leygardagur 12. juli 1997síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
Nr. 131 — 12. JULI 1997
Dagny Joensen
Jens Kr. Vang
Á heysti í fjørð stovnaði Er-
na Hákonardóttir, alkohol-
rådgevi, Viðgerðarstovuna í
Havn,. har familjurådgev-
ing verður veitt teimum,
sum hava rúsdrekkatrupul-
leikar
Seinastu 10 árini hevur
hon arbeitt á Heilbrigdi og
á Blákrossstovuni, men tá
hon bleiv arbeidsleys, valdi
hon at lata upp Viðgerðar-
stovuna. Stórur tørvur er á
familjuviðgerð í sambandi
við rúsdrekka og aðrar mis-
nýtis trupulleikar. Erna Há-
konardóttir er einasti alko-
holráðgevi, sum í Føroyum
arbeiðir við familjuni, har
mamma ella pápi hava rús
drekkatypulleikar
Erna Hákonardóttir er út-
lærd familjuráðgevi í Is-
landi og í USA. Í november
1996 varð hon upptikin sum
limur í amerikanska alko-
holráðgeva samtakinum
NAADAC.
Í fyrstuni , tå Heilbrigdið
fór til verka her á landi, vóru
rúsdrekkamisnýtarar avrús-
aðir í Føroyum, men vóru
síðani sendir til Íslands í
efirviðgerð.
Tá Heilbrigdið fór undir
at veita eftirviðgerð, var tað
Erna Hákonardóttir, sum
stóð fyri hesum arbeiði.
Ætlanin var bert at vera í
Føroyum eitt ár, men tå hon
hitti mann sin her, valdi hon
at verða verandi í Føroyum.
Vanligakoma familjur og
einstaklingar í viðgerð eina
ferð um vikuna, í einar tveir
- tríggjar mánaðir, men við-
gerðartíðin er eisini treytað
av, hvussu leingi misnýtslan
hevur vart..
allastaðni
Hesi fólk koma úr øllum
sosialum stættum í samfel-
agnum. Øll hava felags, at
tey eru komin so langt út,
at tey hava ikki longur hava
tamarhald á rúsdrekkanýtsl-
uni.
Eru misnýtarar væl fyri,
hava teir familju og arbeiði,
men tað eru eisini teir, sum
hava mist alt. Tað er umráð-
andi at fólk koma í viðgerð
áðrenn tey t.d. eru komin
so langt, tí tá er lættari at
venda gongdini.
- Eg plagi at siga, at bati
merkist eftir fáum mánað-
um, men at basta misnýtsl-
uni tekur eitt ella tvey ár.
Aðrastaðni eru fólk í við-
gerð í tvey - trý ár aftaná at
tey eru givin at drékka, sig-
ur Erna Hákonardóttir.
- Hesar mánaðirnar royni
eg at motivera fólk til at
halda seg edrúan, og m.a.
at fara á AA-fundir. Ofta
hava fólk áður havt tilknýti
til samkomu ella feløg, og
ein háttur at byggja seg upp
aftur, er at leita aftur til hesi
stødini.
- Rúsdrekkamisnýtarar
eru so ómetaliga illa fyri,
og ti geri eg nó2v fyri at fáa
teir at verða luttakar í lívin-
um, eins og teir vóru, áðr-
enn rúsdrekka tók valdið,
sigur Erna Hákonardóttir.
-Tað er til fánýtis, at fáa
fólk at leggja av, um ikki
annað í lívinum broytist, og
tá er vandin nógv størri, at
tey detta útí aftur, sigur Erna
Hákonardóttir.
Leikluturin sum misbrúkari smittar familjuna:
Tekur try ættarlið
- Tá ein pápi ella
mamma fær rús-
drekkatruplleikar,
broytast umstóð-
urnar hjá fam-
iljuni fullkomi-
liga.
Lívsvirðini broyt-
ast, samveran í
familjuni broytist.
Kenslan av
skomm er sterk,
og verður vend
inneftir, tí eingin
tosar um trupul-
leikarnar. Mis-
nýtslan tekur
orkuna frá øllum,
og tey fáa hvór
sín „leiklut“ at
spæla fyri at yvir-
liva, sigur Erna
Hákonardóttir
m.a. í samrøduni
Annar parturin í hesi við-
gerð eru tey avvarðandi og
børnini, sum eru eins illa
fyri og misnýtarin. Tey eru
„turrir“ alkoholistar.
