mikudagur 2. juli 1997síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 123 — 2. JULI 1997
tíðindablaðið
Poul Michelsen uppsagdur sum stjóri á Fiskasøluni:
- Eg havi onga
srundgeving fingið
DAGNY JOENSEN
Eitt tidindaskriv frå Sverra
Hansen, nevndarformanni i
Fiskasøluni, segði stuttorð-
að frá mánadagin, at Poul
Michelsen var farin úr starvi
sum stjóri í felagnum, og at
Hans Johannes á Brúgv er
stjóri fyribils.
Ein áheitan til Sverra
Hansen um at greiða nærri
frá stjóraskiftinum gav ein-
ki úrslit í gjár. Heldur ikki
vildi Sverri Hansen gera
viðmerking til tíðindini um,
at ein danskur stjóri skuldi
setast á Fiskasøluni.
Poul Michelsen sigur seg
ikki hava fingið nakra
grundgeving fyri uppsøgn-
ini, men hann hevur fingið
boðini bæði munnliga og
skrivliga, sum hann tekur
til.
Vildi ikki siga upp
- Hverjar gitingar gerst tú
tær um uppsøgnina?
- Eg havi gjørt mær nógv-
ar tankar, men uppá fyri-
spurning kann tað kanska
hava nakað við undirskotið
í felagnum at gera. Eg kann
kortini einki siga, tí eg eri
undirlagdur stjóraskyldurn-
- Tá eg tók við sum stjóri á Fiskasøluni, tilskilaði eg
mær trý ár at venda gongdini, men tað fekk eg ikki stund-
ir til, sigur fráfarni stjórin, sum í 23 mánaðir stóð á odda
fyri einum av landsins stórstu fyritókum
ar, av tí at eg ikki vildi siga
upp. Tað helt eg vera skeivt
mótvegis starvsfólkunum.
Hvussu kundi eg tað? spyr
Poul Michelsen.
- Eg segði, tá eg fór í starv
á Fiskasøluni, at eg skuldi
nýta trý ár at venda skeivu
gondini á fyritøkuni til
framgongd.
- Harnæst tryggjaði eg
mær, at hetta skuldi vera ein
føroysk loysn, og at útlend-
sk áhugamál ikki skuldu
blandast upp í virksemið.
Hetta havi eg arbeitt miðvíst
eftir.
- So er spurningurin sjálv-
andi,hvussu nógv vit kundu
tapa, men tað var ikki or-
søkin til uppsøgnina, sigur
Poul Michelsen.
- Var ein orsøk kanska, at
tú ikki heyði innlit í fiski-
vinnuni, tá tú átók tær stjór-
astarvið á Fiskasøluni?
- Nei, tað hugsi eg íkki.
Handil er handil. Um tú sel-
ur fisk ella aðra veru, so eru
somu reglur galdandi. *
- Heldur er tað tverturí-
móti. Tað er minst líka so
frískligt, ikki at vera so heft-
ur at fiskivinnuni, á tann
hátt, at tú ert meira neu-
tralur, um tú ikki hevur fing-
ist við fiskivinnu áður, sig-
ur Poul Michelsen
Serliga hevur Fiskasølan
seinastu árini lagt seg eftir
at finna nýggjar sélumarkn-
aðir - og kanska serliga utt-
an fyri ES.
- Kann tað hava verið
medvirkandi til, at tú fekk
sekkin?
- Tað er rætt, at vit hava
lagt okkum eftir at finna al-
ternativ sølumid í londum
uttan fyri ES. Eitt nú Kina,
Japan, USA, Baltisku lond-
ini og Russland. Útlit eru
til, at hesi sølumid vísa frá
ES, men tað er gjørt fyri at
fáa fleiri bein at byggja á,
sigur Poul Michelsen.
Spurdur, hvat hann nú fer
at taka sær til, sigur Poul
Michelsen, at tað nú eru
umleið 25 ár síðan hann
stovnaði fyritøku, umframt
at hann øll árini hevur stríð-
st og strevast, men at tað
altíð eru uppgávur har, sum
hann skal taka sær av.
Hann er tí ikki bert harm-
ur um uppsøgnina, men eis-
ini kennist ein lætti. Hann
hevur arbeitt í 10 tímar um
samdøgrid á Fiskasøluni -
eisini leygardag og sunnu-
dag.
- Hóast tað er ein lætti, so
er tað eisini við sorgblíðni
at eg fari av Fiskasøluni.
Starvsfólkinihar eru før, og
eg ivist onga løtu, at Fiska-
sølan hevur lív lagað, við
teimum starvsfólkum, sum
har arbeiða.
- Jú, eg kendi meg pøstan
vid hvørt, men eg eri av
mA
nåttåru ein strembari, id ikki
so lætt gevst å hondum. Eg
veit, at min partur liggur
ikki eftir.
- Um tað vóru tiknar
skeivar avgerðir? Tað verða
tiknar bæði rættar og skeiv-
ar avgetðir í slíkum starv,
tí handil merkir eisini, at tú
við hvert noyðist at vága
eitt sindur.
- Kortini skal tú taka fleiri
rættar enn skeivar avgerðir,
men eg skammist ikki yvir
mítt avrik, sigur Poul Mic-
helsen, sum enn einaferð
ger vart við, at vit hava brúk
fyri einari stórari fiskasølu
í Føroyum, sum er før fyri
at skipa eina framtidarætl-
an, men at hann ikki tekur
dagar ímillum, hvussu
nógvar smáar fiskasølur
skulu vera.
Um hvat hann nú fer at
gera, sigur Poul Michelsen,
at hann fyribils ætlar sær at
vera eygleiðari, hvussu leik-
ur fer.
- Eg havi altíð havt ein
dreym um at sleppa út at
ferðast. Tað havi eg ong-
antíð havt stórvegis stundir
til, so kanska fari eg at
royna tað, sigur Polul Mic-
helsen.
tillagast framtíðini
og - íkki minst -
tínum tervi.
| Úr 133 Mhz til
| 200 Mhz v/ MMX
LIVS TAL UDAORSØDIS)