Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juni 1997síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vikuskittið Ð Vikuskittið Síða 13 stættastríð, og at mangan leikaði hart á. Tað var hverki lætt ella einfalt at vinna arbeiðsmonnum betri semdir við samráðingum Verkfall og lock-out hendu í 1916. Enigheden sigraði í hesum stríð Tað eru vánaligu sosialu viduskiftini fyrst í øldini, sum eru bakgrundin fyri virksemi Enighedens og sum gera hetta virksemi neyðugt. Tað eru eisini ar- beiðsmannatiltkini, sum eru »Den bydende nødven- dighed af at få oprettet en forening for arbejdsgivere í Tveraa (Trangisvaag) for derved at danne en mod- vægt mod herværende ar- bejderorganisation...< (103). Sympatiið hjá høv- undinum kemur m.a. fram í hesum orðum: >Sama er at siga um tann dugnaskap, tað áræði og tey evni til at reka eitt miðvíst og skipað virk- semi, ið teir sýndu, sum stóðu á odda fyri Enigheden hesi årini«. (102) Um fyrsta sáttmálan (1918) verður sagt, at >sátt- málin er søguligur, við tað at formligt mark fyri fyrstu ferð er vorðið sett fyri vald arbeiðsgevarans yvir ar- beiðsmanninum á Tver- oyri< (108). Stríðið 1919 vunnu arbeiðsmenninir, hó- ast arbeiðsgevararnir høvdu nýtt teirra sterkasta vápn (verkbann og at nokta fólki at keypa neyðsýnjarveru upp á borg) (116) Nidurstødan í kapittlinum um tíðina 1915-25 er, at Enigheden hevði rokkið tí endamáli, ið menn høvdu sett sær í 1915 (129). Sam- stundis eru karmar settir um ritgerðina og høvudsmålini lýst, tí við hesum er nomið við nakrar træðrir, sum fara gjøgnum alt verkið hjá ID, og sum mynda hugsan og arbeiðshátt hansara Tað er, sum sagt, eitt sera stórt keldutilfar, sum er grundarlag undir hesi rit- gerð. Eg havi havt hevi til at fara igjøgnum ein rætti- liga stóran part av tí í lands- skjalasavninum, og bæði savnið og skjalavørdurin sjálvur eiga takk fyri tað skjótu avgreiðsluna, tá eg bað um tilfari. Tað var alt í einum fingið til vega, so eg kundi beinan vegin fara igjøgnum týðandi partar av tilfarinum og samanbera tað við tey kanningarúrslit, sum høvundurin sjálvur er kom- in fram til. Metodan er grundvísindin * í søgufakinum. Og tå ein so velur at viðgera eitt søguligt evni sum hetta, so kundi ein hugsað sær, at høvundurin nýtti eina merxistiska me- todu ella analysu. Tað er ikki gjørt í hesi ritgerðini. JD nýtir ikki nakran ávísan teoretiskan arbeiðshátt sum so, og hann roynir heldur ikki at prógva nakað út frá ávísum hugfrødiligum sjón- armiðum. Heldur ikki tekur hann inn í viðgerðina ar- beiðshættir úr fakum, sum ikki eru søguvisindini fremmandi - eitt nú sosio- logtini Arbeiðshátturin er traditi onellur, og hann er á mang an hátt tann sami, sum er at finna í øðrum føroyskum søguligum ritgerðum. Tað er ein lýsing og ein avmark- ing av ti søguliga evninum, sum verður kannað, ein problemformulering. við- gerð, framlaga og diskussi- én. Niðurstøður eru at finna ávegis gjøgnum ritgerðina, og tikið verður saman um í tí Ida kapitlinum (s. 579- 84) Og í endanum av hesum samandráttinum - eins og í nógvum stødum í ritgerðini - sæst, at hóast tað, sum eg júst nú havi sagt um ar- beiðsháttin, so er henda rit- gerð eitt verk, sum er inspi- rerað av marxistiskari hug sjón. Hon er at finna allan vegin gjøgnum verkið, sum ikki er eindømi í søguskriv- ingini um, at marxistiskt hugsandi søgufrødingar ofta nýta traditionel/borgaralig- an arbeiðshátt í verkum teirra Eisini vil eg síga, at hetta verk er empirisk søguskriv- ing - og eitt nybrot. Her er heldur tíðliga at gera ov mikið av teoretisering Men, JD hevur skrivað eina væl upplagda og åhug- verda bók. Hinvegin: eing- in, sum kennir ID, kundi ímyndað sær, at