Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juli 1997síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tidindabladid SOS Nr. 136 — 19. JULI 1997 Heini Olsen 67 år - og nakað um tað Eitt annars so óskyldugt primtal, sum 67 er nú vorð- ið til eina falløks, sum aloft- ast setir eitt lagnuvont punktum fyri eitt annars innihaldsrík lívsyrki Og tað, at skriva um ein persón, táið hesin einaferð um trý ár fyllir runt, hevur í so máta ofta mist sina mein- ng. tí tá er viðkomandi per sónur og hendingar mangan komin í so langt upp á av stand Nú. táið ólavsskan er av verður Heini - eftir øllum sólarmerkjum at dóma, og enn í besta blóma - ikki at finna millum trúgvu teknar stovnsins og landsins. Og tað er sárt. Aleina tankin svíður! Tí hesi orð á land ganginum Heimið og útlongsil Eftir hesa heldur mollkendu innleiding, er tó ikki nógv at harmast um sum so. Tí Heini hevur livad lívið hig artil, sum so mangur annar tvaleyst droymir um. Og søgurnar frá hansara mongu ferðum, feilum og føllum eru nógvar sum sandurin við sjóvafstrond og glitra sum tinnar í hugfarsligum marglætis kæti og lívsgleði Heini er føddur tann 3 Vestmanna ink Haldur = á Einkarsonur Fiørdinum (1897-73) í 1930 € Dagmar å Vålinum 89 91 Fin »ldri <yvstir Mary ir rdiskar OgMIT í S1iVUTNar mum i Kongsberg Nei, nakað Klondyke æv- intyr soleiðisni ella konga- ríki bleiv tað ikki til tå; men Heini fór so bara í skúla og tók prógv á Bergens Tek- niske Skole í '52. Síðani fór hann heimaftur og var Í ár í starvi hjá Højgaard & Schultz (SEV) og | ár hjá Landsverkfrødinginum. Tvey år seinni í '56 tók hann prégv sum verkfrød- ingur i Horsens. Tey flestu ungu hava ein åtlongsil, og f so måta hevur Heini verið ungur heila lívið. Longu í august 1956 helt hann avstað til Iran at starvast hjá bretska byggi- felagnum John Mowlen og co. Og seinni hjá Kampsax A/S, og var hann - tó við stuttum millumbilum heima í Fjallafonn - í eini 7 ár í kongaríkinum í Babylon. Kirsten Tó nakra prinsessu fann hann ikki hareystri; men haraftur ímóti í lestrartíðini í Horsens, og tey giftust við man er í Slotts-kirkjuni í heimbýi hennara í Skan derborg tann 8. februar 1958. Men longu seks dagar eftir brúdleypið finna vit Heina (tó uttan at hava for- trotið tað) á jarnbreyt arstødini á veg út aftur í Eysturlond at strevast í vanda millum hálvvillar arabarar og heilvillar parti sanar Kanska hevur ein farvu- ríkur onkul hjá Kirstint tå hómað: “at en sagte forræ derisk tåre trillede ned ad brudens beklemte silke hvide kind“, tá tå hoyrir Heini hann siga hesi troyst arorð til brúðrina: "Sá, så, min pige. Stop en halv - han er ikke død endnu!!“ Eitt hálvt ár semni kom Kirsten eystur til Irans, og líka úr tjaldlegum Babylons til stokkalon teirra í Kova lág í Havn hevur hon síðani tá verið hansara trygga borg. Og ofta er hon hæ uðspersónurin í mongum søgum hansara, sum við fastari hond og humør: reddar Heina burtur úr teim endaleysu fløkjum, hann í allari ótilstrekkiligheit hev ur lyndi til at róta seg út í og inn í Tey eldru børnini blivu fødd har eystri: Turdi í Ker manchah og Roar í Ham- meðan tær yngr Á jøturnar Marianna og An! ika er føddar i Skanderb adan, Deildarverkfrødingur 10 nevur røki 5 ani, við ávísum millumbi er hann aftur í ú hesa ferð í Afganistan og Kur distan fyri Kampsax Heini, Marius og Býráðið Heimafturkomin haðani hendir tað, at Marius Jo- hannesen víð síni eymu ke- tilsrødd lokkaði Heina upp í lista sjálvstýrisflokkin til býráðsvalið í '75. Heini - sum altíð hevur havt eitt vónarveikt og humoristiskt forhold til politikk - lat seg tóla. Ti, sum Marius segði: “Noy, ongin kennir teg, ella hevur nakra sum helst grund til at velja teg, so tú kemur so absolutt íkki inn!