Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 1997síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið ml Nr. 135 — 18. JULI 1997 Eyðun Jonesen, sålarfrødingur: ersonlig avmakt fær folk at slåa - Eitt barn, sum verður bukað upp á pláss, lærir ikki at brúka sítt vit og sínar kenslur at stýra sær við, sigur sálarfróðingurin, sum kortini ikki heldur, at vit skulu lóggeva um hetta í Føroyum DAGNY JOENSEN Í oddagreini í Sosialinum í gjár, var evnid, hvert vit hava brúk fyri at lóggeva um rættin hjá foreldrum ar buka síni børn. Ein slík lóg er sett í gildi í Danmark, og nú er kjak um hetta í blød unum hjá okkum Í nidurstøduni ger odda- greinskrivarin vart við, at foreldrini ikki eiga at sláa síni børn og mælir lands- stýrismanninum til at koma í Løgtingid við lógarupp- skotinum Sosialurin spurdi Eyðun Joensen, sålarfrøding, hvat hann helt um hetta uppskot- 10? Tosið til vitið kenslurnar - Persónliga haldi eg, at tað átti at verið púra óneyðugt at lóggivið um slíkt í einum framkomnum samfelag, sum okkara - Ein cirkushestur letur seg stýra av løn og revsing skipanini, meðan menniskj- uni hava vit og skil. Vit áttu heldur at tosa til vitið og kenslurnar í barninum - Eg eri sannførdur um, at børnini góðtaka td. eitt nei, um tey fáa eina grund- geving , heldur enn at buka tað upp á pláss, sigur Eyðun Joensen Sålarfrødingurin heldur, at foreldur, sum leggja á síni børn kenna avmakt. Tað er ikki ein væl umhugsað gerð, men júst ti at tey missa tam- arhaldið á sær sjálvum, tá tey soleiðis leypa framav - So hoyra vit fólk siga, at tey sjálvi hava verið slig- in sum børn, og at tey ikki hava tíkið skaða av tí Grumsid á botninum - Hvar vita tey tað frá? Vit kenna bert ein evarslig- an lítalan brøkpart av tilvit- sku okkara. Vit kunnu ikki úttala okkum um grumsið á botninum í sálini, sigur sál- arfrødingurin Hann hevur oftani f sinum arbeiði hoyrt fólk siga frå, at teysum børn vóru hartað, skammað, koyrd í song o.s.fr., men Omøguligt at siga, hverjar avleiðingar tað hevur havt fyri einstakling- in - Tað ér fyri sovítt óneyð- ugt. Vit kunnu bert ímynda okkum, hvussu ólukkulig børn eru, sum verða sligin Hinvegin so vil eg eisini siga, at tað pínir bæði børn og foreldur. Alt annað er undanførsla Ein ond ringrås - Gongur tað i arv at upp- ala vid hardskapi? - Verður harðskapur part- ur í uppalingini, so kunnu foreldrini siga seinni, at tey ikki fingu skaða av at fáa ein brest í afturpartin, og síðani brúka tað móti børnu- num. Tá kann tað kanska verða ein ónd ringrás, sum gongur í arv Hvat kann gerast fyri at fáa børnini at akta? - Tú skalt greiða teimum frá tí, sum tú vilt hava tey at skilja Stutt sagt tosa við børnini. Eru tey so små, at tey ikki duga at tosa, so ber til við „mimikki“ at verða teimum ein góð fyrimynd - Tað er lítil dugur í at læra børnini góðan borðsið, um tú ikki sjálv heldur hesar reglur. Tá kanst tú heldur ikki krevja tað av børnun- um Børn góðtaka - vid frundgeving -oreldur skulu tosa vid børnini. Eitt nei við góðari grundgeving, er betur enn eitt glefs ella ein lúsingur - Sjálvt um barnið letur, sum vil tað ikki góðtaka eina avgerð, so ger barnið tað kortini. Tann vaksni sum hevur avgerðarrættin, og hann vinnur altíð - Skulu vit lóggeva ímóti at foreldur buka børn? - Tað í sjálvum sær at nýta harðskap móti børnum er so skammiligt, at tann, sum ger slíkt, átti sjálvur at liva við skommini Eyðun Joensen heldur hinvegin, at tað er torført at siga, hvar markið er. Munur er at sláa eitt barn yvir fingr- arnar við borðið, ella at hótta barnið, sum hevur gjørt okkurt, við t.d. at síga, at tað skal verða flongt og koyrt í song, ikki sleppur út út at spæla aftaná skúla- tíð, ella tað sum verri er: At hótta barnið við at siga, at tað bara skal bíða til pápin kemur heim, so skal hann buka tað Það er beinleiðis revs ing, sum er verri enn nakað annað, og kann als ikki góð takast, sigur Eyðun Joen sen. Eyðun Joensen er í summarfrí í løtuni. Hann minnist ikki júst nú, um nakað vísundaligt kanning- artilfar, sum vísir til hetta EydunJoensen, sålarfrødingur: - Eg eri sannførdur um, at børnini góðtaka eitt nei, um tey fáa eina grundgeving, heldur enn at buka tað upp á pláss Eg havi ikki fyribrigdið. T.d. í Danmark eru umstødurnar gðrvísi enn í Føroyum, hesum viðvíkj andi - Tá tú sæst hvussu djúp sárað og ólukkulig børn verða av at verða flongd ella bukað, so er tað nóg mikið til, ikki at góðtaka slíka við ferð, sigur Eyðun Joensen Odmar Færð, barnalækni - Vit skulu upplýsa foreldur um, hvat tað hevur at týða fyri barnið, um tað verður sligid - og eisini at hava tol til børnini Odmar Færø, yvirlækni å barnadeildini: sæd sligin børn Barnalæknin heldur ikki, at tad er rætt at slåa børn. - Vit åttu heldur at upplýst foreldur, enn lóggivið á øki- num, sigur Odmar Færð DAGNY JOENSEN Odmar Færø sigur í stuttar viðmerking til málið, at hann ongantíð sjálvur er flongdur ella bukaður sum barn, og at hann heldur ikki hevur gjørt tað í uppaling ini av sínum barni - Hóast eg ikki haldi, at tað er rætt at sláa, so meti eg ikki, at hetta er nakar trupulleiki í Føroyum, sigur Odmar Færð Hann hevur onagntíð í sínum arbeiði sum barna- lækni verið fyri, at børn eru komin á sjúkrahúsið, tí tey eru sligin - Í Danmark kemur tað ofta fyri at børn hava fingið ógvuliga ringa viðferð, men vit hava ongan skráseting av slíkum. Tað er møguligt at løgreglan ella barnavernd- in hava stórri vitan á hesum eki, - Tá tú ikki heldur, at tað er neyðugt at lógeva. Hvørji ráð vilt tú geva foreldrum ? - Vit skulu upplýsa for eldur um, hvat tað hevur at týða fyri barnið, um tað verður sligið Hóast eg ikki veit hvussu barnið sálarliga verður fyri at tí, so vænti eg ikki, at slíkar hendingar fara óskalaðar framvið barnin um - Tað at verða stongdur inni ella at verða bukaður er negativ hending í lívin- um. Harnæst er limaklig av- buking ongantíð av tí góða Tá sinnið kemur upp í fólk, missa tey tamarhaldið á sær sjálvum Vit skulu upplýsa foreld- rini og hava tol til børnini, sigur barnalæknin