leygardagur 7. juni 1997síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
forkom partvís ti, sum før-
oyskir kapítalistar høvdu
bygt upp
Hetta, at nýta danskan
statskapital, soleiðis sum er
åvist í bókini hjá ID, til at
fremja egin politisk enda-
mál, soleiðis sum Dam
gjørdi tað - ja, tað er nakað,
sum vit kunnu nevna ein
nýggjan poltiskan kultur í
Føroyum. Og hesin nýggi
kulturur verður stovnsettur
á Tvøroyri - av Dam sjálv-
um sum undangongumanni,
og av verkamannargrsluni
annars. Men hesin politikk-
ur var seiglívaður. Hugsanin
aftan fyri hann livdi til um-
leið 1992 - tá høvdu danskir
myndugleikar ongan hug til
at halda fram. Síðan tá hev-
ur nýggja sjónarmiðið hjá
føroyskum javnaðarmonn-
um verið at reka ein pol-
itikk, sum gongur líka at
loysingini
JD skjalprógvar hetta
fleiri staðni í bókini. Td
verður á s. 232f og á s. 280f
it frá, hvussu bæði Fylk-
g og Dam venda sær til
De samvirkende fagforbund
Danmark fyri at fáa fíggj-
in stuðul frá teimum til
t
{Tra móti arbeiðs rev
verkalolkinun s-
alar åbøtur og framstig av
ymiskum slagi - ja, so er
hetta legaliserad í sjálvum
sær. Men. fyri tann. sum úr
eildarsjónarmuði vil
na alt tað føroyska sam
felagið við búskaparligum
vekstri sum tí heilt avger
andi grundarlagnum fyri
vaksandi politiskum sjálv
lå, so er tað ikki ser
liga snilt at nýta fíggjarligan
stuðul úr ríkiskassanum til
at likvidera føroyska vinnu
lívið við, sum annars skuldi
verið tann náttúrligi grund
vøllurin undir menningini
av ti føroyska samfelagn-
um
Ti, at hetta vinnuliv hevur
verið sera viðbrekið - eisini
tað fáa vit fleiri dómi um í
bókini um Fylking
A s. 303ff skrivar JD, at
20. januar 1936 var Uttari
Handil hjá A/S J. Mortensen
stongdur, og at fyri arbeið-
andi fólkið á Tvøroyri var
henda hending ikki bert ein
skelkur, men ein vanlukka,
tí nógv fólk arbeiddi ein
stóran part av árinum hjá A/
S J. Mortensen, Eft. Og á s
306 verður skrivað. Stund-
um verður sagt, at orsøkin
ul húsagangin var kontant-
lønarskipanin, við tað at
hon so at siga beindi fyri
gjaldførinum. Tað kann
vera eins torført at prógva
hesa framseting, sum at
mótprógva hana.
Hetta er sjálvandi møgu-
ligt; men JD skrivar sjálvur
nakad, sum eigur at verda
tikið inn í myndina her, ti
tad sigur ikki einki um
gjaldførid og um kontanta
kapitalin hjå handilsmonn-
unum å Tvøroyri tå. I sam-
bandi vid støduna i april
1934 skrivadi TAG til Fylk-
ing: Vit må atter pointere,
at det på nuværende tids-
punkt er os ganske umu-
ligt at efterkomme og
opfylde de krav, der stil-
les til os. Går vi ind på
Deres krav um udbeta-
lingskontor, der træder
i kraft straks, vil følgen
uvægerlig blive, at efter
blot den første uges for-
løb bliver de fleste ar-
bejdsgivere blokeret,
forretningernes — drift
standset, og samme kan
da virkelig ikke Deres
medlemmer have den
mindste gavn eller for-
nøjelse af. Der må gives
os tid til ta få solgt og
afskibet klipfisk, inden
Deres krav kan opfyld-
es
Hetta skriv frå TAG
kann bert lesast sum tað,
tað er: Hetta er eingin
arrogant avvísing ella
maktdemonstratión frá
arbeiðsgevarunum mót-
vegis arbeiðsfólkinum
Hetta er ein greið frá-
søgn um, at teir hava
ikki kontantpening til at
ganga krøvunum frå
Fylking á meti. Sitrónin
var pressað!
A síðu 314ff lesa vit
at Fylking eftir umsókn
jattaði AT at víkja frá
kontantlønarkipanini
hetta orsakað av gjald-
føristrupulleikunum hjá
fyrtøkuni, og á s. 316
verður greitt frá, at Fylk
ing stutt efur sýtti
tveimum storum privat
um arbeiðsgevarum tær
sømdir, sum felagið
hevði givið síni egnu
fyritóku AT
Fyri at undirbyggja
hetta eitt sindur meira
kann verða lagt afturat,
at amtmaðurin, Ring
berg. í einari frágreiðin
1937 m.a. segði, at
den færøske købmands
stand í vidt omfang ar
bejder uden kontante
midler
Av hesum síggja vit,
at føroyskt vinnuliv tá í
tíðini má hava verið
kapitalfåtækt. Tað hevur
verið mark fyri, hvussu
stór krøv verkamanna-
fylkingarnar kundu seta
hesum vinnulivi. Hin-
vegin hava arbeiðsmenn
verið noyddir til at berj-
ast fyri sínum sosialu,
politisku og mentanar-
ligu rættindum, og tað
eiga teir allan sóma og
alla virðing uppiborna
fyri
Hetta hevur JD lýst
væl, og hann hevur giv-
ið Tvgráfólki eina bók,
sum tey kunnu vera err-
in av. Og ikki bert Tvør-
ámonnum - men eisini
øllum føroyingum, ti
hetta er fyrsta stórverk í
sosialu søgu okkara, og
í júst hesum liggur rele-
vansurin í stórverkinum
»Fylking«.
