leygardagur 24. mai 1997síða 41
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
DAGNY JOENSEN
Hvussu var tað at arbeiða
sum blaðkvinna fyri 20 ár
um sidan, spurdi ein starvs
bróður meg nú ein dagin
Fyrsti tankin var sami
spurningur, sum eg fekk fyri
20 árum síðan, tá tað ikki
var so vanligt at konufólk
arbeiddu á blødunum
Tað var júst um tað
mundið, tá tað leingi ikki
hevði verið nóg mikið at
skúlalærarar, prestar, polit
íkarar og onnur. góvu seg
til kennis við onkrum, sum
lá teimum á hjartað at fáa á
prent
Tá segði ein blaðmaður
við meg, at eg kundi sakt
ans, tí eg kundi spyrja fólk
um alt millum himmal og
jørð, uttan tó at missa and
lt
Við ðrum orðum - eg
kundi spyrja býtt so nógv
sum mær lysti, tí eg var
konufólk. - teimum kundi
ein vænta sær alt av. Serliga
um tú hevði búð uttanlands,
og hevði fingið frænir av,
at samfelagið ikki byggir á
mannfólkamentanina — å-
leina
Kvinnumentanin hevði so
smátt vunnið frama aðra-
staðni, og kravdi at verða
hoyrd. So hart róptu tey
ungu konufólkini, at tað
hoyrdist heilt til Føroya!
Jú, satt var tað, at tå í tíð-
ini var ikki vanligt at tosa
um annað enn fiskivinnu
sáttmálar, tonsatal av
veiddum fiski, bygging av
havnum og tunnlum, skúla-
mál, ítrótt, átrúnað, vígslur
og håtidarhald av ymsum
slag, sum eru til skjals í
bløðunum í sjeytiårunum
Ráddi um tað, id
hevði áhuga fyri menn
Fyri at vissa meg um, at tað
ar so, blaðaði eg í einum
irgangi av Sosialinum frá
976
Fólk vóru avgjørt meira
huffarslig áður, og tey gjør-
du nógv burturúr, um okkurt
hendi í teirra bygd. Tey vóru
altíð blíð, tá vit á bløðunum
komu at vitja, men tað var
ikki allir spurningar sum
vóru svaraðir
Kanska vóru spurningar-
nir als ikki settir, tí ein inn
antanna sensurur forðaði
fyri, at tå yvirhøvur tordi at
spyrja um tað, sum lá fremst
í huganum at fáa svarað
Hetta var ártíggjund áðrenn
avdúkingar komu fram í
miðlunum, sum vit kenna
tað í dag. Hægst ein uttan
landastubbi um líkt og ólíkt
sum hendi aðrastaðni í
heiminum, slapp á prent"
men ikki hendingar, sum
fóru fram hjá okkum
Tað var so nógvir 6
nevndir spurningar, sum
fingu loyvi at hvíla í fríði,
tí teir ikki hóskaðu at koma
á prent, ella eisini, at tað
Njáll Sigurjónsson og Dagny Joensen við ljósborðið. Aftanfyri sæst Tumm:
Temablað - SANDT, 70 ár, nr. 96, ie
FV
as Pauli Thomsen, ið er drúgvastur á Sosialinum. Hann hevur
starvast á blaðnum síðan 1973. Myndin er tíkin, áðrenn teldurnar fingu ræði blaðframleiðsluni
- Legg ikki í góða, hasum
hevur tú ikki skil fyri
Dagny Joensen, blaðkvinna, hugleiðir um blaðmannayrkið fyri 20 árum síðani
mest vóru menn sum skriv-
aðu blødini
Máti varð við, hvussu
langt teir kundu fara í síni
skriving, um teir skuldu
takast í álvara Tað var m.a
at miðsavna seg um tey ger-
andismål, sum høvdu áhuga
millum menn. Tað merkir í
hesum føri, teir ráðandi í
samfelagnum - annadhvørt
í politikki ella í vinnulívin-
um
„Tey bleytu virðini“ vóru
kanska ikki so høgt í virði,
at menninir loyvdu sær at
viðgerða slík evni. Tað er
kanska ikki so legið, tá litið
verður aftur um bak. Tað
vardi kortini ikki so leingi,
og stutt eftir var hol sett á
Vælferðin var við at fáa
fótafesti í Føroyum, og
konufólkini fóru eisini burt-
ur í útbúgvingarsrindum
Ja, tær fyrstu av teimum
stóru árgangunum vóru um
at vera lidnar, og komu
heimaftur at arbeiða. Tær
høvdu verið í kvinnurørsl
uni í Danmark, og fótaðu
sær eisini heima í kvinnu-
felagsskapi
Óhoyrt at tosa um
rýmdar kvinnur
Nú komu krøvini um at:fáa
barnagarðar og pedagogar
at anså eftir børnunum,
meðan mammurnar fóru til
arbeiðis. Eisini at geva
teimum gomlu sømilig kor
á ellisdegum. Sum fráleið
sæst í bløðunum, at hesi
mál fingu blaðrúmd
Um hesi viðurskifti skul-
du lýsast út í æsir, so var
tað ein fyrimunur at vera
konufólk
Tú kundi skriva um so
mangt, sum hevði verið tagt
burtur, men sum nú trokaði
seg fram. Var ikki møguligt
at fáa fólk at standa fram,
so kundi tað gerast við 6-
navngivnum keldum, um
neyðugt. fyri bert at seta orð
á trupulleikarnar
Drigið verður fram í hug-
anum nógvar spennandi
samrødur við heimildarfólk,
sum kanska ikki høvdu so
góðar sømdir, eitt nú einsa-
mallar mammur, sum kærdu
sína neyð, tí eingin var at
ansa børnunum.
