leygardagur 12. juli 1997síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið ST
Nr. 131 — 12. JULI 1997
Hans sigldi við bæði norskum, kanadiskum og amerikonskum skipum. Hans uttast til høgru
kensluborið. Øll vóru so
blíð og tóku væl ímóti mær,
ja eg kendi meg alt fyri eitt
sum part av familjuni.
-Hevur tú hugsað um, at
tú kanska líkist fleiri av
tínari familju her?
-Eg havi lagt il merkis,
at tá tey tosa sínámillum á
føroyskum, so dugi eg at
skilja á teimum, at tey siga,
at eg líkist eitt sindur henni
og eitt sindur honum. Ég
dugi eisini at síggja, at páp!
mín líktist fleiri av fam-
iljuni her
-Hevur tå so tosad vid
nakran í Fuglafirði, sum
kundi fortelja tær nakað um
pápa tin?
-Eg havi bert mett einum
persóni í Fuglafirði, sum
mintist pápa min frá sem-
astu ferð hann vitjaði í
Føroyum. Tað var á vetri í
1916. og tá var hann 20 ára
gamal. Tað er Petur Bjarna-
stein, sum í dag er nøkur 90
ára gamal
Jennifer sigur annars, at
tað er hent so nógv uppá so
stutta tíð, at hon ikki rætti-
liga hevur havt tíð at hugsa
alt igjøgnum. Hon hevur so
tikið rúgvu av myndum at
vísa familjuni í statunum og
ikk: minst beiggjanum
Petur, sum ikki slapp vid
hesaferð
-Ikki minst maður mín og
børnini, Jonathan og Na-
tasja eru so altråd eftir at
vita, hvussu gongst. Longu
tá eg tosaði um at fara til
Føroya at leita eftir familj-
uni her, fóru tey á bóka-
søvnini i San Fransisco at
leita eftir bókum um Før-
oyar.
Tær vóru sjey í tali, men
tær flestu vóru so gamlar,
ja upp til 80- 100 ára gamlar
Tað skuldi so vera Inter-
netið, sum gav teimum
meira tíðarhóskandi upp-
lýsingar
-Tá vit funnu Ferða-
mannastovuna á internetin-
um fingu vit bøkur og
myndir sendandi. Ég var
rættiliga ovfarin, tí eg heyði
ikki roknað við, at tað var
so grønt í Føroyum, og so
kendist tað so løgid, at her
vóru eingi trød
Ni eg eri i Føroyum dugi
eg eisini betur at. imynda
mær, hví pápi mín búsetti
seg í San Fransisco, tí tað
er meinlíkt Føroyum, við
havinum og víkini.
Jennifer sigur víðari, at
hon roknar við, at beiggi
hennara fer at koma til Før-
oya eisini at hitta familjuna.
Hann hevur arbeitt sum
elektrikkari í 30 ár men er
givin við tí og stendur í dag
fyri tónleikinum í eini
kirkju
Giftist í San
Fransisco
Men hvat veit og minnist
Jennifer so um pápa sín!
-Hann var føddur í Fugla-
firði í 1896 og fór til sjós
sum 14 ára gamal. Í 1913
var hann við norskum
skipum og sigldi kring allan
knøttin. I 1921 var hann við
kanadiskum skipi, og árini
23 og 24 sigldi hann millum
San Fransisco og Mel-
bourne í Australia
Jennifer sigur, at nøkur fá
ár, áðrenn pápin doyði, fekk
hon hann at tosa á band um
hesi árini til sjós. Undir
fyrra heimsbarda sigldi
hann uppá India. og tað var
ikki vandaleyst, tí hvitir
menn vóru ikki vælkomnir
har. Ein ferð heyði hann lagt
serligan dent á, var tá skipið
hann var flutti leyvir, tikarar
og onnur villini djór til
djóragarðin í San Fransisco
Jennifer greiðir frá, at
Hans fyrstu ferð metti
mammu síni í 1922 ella 23
í San Fransisco. Hon ar-
beiddi tá hjá Frelsunnar-
herinum á havnaøkinum í
býnum.
