leygardagur 31. mai 1997síða 47
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið sosialurin, leygardagur 31. mai 1997
Tema 15
Ole Øyen mátar hvussu langt er úr Akrabergi til Foinaven
manningin umleið helvt um helvt
bretsk og norsk. Stórsti partur av
yvirmonnunum eru norðmenn,
meðan restin av manningini er
bretsk. Ein stórur partur (umleið
eini 24%) av manningini er úr
Hetlandi og Orkney. Lenin hjá
manningini umborð er annars
rættiliga góð. Lønirnar vóru sagd-
ar at liggja millum £27.000 og
£60.000 um árið. Í løtuni eru yvir
100 fólk, sum arbeiða umborð á
Petrojarl Foinaven, men tá ið
framleiðslan veruliga byrjar, fer
manningin bert at telja 45 fólk
Til hesi størv søktu yvir 1500 fólk,
so ikki kann sigast annað, enn at
áhugin er stórur at sleppa at ar-
beiða har
Sosialurin hevði eitt prát við Les
Thomson frá BP. Les, ið er úr
Hetlandi, hevur arbeitt nógv við
Foinavenprojektinum. Hann varð
spurdur, um teir nakrantíð hava
umhugsað at lýst eftir arbeiðsfólki
til hetta ski í Føroyum. Til hetta
svaraði Les, at eftirsókn eftir før
oyingum kom ongantíð veruliga
upp á tal, serliga av tveimum or
søkum. Fyrsta var, at av tí at år
beiðið verður gjørt í bretskum
sjógvi og av einum norskum felagi
(Golar-Nor), var lagt eftir at
manna skipið í so stóran mun
møguligt við bretskari og norskar
manning. Seinna orsøkin var, at
ferðasamskiftið til Føroya var alt
ov ringt til, at tað kundi loysa seg
at flyta fólk millum Foinaven og
Føroyar
Í hesum døgum verður nóg
tosad um ferðasambandið vid
Bretland, sum varð kvett. Uttal
ilsini frá Les Thomson kunnu í
hesum sambandi geva eina aðra
dimensión til kjakið
Moralskur stuðul frá
norðmonnum
Á túrinum úti á Petrojarl Fornaven
hitti Sosialurin Ole Øyen, sum er
Offshore Installation Manager
Hesin hevur umleið sama starvið
sum skiparin á einum vanligum
skipi. Við ødrum orðum stendur
hann fyri øllum aktiviteti á skip
inum. Ole Øyen er norðmaður, og
høvdu vit eitt lítð prát
Spurdur um, hvussu langt tað
er frå Foinaven til føroyska fiski-
markið, fór Ole at máta og rokna,
og kom fram til at teinurin er bert
einar 15 fjórðingar
Tosað varð víðari við nakrar
norðmenn á brúnni. Teir vistu ikki,
at Bretland ikki vildi góðkenna
fiskimarkið sum undirgrundar-
mark millum Bretland og Feroyar
Norðmenninir hildu allir, at tað
var burtur úr vón og viti av bretsku
stjórnini at royna at fáa stóran part
av føroyskum ski igjøgnum
markasamráðingarnar. Teir gjørðu
heilt greitt, at føroyingar høvdu
teirra moralska stuðul í sambandi
við markatrætuna.
Conival spøkir!