júst hann fór at lata eina keðiliga bók úr hondum Á s. 583-4 stendur (eg citeri): »Gongdin á Tvør- oyri og i Føroyum hevur meginreglugliga verið tann sama, sum í londunum uttan um okkum. Og søgan hin sama sum aðrastaðni: Eitt hart, drúgt og tógvið stríð, ið ofta hevur kostað arbeið- arunum nógv. Men úslitið er eitt nútímans vælferðar- samfelag í Føroyum bygd á hugmyndina um vælferð og sostalan tryggleika. Uttan at arbeisðfólk tóku seg saman í Fylking á Tver- oyri og so við og við í fak- feløg um alt landið og sjálv tóku sær um reiggj at føra hetta stríð fyri at gera dreymin til veruleika, hevði samfelagið ikki verið tað, sum tað nú er. Hesi fólk skaptu okkara samfelag« (citat liðugt). Henda seinasta útsegnin kann væl nýtast í einum heiðursriti til eitt verka- mannafelag, men hon er ikki nytilig f eini fakvis- indaligari ritgerð, tí at hon er í sjálvari sær ein einfald- gering av einum sera fløkt- um søguligum fyribrigdi og samfelagsligari konstellati- én. Og tað eru ikki himildir fyri tílíkum útsegnum í søgu- ella samfelagsvisind- unum. Hetta er af'ur eitt dømi um tað dupulta í bók- ini: heiðursrit/fakbók. Við hesum í minninum at tað ber ikki til at gera viðuskiftini ov einføld, tí so verður gloymt, at eitthvert tiltak ber ein kostnað við sær - ella hevur ávísar av- leiðingar við sær, sum kunnu vera positivar ella negativar, verður nú farið aftur í ritgerðina - í fyrsta umfari til Ísvirkið, sum .a verður vidgjørt á s. 153- 185 Beint frammanundan verður greitt frå, at P. M Dam kom til Tvøroyrar í 1922, og at Frodbiar Sóknar Javnadarfelag var sett á stovn í 1925. Greitt verður frá, at meginfortreytirnar fyri einum arbeiðaraflokki høvdu leingi verið til staðar, við tað at har var ein stór ognarleys arbeidarafjøld og ein væl skipað og sterk ar- beidararørsla og fólk við politiskum gåvum at fyri- skipa og leida politiska ar- beiðið. Eitt av teimum stóru til- tøkunum, sum henda pol- itiska arbeidararørsla fór undir, var at reisa eitt nú- tímans ísvirki, grundað á samtøkuhugsjOnina Tað er ótrúliga áhugavert at lesa um, hvussu ídnir teir menninir vóru, sum settu sær sum mál at fáa Ísvirkið at ganga. Uppgávan hevur verið bæði stór og torfør, og teir hava av øllum alvi virk- að fyri at gera eitt alternativ til tær privatu fyritskurnar og at betra viðurskiftini hjá verkafólkinum á Tvøroyri Eitt tað truplasta hevur verið fíggingin. Tað var neyðugt at fáa hendur á donskum kapitali, og her var tað Dam, sum gekk á odda. Vert er at vísa á, sum JD sjálvur sigur, at í løg- tinginum treyt vælvildin ikki (í orðum), men pening lótu teir ikki - í fyrsta um- fari. 1928 var jåttan givin úr danska Statslánsgrunnin- um fyri láni upp til kr. 100 tús. móti fyrsta veðrætti í ognini, og Dam hevði ein stóran part av æruni fyri, at heisin peningur var fingin til vega Dam gjørdist eisini stjóri á Ísvirkinum, og tað mangl- ar ein meting um, hvussu hann kláraði hesa uppgávu. At vera virkisleiðari og at vera skúlalærari ella polit- iskur agitator og kveikjari er ikki heilt tað sama Men, tað er eisini heilt greitt, at Ísvirkið ikki kundi standa seg ímóti internati- onalari búskaparkreppu og ðrum viðurskiftum í stóru verð, sum sjálvsagt fingu ávirkan á føroyskan búskap, ið sum kunnugt altíð hevur verið viðkvæmur. Men, í øllum førum gjørdist Isvirkid ein polit- iskur og búskaparligur trup- ulleiki hjá donsku stjórnini. Líkt ødrum føroyskum vinnufyritøkum, so gjørdist Isvirkid dyrari enn mett (s 168), og danska stjórnin mátti út vid kr. 200.000,- í rakstrarláni. Alternativid var, at Ísvirkið hevði latið aftur longu í byrjanarfasuni. Sum JD sjálvur sigur Stjórnin, ið hevdi sagt A var sostatt mestsum