Tær noyddust at taka til
takkar við trongum og
slavnum kjallaraíbúðum. og
kundu sviðan av einsemi og
at verða hildnar uttan fyri,
tí tær ikki høvdu ein mann
at hella sitt hevur til 0.s.fr
Hetta var langt áðrenn
Kvinnuhúsið kom, men tað
var ikki ókent at kvinnur og
børn rýmdu undan volda-
ligum monnum, men tað
var óhoyrt at tosa um al-
ment
Alvarsligir og burturtagd-
ir spurningar, eitt nú fostur-
tøkumålid kom fram í blød-
unum, men hetta cynid var
so eymt, at tað neyvan fekk
eina viðmerking - annað
enn í stillum millum fólk,
sum ikki tordu at taka málið
upp á tungu alment
Um hetta mundið var
størsta og rúgvusmiklasta
kjakið í bløðunum um Ric-
hard Wurmbrand. Hetta var
átrúnaligt kjak, og eg haldi
ikki, at tað er ov nógv gjørt
av, at tað vardi nærum eitt
ár!
So hvert sum fráleið og
vit komu upp í åttatiårini,
broyttust hesi viðurskifti.
Nú vóru nógv væl út-
búgvin fólk, sum høvdu
verið á journalistaskúla
aðrastaðni. Tað høvdu blað-
fólk eisini verið áður, men
nú var blaðmannaútbúgv-
ingin longd ul fýra ár.
Tað førdi eisini við sær at
blødini mentust í vavi og
innihaldi. Nú var ikki long-
ur skomm at tosa um bleyt
virðir. Tey vóru viðurkend
sum ein partur av teimum
samfelagsmálum, ið umfat-
aði bæði kvinnur, menn,
børn og gomul.
Poltisku flokkarnir fóru
nú so smátt at taka kvinnu-
mál upp. Tað var helst góð
reklama fyri at fáa atkvødur
Eg hugsi ikki, at tað var
ætlaðin at geva kvinnunum
framíhjárætt ella at tær
skuldu verða tíknar við í
ráðum, men meira fyri at
promovera flokkarnar og
hervið geva monnunum
størri atkvødutal.
Undirforstaðið, kvinnur-
nar fingu loyvi blanda seg
uppí politikk, men tær
skuldu helst ikki tosa so
hart, at mannfólkini ikki
hoyrdust framum
Tað er nú ikki so stórt ødr-
vísi enn í dag, men nú er
tað ikki longur dygd at
flenna at ti, sum konufólk
siga og halda vera rætt og
rímiligt. Tað er góðtikið at
konufólk eisini hava eina
meining, sum kann vera
eins skilagóð og tann hjá
hinum kyninum.
Maktsjúkir menn vilja
sleppa undan at svara
Afturvendandi trupulleikin
í blaðarbeiðinum i åttatiår-
unum var einamest, tá eg
skuldi tosa við vinnulívs-
fólk og aðrar oddapersónar,
sum høvdu eitt orð at siga í
samfelagnum - so ella so
Tað var so mangan leið-
arar, sum vildu staðfesta sítt
vald - men rendu seg fastar
í onkrum spurningi, svar-
aðu: „Nei, góða, hatta skal
tú ikki skriva um. Tú hevur
als íkki møguleikar at skilja
tað, sum liggur aftanfyri
spurningin“
Er tað nakað, sum fær eitt
blaðfólk at síggja reytt, so
man tað ivaleyst vera, tå -
ofta maktsjúkir menn
royna at sleppa undan at
24. mai 1997
sida 7
svara einum spurningi, og
hjålpa sær vid, at tann sum
spyr ikki hevur „heila“ at
skilja
Nú eru tíðirnar tíbetur
broyttar. Fleiri konufólk ar-
beiða í loftmidlunum og á
bløðunum, men enn eru tær
í minniluta á arbeiðsplássu-
num. Bert tíðin kann broyta
hetta mynstrið, men eg ivist
ikki i, at fyrst tá eins nógv
starvsfólk av báðum kynum
arbeiða á hesum eki, fæst
reiðiliga yvirlit yvir, hvssu
hetta samfelagið er háttað.
Tað eru nevniliga ikki
bert ein spurningur um at
spyrja, men eisini ein spurn-
ingur um, út frá hverjum
sjónarmiðum tú spyrt, men
ikki minst, hverji mál verða
drigin fram í ljósmála.
Til stuttleikar kann eg
enda við einum tilburði
fyrst í áttatiárunum, tå ein
útlendskur blaðmaður bråd-
liga stóð fyri mær á skriv-
stovuni, og bað um at sleppa
at taka eina mynd av mær.
Jú, gaman í, svaraði eg
brosaði blíðliga
Tá eg spurdi hví hann
skuldi hava mynd av mær,
svaraði hann, at:tað var tí at
tað bert vóru tvær blað-
kvinnur í Føroyum, og eg
var onnur.
Oneyðugt er at siga, at
blaðmaðurin ikki fekk loyvi
at brúka myndina.