Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juli 1997síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 Nr. 131 — 12. JULI 1997 Hugleiðingar um rotin- skapin í Føroyum Karl Nolsóe helt hesa róðu í Fóroyahúsinum á 1. maí dags-haldi >Kannibalurin< í Kjøpin- havn var samkomustað hjá lesandi føroyingum undir týsku hersetingini 1940-45. Erlendur Patursson neyndi tað, sum har fór fram, skemtiliga >Steypa- reyp< Mangt var á lofti — helst tað, sum hevði vid Føroyar at gera: mentan, búskapur, sega, politikkur og sjålv- andi sjálvstýri og loysing. Naivt spurdi je: »Tå ogur hava fingið, ukid loysing, hvat so?< Ein vendi sær móti mær og segði: >Loysing er endamálið<. »Nei«, meinti je: »Loysing er reiðskapur, meguleiki at skapa betri, ríkari samfelag hjá teimum, sum eru í tí. Til demis: Hverjum skulu ogur liva av tá?< Hann segði seg væl kunna liva av turrum fiski og drýli. Je segði: »Kunnu tygur ikki bjóða føroyskum fiskarum og arbeiðsfólki betri, kunnu tygur spara tygum ómakin<. Brotsmaðurin í féroyskum/ donskum viðurskiftum hev- ur altíð verið føroyingur: føroyingar. Ogur hava verið so nngir móti føroyingum sum einstakir føroyinga og teirra bólkar. Úttan hesar vitandi og óvitandi ørindasveinar danska »rikisfelagskapsins« kann einki fram fram, uttan tað er til fyrimun fyri hetta ofta dulda yvirvald. Afturat hesum eru nøkur komin, sum merkjast alt meira. Materiellu korini batnaðu, og gjøgnum út- búgving fingu fleiri betri vitannarstødi at standa á. Hetta skuldi styrkt sjálvs- virðing, viljan at sleppa undan trælabandi, úr træla- mentan. Veruleikin er øØvugur. Hesi binda við sínum krøv- um mótvegis føroyska sam- felagum fastari at danskari umsiting enn nakrantíð síð- an 1856. Føroyingar hava alt minni at siga. Hjá teimum ræður um at verja fyrimunir, privilegiir hjá føroysku vælbjargaðu, nýra og vaksa um teir at mergsúgva vanliga føroy- ingin, tátta trælabandið, vaksa um neyðardýrsment- anina. Hetta lyndi skyggir igjøg- num allastaðni, umboðandi lemjandi formyndarskaps- andan, sum otar seg inn í føroyska samfelagið á øll- um økjum frá útróðri til brennivinssølu. Føroyar vóru styrdar og nú meira enn nakrantíð av stættum. Trúbótin kom fyri 500 árum við útlendskum prestum, kongsbóndum og embætismonnum, sum fyri kongsvaldið útlendska ráddu yvir og trælkaðu tey mongu í Føroyum. Revolutiónin 1856 beindi fyri monopolhandlinum og gomlu stættunum. Møgu- leikin fyri frígering samfe- lagsins og framkomu av nýggjum produktivum stættum var eisini komin til Føroya. Í dag eru aftur óproduk- tivir stættir uppkomnir, sum mergsúgva og trælka før- oyska samfelagið bert fyri at fremja síni egnu trongu áhugamál. Tosaðu úr erva Vansin hjá sjálvstýrisrersl- uni var, at hon fyri stóran part var borin inn uttanífrá av einstaklingum, sum tos- aðu úr erva til vanliga før- oyingin, so sum prestarnir gjøgnum seldir høvdu gjørt á sínum fremmanda máli. Munurin var, at nýggi boðskapurin var borin fram á føroyskum. Men hann var mentunarboðskapur = við politiskum málsetningum heldur enn sosialum. Hevði verið upprunaliga bygt á stóru stættirnar, fisk- arar, arbeiðsfólk og traðar- menn og seinni konufólk, teimum øllum, sum tørvadu sjálvsvirðing, frígering úr gamla stættasamfelagnum og kenslu av vunnum rætt- indum í nýggju Føroyum, tá hevði hon umboðað fólkaræði, demokrati í stað- in fyri leivdir av gamla for- myndarskapinum hjá prest- um, sýslumonnum og skúlalærarum. Tjóðveldisflokkinum eydnaðist eina tíð at um- boða og fremja áhugamál hjá tí stóra og máttmikla fiskarastætiinum. Føroyskur sorgarleikur upp- livist í Danmark, har 2000 av skilabestu ungu føroy- ingum eru undir