“; men so varð ikki. Heini bleiv valdur og bleiv enntá valdur til havnar- neyndarformann eisini. Nú, býráðsfundir kunnu vera bæði boysnir og keði- ligir, so ikki varð leingi, so var Heini farin á dyr og nú heilt til Nigeria, eisini fyri Kampsax Hesa tíðina hevði Marius og Tingakrossur fastan teig við tíðindum uttanlendis undir heitinum: Frá okkara manni í Afrika! Heini befann seg betur í Blálond um enn í býráðnum, og nú hevur hann so fingið sær skrivliga váttan frá aðal- stjórn floksins, at: “Heini Olsen kann óttaleysur koma á einhvønn fund floksins uttan at blíva uppstillaður til nakað sum helst!“ Ja, stikk denn! Sum — deildarverkfrød ingur hevur hann verið við til at projektera at kalla allar hevuðsvegir í landinum og aðrar við. Hann var eisini ráðgevari hjá IRF, tó uttan samsýning ella aðra løn, enn kansa hana, sum verðin vanliga gevur Heingibrågv um Vest- mannasund Ein vakran summarmorgun Friður tóktist at ráða á fron tínum - Mikkjal Helmsdal var burturstaddur og Kir sten var niðri - tá hevði Heini kl. 6.30 leitað sær upp í stigan at mála takið Um hálvgum áttatíðina kom róp í niðri í túninum tí undir stiganum stóðu tveir fittir tingmenn úr Vágum ið við biðjandi eygum løgdu teir síni hjartamál fyri dag in: "I morgun kl. 10 er sein asti = fundur fíggjar nevndini, áðrenn tingið fer t mretekt V % k itle ' tran heingibrugv um Vestmannasund;;*. | i » | } up; Hen ið teknir I r Ká Ki g við kostnaðar ing og segði helst k mes á sinn Veri el mentary, my dear Watzon! sera einfalt mínir kæru vin ur! Heini og LV-savnid Hetta rekordskjóta prosjek- tid, og helst eisini í heims- klassa, er vituliga enn til skjals á savni stovnsins (Heina-savninum), og tað saman við Guinnesverda og meturlanga roknistokkun- um, sum Heini konstrueraði og gjørdi, tí at hann ikki hevði tol til at bíða til teld- urnar sóu dagsins ljós. Savnið er hent. Tað eydn- aðist Mikkjali Helmsdal frålika væl at lata úr hondum havnasøguna "Verjir fyri Havnarvåg -" og hann var so smátt farin at hugsa um vegasøguna, tá ið hann brádliga doyði í fjør summar. Vónandi fara aðrir at: “Taka upp seglini og sigla tann sama sjó -“, sum tað stendur á minnisvarð- anum í Vestmanna. Heini hevur tykist við savnið í seinastuni. Og ein høvudsdeild er vigd sam- larum mikla og latínaranum Niclasi Andreassen, og hon eitur (í samráð við Axel Tórgarð, skilji eg) so fínt sum: "Collectio Litterarum Nicolaui Andreassii“ Viðurkenning uttanlendis Heini er kendur um lond, og fáir skandinavar hava sum Heini, heiðurin av at vera limir í "The Institution og Highway Engineers in Great Britain” og eingin annar føroyinger er heldur útneyndur til S.T. ekspert í vegabygging. Heyði nakað veiggj verið í Føroya Verk frødingafelag, so var Heini útneyndur til heiðurslim fleiri ferðir, og tað hevði verið til mikla sóma fyri fel- agið! Í 1991-94 var Heini aftur burturstaddur, nú var