Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juni 1997síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Europa og legði lítð í, hvat turkar gjørdu í eystara parti av Miðalhavinum Styrkin hjá Europa í hes um før: var, at londim ikki vóru samskipaði og tiskil kundu lata skip gera kann ingarferðir, hóast nógv stóð á aðrastaðni. Ein skilagóð felags stjórn hevði aldrin loyvt tílíkum fjast Kopernikus og teir Í 1400- og 1500-talinum fer í Europa ein avgerandi broyting fram frá einari ge wentriskari heimsmynd til eina heliocentriska. Aður hevði Gud skapað verðina við jørdini í centrum, men nú ávísir Kopernikus, at jørðin melur um sólina, og at jørðin bara er ein av fleiri gongustjørnum. Nidurstød an er, at vu ikki longur eru alheimskjarnin, men tað loysir okkum um somu tíð úr hafti. Vit eru ikki longur av Gudi sett á eitt ávíst stað, har vit skulu vera okkara tíð út. Vit eru leys at flyta okk- um har vit hava hug, tí nú eru vit hver sær okkara egni kjarni. Tann europeiska ind ividualisman er borin í heim Hvat reið europearum? Hví hildu teir í 1400-áru- num á við at troyta Atlants havið, til teir høvdu funnið bæði Amerika og leiðina suður um Afrika og á tann hátt ræðið á havinum? Kin esarar kundu eins væl hava uppdagad Europa sum øvut Men tad var eingin serlig grund til at uppdaga nakað - uppdagingin gjørdi í øldir litlan og ongan mun - og ivaleyst finst svarið upp á spurningin júst her. Somu leiðis megnaðu arabarar at sigla hagar teir høvdu hug, men teir høvdu ongan hug at fara um Atlantshavið. Tí, hvat skuldi tað til? Politisk og sálar- frødilig frágreiðing Tann europeiska siðmenn ingin ræður í dag um allan heim, tí Europa fekk Amer- ika, uttan at nakar legði seg út í tað. At upprunafólkið í hesum báðum heimspørtum bleiv týnt burtur í næstan einki, gjørdi tað ikki verri (Gunnar Hoydal sigur í skaldsøguni »Undir suður stjørnum« ein part av hesi ræðusegu). Og frågreiding- in uppå, at Europa uttan uppiløgu frå ødrum stór- veldum kundi ogna sær Amerika er ikki teknolog- isk, men politisk og sálar frødilig Tann sterki, men onkurs vegna óveruligi curopeiska longsulin út finst sjálvsagt eisini í føroyskum bók mentum, og Rikard Long er kanska hann sum hevur gi ið hesi trá vakrast snið, men um somu tíð ávarar hann tann búfasta at gera sum vallann, tí kostnaðurin er ov stórur. Niðurstaðan er kort- im hon, at:tað ikki er avger andi, hvønn av hesum leik lutum tú hevur valt í til verum. Far út í heimin ella bliv verandi við hús, men ger tær greitt, at tað er tú sum velur Lat okkum nú snúgva okkum til segurnar hjá Gunnari Hoydal og vita, um tað er so, at hann, sum fer út at:ferðast fyri at finna seg sjálvan, kemur aftur sum ein fremmandur Verðin er nóg stór sum er Tær trettan frásagnirnar í einasta søgusavninum hjá Gunnari Hoydal, >Av long um leidum« frå 1982, eru settar í tíðarrað. Lagt verður fyri við vitjan uttanlanda á fyrsta sinni, og lokað verður við býararkitektinum, :å skrivar bræv til gamla rekt- aran Inngangssøgan, »Fyrsta ferdin burtur«, ger bart vid staðfestingini: > Vit vistu, at verðin var nóg stór, sum var«. Her er ikki rúm fyri iva. Tað er sum í Skapanar- søguni: »Og Guð leit at øll um, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott« Men í endanum á søguni hevur ivin borið við brød- urnar: »Måttu siga við okk- um sjálvar fleiri ferðir upp í saman, at verðin var nóg stór, sum hon var, og at vit ongantíð í lívinum skuldu burtur at ferðast aftur«. Men bæði teir sjálvir og lesarin vita, at teir eru glataðir Sjøtil eru settur á eina liv- langa ferðing Imillum ta avgjørdu stað- festingina og hana, sum er tømd sum eitt endurtikid mantra, er ein skemtilig og sorgblíð sega um tvíbura- brødurnar, ið skulu til Keypmannahavn at vitja donsku ommuna. Teir eru eini 10-11 ára gamlir, búgva í Havn og halda, at tað er nóg ringt at skula vera hjá skyldfólki í Kvívík ella á Sandi - »At ferðast var til einki uttan at pína fólk< - men at skula niður til Dan mark ber av. Teir krøkja seg Vikuskiftið í ymiskt og vilja ongan veg, men umborð á >Tjaldrið< koma teir Bara mamman ikki var donsk Teir blúgvast um donsku mammuna, men koma í eksistentiellar trupulleikar, tá ið teir ynskja, at pápin aldrin hevði funnið hana Men hver heyði so verið mamma okkara nú? Og kanska høvdu tað so ikki verið vit sjálvir, sum lógu her í koyggjunum og spýðu, men onkrir hálvbeiggjar, sum vit ikki kendu. Ella kanska høvdu vit tá slett íkki verið til?