- Familjan sum heild fær
sinnisligar broytingar, ið
líkjast teimum hjá misnýt-
aranum. Eitt nú fáa børn og
konur ilt í búkin, tá viku-
skiftið nærkast o.s.fr., av tí
at viðurskiftini broytast.
Samskiftið innanhysis
broytist eisini, tí rúsdrekka
er nær tengt at skommini.
Tí kunnu tey í familjuni ikki
tosa um hesar trupulleikar.
- Eg havi hildið skeið fyri
tilkomnum fólki, sum eru
uppald í rúsdrekkaheimi, og
sum hava trupulleikar í ger-
andisdegnum, orsakað av
skeiva háttinum at hugsa og
gera.
Eitt nú upplivir familjan,
at misnýtarin er edrúur í t.d.
seks vikur, men fær síðani
tørn aftaná, sum varir í einar
14 dagar. Familjan lærir seg
at góðtaka, tí hetta er nakað,
sum ikki verður tosað um.
Tey missa álitið á sær sjálv-
um og hinum í familjuni -
og ikki minst: tey læra ikki
at vísa sínar kenslur.
-Tað, sum er havi lagt til
merkis er einamest, hvussu
ótrúliga illa familjan er fyri,
og hvussu litlir møguleik-
arnir eru fyri,at hon fær ser-
køna hjálp.
- Tað eru hesir trupulleik-
ar, sum eg á Viðgerðarstov-
uni burturav arbeiði við,
sigur Erna Hákonardóttir.
Hon hevur eingi hagtøl at
visa å, og heldur ikki verda
verða upplýsingar festir á
at fáa burtur
blað, tí Erna Hákonardóttir
verjir síni viðskiftafólk.
Bert vil hon upplýsa, at
eini 20 fólk eru í viðgerð
um vikuna, umframt at hon
heldur skeið t.d. í Kvinnu-
húsinum og familjuskeið og
skeið fyri børnum og ung-
um.
Hon hevur ongantíð lýst
við, at Viðgerðarstovan er
sett á stovn. Tað eru bert
munnlig viðmæli, sum fáa
fólk at venda sær til henn-
ara.
- Eg eri einsamøll í starvi,
og tað er mangan tungt ar-
beiði, men royndir mínar
prógva, at brúk er fyri við-
gerð av hesum slag. Eg vildi
kortini verið partur av bólki,
sum arbeiðir við rúsdrekka-
trupulleikum, men vónandi „
fáa vit ein skipaðan alko-
holpolitikk í Føroyum. Stór-
ar broytingar fara fram inn-
an alkoholviðgerð, og vitan-
in er tek á økinum, sum
betur kundi fingið fólk at
skilja, hvussu skadd familj-
an við rúsdrekkatrupulleik-
um er, sigur Erna. Hon
Erna Hákonardóttir, alkoholráðgevi: - Tað er umráðandi,
tá farið verður undir at viðgerða fyri rúsdrekkamisnýtslu,
at eisini familjan fær stuðul og ráðgeving
tekur serliga fram trupul-
leikarnar hjá ungfólki, sum
eru uppald í alkohol-
umhvervi.
- Ungfólk eru uppaftur
verri fyri enn hinir aldurs-
bólkarnir í familjuni. Tey
eru ógvuliga útsett fyri at
gerast misnýtarar, ella at
brúka seg sjálv á ein serliga
destruktivan hátt.
- Tað er tí ikki nóg mikið
tært at viðgerða misnýtaran
burturav, um vit ikki sam-
stundis taka børn 0.0. í fam-
iljuni við, eitt nú meðan
misnýtarin er edrúur.
- Fáa t.d. børnini ikki hjálp,
er stórur vandi fyri, at tey
verða næsta ættarliðið av
misnýtarum.
- Tað at vera bundin av
rúsdrekka ella ødrum rúsan-
di evnum, er meira ein spur-
ningur um at vera bundin
kensluliga, heldur enn av
evninum, sigur Erna Håk-
onardóttir.
