leygardagur 7. juni 1997síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
erikanarin«. At tey eru før-
oyiðgar ger ikki mun.
Hvussu víkur og vendir, so
umboða tey í eygunum á tí
vanliga manninum út-
lendskt yvirvald: >faðirin
{pápt Graciu] var í ødini og
brúkti seg um amerikanarar,
sum ikki høvdu nóg mikið
við at eyðræna og pína fólk-
ið fyri pengar og ognir<
Í fyrstani tekur føroyski
pápin ikki sambandið mill-
um tey ungu í álvara: >hann
hevði havt akkurát tað sama
við einari av Hvítanesi, tá
ið hann var 15«. Men tå ið
vaktarmaðurin á fiskavirki-
num verður dripin av
beiggjunum hjá eini gentu,
gerst tað føroyska påpanum
greitt, at áskoðanir og við-
urskifti eru ødrvisi enn tey
heimligu. Egil. sum hevur
stungið seg burtur við
Graciu, verður funnin. og
brødurnir verða sendir til
Danmark at ganga í skúla
Eros og agape
Aftrat hesari søguni er søg
an um kenslurnar og leik-
lutin hjá fråsøgumanninum
Hann er tann eldri av tvi-
burunum - hann hevur eitt
korter á muni! - men hin
lurtar ikki eftir honum long-
ur, og hann er komin i kyn-
buningaraldur. Heimurin
rillar, og tað er ilt at fóta
sær. Systkini líta ikki á
hann, tí hann ger seg vaksn-
an og er í foreldrapartinum
mótvegis eldra beiggjanum.
Men hví? Orsøkin kemur
varliga og óbeinleiðis und-
an kavi: hann er sjálvur for-
elskaður í Graciu, og júst tí
svíkur hann beiggjan.
Tá ið øll leita eftir tí unga
parinum, er tað hann sum
finnir tey og ger eitt gallróp.
Í somu løtu verður hann
sligin niður av tvíburanum,
og verðin er skomm:
Tað var sum ein stór alda,
ið breyt og dró meg við
sær út eftir botninum aft-
ur, varð førdur í einum
meldri av sandi, ljósi og
ljóði, og meðan lunguni
fyltust við sjógvi, visti eg,
at bara Gracia kundi
bjarga mær aftur å land.
Men hana så eg ong-
antíð aftur.
Í alduni, sum tekur hann av
fótum, er umframt skomm-
ina eisini kynsdriftin. Tað
er ógvuliga sigandi um lut-
falli millum hesi bæði, at
tað ikki er tann svikni
beiggin, sum kann bjarga
honum, men gentan! Hann
biður ikki um fyrigeving,
men staðfestir, at tað er í-
gjøgnum seksualitetin, at
hann aftur kann gerast heil-
ur.
Hetta er sum mótsetning-
urin ímillum kristna kær-
leikan agape og vanliga
kærleikan eros. Agape finna
vit greidast i prædikum Jes-
usar, meðan eros verður
orðað av Platon í ma
»Symposion«. Í stuttum
kann munurin ímillum hesi
bæði hugtak sigast at vera,
at agape er offur og ósjálv-
søkni, meðan eros er girnd
og sjálvsøkni
Fråsøgumadurin vil vera
við, at eros er einasta bjarg-
ingin, men hann hittir ikki
gentuna aftur. Ikki á hesum
sinni. Í skaldsøgunt »Undir
sudurstjørnum«, hvørs
kjarni er um skeiðið í Sud-
uramerika, er júst hetta
svikið ein lindin í fråsøgni-
ni
>Hjartasorg< endar við
somu spei sum hon legði
fyri við. Í flogfarinum úr
Manta vil fråsøgumadurin
vera við, at hann hevur tað
innlit, sum skal til at skriva
eina skaldsegu - >Ég visti
alt um lívið nú< - og hann
hevur somuleiðis funnið ein
hóskandi tittul: >Loynd-
argrátur<.
og kvøl
Næsta kapitlið í framhalds-
søguni um tann útlagna før-
oyingin kundi havt júst om-
anfyrinevnda tittul. Søgan -
hon eitur »Pirrur« - sigur
frå kostskúlatíðini, har teir
ikki bert eru í einum fremm-
andum landi, men eisini
hava mist foreldrini, sum
húsast hinumegin klótuna.
