Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juni 1997síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ANDRÉ NICLASEN Harra professari, ikki høvdu tygum kunnað sagt okkum, hvaðani tygum hava hendan stóra áhugan fyri Føroyum? Eg havi frá barnabeini havt útlongsul, havi longst eftir fjarum stóðum. fjarum oyggjum. Eg fór undir at lesa germansk mál og søgu, og tá ið eg so fekk møgu leika til eina vísindaliga lívsleið, so vildi eg ikki av marka meg tl bara tað týska. Eg las í einari hond bók, at eitt føroyskt mál fanst, og at hetta málið var so gott sum ógranskað. Eitt ógranskað mál - tað var júst tað, sum passaði mær. Ég merkti skjótt, at málið ikki var so ógranskað, men okk urt var eftir at gera. Ég haldi, at tað er gott at byrja við einum lítlum máli, ella, so at siga, byrja úr einum króki av einum måløki og haðani fara til heildina, tað er betur enn bara at halda seg til miðjuna alla tíðina Dummur hundur Nær komu tygum higar fyrstu ferð, og hvussu hava tygum lært feroyskt? Tað var í 1961. Eg sat við hús og royndi at læra meg føroyskt. Til hjálpar hevði eg W. B. Lock ..ood An Introduction to Modern Faroese, men tað gekk nga leið. Sjálvsagt fekk eg okk rt burturúr, eina bakgrund o at siga. men eg lærdi als ikki at tosa føroyskt ella for tanda føroyskt. Men so fór til Førova, var í Mykinesi ríggjar vikur. Og tá for ð eg heldur einki uttan instók orð sum dummur hundur og sovorðið. Men tá ið tær tríggjar vikurnar vóru farnar, var tað sum eitt teppi før frá, eg fór at hóma og forstanda nakað og kundi eisini sjálvur siga okkurt Mín fyrsta ferð ul Føroya vardi í tríggjar mánar, og hesa tíðina havi eg so dánt lært meg føroyskt Føroyaferdin gjørdi folk forvitin Hvat lærir man å »Institut fir Skandinavistik«? Vit hava try høvudsøkir Tey eru målvitskapur, forn norrønar tekstir og nútíðar skandinaviskur litteraturur Eg sjålvur eri målvisinda- maður og taki mær av teim- um ymisku skandinavísku málunum. Tey eru ikki nógv, sum studera føroyskt, tað er onkur triðja ella fjórða hvert ár. Men hesu- ferð, tá ið semestrið bleiv knýtt saman við eina lestr- arferð til Føroya, gjørdist eg ovfarin, tå ið meir enn 25 studentar skrivadu seg inn á fakið føroyskt. Vit høvdu so eitt lítið skeið i føroysk- um, áðrenn vit komu higar Vit lósu eitt sindur, eg for- kláraði teimum úttaluna, vísti teimum á, at føroyskt er skylt við fornnorrønt. Tað fornnorrøna mugu allir stu- dentarnir á okkara stovni læra og haðani frá so eisini fornnorrønan literatur og mentan, og eisini søguna hjá teimum ymsu norður- Vik USK iHtið Vikuskittið Tey læra føroyskt í Freiburg Dr. Otmar Werner er professari í skandinaviskum málum. Hann er um 60 ára aldur, dugir føroyskt og hevur vitjað her fleiri ferðir síðan 1961. Saman við fýra docentum og 20 studentum á Albert-L udwigs-Universitåt í Freiburg im Breisgau í Baden-Wiirttemberg hevur hann í vikuni 23-30. maí verið á lestr- . Við universitetið er ein Stovnur fyri skandinaviskt mál, og har verður eisini føroyskt lært arferð í Føroyum landamálunum, hvussu tey hava utviklad seg frå hvørj- um ødrum. Og har hevdi tað okkara stóra áhuga, hvussu føroyskt hevur gingið sína egnu leið. Hvagar fara kandidatarnir? - Hvat er og ger man eftir at hava endað eitt studium á tygara stovni? - Tað er tann stóri spurn- ingurin, sum eisini okkara studentar í heilum seta. Onkur verður universitets- lærari, men tey eru fá. Onn- ur fáa arbeiði í turismuni, á søvnum og líknandi stovn- um, í uttanríkishandli, sum journalistar, sum lararar á fólkaháskúlum Summi hava eina tíð størv sum lekt or í onkrum skandinavisk- um landi, onkur arbeiðir fyri Goethe-Institut, sum hevur deildir um alla verð- ina; ein og hver má sjálvur finna sær okkurt Føroyi Hvat hava titupplivad hesa vikuna? Eg haldi, at vit hava hesa vikuna fingið so nógv burt urúr, sum hugsast kann. Vit hava ferðast víða. Vit hava verið í Kvívík og hava sæð víkingagravir. Vit hava ver- ið í Sandavági og sæð rún arsteinin og lisið innskrivt- ina. Vit hava vitjað Skúvoy, og har hava vit lisið Føroy- ingasøgu. Vit hava sett okk- um inn í, hvussu Føroyar blivu kristnaðar. Vit vóru eisini í kirkju har. Tað var eitt heilt serligt upplivilsi at lesa Føroyingasøgu og sam- stundis vera å stadnum, siggja grøvina hjå Sigm- undi, tað var nakað heilt hugtakandi. Í gjár vóru vit norðanfyri, í Tjørnuvik, og har hava vit sæð víkinga gravirnar. Og so hava vit eisini vitjað nógvar stovnar í Havn. Longu tað fyrsta kveldið vóru vit boðin til eina samkomu á Lærara skúlanum hittu týsktlærarar og næmingar sum hava týskt. Vit hava eisini vitjað Kirkjubø, Fróð har vit skaparsetrið, Fornminnis savnið og aðrar stov Vit hava vitjað rithøvundan Jens Paula Heine sen, SUM r heidurslimur í Deutch € SC Hetta var ka fu upplivilsur | bl so al siga krýnd av eina móttøku hjá løgmanni, sum vit eru sera takksom fyri Hann helt eina vakra talu of bað okkum hugsa um Føroyar, tá ið vit komu heimaftur, og tað fara vit at gera. So nógv upplivir man ikki við at sita heima. Hetta var ein serdeilis rík vika. Eg haldi, at eg kann siga fyri øll í hópinum, at hetta var ein ferð, sum fer at gera, at tey flestu av okkum fara at koma aftur Turisman skal ikki ráða - Kanska hava tygum eina heilsu at bera føroyingum? - Vit mugu beundra tykk- ara vilja til at vinna á bú- skaparkreppuni, til at út- byggja landið við havnum og vegum og bussum og øllum. Her er nógv hent Men vit ynskja eisini, at Føroyar fara at varðveita tað, sum er serføroyskt, mentan og traditiónir. Man kann lata upp fyri turism- uni, men man eigur ikki at lata seg útjavna ella inter- nationalisera av henni. Tað ynskja vit ikki føroyingum Føroyar eiga eisini í fram- tíðini at kunna bjóða tað, sum er sermerkt fyri landið. Vit ynskja Føroyum eina góða framtíð millum ser- støðu og útvikling.