-Pápi vildi giftast henni.
men hon giftist tó einum
ødrum manni og flutti til
Arizona at búgva, har hon
fekk seks børn. Tá maðurin
doyði, fór hon heimaftur til
Oregon, haðani hon varð,
og tað var á leiðini til Ore-
gon, at hon støkk inn á
gólvið hjá systrini í San
Fransisco og har vildi
tilvildin, at hon hitti pápa
aftur. Tey blivu so gift nøkur
ár seinni, so hann hevði
bíðað leingi
Hans tók sær av børn
unum hjá konun: sum sími
egnu børn. So sman við
Jennifer Peter hann hevði
falt 8 børn at føda
Hans doyði i 1979, 83 ára
gamal. Konan doyði í jan-
uar mánað í ár, 94 ára gom
ul
Kærleikasø
Men hvi sleit Hans øll bond
við Føroyar spurdu vit
dóttrina!
-Visti eg tað skuldi eg
sagt tykkum tað. Seinastu
ferð hann var í Føroyum var
í 1916 ella 17. Hann var her
í hålva aðru viku. Eg haldi
ikki hann royndi at koma
aftur til Føroya eftir hetta
men gjørdi istadin av at seta
búgv í California
-Hví vildi hann gloyma
Føroyar?
-Eg veit tad ikki. Ein kann
bert gita og spekulera
Møguliga finst partur av
svarinum í teimum mongu
brøvunum, sum eg nú havi
fingið fólk í Føroyum at
umseta fyri meg
Tað kundi sjálvandi eisini
hava nakað at gera við, at
tað var so langt burturi. Tá
tað í dag kennist sum Før-
oyar liggja ómetaliga langt
vekk, hvussu mundi tað so
ikki kennast fyrst í hesi
øldini spyr Jennifer!
Hon sigur, at tað millum
brøvini finst ein stakkur,
sum er brævaskifti millum
Hans og so Marin Poulsen,
sum búði í Fuglafirði. Hetta
er ein sonn „Lovestory“, ein
kærleikssøga, og ein skilur,
at tey hava verið góð, men
av tí at hesi brevini ong-
antíð eru umsett til enskt,
kennir hon heldur ikki alt
innihaldið í teimum. Og veit
tú heldur ikki, hvussu tað
endaði millum tey bæði
Men tað fer hon so kanska
at fáa okkurt at vita um, nú
brøvini verða umsett
-Eg veit ikki, hvussu oft
ani hann skrivaði henni
brøv aftur. Men hann fekk
Sálmabókin var ein av teimum fáu ognarlutunum hann hevdi úr Førøyum og sum
dótturin nú 75 seinni kann vísa skyldfølkunum í Fuglafirði
nógv brøv úr Føroyum
Mær er so fortalt, at hon
doyði í 1967
Jennifer sigur víðari, at
millum tey seinastu brevini
Hans fekk úr Føroyum vóru
tvey frå påpanum. Í seinasta
brævinum er hann ikki sørt
illur um, at Hans ikki vildi
koma heimaftur. Familjan
bad hann so inniliga um at
koma heimaftur. - uttan úrs-
lit
-Tá hon so einki hoyrdi
aftur frá honum hevur hon
helst hildið, at hann mundi
vera deyður í tí herviliga
jarðskjálvtanum, sum var í
San Fransisco í 1924
-Eg haldi hann skrivaði
seinasta brævið heim í
1924, men tað er møguliga
ikki komið fram og so
hoyrist ikki meira. Eg haldi
hann trúði, at mamman varð
deyð fleiri ár, áðrenn hon
fór av verðini. Hon doyði í
1932 og pápin í 27
musikalskur
Hans var 50 år, tå Jennifer
varð fødd. Hon minnist, at
honum dámdi so sera væl
tónleik og spældi eisini
sjálvur, fyrst saksofon í ein-
um orkestri og seinni
mandolin. Hann var sera
musikalskur og dugdi væl
til alt, sum hevði við hend-
urnar at gera. Hann hevði
sær eitt arbeiðsrúm í kjall
aranum, har hann m.a
bygdi eitt ein metur langt
skip. Tað hevur sonurin
Petur í dag. Um tað musi-
kalska er at síga, at tað
liggur til tey í Lonafamilj-
uni at vera musikalsk
-Påpi var annars ein sera
tigandi maður. Vit hoyrdu
hann ongantíð tosa sítt móð
urmál. Føroyar hoyrdu til
Danmark, so spurdi onkur
hann, hvaðani hann kom,
segði hann, at hann var
dani
Eg spurdi hann onkuntíð,
um hann ikki kundi siga
okkurt á føroyskum, men
hann segði, at tað var so
langt síðani, at hann heyði
gloymt tað. Men accent-
inum slapp hann ikki undan
Tað var altíð so stuttligt at
hoyra hann tosa amer!
kanskt
Hvat hugsaði Hans!