Í september 1994 kom fram á ein-
ari oljurådstevnu í Aberdeen, har
Sosialurin var hjåstaddur, at BP
hevði funnið eina nýggja olju
keldu — nevnd „Conival" — vest
anfyri Hetland. Jeremy Cresswell,
sum skrivar fyri skotska blaðið
Press á Journal, konfronteraði
Colin MacLean frá BP við hetta
undir rådstevnuni, og kom hetta
sum eitt stórt sjokk á ráðstevnuna
Umborð á Petrojarl Foinaven
fekk Sosialurin eitt lítið prát við
Jamie Jardine, sum er Senior In
formation Officer hjå BP. Spurdur
um hann hevdi nakra viðmerking
um Conival, segði hann bert
Conival is a product of Cress
well's imagination”, og „Conival
was a tighthole well, and nothing
has been done with it". Við ødrum
orðum avnoktaði Jamie Jardine
blankt, at kolvetni eru funnin har,
og sigur, at tilveran av hesum felti
er bert eitt úrslit av hugfloginum
hjá Jeremy Cresswell frá Press á
Journal
Viðmerkjast skal, at Conival er
merkt á nógvum nýliga útgivnum
kortum av hesum økinum. Hetta
eru kort, sum millum annað eru
útgivin av sjålvstødugum konsu
lentum
Hugsast kann, at um so er at
BP veruliga hevur funnið kolvetni
á Conival økinum, so kundi or
søkin til, at BP ynskir at dylja
hetta. verið, at hendan keldan ligg
ur ikki bert í bretskum si
eisini breiðir seg inn í hvítu zon
ma millum Førovar og Bretland
Greenpeace
Í seinastuni hevur verið hoyrt av
ur ætlanir um mótmælisatgerðir
ufelagið fer undir
ljuframleiðslu frá Foinaven vest
anfyri Hetland
lllgruni hevur verið um hetta
líka síðan skipið Petrojarl Foin
aven, ið fer at framleiða «
Foinaven, fór úr El Ferol i Spaniu
har skipið var bygt. Meðan skipið
lá uttanfyri El Ferol í oktober
1996, kom eitt Greenpeace skip
Sr tveir skjóttgang
indi gummibåtar. Hesir gummi
bátar eru væl kendir frå ødrum
lju frá
ti á SjÓgV
atgerðum, ið Greenpeace hevur
skipað fyri. Hesir stimadu so runt
um Petrojarl Foinaven nakrar
ferðir, uttan at nakað samskiftið
var partanna millum. Tað tykist
sum Grenpeace í hesum umfari
bert var áhugað at síggja skipið
og eisini kanska at ávara BP um
at atgerðir móti oljuframleiðslu
vestan Hetland kunnu koma upp
á tal
Sosialurin hevur hoyrt, at ein
møgulig atgerð fer at fella saman
við, at fyrsta framleiðslan fer í
gongd á Foinaven
Higartil hevur Greenpeace ein
ans gjørt um seg við at mótmæla
uttanfyri høvudsskrivstovuna hjá
BP í Aberdeen. Greenpeace mót-
mælir, at BP fer undir oljufram
leiðslu í einum nýggjum eki, sum
teir meta átti M verið vart móti
potentiellari oljudálking.
Eisini sigur Greenpeace, at BP
átti heldur at gjørt ílegur í at
menna tøknifrødi til sólorkuút-
vinnan. BP er marknaðarleiðari í
framleiðsluni av sólorkupanelum
Hetta hevði minkað um kolvetnis-
gassini, sum verða send út i
atmosferuna. Kolvetnisgassini í
atmosferuni fremja vakstrarhús-
árinið
Les Thomson hjá BP hevur arbeitt nógv ið Foinavenprojektinum
Í sambandi við 17. útbjóðingar-
umfar søkti Greenpeace um at fáa
tillutað allar blokkar vestanfyri
Hetland til at gera umhvørvis-
kanningar. Hetta varð sýtt teimum
Spennandi verður at síggja,
hvussu Greenpeace fer at fara
fram viðvíkjandi oljuframleiðslu
vestanfyri Hetland. Greitt er, at
um ein slík herferð fær fótin fyri
seg og gerst ein onnur Brent Spar
herferð, so kann tað fáa álvarsligar
avleiðingar á eina møguliga før-
oyska oljuvinnu.
Um so er, at oljufeløg noyðast
at boyggja seg fyri trýsti frá um-
hvørvisfelagsskapum og gevast
I
við oljuleiting á Atlantsmótinum,
so verður einki leitað í føroyskum
sjógvi heldur. Umhvervisfelags-
skapir kundu tískil eisini funnið
uppá at tvinna eitt slíkt mótmæli
saman við einum mótmæli móti
grindadrápi
Føroysku mynduleikarnir eiga
tí at hava eitt vakið eyga at um-
hvørvisfelagsskapunum í hesum
døgum
Regin Hammer var fyri Sosialin umborð á BP-skipinum, Petrojarl, sum felagið skal nýta til at taka
olju úr havsins botni