Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 1997síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið -- Nr. 117 — 24. JUNI 1997 Bjórn á Heygum, tinglimur: John Petersen er farin ov langt - Ger hann álvara av at selja Nélsoyar Páll uttan at spyrja samgonguna, so eri eg bangin fyri avleiðingunum, sigur ting- maðurin DAGNY JOENSEN Fríggjadagin kom fram, at John Petersen, landsstýris- maður, hevur ætlanir um at selja Nólsoyar Páll. Tað kann hann sambært nýggju ráðharraskipanini gera, utt- an at spyrja sínar sam- gongupartar Bjørn á Heygum, ting- maður og advokatur, váttar fyri Sosialinum, at hesin møguleiki er til staðar - Ger John Petersen av at fremja søluna, so er greitt at tað fær avleiðingar. Tað er kortini ikki alt , sum kann góðtakast í eini samgongu, sigur Bjørn á Heygum Setir samgonguna upp á spæl Hann heldur, at John Pet- ersen setir samgonguna upp å spæl, vid at provokera seg fram til eina avgerð, í einum so lítlum máli sum hesum, ið ikki stendur mát við so stóra avgerð, sum tað er at slíta samgonguna, og koyra landið út í nýval í úrtíð Fólkaflokkurin vil taka tað - Kann løgmadur ikki sam- bært nýggju styrisskipanina ikki bert siga landsstýris- mannin upp, uttan at slíta samgonguna ? -Soleiðis, sum parlament- arisku vidurskiftini eru í Føroyum, kann hann ikki siga einum manni upp, uttan at tað fær ávirkan á sam- gonguna - Hóast tað hevði verið gjørt við grundgeving í, at ein landsstýrismaður órógv- ar samstarvið, men at flokkarnir ikki eru ósamd- ir, so vil Fólkaflokkurin siga samgonuna upp. - Veruleikin er, at tað ikki er flokspolitiska samstarvið sum bilar, men at talan er eitt persónligt mál hjá John Petersen, sum hann setir samgonguna upp á spæl fyri at vinna, sigur Bjørn á Heygum. Tingmaðurin sigur annars um ráðharraskipanina, at hon var broytt fyri at gera skipanina meira dynamiska, eitt nú, at um ein landsstýr- ismadur ikki kundi sam- starva og tí órógvaði arbeið- ið, so skuldi samgongu- flokkurin seta annan persón í hansara stad, fyri at ar- beiðið kundi halda fram, uttan slit - Tad virkar fullkominliga ógjørligt at nýta skipanina á henda hátt. Um so er, at John Petersen verður upp- sagdur, so vil Fólkaflokk- urin taka tað sum eina per- sónliga ábreiðslu móti flokkinum, sigur Bjørn á Heygum. - Um nú John Petersen ger álvara av at selja skipið, hvat hendir so? - Selur hann skipið uttan at spyrja sínar samgongu- menn, so eri eg bangin fyri avleiðingunum. Hann hevur hóast alt ávísar skyldur sum landsstýrismaður at rekja, áðrenn hann tekur hesa av- - gerð. Tað er tað minsta vit 4 * Tjúkd 5-8 mm. CELUFORN * Skal ikki målast * Brettini dekka 15 cm. + Sýgur ikki vætu í seg * Tolir foroyska veðurlagið * Lætt at saga, bora og smíða í Fæst bæði til vatnrætt og loddrætt HÚSAKLÆDNINGUR ÚR PLASTI -einki viðlíkahald -lætt at seta upp -heldur leingi Ring ella kom inn á golvid og fá eitt prát við okkum um tin tørv Vit eru altíð til reiðar at geva tær eitt gott tilboð Sa 5 P/F FØROYA SVG) Få PF YATNSOYRA SNIKKARAVIRKI = ) Tlf. +298 32177 8 32411 Fax 8 33166 góðska kunnu krevja av samstarvi, sigur Bjørn å Heygum - Er hetta „lítla“ mál ikki tekin um, at størri og álvar- sligari ósemjur eru í