týsdagur 24. juni 1997síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 117 — 24. JUNI 1997
tidindabladid
7
Funnið stort
korallriv
vid Føroyar
TP at om
Jan MULLER
Havfrødingar siga seg hava
funnið eitt risastórt korallriv
norðan, eystan og sunnan
fyri Føroyar. Tað sigst vera
fleiri túsund ára gamalt og
eru gjørt úr „coral polyps“,
smá djór, sum hava lagað
seg til lívið á sera stórum
dýpi
Hetta verður upplýst í
fleiri av bretsku og skotsku
blødunum í gjár. Tað verður
so tengt at:leitingini eftir
olju og royndunum hjá fel-
agsskapinum Greenpeace at
steðga hesi leiting
Uppdagingin hevur fingið
menn at seta stort spurn
artekin vid ta oljuleiting.
sum fer og skal fara fram á
Atlantsmótinum
Bretska blaðið The Guar
dian skrivar, at oljuleitingin
norðan og vestan fyri Skot
land er ein hóttan móti
korallrivinum, sum hevur
yvirlivað í einum øki, sum
verður mett at vera ettt av
teimum elstu og mest oyðnu
á jørðin:
Hetta er komið fram á
eini ráðsteynu. sum Green
peace skipar fyri í London
nú um dagarnar. Nakrir
vísindamenn halda, at kor
allrivið, sum kann vera so
gamalt sum seinasta ístíð,
møguliga vil visa seg at
vera tann mest týdninga
vistfrødiskipanin = (øko-
skipan) í Norduratlantshavi
Tað kann eiga lívið í meira
enn 800 sløgum av fiski og
ymsum havdýrum. Tað varð
gjørt av kaltvatnskorall-
polyppinum „Lophelia
pertusa”
Blaðið skrivar, at økid,
har hetta stóra korallrivid er,
nú verður hótt av fleiri av
heimsins størstu oljufel-
øgum, sum halda, at olju-
goymslurnar her eru uppá
einar 1,2 milliardir tons ella
nógv størri enn tær í Nord
ursjónum
BP skal sum fyrsta olju
felag nakrantid fara undir
oljuframleiðslu frá For
naven keldum í hesum
árinum
Sambart The Gvardin
tara havbiologar, sum eru
við á ráðstevnuni hjá Green
peace, at mæla stjórnini til
at gevast við víðari olju-
leiting, til ávirkanin á ko-
ralirivið og annað liv í
havinum er kannað
Greenpeace heiður. at loyv-
ini, sum eru givin olju-
feløgunum í april í ár, eru
ólóglig og hevur longu
mótmælt hesum hjá euro
peiska dómstólkinum. Æt
lanin er nú eisini at:fara til
bretskar dómstólar fyri
harvið at tvinga ráðharrar at
taka stig til eina um
hvørviskanning av økinmum
Annars hava bæði stjórn
in og fleiri oljufeløg longu
tíkið stig til at kanna um-
hvervið. Vísindamenn, sum
standa Greenpeace nær,
halda. at øll oljuleiting eigur
at verða steðgað, meðan
kanningarnar verða gjørdar
Teir ávara um, at koral
Irivid kann verða skatt av
sedimentum frá boringini
og kann eisini verða ávirkað
av kemiskum evnum frá |
boring. Alex Rogers frå |
„Marine Biological Asso- |
ciation“ sigur við blaðið, at
uppdagingin av hesum stóra |
korallrivi kemur heilt åvart
Stor kanning
Í skotska blaðnum Press á |
Journal verður skrivað, at
oljufeløgini og bretska
stjórnin eru farin saman um |
at gera eina stóra kanning |
av havøkinum vestan fyri |
Hetland. Verkætlanin hevur
fingið heitið „MIME“
Endamálið við hesi
verkætlan er at minka mest
møguligt um skaðiligu
árinini á umhvervið frá
oljuvinnu á djúpum vatni
Ein partur av kannngini
er nettup at fáa meita at vita
um umrøddå korallriv. Teir,
ið fíggja verkætlanina, hon
kostar 20-25 mill. kr., eru
The National Environment
Research Council, The En-
gincering and Physical
Sciences Research Council,
DTI og eitt samtak við fleiri
stórum oljufeløgum
Verkætlanin er rættiliga
umfevnandi. Hon fevnir
m.a. um samspælið millum
kemi og biologi á hav-
botninum og í havinum, ein
kanning av at finna besta
hátt at kunna taka sær av
Beint eftir summarsiglingina verður skipað
daga cruise-ferð. Steðgað
verður ein heilan dag í hverjum av teimum
4 høvudsstødunum.
fyri eini 10
Skipað verður fyri
áhugaverdum útferðum
hvønn dag, meðan
Norrøna liggur við
evnum, sum stava frá
boring og sum kann skaða
umhvervið o.a
Endamalið við kanningini
sum heild at skilja betur eitt
umhvervið við so djúpum
vatni og øllum ti, sum er
knýtt at ti. Vitanin um slíkt
økid er nógv minni enn
vitanin vit í dag hava um
eitt nú landsgrunnin. Sum
so verður tað serstakliga
Atlantsmótið, sum fer at
verða kannað
Ætlanin er at' fara undir
verkætlanina 1. juli og fer
hon at taka try år. Leidarin
fyri Mime, Dr. Jonathan
Williams sigur, at MIME
fer at útvega okkum vitan,
sum ídnaðurin hevur brúk
fyri til tess at kunna bera
seg rætt at í hesum so
viðkvæma umhvervinum
Í greinini í skotska
blaðnum verður eisini víst
á, at kanningin kemur ikki
inn á ta møguliga ávirkan,
sum fiskiveiðan á djúpum
vatni og sum er nógv økt
av bæði sponskum og
fronskum - on nú eisini
bretskum - trolarum, kann
hava fyri korallrivid
Hesi skip toga sera tunga
útgerð eftir sær, sum kann
skaða eitt slíkt korallriv
Sambart blaðnum so er slík
veiða higartil sloppin undan
reguleringum
að verður annars arbeitt
við eini stórari umhverv-
isætlan á føroyskum øki
Henda ætlan verdur fyri-
reikað í løtuni og fara fleiri
av oljufeløgunum, sum
hava áhuga fyri føroyska
økinum, at vera við
Herfyri varð lýst eftir
fólki í Føroyum at vera
samskipari av kanningini
Tað er annars Halvor Snar-
vold frå AMG-samtakinum,
sum er leidari av kann-
ingini
Cruise - - ferð
til norðurlendsku
høvudsstadirnar Oslo,
Stockholm, Helsinki og
Keypmannahavn 6. - 15. september
Í Oslo mánað. 8. sept.
kl. 8: 00 - 17:00
Å ferdini verdur skipad
"4 Farið verður úr
þú
-. Í — Feroyum leygard.
EF 66. sept kl.10:00, komið
Í — verður aftur månad. 15.
sept. kl.14:00
fyri góðum undirhaldi
"" Í Stockholm mikud. 10. sept” 4
kl.9:00 -48:00
Um á vaksin eru í ferðalag
í einum 4-koyggjukamari,
fáa tann 3. og á. ferðandi
ávikavist 20 og 40% í
rå TA. 5å KNDP
en P.
Í Helsinki lisd. 11. sept. Í
8-0
Me LINE rr. 15900
Fyrivarni verður tíkið fyri broytingum