Einsamallur må fråsøgu-
maðurin so berjast við kyn-
búningaraldurin, vaknandi
girnd og alt 1..ð, sum hendan
tíð ber við sær av óvissu á
øllum økjum.
Oytryggleikin visir seg
sum ein eksistentiellur amp-
i: »Fingu onkran skrida,
fyrsta vit komu i hendan
skålan at ganga«. Skotid
verður upp, at skriðin stavar
frå bosi frá trøunum, men
hvørja ferå teir verda arg-
aðir, skriðar tað serliga illa.
At tiga og tola verður loysn-
in, og sum frá líður verða
glottarnir tittari, men lýs-
ingin er ikki sér fyri spei, tá
ið kendi landsmaðurin vitjar
Vikuskiftið
og í réðu sigur: »at skúla-
tíðin í hesi grónu, donsku
friðsæluni hevdi verið besta
tíðarskeiðið í lívinum, so-
leiðis sum tað eisini fór at
roynast okkum, ið her stóð-
u«.
Lesarin er greidur yvir, at
fråsøgumadurin tillagar seg
viðurskiftini, og kanska júst
ti broytingin er so stór í mun
til uppvøksturin higartil,
gerst hann fyri at yvirliva
ein tann best skikkaði at
ganga á einum tílíkum skúl-
a. Í Suduramerika gjørdi
hann sum foreldrini vildu.
og á kostskúlanum sum lær-
ararnir vilja
Bara tú ikki
lesur til prest
Eftir skúlaárint skal fråsøg
umaðurin fara undir lestur,
»Fjarur og følin«, men nú
stendur í botni hjá honum
og í sínum ráðaloysi roynir
hann at heinta hjálp frá páp-
anum, men hann má sjálvur
taka stóðu. Søgan er sett
saman av samandrátti av
brøvum, hann sendir heim,
og brøvum hann fær aftur,
kryddað við viðmerkingum
frá ti lívligu ommuni, sum
sigur við hann, at >Tað er
pliktin, sum spillir verðina<.
Ovanligt at hoyra í tí prote-
stantiska partinum av heim-
inum, men tað er eisini
omman, sum sigur við
hann, at hann skal gera tað,
hann hevur hug til, >bara tú
ikki lesur til prest«.
Skiftið millum brøvini hjá
fråsøgumanninum og påpa-
num er heppið: brøvini hjá
unglinganum eru øll ein bøn
um hjålp, medan påpin
svarar vid at siga frå ger-
andisdegnum. Og upp-
imillum rådini hjå donsku
ommuni. Fråsøgumadurin
skal á fyrsta sinni fóta sær
einsamallur, eingin er at
styðja seg til.
Europaferðir
og ein
Í >Av longum leiðum< eru
sjey ferðafrásagnir, sum
røkka frá Delos til Norður-
kollin og frá Skotlandi yvir
París og Rom til Athen. Tær
eru allar dómi um eitt sinni,
sum við livandi sansum
upplivir og dugir at kenna
og eygleiða umhvørvid. Av-
myndingin er so sterk, at
hon verður hangandi í hug-
anum leingi eftir, at tú hevur
lagt bókina frá tær.
Sett inn ímillum ferðafrá-
Vikuskiftið
sagnirnar er tann einasta
vanliga stuttsegan, >Jón-
as«. So beista vanlig er hon
nú heldur ikki. Á yvirtrom-
ini er søgan um føroyingin
Jónas, hvers uppvøkstur er
spiltur av avlagaðari kristni-
trúgv, og tí bylgist í honum
ein geði, sum kann bróta
fram og gera hann vanda-
miklan fyri seg sjálvan og
onnur.
Í søguni er Jónas åvegis
til Sveits saman við arbeiðs-
feløgum úr Keypmanna-
havn. Virkislæknin, sum er
ferðaleiðari, fer at speireka
Jónas og føroyingar. Kallar
teir fyri hvalspýggj. ulkur,
lippufransar og annað slíkt.
Sigur, at einki veiggj er í
føroyingum, tosa bara um
søgu ella biðja til Várharra.
At enda falla allar byrg-
ingar, Jónas fer berserks-
gongd og knúsar gronina í
læknanum. Men tá ið hesin
aftur kemur til sín eru orðini
ødrvisi: > Vælgagnist Jónas,
tað var rætt hann sjálvur,
slógv og spýggja; men okk-
urt er í merginum kortini«.