hægri út- búgving. Tú merkir einki til áhuga fyri føroyskum sam- felagsvidurskiftum, poli- tikki, morali, ómorali og menniskjansligum trupul- leikum. Einki. Tey liva f sjålvskaptum ghetto'um, hava einki at gera vid tey, sum her búgva. Búði tú t.d. í Kina eini 5- 6 ár og heimafturkomin varð spurdur um, hvat ið tú visti um hatta landið, og svaraði: „einki, tí je fór innar í kamarð, togaði rullu- gardinurnar niður og stakk fingrarnar í oyruni«. Hetta er stødan hjá ov nógvum av hesum ungu mótvegis danska umhvørv- inum. Tey droyma um smurda heimkomu til upp- tóku í sjålvskaptu ódugna- ligu, korruptu elitu, sum koyrdi vælbygda, stimbrada samfelagið niður í sand og øsku, ólukku og vanvirðing. Sjálv flýtur elitan omaná við meira enn 6.000.000.000 — seks milliardum krónum — uttan fyri Føroyar og leingist eftir at sleppa at svimja í dansk-amerikansk- ari olju. Blaðar tú gjøgnum Sosialin og Dimmalætting fyri at finna, hvat teir siga um trupulleikar, møguleikar, sosial viðurskifti og búskap hjá vanligum fólkum í Klaksvík, Fuglafirði, á Skålafjørdinum, Vest- manna, Vágum, Havn, Sandoynni og Suðri? Tey spæla fótbólt og ann- að spæl, síggja sjónvarp, fara til poppkonsertir og lurta eftir religiøsum popp- arum, men nakað um teirra vanliga lív, veruliga lív teirra? Virtual reality! Føroyingar og teirra vanliga dagliga lív eru ikki til fyri oljuskínandi umboðum hjá introgandi oljuómentanini. Regnar á prestin, dryppar á deknin. Hvinur svangi hundurin nóg leingi, kappa halan og gev honum at tanla. Tey veruliga illa støddu eru ikki sjónsk, tey eru ikki til, er huldufólk. Virtual reality? Tey vælbjargaðu afturí- móti eru til í ólukkumáta. Í fátæku, falleraðu Føroyum eru bruttoinntgkur í embæt- isstættini størri enn í ríka Danmark. Føroyaiskoyti, útstationeringsískoyti, flutningsískoyti, ja, hópin av gðrum merkiligum uppí- skoytum fáa hesi fólk um- framt beinleiðis starvsløn- ina. Fólk fødd, uppvaksin í Føroyum, sum hava kostað føroyska samfelagnum fráð áðrenn tey komu í verðina, til tey hava eitthvert pappír at nýta heima við røttum stuðuli til starvstøku, krevja uppískoyti fyri at tíma at verða hjá tykkum har heima. Teirra starvsfelagar í t.d. Íslandi? Norra? Danmark? Aðrastaðni? Månadarbruttoinntøkan hjá hesum fólkum, hvussu stór er hon? Yvirlæknar millum 60 og 100.000 kr. um mánaðin umframt fríar ferðir, møguleika fyri pri- vatum praksis í almennum hólum kostnadarfritt og annað. Búskaparráðið, sum sigur við útróðrarmenn, at teir skulu spara, og fleiri skulu í vinnuloysi, hvussu stór er bruttoinntøkan hjá ráðslim- unum? Hví avtaka teir ikki seg sjálvar fyri at spara? Tey ungu undir útbúgv- ing noyðast ikki at grópa gjógnum gamlar buksu- lummar fyri at finna 10 oyrað, sum vantar í til ein litur av mjólk ella eitt hålvt rugbreyð. Men tað skaddi ikki, um tey onkuntí uppliva tað, so tað meira kundu virt, at eisini onnur skulu hava nakað at liva av. Tey nassa uppá danska samfelagið við skattafríkorti út móti 60.000 kr. Tey skulu jú heim av og á, og fyri at tey ikki skulu koma í neyð, fáa tey fríbillet upp og niður. Tá tey hava so ringt við at læra mál, fáa tey eyka tíð til provtøku, tey hava ringt við at skilja danskt og at málbera seg á hesum fremmanda málin- um. Teirra donsku lestrarfe- lagar, hvat fáa teir til heim- ferðir til Ld. Skagen ella Bornholm? Neyðardýrsmentan, trælalyndi á øllum økjum, ómoralurin, ið lekur gjøg- num føroyska samfelagið. Veruliga kreppan er ikki økonomisk, men moralsk. Hon rotar og måar grundina undan politikarum, em- bætisverki og vinnulívi. Hvi døma føroyingar ikki? Danska rættar- og politi- valdið i Føroyum ger sum starvsbróðir