hósdagur 15. mai 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 90 — 15. MAI 1997
tíðindablaðið
: = +
xoR
Tony Jones, stjøri i bretska tyrlufelagnum Bristow um samstarv vid Atlantsflog:
Føroyingar eiga
sjålvir at standa fyri
helikoptaraflugvingini
-Tað er rætt av Atlantsflog at taka upp samstarv um eina tyrluflúgving i frå-
landavinnuni, ti oljufeløgini seta nógv krøv til trygd ol. Slíkt kunnu nøktast i
samsstarvi vid Bristow, sum hevur drúgvar royndir. Tad er annars umráðandi,
at fóroyingar sjálvir standa fyri tyrluflúgvingini.
Bristow er eitt stórt altjóða
helikoptarafelag, sum ser-
liga arbeiðir í frálanda-
vinnuni. Felagið arbeiðir í
Australia, Vietnam, Indo-
nesia, Kina, Egyptalandi,
Nigeria, Suðuramerika,
Falklandi og Europa. Fel-
agið eigur 550 tyrlur. Um-
leið 2000 fólk arbeiða hjá
felagnum
Stjórin í felagnum við
ábyrgd fyri Europa er Tony
Jones Hetta er fyrstu ferð,
at hann hevur verið í Før-
oyum, men hann hevur havt
samband við Magna Arge í
eina tíð
Hann sær sjálvur stórar
møguleikar í einum sam-
starvi við føroyingar á
tyrlugkinum. Uppá longri
sikt sjálvandi í eini frá-
landavinnu men uppá stytri
sikt síggja teir møguleikar
at senda sínar flogskiparar
til Føroya at flúgva í hesum
umhvørvinum og síðani at
fáa føroyskar flogskiparar
til Bretlands at royna seg í
frálandavinnuni har.
Arbeitt verður nú við at
seta upp eina ætlan fyri
einum samarbeiði.
Tony Jones heldur tað
vera rætt av einum føroysk-
um felag sum Atlantsflog at
søkja sær samstarv um eina
komandi tyrluflúgving í
frálandavinnuni, tí olju
feløgini seta nógvar treytir
til bæði stødd á tyrlum,
trygd ol., nakað, sum eitt
felag sum Bristow kann
veita føroyingum í einum
samarbeiði
Stjórin í Bristow heldur
tað vera sera umráðandi, at
tað eru føroyingar sjálvir,
sum standa fyri tyrluflúgv-
ingini. Bristow kann so
koma við nøkrum av sínum
stórri tyrlum, sum føroyskir
flogskiparar kunnu venja
seg við at flúgva
Tony Bristow er annars
av tí fatan, at føroyingar í
reglunum í sambandi við
eina loyvisrundu, eiga at
áseta, at alt, sum hevur við
flutning at gera á sjónum,
eigur at fara fram úr før-
oyskari havn.
Burturspilt ílega í
Scrabster
Hann heldur annars ikki, at
tað gevur nakra meining at
byggja eina nýggja útgerð-
arhavn á norðari parti av
Skotlandi, sum ikki hevur
neyðuga og góða vegasam-
bandið við størri pláss, ið
lata útgerð, sum eitt nú
Aberdeen og Peterhead.
-Eg haldi tað sera tydn-
ingarmikid, at føroyskir
myndugleikar råda olju-
feløgunum ul at brúka
Føroyar sum teirra útgerð
arhavn, bæði fyri at geva
føroyskum ídnaði nýggjar
møguleikar og sjálvandi
eisini fyri, at Føroyar sum
heild kunnu vinna nakað
við hesum
-Nú vita vit, at teir í
Scrabster hava ætlanir um
at byggja havnina har út til
at vera útgerðarhavn fyri alt
Atlantsmótið, eisini før-
oyska ekið.