Søgan um Hans Jacobsen er
helst ikki øll komin fram
fyri ein dag. Nakad fæst so
at vita frá teimum mongu
brøvunum, sum nú verða
umsett. Hetta er so eisini
fyrstu ferð, at fólk í Før-
oyum hava høvi at lesa
brevini, sum skilfólk teirra
og onnur skrivaðu til Hans
í Amerika.
Men um vit nakrantíð fáa
svar uppá, hví Hans Jacob-
sen ikki kom aftur til Før-
oya ella ikki lat hoyra frá
sær eftir 1924 til hann doyði
í 1979, er ilt at siga
Kanska okkurt meira
kemur fram fyri ein dag, tá
hitt syskinabarnið, Petur,
kemur til Føroya at vita. Og
hver veit, kanska okkurt av
føroysku syskinabørnunum
fer at nýta høvi til at leggja
sær leiðina til San Fransisco
og síggja staðið, har skil-
maðurin Hans í Lon baldist
meginpartin av ævi síni
Jógvan Arge á Varmakeldu:
Fuglfirðingar um
allan heim fylkist!
Í sambandi við at Jógvan
Arge setti varmakeldu
stewnuna nam hann eisini
vid søguna um Hans í Lon
Vit prenta røduna
Soleiðis kundi yvirskrivtin
verið til hesa Varmakeld
una, tí tað man vera sjáld
samt, at ein stevnubygd í
somu viku, sum stevnan
skal vera. fær vitjan heilt
hinumegin frá á knettinum
av ókunnufólki, ið leitar eft
ir sínum uppruna
Tað er eisini sjáldsamt, at
menn og kvinnur, sum eru
farin um dustsins ár, brád-
liga fáa tey boð, at tey eiga
tvey sprelllivandi systk
inabørn yviri í San Fran-
sisco í California, sum tey
ikki hava havt mindsta var-
huga av.
Hetta er næstan, sum tá tann
burturvilsti sonurin kom
aftur í aftur. Og aftur í aftur
er hann komin - Hans Jac-
obsen, sum ongin av skyld-
fólkunum í Lon her í Fugla-
firði hevði hoyrt nakað frá
ella sæð nakað til síðani
1924
Tey hava hildið, at hann var
burturgingin í tjúgunum ella
undir krígnum, men veru-
leikin var, at sambandið
bara slitnaði. tá hann legðist
uppá land í Amerika, og nú
hevur dóttir hansara syrgt
fyri at knýta tað aftur
Tu kanst gera tær tinar tank
ar um, antin Hans í Lon
gloymdi Føroyar. Tað gjørdi
hann kanska, men tunt er
tað blóð, sum ikki er tjåkri
enn vatn, og tí goymdi hann
Føroyar. Tað, at hann ikki
blakaði Feroyar burtur, er
grundin til at sambandið er
knýtt aftur
Hevdi hesin hulni sjómað
urin úr Fuglafirði ikki verið
so umhyggin við teimum
minnum, hann hevår um
Føroyar, og heyði hann ikki
goymt hvert bræv higani og
hvert pappír frá síni gigling
kring knøttin fyrst í øldini,
so var onki samband i dag
Og so høvdu eftirkomarar
hansara í California ikki
havt stórvegis møgulgikar
fyri at finna sínar røtur, sum
eru so týdningarmiklar fyri
øll menniskju, og dóttir
hansara Jennifer Henke,
sum er her í dag, hevði ong-
antíð fingið at vita, hvar
vøggan stóð
Varmakeldan er týdningar-
mikil fyri allar fuglfirðing-
ar. Hon er teimum í kjøti
borin, um eg so má siga, og
-