teirra Pilatus: tváar hendur. Finnar dóma bankastjórar og nevndir fyri svik og brotsligt óansni móti teim- um, sum litu virði síni upp í hendur teirra. Hvussu verð- ur við føroyskum banka- stjórum og nevndarlimum? Hvussu verdur vid at kanna brotsligar »innsider deal- ings« í føroyskum bankum millum annad i 1992 og undan? Krevur nakar mynd- ugleiki, stovnur, feløg, ein- staklingar, sum hava mist, straff, endurgjald og góð- gerðan fyri »tort og svie<? Enn ikki. Hví ikki? Eingin verður kravdur til svars, eingin krevur svar. 4. Statsmaktin, skrivaðu og elektronisku mediini, hvar er teirra leitandi, kannandi, kritisk metandi virksemi? Teir bora eftir olju, spæla fótbólt, tá teir ikki spæla billiard. Spurt verður mang- an, um føroyingar eru býttasta fólkaferð í verðini? Um teir einans eru heila- skaddir? Um so er, má farin atburður, framferð góðtak- ast, og at eingin av hesum sonevndu politikarm verð- ur drigin til svars, kemur fyri rættin. Har hendir einki, tey leggja seg niður, so hesir kunnu halda fram at ganga oman á teimum. Hvar er umboð teirra ar- beiðsleysu, kreppuraktu, teirra rýmdu? Tey sita á fakfelagskassum við góðum lónum, nøgd í vinalag við vælbjargaðu elituna. Tey veruliga neydstøddu, einki frættist til ella um tey Tveir føroyskir politik- arar sótu í geglinum fyri tað teir meintu, søgdu og skriv- aðu, Erlendur Patursson og Dan Klein. Eingin av teim- um, sum koyrdu Feroyar á húsagang, eru enn settir inn. Hvussu sýndu starvsbrødur Dans solidaritet móti hon- um? Hvussu sýna teir dag- liga, at teir kenna, hvat pressuetikkur, hvat veru- ligur journalistikkur er? Her á arbeiðaranna kamp- degi, stríðsdegi til 1. mai- dagshald í Føroyahusinum frættist einki um bardaga fyri betri korum, betri rætti, móti órætti, fyri frigering, em kollvelting. Tørvurin har heima á kollvelting hevur verið veruligur seinastu 5-6 árini. Einki hendir, einki hendir. Tosið flýtur sum olja oman á veruligu trupul- leikunum hjá vanligum fólki. Tygur vita, hvat hini skulu gera, og eru til reiðar at geva teimum av tygara vitan, vísdómi, teimum, sum tygur tosa um, til, ikki við. Tann tíð var, tá tað var ringt at vera føroyingur, tá mong vóru svong, liðu neyð. Tá frættist einki alment, hagstovur, deildir og stjórar vóru ikki uppfunnir. Dimma var eisini tá á tremur við lýsingum um tvingsilssølur. 15 åra gamal rymdi je år realskúlanum, meldaði meg inn í Vágs Arbeiðsmanna- felag Framtíðin og var við í størstu streyku ogra. Ogur vunnu. Je fati ikki tygum ungu uttan meiningar, uttan hug- sjónir, ideal. Í Seul, Sofía, Beijing, Beograd, Hong Kong, Hebro og Jerusalem NU berjast tygra javnaldrar, doyggja, fara í fongsul. Teir brjas fyri tað, sum fyri teimum er rætt. Teir berjast móti tí, sum fyri teimum er órætt. Hverjum berjast ungu føroyingar fyri? Hverjum berjast ungu Føroyar ímóti? Einferd høvdu tygur mein- ingar. — Leingi trúði tú, at tey tordu ikki fyri mafiuni heima at siga sína hugsan, sínar meiningar Nú veitst tå, at tað er skeivt. Tey hava einki at berjas fyri ella ímóti. Tey hava als ongar mein- ingar um føroysk samfe- lagsvidurskifti. Tað ræður um at passa til holini í føroyska yvir- stættasamfelagnum, gerast limur í >Felagskapinum fyri organiserað sjálvrós<, við fyrrverandi fascistum, stalinistum og maoistum á odda ella sum heidurslimir vid føroyauppiskoyti. Vilja tygur, vilt tå nakad annað, so berjist fyri at endurreisa føroyskan sam- felagsmoral og fyri at upp- liva tad, sum Mao Tse Dung segði, meðan hann var upp- reistrarmaður: >The Workers are the true Salt of the Eart and to be Part of their Destiny is the true Adventure of our Time«. Carl Nolsøe cand. polit