-Eg haldi tað er ov stutt-
skygt, um nakar fer at gera
stórri íløgur í Scrabster. Tað
gevur onga meining at
stovnseta eina útgerðarhavn
har. Økid vestan fyri
Hetland kann fáa allar sínar
veitingar frá Aberdeen ella
Peterhead, og tað er heldur
ikki fyri neyðini at gera
útbyggingar í Scrabster við
tí fyri eygað at veita tæn-
astur til leiting í føroyskum
øki, tí tað eru stórir møgu-
leikar fyri, at ein útgerð-
arhavn í Føroyum fer at
kunna veita tænastur til tey
økini, sum liggja kring Før-
oyar
Undir ferð síni í Føroyum
hevur Tony Jones havt
møguleikar at síggja,
hvussu landið er útbygt og
hann dylur heldur ikki fyri,
at hann er sera hugtikin av,
Stóra Superpumatyrlan hjá Bristow her á tyrlupallinum á Boðanesi - møguliga vanlig
sjón í framtíðini!
hvussu væl útbygt alt er,
infrastrukturur, sjúkrahús,
ol. og hvussu góð sam-
ferðslan er eitt nú við tyrlu
Men tað er altíð ein vandi
í tí, at oljufeløg fara at
royna at fáa føroyingar at
skipa viðurskiftini júst so-
leiðis sum tey vilja tað. Av-
gjørdur politikkur frá eini
føroyskari stjórn kann forða
fyri slíkum
Hverja ávirkan heldur
Tony Jones ein oljuvinna
kann fáa á eitt so lítið sam-
felag sum tað føroyska!
-Fólkið í Hetlandi og í
Aberdeengkinum hava lært
at liva við oljuni, og eg haldi
ikki, at lokala mentanin
hevur tikið skaða av tí.
Oljan hevur so ført til, at
livifóturin er vaksin hjá lok-
ala fólkinum
Tony Jones er sera fegin
um ferðina í Føroyum.
Hann heldur hon hevur
gjørt, at teir hava fingið
eyguni upp fyri mongum,
sum kann vera bæði teimum
og Atlantsflog til fyrimunar.
Hann heldur eisini, at
Bristow er eitt rætt val hjá
Atlantsflog, tí felagið hevur
sera drúgvar royndir og
góðar tyrlur, nakað, sum
kann koma føroyingum væl
við.
Stjórin í Bristow saman við tyrluskiparanum framman
fyri stóru superpuma-tyrluna, sum verður nógv brúkt í
frálandavinnuni kring allan heimin.
Bretska stjórnin má
geva seg í
marknatrætu
-Eg haldi eisini vit eiga at
arbeiða hart fyri at sannføra
okkara egnu stórnir, at tær
mugu finna fram til eina
loysn í marknatrætuni. Tað
hevur í seinastuni borið til
at koma til eina loysn á
marknaspurningum við aðr-
ar tjóðir eitt nú við norð-
menn, har fleiri av keld-
unum liggja báðumegin
markið.
Eg haldi tí, at vanligt skil
og ikki minst ein nýggj
bretsk stjórn kann hava við
sær, at tað verður lættari at
loysa trætuna.
Hvat heldur hann so um
krav føroyinga, at miðlinjan
eigur at vera bæði fiski- og
undirgrundarmark!
-Eg haldi, at tad er rætti-
liga logiskt.
Tony Jones visir å, at tann
stóri meirilutin, sum Labour
hevur aftanfyri seg, ger tað
nógv lættari at taka
avgjørdar avgerðir í øllum
politiskum viðurskiftum.
Hevdi meirilutin verður
minni, so hevði tað kanska
verið torførari hjá eini-
hvørjari stjórn at arbeitt.
Tony Jones heldur ti, at
tað ikki er burturvið at síga,
at tann hepna stødan hjá
Labour at hava so stóran
meiriluta eisini kann ganga
føroysku sakini. Flokkurin
nýtist ikki at bera ótta fyri,
at ein sterk andstøda skal
kunna geva stjórnini trupul-
leikar, um hon ger av at fáa
ein loysn á marknaósemj-
uni, sum eitt nú føroyingar
kunnu ganga við til.
KUNNGERÐ
frå útskiftingarnevndini fyri
MYKINES
Næsti útskiftingarfundur verður á Hotel
Vágum fríggjadagin 23. maí kl. 10.
Til viðgerðar verður býti av fuglinum.
Miðað verður ímóti at enda innangarðs-
útskiftingina.
Tórshavn, tann 12. mai 1997
Ossur A. Midjord,
útsk. form.