Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 1997síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 105 — 6. JUNI 1997 Ak! BERTHOLDSEN --Tað einu tíðina hevði hann lyndi til at endurtaka seg sjálvan — Men tað var ikki leingi - So breyt hann seg úr hesi óndu ringrás — Og nú er hann meiri fri- gjørdur enn nakrantíð Sigur stjórin fyri Nerdur- landahúsið Peter Turtsch- aninoff Um ein av okkara mæt- astu listamonnum, Amariel Norðoy Í dag letur hann upp eina av sínum størstu framsýn- ingum nakrantíð Framsýningin er í Norð- urlandahúsinum Tí í ár er tað honum, tað er fallið í lut at hava summ- arframsýningin hjá Norð- urlandahúsinum Framsýningin letur upp klokkan fýra í dag Og hon er opin til Norr- øna er hilidin uppat at sigla einaferð seinni í summar Hetta letur seg gera, tí ein annar, trúgvur summargest- ur í Norðurlandahúsinum seinastu nógvu árini, Jazz- stevnan, er útsett til oktober. Tá ið framsýningin fer av bakkastokki seinni í dag, fara heri Kragesteen og Co at spæla og syngja Einar 50 myndir Á framsýningini hevur A- mariel einar 50 myndir, Tær nógvu eru nýggjar, hóast onkrar eldri eru uppi ímillum, treyðugt so Vit hittu listamannn uppi í Norðurlandahúsinum, meðan teir vóru í ferð við at seta ta stóru framsýning- ina undir leiðslu av Zach- ariasi Heinesen, sum skipar hana Listamenn og bekur Saman við Peter Turtschan- inoff vóru vit eina rundferð í Klingruni, har framsýn- ingin er Stjórin í Norðurlandahús - Amariel - loystur úr bondum inum sigur, at hann rættiliga tíðliga í starvi sínum setti sær sum mál, at í hansara stjóratíð skuldi Norður- landahúsið hýsa øllum før- oyskum listamonnum, sum frammi eru av týdningi Aður hava m.a. Tróndur Patursson, Ingålvur av Reyni, Olivur við Neyst, Bárður Jákupsson og fimm føroyingar havt framsýn- ingar í Norðurlandahúsi- num. Í sambandi við hesar framsýningar hevur Norð- urlandahúsið og listamenn- inir givið út bók um menn- inar og listina. Og nú framýningin hjá Amariel letur upp, verður samstundis bókin um hann, og málningar hansara al- mannakunngjørd. Bókin er nakrar og sjeyti síður við teksti, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað, men Tóroddur Poulsen og Anker Mortensen hava eisini hvor sína yrking við í bókini Teksturin í bókini er bæði á føroyskum, donskum og enskum, Tað er Tórður Jó- anson, sum hevur týtt tekst- in og yrkingaranr til enskt Ingi Joensen hevur sett upp og hann havur eisini tíkið myndina av Amariel inni í permuni. Annars hev- ur Per á Hædd tikið mynd- irnar av målningunum. Hestprent hevur sett og Oddi i Islandi hevur prent- að. Frekari og frælsari Peter Turtschaninoff sig- ur, at hann helt, at Amariel skuldi fáa kansin at sýna fram hesuferð, tí hann held- ur, at hann hevur ment seg so nógv seinastu árini — Eg må viðganga, at tað var tann tíð, tá ið eg helt, at Amariel málaði upp í sam- an. Mól í klingur og kom ikki úr stað. Men tað vardi ikki leingi, so varnaðist eg eisini, at hann heyði brotið seg úr hesi ringrásini Amariel frammanfyri sín størsta málning í Klingr- uni í Norðurlandahúsinum mikudagin. „Bátar og fólk“ er hann neyndur, málaður í 1987 Myndina tók J.K. Vang — Alt í einum gjørdi A- mariel eitt stórt iop framå í síni listarligu menning. Tað er sum hann er loysnaður úr bondum. Og eg haldi, at tann Amariel, sum nú sýnir fram í Norðurlandahúsi- num, er frekari, frælsari og djarvari, enn vit hava sæð hann fyrr, heldur stjórin í Norðurlandahúsinum. Sega teirra andlitsleysu Eitt, við listini hjá Amariel Norðoy, sum eisini hugtek- ur stjóran í Norðurlanda- húsinum, er, at eftir hanara tykki eiga „tey andlitsleys- u“ í søguni, sum hann nevn- ir tað, valla frægar talsmann enn Amariel Norðoy. Tað er verkamaðurin- út- róðrarmaðurin, fiskimaður- in hann hugsar um. Eingin kann sum Amariel siga søgur um teir, teirra longsul, og longsulin eftir teimum, heldur hann Og tað, sum tey fægstu kanska vita um Amariel, er, hann málar ikki bara. Hann skapar eisini trý- dimensjonala list, figurar úr træið, jarn og øðrum tilfari, sum er við hondina, eisini ein gomul uppvaskibust kann blíva ein partur í ein- um listarverki Aldrin liðugur Amariel er Klaksvíkingur, føddur í 1945 Hann er handverkari og varð útlærdur skipaumbur- maður, áðrenn hann halgaði seg listina burturav Hann gekk á liståskulan í Keypmannahavn frá 1977 til 1983 Meiri dramtikkur Hjá Amariel eru tær dram- atisku myndirnar flestar, sigur Jógvan Isaksen í teirri snotiligu, nýútkomnu bók- ini um Amariel - Men upp ímillum eru myndir har friður og sam- ljóð valda. Aftur her ger javnvágskenslan hjá Amar- ieli seg galdani. Her er hann ein meistari. Summar myndir líkjast júst summ- armyndum, lættar, ljósar og skitsukendar, uttan at lívskendan er mini djúprend fyri tað. I ødrum myndum verður málað meiri einvíst inneftir og kanska niðureft- ir, samtíðis sum hesar myndir ofta eru eins og sæddar úr erva. Tær sam- eina fuglaperspektivið við filmiskan zoom-teknikk, so at tað, sum er langt burtur, kemur nærri, skrivar Jógvan Isaksen Og til endans eina søgu, Jógvn Isaksen fortelur um tann lut, listamålarin fekk. Hann sigur, at sambært Ingålv av Reyni målar ein målningur tidum seg sjålv- an og ger harvid av, nær hann er liðugur. Men tað at mála er í stóran mun enda- leyst arbeiði. Hetta lýsir Amariel við seini søgu frå teirri tíðini, hann var skipatimburmaður í Klaksvík. Tá spurdi hann einaferð ein eingilskmann, sum arbeiddi í grótbrotin- um, huvssu gekst. — Á halt tú bara kjaft, svaraði eingilsmaðurin. Tit, sum arbeia uppá skip, verða finish og fara til hús. — Vit, sum arbeiða í grót- brotinum verða ongantíð finish. Vit spreingja og spreingja Soleiðis er tað við máln- ingunum, leggur Amariel afturat. Ongantíð finito Tøkk Fyri synda samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæra mamma okkara MARNA HENTZE doyði og varð jarðað, takka vit hjartaliga Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri ta umsorgan, tit høvdu fyri henni, og til prestarnar fyri troystarrík orð Bernini