Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-24, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mai 1997síða 42

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sida 8 Temablað - JN 70 år, nr. 96, leygardagur 24. mai 1997 Gamla pressan hjá Sosi- alinum hevdi prentad Feroyatíðindi, Tinga- kross, Dagblaðið, 14. September og Sosialin. Eingin visti rættuliga, hvussu gomul hon var, men hon vard framleidd i Oslo i teirri tidini, tå byurin hevdi heitid Kristiania. Helst var tad spell, at henda søguliga og gamla prentmaskina varð sundursorlað og fyribeind í 1973, tá hon mátti víkja fyri meiri framkomnari tøkni… Prentaði øll bløðin1 - uttan Dimmalætting Sjálvstýrispressan - var ð gamla pressan kallað, og hon var framleidd í Oslo, tá býurin hevdi heitið Kristiania. Nógv er broytt í blaðheiminum, síðan Sosialurin kom út á fyrsta sinni. Tá komu fýra síður um vikuna - nú verða prentaðar umleið 150 síður um vikuna, skrivar fyrrverandi blaðstjórin á Sosialinum, Vilhelm Johannesen í heilsan til blaðið VILHELM JOHANNESEN Í dag eru sjeyti ár liðin síð- ani SOSIALURIN kom út á fyrsta sinni. Blaðið, sum fyrstu ferð sá dagsins ljós tann 24. mai 1927, hevði navnið Føroya Social De- mokrat. Seinni broytti tað navn til Føroya Sosial De- mokratur og uppaftur seinni - í 1955 - kom tað at eita SOSIALURIN. Hetta var navnið, ið føroyingurin vildi, at blaðið skuldi hava A manna munni varð blaðið longu frá fyrsta degi kallað SOSIALURIN Fyrsti blaðstjórin á SOS- IALINUM var Mourentzius Vidstein. Seinni hava blad- stjórarnir verið: Petur Mohr Dam, Martin Joensen, J. H. Danbjørg, Poul Karbech Mouritsen, Villi Sørensen, Jåkup Lindenskov (saman við Villa Sørensen), Tórfinn Smith, undirritaði og núver- andi blaðstjórin Jan Múller Aðrir skrivandi menn hava eisini verið fast knýttir at blaðnum serliga tey fyrstu árini. Eitt nú rithøvundarnir Hans Jacob Jacobsen (Heð- in Brú) og William Heine- sen Undirritaði tók við sum ábyrgdarblaðstjóri |. januar 1972. Eg røkti starvið til 19 november 1979. Tann dagin tók eg vid sum landsstýris- maður, og tí varð eg noydd- ur at leggja blaðstjórastarv- ið frá mær sama dag. Um tað mundið, tá eg tók við sum blaðstjóri, helt SOSI- ALURIN tl á Prentsmiðj- uni á Heygsbreyt (húsið á horninum Heygsbreyt Sjúrðargóta) Har var sera trongligt. Niðara hæddin, sum stórt sæð var eitt stórt goymsluheli til m. a blaðpappír, varð eisini nýtt at falsa og pakka blaðið í. Øll eintøkini vórðu falsað og pakkað við handamegi. Hæddin í erva var í tveimum. I landnyrðings- horninum var eitt lítið rúm við einum fæstum borði, eini gamlari skrivimaskinu og eini telefon. Hetta var blaðstjóraskirvstovan. Um- framt durðin var restin av hesi hæddini eitt rúm. Hetta var prentsmiðjan. Har var eitt borð til hondseting og umbróting. Ein gomul blý- setimaskina og ein uppaftur eldri prentmaskina (pressa) A prentsmiðjuni arbeiddu tveir prentarar. Umframt at prenta SOSIALIN tvær ferðir um vikuna, prentaðu teir eisini Tingakross eina ferð um vikuna Gamla prentmaskinan (pressan), varð eisini kallað sjálvstýrispressan og komst hetta av, at hon hevði prent- að øll tey føroysku blødini, uttan Dimmalætting. Hon heyði prentað Føroyatidind- i, Tingakross, Dagblaðið, 14. September og Sosialin Ongin visti reiðiliga, hvussu golmul hendan pressan var, men hon var framleidd í Oslo í teirri tidini, tá býurin æt Kristiania. Helst var tað stórt spell, at hendan søgu- liga og gamla prentmask- inan varð sundursorlað og fyribeind í 1973, tá hon varð noydd at víkja fyri meiri framkomnari prentútgerð. Tøkniliga hendu stórar broytingar hesi árini. Gamla blýsetimaskinan og prent- verkið (sjálvstýrispressan) vórðu sett á dyr. Í staðin varð nútímans offset tøkni tíkin í nýtslu. Hetta, sum hendi i 1973/74, kravdi stórri hølir. Tann spruning- urin varð loystur á tann hátt, at húsini í Sjårdagøtu 9 vórðu keypt til blaðstjórn- arskrivstovu og umsitin, meðan gamla prentsmiðjan á Heygsbreyt varð nýtt til prentsmiðjuarbeiði burtur av. Setingin og umbroyting- in fór fram í ovaru hæddini Prentingin varð flutt niður í kjallarahæddina Hesi árini hendu stórar broytingar í føroyska blað heiminum. Tey einastu lønt- u fólkini á SOSIALINUM