leygardagur 12. juli 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 131 — 12. JULI 1997
tíðindablaðið
á Fr
Status Quo
til Føroya
Ein hin best umtókti rokkbólkurin í heiminum kemur
hendavegin í August mánaði
Bretski rokkbólkurin Status
Quo kemur til Førova í
August mánaði. Mána
kveldið 11. August kl. 20
spæla teir í Ítróttarhellini á
Hálsi
FC-Music í Havn hevur
fingið hesa ferð í lag, og
farið varð undir at:selja at
gongumerkir til konsertina
við Status Quo longu týs
dagin. Hósdagin høvdu teir
selt eini 700 atgongumerkir
Og tað er bert loyvt at
sleppa 1600 fólkum ísenn
inn í Ítróttarhellina
A tin
-
30
Av øllum rokkbólkum hevur Status Quo havt flest „hitt“
Fáir rokkbólkar hava hild
ið sær á rokktindinum so
leingi sum Status Quo
Síðani teir báðir Francis
Rossi og Rick Parfitt hitt-
ust á fyrsta sinni í 1967,
hava teir havt nakað yvir 40
singulhitt
Hetta hevur eingin annar
rokkbólkur megnað. Popp-
verðin er margháttlig í
mangar mátar, og lítið skal
til, áðrenn tú dettur burtur-
ímillum. Sum vera man
koma flestu teirra, ið geva
út plátur, ikki nær nåmind
einum s.n. „hitti“ - og
kemur tú so mikið ávegis,
ganga sjáldan meir enn eini
tvey-trý hitt, so verður tú
burturgloymdur með alla
„Ferdigur sum popp-
sangari“, við ødrum orð-
um
Men Status Quo hevur
megnað tað, sum eingin
annar í hasum yrkinum
hevur megnað, og herfyri
gav bólkurin út fløguna
„Whatever You Want - The
Very Best Of Status Quo“ í
sambandi við, at 30 ár eru
fráliðin frá tí, at teir báðir
Francis Rossi og Rick
Parfitt hittust á fyrsta sinni
Á hesi fløgu eru 18 av teim
bestu løgunum hjá Status
Quo
gjørdust væl
beinanvegf
Fyrstu ferð, at Francis
Rossi og Rick Parfitt hitt
ust, var tá ið báðir spældu á
Butlin's Holiday Camp í
Minehead. Francis Rossi
spældi í bólkinum The
Spectres, og Rick Parfit
spældi í trioni The
Highlights. Teir gjørdust
væl alt fyri eitt
Júst um hetta mundid
hevði The Spectres fingið
plátusáttmála í lag við Pye
Records, og The High-
lights ferðaðust í Europa
The Spectres skiftu navn -
fyrst til Traffic og síðani til
Traffic Jam. Á heysti í 1967
kom Rick Parfitt upp í
bólkin, og teir fóru undir at
taka upp fyrstu singul-
plåtuna, nú teir itu Status
Quo.
Um hetta mundið spældu
fýra mans við í Status Quo
Francis Rossi gittar og sang,
Rick Parfitt gittar og sang.
Alan Lan-caster bass og
sang, og John Coughlan
trummur
Væl gekst í hond líka til
1984, tá ið ósemja tók seg
upp teirra millum, og hver
fór til sín fyri fyrst. Tá ið
bólkurin samlaðist aftur í
1986 og fekk eitt nýtt hitt
„Rollin“ Home“, var bass-
spælarin Alan Lancaster ikki
við
Framvegis eidhugaðir
Síðani tá hevur gingist sera
væl í hond hjá Status Quo,
og umframt teir hev-ur bert
eydnast tveimum ødrum
bólkum/sangarum at fáa
singul- ella plátuhitt á
hverjum ári í áttati-árunum.
Nú 30 ár eru liðin, síðani
Francis Rossi og Rick Par-
fitt hittust fyri fyrstu ferð, eru
teir framvegis eldhug-aðir og
eru spentir upp á, hvat ið
framtíðin man fara at bjóða.
Rick Parfitt sigur við
tíðindafólk:
„Bólkurin hevur ongan-tíð
spælt betur enn tað sama, og
ongar sum helst grundir eru
til at gevast. Vit fara at halda
á í mong ár aftrat.“
Telefonirnar hava ringt
alla somlu tíðina, bæði her
á arbeiðsplássinum og
heima hjá okkum sjálvum
sigur Finn Jensen, ið skipar
fyri hesi konsertini saman
við Páll Arge
Fyrireikararnir vita at
siga, at mongum føroying
um dámar Status Quo, so
teir vænta, at Itrottarhøllin
verður á tremur av fólki
Annars høvdu vit ikki
gjørt tað, sigur Finn Jensen
Selja ikki við
Hann strikar undir, at eingi
atgongumerkir verða at fáa
við dyrnar beint und-an
konsertini. Hetta hava teir
roynt áður, og teir eru illa
royndir í so máta. Men
møguleiki verður kortini at
keypa atgongumerkir í sein
astu ltu á Statoilsteðini í
Gundadali:
FC-Music fer eisini at af
beiða av øllum alvi fyri at
fáa bilbukt við øllum teim
følsku, kopieradu atgongu
merkjunum, ið plaga at flor
era uttan fyri Ítróttarhellina
beint undan konsertum. Tey
ið bíleggja atgongumerkir,
verða eisini at gjalda tey
áðrenn ein vika er liðin. Tað
er nevniliga komið fyri áð
ur, at útselt hevur verið til
konsertirnar, men at fólk
kortini ikki er komið eftir
atgongumerkjunum
Vit hava eisini meir enn
so upplivað, at t.d. sjey í eini
klíku hava bílagt hver um
annan, so at tey kunnu hava
bílagt kanska 21 atgongu
diameter 300 mm. Teeth 2=80 - F=30 - SP-1,5
Blade
2.850 mm
Servic S2 8 min
230 V - - 50/60 Mz monophase
merkir, hóast tey í roynd
og veru bara skuldu hava
sjey. Hesum royna vit nú
at forða fyri, sigur Páll
Arge
Ov smá hellir
í Føroyum
FC-Music hevur áður
skipað fyri rokk
konsertum í Føroyum og
hevur m.a. fingið TOTO
og Smokie hendavegin
FC-Music hev-ur higartil
skipað fyri tveim-um
country-festivalum, og í
vár vóru amerikansku Bel
lamy-brødurnir og sungu
í Ítróttarhellini
Finn Jensen er eitt
TECHNIAL SPECIFICATIONS |
sindur misnøgdur við, at
ongar stórar konserthøllir
eru í Føroyum
Høvdu vit eina hell
sum tók bara eini 1000
fólk aftr-at teimum 1600
sum sleppa inn Í
ltråttarhøllina á Hálsi
hevði verið so øgiliga
nógv lættari at fingið tey
heilt stóru nøvnini til
Føroya, sigur Finn Jensen
á FC-Music
i Type: BSG68EN |
Weight
Í
|
|
|
|
|
Motor power
Dimension LxBxH
NS 1 PF, VALDEMAR LÚTZEN
Skálatroð - 100 Tórshavn - Tlf. 1 1020