Eg vil enda vid at sig-
a, at hóast eg havi verið
kritiskur og tikið ymisk
viðurskifti fram til disk-
ussión, so er bókin um
Fylking í síni heild eitt
verk, sum lýkur tey
krøv, ið verða sett til eitt
akademiskt arbeiði
Tillukku við avrikinum!
Vikuskiftið
Jógvan Isaksen
skrivar um søgur-
nar hjá Gunnari
Hoydal
Umheimurin
er okkara lívs-
treyt. Hann er
allastaðni, lærir
okkum og lokkar
okkum, og sam-
stundis hóttir
hann okkum úr
øllum ættum.
Gunnar
Hoydal: Heims-
bygdin Føroyar
JÓGVAN ÍSAKSEN
SKRIVAR
At ferðast í bókmentum er
ikki bara íspunnar frásagnir
ella umrødur av veruligum
ferðum. Ferðin er í minst
líka so stóran mun ein mynd
av okkara tilveru, av váða
ferðini frá vøggu til grøv og
tíðum ein orðing av longsl-
inum eftir tí ødrvisi, tí
fremmanda. Ferðin er ein
mynd av sannkenning og
búning, men kann eisini
bera við lívsins høpisloysi
Akoyringin er ein navnleys-
ur longsul ella bara tráanin
eftir onkrum ðrum. Sam-
svarandi broytingini í um-
hvervi fer ein broyting fram
í persóninum, og gjøgnum
frásagnirnar avdúkast hans-
ara heimsmynd
Ferðafrásagnir eru van-
liga trýbýttar: úttrá - ferðin
- heimferð. Tann týdning-
armesti parturin er sjálvsagt
hann í miðjuni, men tann
undanfarni er neyðugur sum
grundgeving fyri ferðini, og
tann eftirfylgjandi veitir
baksýnið. Uttan tann partin
gerst ferðin eitt ævinligt
gonguverk uttan mál og
mið
Vikuskiftið
Jógvan Isaksen skrivar um søgurnar hjá Gunnari Hoydal
Paradí !
Men hvussu ber tað til, at
vit eru so hugtikin av hesum
at ferðast í békmentum? Jo-
hannes V. Jensen vildi vera
við, at ferðin var paradís-
longsul hjá tí europeiska
menniskjanum. At tað
longdist eftir tí upprunaliga,
sanna og ektaða lívsrúmi-
num, har tað var uttan fyri
tíð, og har deyðin ikki fanst
Hóast danski høvundurin
legði stóran dent á at vera
vísindaligur, so fírdi hann
minni enn so fyri tí meta-
fysiskt spekulativa
Fyrst og fremst er ferðin
ein veldigur metaforur fyri
tilveruni, fyri lívsferðini
Ein onnur frágreiðing er
ferðin í sjálvum sær. Hon
er sítt egna endamál, tað at
ferðast vísir lívsmegi, og tín
samleiki skal standa sína
roynd ímóti tí sum er eðr-
vísi. Men haraftrat er ferðin
ein bókmentalig arketypa,
ein frumformur í europeisk-
um bókmentum. At ferðast
hoyrir onkursvegna europe-
aranum til, verður mett sum
symbol upp á europeiska
ideologi
Samanbera vit Kina og
Europa í tíðarskeiðnum
1400-1500, so búði nøku-
lunda sama fólkatal í báðum
stóðum, tilfeingið var um-
leið tað sama og líkaleiðis
tað teknologiska stødid
Hvussu ber tað so til, at tað
ikki er tann kinesiska, men
tann europeiska siðmenn-
ingin sum í dag valdar um
nærum allan heim?
Kinesarar gjørdu fyrst í
1400-árunum sjóferðir til
India og Afrika, men tá ið
mongolar hóttu norðanífrá
og japanskir sjórænarar
sunnanífrá, blivu kreftirnar
brúktar til at verja stórríkið
Europa var um somu tíð
hótt av turkum, men av tí at
Europa var lutað sundur í
nógv lond, gjørdi hvert sum
tí lysti. Londini stóðu nett
upp ikki saman sum eitt
Tað landið, sum av fyrstan
tíð sendi rannsóknarskip av-
stað, var Portugal, og tað lá
haraftrat í útjaðaranum av
Í
Í
I
Í