Søgan kann lesast sum
ein parabil, tvs. sum eitt lík-
nilsi. Jónas umboðar Føroy-
ar, kúgaðar av bæði sær
sjálvum og ødrum, á tremur
av ødi; læknin er Danmark,
yvirvaldid. Læknin (DK)
fær ikki virding fyri Jonasi
(FO). fyrr enn hann heldur
upp at at lata alt um seg
ganga, og fer at berjast fyri
sínum. Hetta hevur ein
kostnað, men er neyðugt
fyri at varðveita
sjålvsvirdingina.
Øl eru klók...
Í ti seinasta stubbanum,
„Bræv til rektara«, verður
livssamanumtøka gjørd, frå
árunum á kostskúla í Dan-
mark til starvið sum arki-
tektur hjá býráðnum í høv-
uðsstaðnum. Hann sigur frá
kommunistaskrekkinum á
skúlanum í fimtiårunum, og
hvussu tað var at ganga á
skúlanum annars.
Brotið um Sorg-tíðini
hevur tað í felag við bæði
»Hjartasorg« og »Pirrur«, at
frisøgumadurin átekur sær
tann vaksna leiklutin at ansa
eftir breðrunum. Hetta
megnar hann ikki, sjálvsagt,
og kenslan av at vera ein
svíkur nervar hann í heilum:
»øll eru klók, øll vita nógv
meira enn tú, hugsa nógv
meira enn tú, tora nógv
meira enn tú<. Fyri at hava
okkurt at halda um, sær
hann sær onga aðra leið enn
at gera tað, sum skúlin á-
leggur honum.
Í brævi til rektara< verð-
ur eisini sagt frá, hvussu
strævið tað er sum býarark-
itektur at verða kroystur úr
øllum ættum, av fólki sum
halda, at teirra rættur at ger-
a, sum teimum lystir, verður
gingin ov nær. Men kann
uggar seg við, at hóast tað
er tungligt at standa í and-
glettinum, so er okkurt tó
hent á tann frægari bógvin,
og lívið hevur nógvar
spennandi upplivingar í sær
enn: > Veit, at tað framvegis
er nógv eftir av ókomnum <
Verðin er i øllum endur-
minningarsøgunum áloyp-
andi og er torfør at verja seg
ímóti, men hann roynir at
skáka sær undan snuddu-
num sum frægast, og so við
og við javnar staðan seg
Men hverja ferð, hann hev-
ur vunnið sær fótafesti,
verður hann kastaður inn í
eitt nýtt og fremmant um-
hvervi: Ecuador, kostskúli
og lestrarár. Tá ið hann at
enda ikki verður settur í ávís
stød og til ávísar uppgávur,
men sjálvur skal avgera sína
lívsleið, kennir hann seg
hjálparleysan og sendir út
neyðarkali, men eingin
kann hjálpa uttan hann
sjálvur.
Á ferðunum, sum koma
seinni í lívinum, tekur hann
eitt slag av heynd yvir allar
tær ferðir, hann er blakaður
ymsastaðni uttan sjálvur at
hava nakra ávírkan á gongd-
ina og fer at ferðast víða,
men nú er alt undirgivið
egnan
vilja.
Ringurin
verður lokaður
Frásagnirnar í >Av longum
leiðum< mynda tilsamans
eina heild, eina menningar-
søgu. Frá smádreinginum á
ferð á fyrsta sinni, um ferðir
út í heim, til hann vaksin
situr í føstum starvi. Har-
umframt eru tær fýra fyrstu
søgurnar tætt samanknýttar,
meðan tær eftirfylgjandi
siga frá ferðum hjá tí vaksn-
a. Hesar eru kortini partur
av menningini. Tann sein-
asta søgan er bæði aftur-
lítandi og ger greiði fyri
støduni, nú ið skrivað verð
ur, og hon lokar ringin.
Fyrsti setningurin í bókini,
> Vit vístu, at verðin var nóg
stór, sum vars, verður av-
sannaður av næstseinasta
setninginum í bókini: > Veit,
at verðin ongantíð verður ov
stórs. Seinasti setningurin
er tann vónríki um alt tað
ókomna
løg hjá knút olsen
| Fyri vårum søkum