Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juli 1997síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 131 — 12. JULI 1997 - tad er aldargamal sidur at halda Varmakeldu Samkoman á helluni úti á Varmakeldu gomlu jóan søkunått var týdningarmikil fólkastevna í Føroyum í øldir. Fyri tann vanliga mannin og ta vanligu kvinn- una var hon kanska týdn- ingarmeiri enn sjálv ólav- sekan Olavsøan var stevnan, har menn komu saman at halda ting, at fella dóm og at handla - og sjálvsagt eisini at halda sær á gaman Á Varmakeldu var tað ikki so formelt. Her varð ikki hildið ting, her varð ongin dømdur, men her komu fólk úr øllum landinum saman at fegnast og fregnast, at dansa og leita sær heilsubót. Varmakeldan verður bert nevnd eini 300 ár aftur í tíðina, men tá verður hon nevnd sum ein fastur síður, og onki er at ivast í, at hetta er ein síður, sum er sprottin langt afturi í tí katólsku tíð- ini í Føroyum, sum byrjaði fyri sløkum 1000 árum síð- ani. Higar kom fólk úr øllum grannabygdunum og higar kom eisini fólk úr øllum Norðoyggjum, úr Streym- oynni, úr Vágum og tað skal eisini vera vist, at fólk kom alla leiðina sunnan úr Suð- uroy norð um fjørð at halda Varmakeldu. Tá varð dansað niðri á hell- uni, kanska vórðu nøkur orð søgd, og farið var at keld- uni, sum kundi geva heilsu- bót. Tað eru ikki nógv ár síðani, at nógv teirra, sum vóru á Varmakeldu, høvdu eitt ílat við sær. Tey fyltu tað við tí flógva vatninum úr kelduni at hava heim aftur við sær til onkr- Minnist til haldara- gjaldið! an, sum ikki livdi so væl Og tað er vist, at tey eru mong, sum hava livað bæði væl og leingi av megini úr vatninum í Varmakeldu Í dag halda vit Varmakeldu við Ítróttafelag Fuglafjarðar á odda. Ítrótturin eigur stór an og sjálvsagdan lut í skránni við sínum fótbólti, súkkling og kappróðri Tað verður spennandi at vita, hvussu væl áttamanna- farið „Gullbrandur“ fer at standa seg her á okkara Polli. Spell er, hóast alt, at Oyndri ikki er við longur, tí so kundu vestmenningar hóskandi hevnt fuglafjarð- arbóndan í dag. Tað er áhugavert at síggja, hvussu stóran dent fugl- firðingar leggja á tann men- tunnarliga partin av eimi slíkari stevnu. Listafram- sýningin smæðist ikki burt- ur, og sangur og tónleikur ljóma altíð á Varmakeldu- stevnu - og tað er ongin, sum fær tað at ljóma sum fuglfirðingar. Stuttligt er, at dansarar, tón- leikarar, sangarar og lísta- fólk úr grannalondum eru við á stevnuni. Tað gevur Varmakelduni altjóða dám og er í fullum samljóði við tíðina, sum vit liva í. Heimurin verður bara minni og minni, og vit koma meir og meir uppí hann. Tað læra vit nógv av. Høvdu vit so eisini lært okkum at fingið endarnar at røkka saman, so var tað kanska fullgjørt. Við hesum orðum fari eg at lýsa Varmakeldustevnuna 1997 at vera setta, men veðrið kann eg onki gera við - tað má sær ráða - antin hann liggur hendan tver- vegin ella hin tvørvegin! Takk fyri at tit lýddu á. Jógvan Arge tíðindablaðið Navn: Sp/F Vága Trol- arafelag Adressa: 370 Miðvágur Kommuna: Miðvágs Kommuna Stovningardato: 07.07.1997 Vidtøkudato: 07.07.1997 Kapitalur: Kr. 10.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 100.000,00 kontant til kurs 100. Stovnarar: Sonnfinnur Ellefsen, 370 Miðvágur. Nevnd: Jonhard Doron Frits Elia- sen, Túnageta 3, 15-225 Álftanes, Ísland (formað- ur), Jens Eli Hejgaard Elletsen, 370 Miðvágur, Svend Aage Hejgaard Ellefsen, 360 Sandavág- ur, Sonnfinnur Ellefsen, 370 Miðvágur, og Snorri Snorrason, Karlrauðatorg 10, 620 Dalavík, Ísland. Stjórn: Svend Aage Høj- ard Ellefsen, 360 ndavágur. T : Felagid verdur teknad av stjóra, nevndarformanni ella tveimum nevndarlim- um. Grannskoðari: KPMG Pauli Ellefsen P/ F, leggildir grannskoðar- ar, Staravegur 17, 100 Tórshavn. 01.01.-31.12 0 '07 1997-81 12 1997 - * Abitdleraq skal umbyggjast fyri triggjar milliónir { Mynd Jens Kristian Vang) 15 al Ordrar til fóroyskar skipasmiðjur: 55 útlendskar * Tórshavnar Skipasmiðja og Skipasmiðjan á Skála hava í løtuni útlendskar ordrar fyri tilsamans 55 milliónir EDVARD JOENSEN Tad hendir seg meira enn so, at føroyskar skipasmidj- ur fáa ordrar upp á útlendsk skip. Og í løtuni hava Tórs- havnar Skipasmidja og Skipasmiðjan á Skála út- lendskar ordrar fyri umleið $5 milliónir krónur. »Sum tú veitst, er alt sett hjá tí svanga,< sigur Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju Tað liggur ein lítil, grøn- lendskur rækjutrolari við bryggju við gamla Fiska- centralin í Havn. Hetta er ein trolari, sum komin er til Tórshavnar Skipasmiðju, har hann skal umvælast. Poul Mohr, stjóri á Tórs- havnar Skipasmiðju, sigur, at skipið skal longjast tríggjar metrar. Eisini skal nýggj maskina setast í, um- framt at hann skal yvir- dekkast. Talan er um arbeiði fyri tríggjar milliónir krónur, sigur Poul Mohr. Hetta er ikki einasta ar- beiði, sum hevur við Grøn- land at gera, ið Tórshavnar Skipasmiðja hevur. Herfyri beyð Rigspoliti- chefen í København út ar- beiðið upp á at gera tríggjar politibátar, sum skulu nýtast í Grønlandi. Í kapping við fleiri aðrar skipasmidjur fekk Tórs- havnar Skipasmiðja arbeið- ið. Talan er um ein ordra upp á einar 45 milliónir krónur. Poul Mohr sigur, at tað arbeiðið gongur sína reglu- ligu gongd. Arbeitt verður á tekniborðinum, og teir vænta at fara undir at smíða fyrsta bátin í september mánaða. »Annars gongur tað so- leiðis, at vit royna at hava skrúvuna í vatn,< sum Poul Mohr tekur til. Tað er ikki bara í Tórs- havn, at Tórshavnar Skipa- fyri keypti Tórshavnar Skipasmiðja skipasmiðjuna á Skála, og eisini har eru útlendsk skip til umvæling- ar. Tveir fremmandir trolarar eru å Skåla. Tveir gamlir kenningar í Føroyum. Orcades Viking I - gamli Heygadrangur - verð- ur umvældur fyri einar tvær milliónir, meðan grøn- lendski trolarin Kiliutaq, sum er fyrrverandi Ango, verður umvældur fyri fimm milliónir, sigur Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar skipasmiðju. Annars hevur Tórshavnar Skipasmiðja alla tíðina nógv at gera við vanligum umvælingararbeiði upp á føroysk skip.