sam- gonguni? - Tað skerst ikki burtur, at samstarvið hevur rilla alla tíðina, sigur Bjørn á Heyg- um Spurdur um tað ti ikki var best at siga John Petersen úr starvi, sigur tíingmaðurin, at spurningurin meira er um løgmaður metir, hvørt málið er nóg stórt til at hann vil útskriva nýval. Teir skulu semjast um sAalstjóra í vikuni - Kann hugsast at John Pet- ersen nýtir skipamálið, sum umbering fyri énøgd aðra- staðni? Eitt nú skulu John Petersen og Edmund Joens- en í næstum taka stóðu til, hver skal setast sum aðal- stjóri í Veiðimálastýrinum ? - Tað dugi eg ikki at siga, men tað er eitt álvarsligt mál at seta aðalstjóra. Ég veit ikki um ein åvis ósemja er millum partarnar í hesum máli, men teir báðir- lands- stýrismaðurin og løgmaður, skulu verða samdir um hvør skal setast. Annars verður, stutt sagt, eingin aðalstjóri settur í Veiðimálastýrið - Hvussu kann málið loys- ast? - Kunnu vit fáa eitt gott skip fyri 25 - 30 mió. krón- ur, sum kann virka í eini 10 ár, so er tað frægasta loysn- in, sigur Bjørn á Heygum Sjálvandi kundi hann eis- Ruddingardagur ini ynskt sær, at 100 mió krónur vóru tøkar til eitt spildurnýtt verjuskip, men sum fíggjarligu umstødur- nar eru, er hesin peningur als ikki til. Tað eiga øll at góðtaka Viðurskiftini við útboðs- tilfarinum, sum skipasmiðj- urnar ikki tímdu at bjóða uppá, sigur tingmadurin, at rétt mannagongd varð fylgd, við at biða um tilboð, og aftaná at biða fíggjar- neyndina um játtan - Tá einki tilboð kom, so er einki at bíðja um játtan til, heldur Bjørn á Heygum Hann hevur ikki sæð út- boðstilfarið, og veit sostatt ikki, hví eingin skipasmiðja gjørdi sær ómak at bjóða seg til at umvæla Nólsoyar Páll Rumbulsmál hjá John Petersen atvoldin - Hugsandi er, at politiska rumbulsmálið hjá John Pet- ersen, sum frammanundan segði, at hann ikki fór at í Sørvågi leygardagin ET) pær på p ug + åtskriva nyval Bjørn å Heygum - Møguliga finna vit eina loysn, hóast tað er torført, tá menn vassa so langt ú, sum John Petersen í hes- um máli umvæla skipið, hevur fingið skipasmiðjurnar til at aftra seg við at bjóða. Málið ov lítið at í ótíð - Hvat heldur tú er best at gera við hesa ósemju í sam- gonguni? - Tað er ikki lætt at siga, men meguliga kunnu vit finna eina loysn, hóast tað er torført, tá menn vassa so langt út. Vit mugu royna ikki at skapa óneyðugan ruðuleika, tí málið um Nóls- oyar Páll er alt ov lítið og einkisigandi til, at vit av hesi orsøk kunnu koyra landið út í eitt nýval í ótíð, sigur Bjørn á Heygum Nú summarið alsamt nærk- ast meira og meira — náttúr- an er við at lata seg i fagr- asta búna og ferðafólkini streyma til — er ætlanin at hampa um og rudda í bygd ini Leygardagin 28. juni verður almennur rudding ardagur í Sørvågi, har heitt fer at verða á allar íbúgvar í bygdini um at taka eitt tak saman og rudda hver hjá sær og rundan um — reinari umhvervi til heiðurs Burturkastið verður sett fram við vegjaðaranum skilt — og seinnapartin leyg- ardagin koyrir bilur runt eftir tí savnaða ruskinum Vónandi tekur bygdar- fólkið væl undir við hesum ruddingartiltaki, havandi í huga, at vit fyrst í komandi mánaði skulu vera vertir fyri vestanstevnun!, sum í ár verður í Sørvågi viku skiftið 12. og 13. juli