« Móttskan á bryggjuni í Keypmannahavn er teimum ikki lystilig, og sum longst låtast teir ikki at kennast vid donsku ommuna. Teir skammast, tí hon er so lítið ommulig samanborin við hana á Sandi, er í litføgrum kjóla, nylonhosum og hvít- um leriftsskóm. Og sum av- rátt frammanundan meta teir nú Keypmannahavn og øllum donskum við misåliti og herðum illvilja: kongs- borgin er lítið aftur ímóti einum føroyskum fjalli, brúgvin sum gapar, kann ikki ræða ein føroying, og tey høgu húsini kunnu ikki meta seg við ein føroyskan hamara. Allastaðni er gang- ur og lammiterilsi, maturin er ikki munnbærur, og so er lyndið í fólki alt ov lætt Omman heldur altíð væl standa til, hon rósar øllum, og dreingirnir koma til ta skakandi = nidurstøduna >Danskarar siga ikki satt, danskarar lúgva!< Landasvíkjarar Omman ger sítt ítasta at vísa teimum býin, men tvíbur- arnir bíta á kampi og vilja ikki rósa nøkrum, til >van- lukkan hendi<. Teir hava verið við toki úti í Djóra- havanum, og nú stendur so mikið á, at tað dettur burtur úr ødrum: >Ég prisi meg lukkuligan, at eg så tokið!< Teir føla seg sum landa- svíkjarar, og eru greiðir yv- ir, at nú má tað takast dýran til, skulu teir vísa ommuni, hvussu lítið teir virða alt danskt. Í Tivoli stinga teir seg burtur og fara tveireinir út í býin. Halda seg saktans finna, men gakk. Meðan tað skýmir, fløkja teir seg long- ur og longur út í getur, har teir fáa ein feril av stórbý- arranguni, og tá ið teir um- síðir eru aftur heima hjá Vikuskiftið ommuni er mangt broytt Skelkurin hevur sjóðað tey trý so mikið saman, at tey kunnu tiga í felag, og nú føla teir seg heima hjá ommuni. Teir eru komnir til sættis við danska partin av sær. Restin av frítíðini er summar og sól og Danmark, tá ið tað er vakrast Umframt at vera stuttlig ferdafråsøgn er »Fyrsta ferðin burtur« eisini ein søgu um, at verðin ikki er nóg stór sum er, har tú av tilvild ert settur á fold. Tann størri parturin av verðini finst uttan fyri okkara heim- liga sjónarring, og tað er okkum til gleði og sóma, um vit víðka hendan. Heft at hesum er tann fatan, at tú kryplar teg sjálvan, um tú ikki sannkennir teg allan. Í hesum føri bæði føroyskan og danskan At fanga lesaran Eitt sum eyðkennir so at siga allar søgurnar er, at fyrsti setningurin vekir ein tílíkan ans hjá lesaranum, at áhugin verður væl og virðiliga fangaður. Innan blaðmannayrkið er hetta ein kendur lærusetningur, men - sum sæst - væl brúkiligt í aðrari skriving við Eygnarivid í »Hjarta- sørg« er í tnimum stigum >Ég var trettan år, tå ið eg gjørdi av at skriva eina skaldsøgu um hjartasorg«. At síggja til ein måtsøgn, tí hvat veit eitt so ungt um tílíkt? Hesum á baki: »Hon skuldi vera so hugtakandi og veldig, at eg hugsaði, hon mátti skrivast á út- lendskum fyri at røkka nóg víða í verðini<. Framhaldið er speiskt, skemtiligt, og dregur á tann hátt megin- partin av álvaranum úr fyrru útsegnini. Men høvundurin steðgar ikki her, hann trumfar: >Mær vitandi var eisini so lítið til av hjarta- sorg í Føroyum, at tað mun- aði einki til eina so stór- fingna skaldsøgu sum hesa<. Nú er lesarin tøladur, og tann veruliga søgan kann verða søgd. Hon er nevni- liga ikki reiðiliga so stuttlig sum inngangurin boðar frá Frásegnin er afturlítandi hugt verður at myndum - og júst hetta perspektivið loyvir fråsøgumanninum at seta eina søgu um kærleika, svik og trega inn í ein (sjálv)speiskan karm Nevnast skal eisini, at hug- burðurin í hesi søguni mót- vegis heimlandinum er nær- um viðvendur í mun til und- anfarnu søguna. Nú rúmast alt ikki longur í Føroyum og føroyskum Kærleiki í Manta Fråsøgumadurin er aftur á ferð, nú saman við foreldr- Síða 15 um og systkjum í Ecuador, har pápin hevur fingið starv innan ST-stovnin FAO. Enn einaferð er hann settur í eitt fremmant umhvørvi, sum er figgindaliga sinnad, og fam- iljan er tad einasta, hann hevur um at halda. Tað, sum melur mest í huganum á dronginum er tó íkki tað fremmanda > umhvørvid, men at eldri bróðirin er bliv- in burtur í gentu á staðnum og líður av hjartasorg Sjálvur hevur fråsøgumad- urin verið noyddur at latið gentu sita eftir í Føroyum, men tað er lítið afturímóti ástarævintýrinum - og sorg- ini - hjá beiggjanum Egil: Nei, hugsaði eg seinni, mín egna hjartasorg var somikið lítil, at hi undi bara fara at røkka til eina føroyska stuttsøgu. Men Egilsa! Gud viti, um tað fór at vera nóg mikið við donskum. Tað kundi kanska heldur verið á týskum ella enskum... Søgan, sum fer fram í bý- num Manta í Ecuador, er kortini bara fyri ein part um tað tvørliga forelskilsi hjá beiggjanum í Graciu, sum selir fisk á torginum. Tey eru um fimtan ára gomul, og hvergin familjan er á- huga í sambandinum mill- um fiskar.:dóttrina og >am-