hósdagur 3. juli 1997síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
Russiskt umboð í hálva óld: .
Nr. 124 — 3. JULI 1997
Tað ber ikki til at fáa nakað virksemi at bera seg i Føroyum, tá allir skulu ganga runt og øvunda hvør ødrum heldur
enn at samarbeiða, sigur Árni Dam, sum er umboð fyri russisku skipini í Føroyum
EDVARD JOENSEN
Skipafelagið Føroyar hevur
í eina hálva eld verið um-
boð hjá russiskum skipum,
sum koma til Føroya
Madurin, sum meira enn
nakar hevur verid imyndin
av hesum samarbeiði, er
Arni Dam. Sosialurin hitti
hann á máli í sambandi við
50 ára dagin hjá Skipafel-
agnum sum russiskt umboð
Arni Dam sigur, at russ-
iski marknaðurin er stórur,
og væl ber til at koma inn á
hann við joint venture av-
talum, sum áttu at verið til
gagn fyri báðar partar
Men illa tykist ganga hjá
føroyingum at fáa nakað at
bera til. Og ein av grund-
unum er, at aðrir tykjast
vera meira effektivir enn vit
eru, heldur Arni Dam
Men tað ringasta heldur
hann tó vera, at øvundsjuk-
an hevur so stórt vald á fer
oyingum, at fer ein undir
eitthvert, sum tykist bera til,
skulu allir gera tað sama
Uttan fyrilit fyri, um stovn-
urin ella marknaðurin yvir
Arni Dam er imyndin av russiska umboðnum í Føroyum
Fimti ára
samkoma
Í sambandi við, at tað eru
liðin 50 ár, síðan Skipafel-
agið Føroyar gjørdist um-
bod hjå russisku skipunum
i Føroyum, varð skipað fyri
samkomu semasta friggja-
Nógv fólk nýttu hevið at
støkka inn á gólvið hendan
dagin. Ætlanin var eisini, at
russisk: sendimadurin i
Keypmannahavn skuldi
vera við, men honum barst
frá, so aðrir umboðaðu russ
ar ístaðin
( Mynd Jens Kristian Vang)
Í sambandi við, at Skipafelagið Før-
oyar hevði 50 ár á baki sum russiskt
umboð í Føroyum, varð skipað fyri
samkomu seinasta fríggjadag
Myndir
Jens Kristian Vang
hevur tolir, at fleiri eru á
sama eki
Og samstarv tykist vera
so eidasørt. Ber til at fáa ein
annan niður við nakkanum,
er tað best. Líka mikið.um
ein sjálvur einki fær burtur
úr
Besta dømid um hetta sig
ur Arni Dam vera øll flaka-
virkini. Ikki er longri í mill
um tey, enn maður pissar,
og øll gera tað sama
>Tað mátti tó borið til at
samskipað framleiðsluna
soleiðis, at ein ikki gjørdi
ødrum fortred.«
Arni Dam hevur ferð eftir
ferð víst á, at vit eru ov illa
åtgjørdir í Føroyum. Til
dømis er alt ov lítil frysti
kapasitetur í landinum
>Vit noyðast dagliga at
siga fiski frå okkum, sum
annars kundi verið goymdur
og umskipaður í Føroyum
Bert tí, at vit hava ikki
frystigoymslur.<
Og hann vísir samstundis
á, at tað hevur heldur ikki
verið tann stóri viljin hjá
játtandi myndugleikum, tá
um fígging ræður. Vit hava
brent okkum og mist fleiri
bankar, men tað mátti tó
borið til at hugt skilagott at
teimum hugskotum, sum
koma og so funnið út av,
um eitthvert kann brúkast,
heldur Arni Dam
Sjálvur hevur hann víst á.
at til hevði borið at sprongt
frystigoymslur í bergið inn
an fyri elverkið á Sundi og
so nýtt spillorkuna frá
verkinum
Men grundgevingin fyri
at tað ikki skal bera til, er,
at so skal vegurin oman fyri
gerast hálur av kuldanum
> Tað ber til at isolera teir
50 metrarnar, ein slíkur
tunnil er breidur,« vísir Árni
Dam hesum argumentinum
aftur við. Eisini vísir hann
á, at til ber at leggja rør
undir asfaltið á hesum
strekki og so brúka hitan frá
útsúgvingini at leiða gjøgn
um rgrini. Just sum eitthvert
baðirúm í dag er innrættað
Men rímuligt, har eingin
vilji er, gerst einki
|
—————————"