tað á Zanzibar fyri E. Phil & Søn Tá, farin um tey 60- árini varð hann spurdur, hví hann fór út aftur soleiðis í lívsins kvøldarroda, og svarið var stutt: "Leið meg einaferð enn út á dekkið men ikki veit eg, tí síðani tá hes ur hann verið "úti á dekk inum“ í Zanzibar bæði '95 g "UG Persónurin Sum persónur er hann tor nógv teirra Kunstur ét verdur? Og tað kunnu teir vituliga ikki svara uppá, og rættiliga málleysir gerast teir, tá ið Heini við blaser aðum yvirbrá heldur fram “Ja, eg meini faktiskt við pr. kvadratcentimetur (t)““. Hann er målkønur og dugir umframt mál um okk- ara leiðir, so eisini høvuds- mál og eisini arabiskt, sum farsi og urdu. Til okkara heimliga, heldur tøvd og serføroyska, alfabetið hevur hann hesa viðmerking: ein cigar,sum er stavað við s, smakkar ikki so væl, sum ein, ið er stavað við c! Tað er nakað mogið við hasum s'inum. Sum persónur og sam- starvsfelagi igjøgnum mong år er Heini umgeingiligheit- in sjálv, og fantasiurin kann ikki sigast at vera avtakandi. Hevur hann nakað at finnast at, so skalt tú ikki vænta tær eitt frontalt álop. Til tað er Heini á Grana í Babylon hann alt for besnissaður Einaferð var hann á heim- leið í útlondum og var end- aður í einari trongar tok- kupé, stúvandi full av fólki Deyðamótur hoykti hann seg bara niður á dúrskið og tók úr klæðsekkinum fram eitt herkið skerpitjogv og settist at telja burturav Stutta løtu seinni lá Heimi strektur og allslakkur á beinkinum og svav søtan við klædsekki gg undir heydinum. Kupéin var mestsum tóm. "Merki ha?. sígur Hein g humant tjógvi bóndi i Førovum. Hann fær tað bara altíð at nggaå Heimbygdin Søgurnar er nógvar og Vest manna hevur hann gjørt kenda um lond. Nomadirnar og kurdarnir sveittaðu spik og strevaðust sum klyvja- ross, meðan Heini fortaldi fyri teimum um havið og sjólívið við "Keflavík". Og blåmenn í Nigeria rivu ryggin úr sær og flentu í kíki, meðan hann forfaldi um grindadráp á Fjørðinum og vandasjógv í Sundinum. Í Vestmanna eru bara brattar brekkur og reystar trappur. Og tað er ikki so gott, sigur Heini, og tekur seg sjálvan sum dømi gongur tå upp gjøgnum trappurnar, so tekur búkurin í, og fert tú niðuraftir, so ferst tå fram eftir rommum, ti tá tekur dyntilin í -! Rósurnar Fjøltåttur er hann. Nú í summar fekk hann ta norsku sangkvinnuna Ásne Sunniva Søreide - saman við framúrskarandi pan- fløjtuspælara - at koma til Føroya at syngja Peder Dass og Kingo fyri okkum Hon er helst ein av teim mongu rósunum - í allari hampiligheit, sjálvandi sum hava angað á hansara lívsleið vid Dagmar, Kir sten, Mary og Elsu á odda Eftir er bara á eyðmjúkan eysturlendskan hátt at ynskja tær og tínum: Sa'lam a“ leikum - fríður verið við tykkum - og mátti tín skuggi ongantíð minkað við tína lið ! Og mátti tú - so ella so fingið høvi til at skrivad dastið av 1 vegasøguna og um søgunum vi ja vit all hiðani av allir tínir ' inir kring landið Vinarliga Arnstein Niclasen 14.07.1997 PIZZA- VINIR Hevur tú hug at fáa eina ella fleiri PIZZA inn á gólv- ið, so ring tif. 18866, og tú hevur PIZZA 'ina innan ein tíma. Vit í PIZZARIA royna al- tíð at hava kostnaðin so lágan sum møguligt, so- leiðis at kundin bert rindar Hetta er tó gald- andi fyri viðskiftafólk i Tórs- havn Vit vóna, at hetta tilboð kemur væl við. PIZZARIA Tif. 18866 | i i |