bók, sum tingbólkurin gev- ur út fyrst í komandi ári. Sjúrður Skaale skipar fyri ferðini, men serfrøð- ingarnir úr Danmark, Ís- landi, Grønlandi og Føroy- um hava fríar teymar at skriva og at spyrja seg fyri. Tað eydnaðist teimum at fáa einar 10 ymsar fundir í lag við fleiri ymsar ráð- stovur í ST, eisini við høv- uðsskrivstovuna hjá Kofi Annan. Føroysku serfrøðingarnir, Sjúrður Skaale, Bogi Eliasen og Kári á Rógvi nýttu nú eisini høvi at práta við meg um mína luttøku í donsku sendinevndini. Tað er sera týðandi at kunna seg við altjóða stovnar, reglur og mannagongdir, og bæði frøðingarnir og eg sum tingmaðurin høvdu nógv at práta um. Teir høvdu havt ætlanir um at seta seg í samband við meg í New York. Men sigast má, at fundurin kom í lag á óvæntaðan hátt. Har nýttist ikki at ringja ella senda teldupost – vit møtt- ust bara í forhøllini í ST- bygninginum. Veðrar og slakt Prátið hjá Kára og mær fall, sum vera man, eisini skjótt á veðrar og slakt. Kári eg jú formaður í Óðalsfelagnum. Eg fortaldi fyri Kára, at Hannis Joensen, sum flettir fyri meg á hvørjum ári, hetta sama kvøld skuldi fletta veðrin, sum vit brøð- urnir hava gangandi í Havnardali, so spennandi var at frætta um vektina. Kári og eg sum tingmað- ur eru báðir við í grund- lógarnevndini, sum hevur arbeitt nógv við at lýsa møguleikarnar hjá Føroy- um at nýskipa viðurskiftini við Danmark og gera seg galdandi í altjóða høpi. Fleiri ST-limalond hava atknýtt smálond við ser- ligum skipanum, eitt nú New Zealand og Cook oyggjarnar, sum hava fræls- an felagskap, ella Holland og báðir oyggjarbólkarnir Antillurnar og Aruba. New York er staðið at kanna slík viðurskifti, men at hittast soleiðis var løgið. Teir høvdu skemtandi hildið fyri, at teir fóru so í øllum førum ikki at møta Heðin Mortensen í einum so stórum býi, men máttu nú siga sum konan á sinni: "føroyingar eru allastaðni!" PS. Veðrurin vigaði 73 pund, og sperilin, ein góður suðuroyarsperil, var 1,80 m. langur. Føroyingar eru allastaðni Heðin Mortensen og Kári á Rógvu hittust í ST-bygninginum í New York Grækaris Djurhuus Magnussen tíðindaleiðari, Svf Rækjuflotin og serliga Arctic Viking hava verið viðgjørd í Degi og Viku seinastu vikuna. Ein av journalistum okkara hevur í nøkrum innsløgum og í einum Bredda viðgjørt, at Arctic Viking seinast í nítiárunum fekk umleið 8 milliónir krónur frá tí al- menna fyri at bjarga skipin- um. Árið eftir rinda eigar- arnir sær sjálvum 2,6 milli- ón krónur í vinningsbýti. Fyrst skal eg upplýsa, at evni sum hesi verða við- gjørd á einum samlaðum redaksjónsfundi á tíðinda- deildini, áðrenn gjørt verð- ur av, um evnið skal takast upp. Sostatt er tað at skjóta við síðuna av, tá Jóhan Joensen í viðmerking í bløðunum leggur eftir John Johannessen, journalisti. John Johannessen er partur av redaksjónini á tíðinda- deildini, og hann var tann, sum fekk uppgávuna at kanna umstøðurnar hjá Arctic Viking, nú reiðaríið hevur søkt um loyvi at fara undir litavst flagg - og fáa bíliga litavska manning umborð í staðin fyri før- oysku manningina. At tað var rætt at fáa John Johannessen at arbeiða við málinum, er ongin ivi um. Arbeiðið at lýsa vinnings- býtið v.m. hjá Arctic Viking var eitt dygdargott jour- nalistiskt arbeiði. Fyri- myndarligt. Kundi svarað Reiðarin á Arctic Viking fekk ótaldar møguleikar at gera viðmerkingar til tað, John Johannessen arbeiddi við. Hvønn einasta dag, meðan arbeitt varð við evn- inum, varð reiðarin ringdur upp og biðin at gera við- merkingar til málið. Men hann noktaði hvørja ferð at gera samrøðu við Sjónvarp Føroya. Tá Jóhan Joensen sigur seg sum formann í Felag- num Rækjuskip hava játtað at koma í Svf mánadagin 29. september at tosa um rækjuvinnuna, ja, so er hetta bara hálvur sannleiki. Seinnapartin hósdagin tann 25. september ringir Johnsigurd Johannesen til reiðaran á Arctic Viking. Í telefonsamrøðuni váttar reiðarin, at Arctic Viking skal "flagga út til eitt Baltaland," sum hann mál- ber seg. Johnsigurd Jo- hannesen biður so um eina samrøðu um evnið til Dag &Viku dagin eftir, t.e. fríggjadagin 26. september. Men Jóhan Joensen ber seg undan eini samrøðu á skíggjanum. Johnsigurd Johannesen sigur reiðaran- um, at hann sum formaður í Felagnum Rækjuskip ikki kann loyva sær at bera seg undan eini samrøðu, og hann biður Jóhan Joensen umhugsa hetta. Dagin eftir, t.e. fríggja- dagin 26. september, meld- ar reiðarin á Arctic Viking seg sjúkan. Kann ikki gera samrøðuna. Avtalað varð nú, at teir kundu venda aftur til málið vikuna eftir. Vinningsbýtið Vikuna eftir er tað, at vinn- ingsbýtið hjá eigarunum á Arctic Viking kemur á skíggjan hjá Svf. Ferð eftir ferð verður Jóhan Joensen biðin um viðmerkingar, men hann noktar hvørja ferð. Sama er við Nikláa Petersen, løgtingsmanni, medánara og skipara á Arctic Viking: Ongin við- merking. Nú er tað eina ferð so- leiðis, at skyldan hjá okk- um journalistum sum fólk- sins varðhundur millum annað er at seta spurningar. Eisini kritiskar spurningar. At Jóhan Joensen og Niklái Petersen nokta at gera viðmerkingar í sam- bandi við málið, kann í besta føri fatast sum ein roynd at skerja demokrat- iska rættin hjá fjølmiðlun- um "at spyrja". Annars kann eg upplýsa, at tað til eina og hvørja tíð verður redaksjónin á tíð- indadeildini hjá Svf, sum ger av, hvørji evni arbeitt verður við. Ongin skal trúgva, at við at nokta at úttala seg, ja, so verða evni slept. Soleiðis spælir klaverið ikki. Viðmerkingar um Arctic Viking C M Y K 11 10