eisini noydd at siga B (s. 169). Stjórnin var bundin til at veita framhaldandi hjálp. Her tykist nakað nýtt at vera komið inn í føroysku- donsku viðskiftini. Vit síggja, at danska stjórnin er beinleiðis við í at fíggja eina sosialistiska-kooperativa vinnufyritøku í Føroyum Eisini hevur JD i fleiri stød- um í ritgerðini dokumenter- að, at tað lá væl fyri hjá Dam at fáa pening úr Jóannes Dalsgaard vardi doktararitgerðina í Norðurlandahúsinum 24. maí danska ríkiskassanum. Ein av orsøkunum til hetta var sjálvandi tann, at í Danmark sat sosialistastjórn við Stau- ning á odda, og tað hevur verið eitt av málum teirra at vinna sosialdemokratisku hugsjónini frama í Føroy- um. Og hetta eydnaðist væl við slíkum atgerðum sum eitt nú at stuðla kooperativ- um virksemi í Føroyum. Samstundis vísir hetta eina síðu við ftøkiliga pol- itikkinum hjá Dam, sum er verd at festa seg við. Dam himpraðist ikki við at nýta danskan statskapital í stríði sínum ímóti fríum føroysk- um vinnulívi. Eisini er heilt greitt, at skjalprógvað av JD, at eing- in føroyskur handilsmaður (ella privatkapitalistur) tå å døgum hevði havt møgu- leikar at figgja ella reka eina fyritøku sum Ísvirkið. Ein privatmadur hevði verið noyddur til at reka eina fyri- tóku út frá handilsligum sjónarmiðum, og hann hevði ikki torað at farið undir at vága fløgukapital á sama hátt, sum gjørt var í sambandi við kooperativu fyritøkuna Ísvirkið Hetta kann samanberast við tað, sum er skrivað á s. 359 um fundin millum Erik Larsen og Stauning, sum brigslaði Fylking tað stóra tap, ið danski staturin heyði havt av Ísvirkinum og Ís- virkisbátunum og kastaði honum fyri, at alt hetta hevði kostað danska stat- inum 400.000 kr. Men Ísvirkið skuldi held- ur ikki, sum JD ávísir, bert rekast eftir handilsligum fortreytum. Á s. 178 skrivar JD, at verður endamálsorð- ingin tíkin bókstaviliga, so verður Ísvirkið allýst sum ein fyritøka, ið fyrst og fremst skuldi bóta um við- urskiftini hjá fiski- og út- róðrarmonnum, og íkki fyrst og fremst sum ein vinnufyritøka. Altso: Ísvirk- ið hevði sosialt mál og mið, og hetta er ikki altíð sam- bæriligt við handilsliga hugsan hjá vinnulívsmonn- um, ið vilja hava eina fyri- tóku at bera seg og geva peningaligan vinning. Tað er nærliggjandi at samanbera hetta við tað, ið skrivað verður um stóðu AT í 1938 (s. 327). Amtmaður- in og Hans Nielsen (limir í vinnulívsneyndini hjá rík- isstyrinum) høvdu vitjað AT og... lagt leiðsluni eina við neyvt at reka AT eftir hand- ilsligum grundsjónarmið- um. JD heldur fram: Tad er ilt at vita, hvat ið lå aftan fyri hesi bodini, men tað tykist, sum myndugleikarn- ir bóru ótta fyri, at onnur enn handilslig fyrilit kundu ávirka leiðsluna. Á s. 180 kemur ein ideol- ogisk lýsing av virksemin- um hjá Dam, og sjálvt um henda lýsing kundi verið betur útgreinað, so hevur hon tó tydning. JD skrivar: Málið hjá arbeidararørsluni var ikki bert ein spurnigur um materiellan framburð, men ein spurningur um per- sónligt frælsi, um javnrætt- indi - ein spurningur um at loysa arbeiðsmenn og - kvinnur úr teimum sostalu og búskaparligu bondum, ið bundu tey til arbeidsgev- aran. Tað råddi við ødrum orðum um at vinna tí ein- staka búskaparligt frælsi, og hesin setningur kundi bert loysast við at arbeiðarar og fiskimenn vunnu sær ogn- arrættin til framleiðslutólini og politiska valdið í sam- felagnum (citat liðugt). Dam hevur av øllum alvi roynt at røkka hesum máli, og eitt av amboðum hansara fyri at sigra hevur verið sosialdemokratiskur dansk- ur statskapitalur, sum polit- isku sameindu hansara í Danmark hava útvegað honum. Við donskum stats- kapitali herjaði Dam á fría vinnulívið á Tveroyri og