áðrenn 1972, vórðu tey, sum tóku sær av prentingini. Á sumri 1972 vórðu tey fyrstu løntu blaðfólkini sett í starv Teir, ið tá tóku við sum blaðmenn, vóru Johnsigurd Johannesen, núverandi sjónvarpsmaður og Jákup F. Nielsen, núverandi fulltrúi í landsstýrinum. Miðskeiðis í sjeytiåurnbum komu teir fyrstu føroyingarnir, sum vóru farnir undir nýggju blaðmannaútbúgvingina á Danmarks Journalisthgj- skole í Arhus, heim í starvs- venjing. Tann fyrsti av øll- um kom á SOSIALIN. Hetta hendi aftan á bræv - askifti millum undirritaða og skúlastjóran á blaðmann- aháskúlanum í Århus. Í brøvum til hansara royndi eg at sannføra hann um, at eitt féroyskt blad var eins gott til starvsvenjing hjá blaðmannanæmingunum, sum eitt danskt blað. Eg greiddi honum frá SOSI- ALINUM innihaldsliga og frá teimum broytingum vit høvdu í umbúna. Nevniliga í stórri mun at gera blaðið til eitt tíðindablað við óheft- um tíðindum, samrødum og fråsøgn um um ymisk sam- felagsvidurskifti, umframt at halda gongd á einum samfelagsligum og politisk- um orðaskifti Skúlastjórin gav seg og SOSIALURIN varð góð- kendur sum starvsvenjing- arpláss hjá næmingum á Danmarks Journalisthøj- skole. Í teimum døgum helt onkur skemtandi fyri, at tað nú hóast alt ikki var so løg- ið, at SOSTALURIN vann, tá hugsað varð um, at donsku kappingarneytarnir (alternativini) vóru tekni- blødini Daffi og Anders And. Men hetta førdi eisini við sær, at tann fyrsti før- oyingurin, sum varð liðugur við nýuggju donsku blað- mannaútbúgvingina í Dan- mark, kom í starv á Sosíal- inum. Síðani hevur blaðið havt fleiri blaðfólk við hesi útbúgving. Fyri at venda aftur til gomlu prensmiðjuna á Heygsbreyt, kann verða sagt, at tad var pf Dagprent (Dagblaðið ella Fólkaflokk- urin), sum átti prentsmiðj- una. Umleið 1960 Mutti på Dagprent út á Eystuaru Bryggju og seldi ognina á Heygsbreyt til Poul Kar- bech Mouritsen. Tá Poul Karbech, ið sjálvur var prentari, eini 10 år seimni gavst vegna aldur, keyti Føroya - Javnadarflokkuri ognin å Heygsbreyt. Mid skeiðis í sjeytiárunum varð so ognin í Sjúrðagestu 9 keypt afturat. Fyrst í áttati árunum vórðu báðar ognir nar seldar og húsini á Argj avegi 26 vórðu keypt til prentsmiðju og blaðhús Sum sagt var eg ábyrgd arblaðstjóri á SOSIALI NUM í sløk niggju ár. Meg inpartin av tíðini var hetta eitt starv, sum eg røkti við síðuna av einum ødrum starvi, sum eg hevði á post húsinum í Klaksvík. T. v. s at blaðið kom út í Havn meðan blaðstjórin sat í Klaksvík. Tá í tíðini vóru samskiftismeguleikarnir rættuliga avmarkaðir í mun til í dag. Tað var posturin og telefonin. Blaðið kom tvær ferðir um vikuna mikudag og leygardag. Til far til mikudagsblaðið skuldi eg lata inn å post húsið sunnukvøld og tilfar til leygardagsblaðið í sein asta lagi mikukveld. Restin av samskiftinum millum blaðstjóran og blaðið fór fram í telefonini Ein part av hesum níggju ára langa tíðarskeiðnum royndi eg meg sum fulltíð- arblaðstjóri. Hetta var í tíð- arskeiðnum frá 1. sep- tember 1973 til 1. mars 1975. Tað var í hesum tíð- arskeiðnum at umleggingin frá blýggi til offset fór fram og at flutt varð í húsini í Sjúrðagetu 9. Ein part av tíðini, tå lagt varð um til offset, lat tað seg ikki gera at prenta blaðið á okkara egnu prentsmiðju og varð SOSIALURIN tí prentaður á prentsmiðju Dimmalætt- ingar eitt tíðarskeið. Nú 70 ár eru lidin síðani málgagn Javnaðarfloksins kom út á fyrsta sinni, kunnu vit ásanna at nógv er broytt, bæði so og so. Frá at hava eitt blað, sum kom út í fýra síðum eina ferð um vikuna, eiga vit í dag eitt blað, ið kemur út fimm ferðir um vikuna við einum síðutali, sum liggur upp á 28-32 síð- ur ella umleið 150 síður um vikuna. Hetta er eitt stórt framstig. Frá at vera hús- villur í 1927 situr blaðið í dag í einum lufalsliga tíðar- hóskandi bladhusi Vit kunnu takka nógvum fyri hetta glasiliga úrslit. Vit kunnu takka góðum og trúgvum floksstuðlum, sum hava lagt rygg til. Vit eiga at takka góðum og dugna- ligum blaðfólkum fyri teirra framúr góða avrik. Ikki minst eiga vit at takka hald- arum, lesarum og lýsarum. sum so trúliga hava stuðlað blaðnum øll hesi árini. Hjartaliga tílukku við sjeytrára degnum og øll góð ynski um blíðan byr fram- yvir. 1 á |