Í viðgerðini gevur hon
børnunum ávísar spurning-
ar at svara, um hvussu tey
kenna tað at hava ein mis-
nýtara í familjuni.
Av hesum svara flestu
børnini, at tey eru bangin
at búgva heima. Tey kenna
seg ødrvisi enn onnur børn,
og tey kenna seg uttanfyri í
skúlanum og saman við vin-
um.
Tey flestu svara eisini, at
familjulivid er ørkymlandi.
Børnini eru ótrygg og hava
einki sjávsálit. Kenslan av,
at eingin gongd leið er burt-
urúr trupulleikunum, hava
tey flestu. Børnini halda, at
hóast tey høvdu sagt sðrum
frá, hvussu stødan var
heima, so hevði eingin hild-
ið tað verið eftirfarandi.
Nógv børn halda, at ein-
asti møgulciki er at ríma
heimanífrá, og nøkur hava
serliga nevnt sjálvmorð sum
einasta møguleika.
- Sereyðkenni er eisini, at
børnini ikki fáa foreldrini í
talu. Royna tey at tosa við
foreldrini um at gevast at
drekka, so svara tey ikki ella
gerast í ødini.
- Hetta er í stuttum vidur-
skiftini. sum børn hjá mis-
nýtarum liva undir. Tað er
tí av stórum týdningi, at
børnini ikki verða slept upp
á fjall, tá misnýtarin fer í
viðgerð
- Øll familjan er sjúk, og
hevur lært at liva við sjúku-
ni, sum vóru tey sjålvi mis-
nýtarar. Ti er umrådandi, at
familjan ikki verðut slept
upp á fjall. Hon hevur eins
nógv brúk fyri stuðul og
ráðgeving, sum misnýtarin.
- Teir serkønu siga, at tað
skulu trý ættarlið til at rætta
eina familju upp aftur, sum
hevur havt rúsdrekkatrupul-
leikar, sigur Erna Hákonar-
dóttir.
- Hvussu er stødan í dag,
í mun til fyri 10 árum siðan?
- Tað er torført at siga
nakað ávíst um tað. Um eg
skal meta um støðuna, tå eg
kom higar, so drukku fleiri
fólk stórar nøgdir, meðan
tað í dag verður drukkið
meira javnt,
-Ein broyting er tó til tað
betra. Tað er, at nógv fleiri
fólk venda sær nú til mín,
sum ikki vóru í viðgerðar-
skipanini fyrstu tíðina.
Upplýsandi tiltøk |
- Hetta haldi eg vera urslit
av upplýsandi tiltøkum,
sum Rúsdrekka- og Narko-
tíkaráðið seinastu árini hev-
ur skipað fyri. Ráðið skal
eiga rós fyri sítt arbeiði, eitt
nú við at upplýsa um rús-
drekkatrupulleikar á ar-
beiðsplássum og aðrastaðni.
Fleiri arbeiðspláss hava tik-
ið tað til sín, og hava inn-
ført rúsdrekkapolitik.
- Nú fáa fólk við rús-
drekkatrupulleikum oftari
at vita, at um tey ikki gevast
at drekka, so verða tey upp-
søgd.
- Tað hevur fingið nógv
fólk at venda sær til mín,
og tíbetur meira sannførd
um sína stóðu. Tá arbeiðið
er í vanda, eru fólk betur
før fyri, at gevast at drekka,
sigur Erna Hákonardóttir,
sum als ikki vil skera øll
fólk yvir ein kamb og siga,
at øll skulu gevast at drekka.
- Tað eru fólk, sum duga
at vanda sær um alkohol, og
eg haldi, at tað er í lagi, tá
fólk fáa sær vín afturvið
matinum, ella drekka ein
lítlan o.s.fr..
- Vandi er ikki fyri, at øll
gerast misnýtarar av teirri
orsøk. Bert eru tað nøkur,
sum ikki tola rúsdrekka og
tí verða bundin av hesum,
men tá eginleikin í alkoholi-
num stýrir menniskjunum,
so er vandi á ferð.
- Vit skulu tosa meir um
eginleikarnar í rúsdrekka,
og hvussu vit skulu hand-
fara tað, sigur Erna Hákon-
ardóttir.
A