hósdagur 3. juli 1997síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Bi
Nr. 124 — 3. JULI 1997
Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum:
- Grunnurin er
alt ov afturlatin
- Tað minsta almenningurin kann krevja, er at fáa at vita,
hví stjórin á Fiskasøluni varð koyrdur frá. Var hann ikki
nóg dugnaligur, so var rættast um Sverri Hansen, for-
maður, segði fólki tað, heldur Jóannes Eidesgaard
DAGNY JOENSEN
Meðan fjølmiðlar og al-
menningurin royna at fáa
greiðu á vidurskiftini á
Fiskasøluni, so er ikki útlit
til, at nakað spyrst burturúr
Hvussu kennist tað so hjá
politisku myndugleikunum
at vera eygleiðari til hesa
hending?
Tað spurdu vit Jóannes
Eidesgaard í Javnaðarflokk-
inum og Signar á Brúnni,
tingmaður í Tjóðveldis-
flokkinum.
Gitingar skapa mytur
Jóannes Eidesgaard: - Ég
haldi, at Framtaksgrunnurin
átti at spælt við opnum kort
um, og sagt sum var. Við
ikki at grundgeva fyri
stjórauppsegnini, førir tað
bert til gitingar og mytur,
sigur Jóannes Eidesgaard
Hann heldur eisini fram-
ferðarháttin hjá nevndini
Signar á
vera løgna, av tí at almenn
fyrisiting og lóg um alment
innlit, júst miðjar ímóti at
geva almenninum stórri vit-
an.
- Hetta harmonerar illa
við tann politikk, sum
Framtaksgrunnurin nú førir,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur eisini, at
uppsegnin virkar ørkyml-
andi, serliga tí Sverri Han-
sen fyri sløkum tveimum
árum síðan rósti Poul Mich-
elsen upp um skíggja, sum
tann einasta persón í Før-
oyum, sum kundi fáa Fiska-
søluna á føtur aftur
- Tað, at:stjórin ikki veit,
hví hann er uppsagdur,
virkar burturvið. Tað minsta
vit kundu krevja er, at fáa
grundgeving fyri, hví so er
- Hvussu er tað sum po-
litikari at vera eygleiðari til
virksemið hjá Framtaks-
grunninum ?
- Um talan var um privat-
fyritøku, so veit eg ikki,
men her er talan um fyri-
tóku við almennum peningi.
- Hevdi talan verið um
almennan stovn -eitt nú Al-
mannastovan, sjúkrahúsið
o.s.fr., so hevði politiski
myndugleikin havt fyri
neyðini at givið almenning-
inum einafrágreiðing
Vánalig viðferð
Burtursæð frá einum
einkisigandi tíðindaskrivi í
tveimum reglum, er einki
komið fram. Um nú Sverri
Hansen hevði sagt, at stjórin
varð uppsagdur, tí hann ikki
hevði staðið mát við tað,
sum nevndin væntaðu sær
av honum, so vistu vit tað
Eisini haldi eg tað vera
sera vánalig viðferð móti
stjóranum, sigur Jóannes
Eidesgaard
Brúnni, tingmaður:
Danir ov ráða-
ríkir í nevndini
- Er danski nevndarlimurin ávirkaður av øðrum, eru
fóroyingar kanska ov skjótir at geva eftir, sigur
tingmaðurin
Dagny Joensen
Politikarar fáa einki at vita
um virksemið hjá Framtaks-
grunninum - annað enn tað
teir lesa og hoyra í fjøl-
miðlunum, sigur Signar á
Brúnni, og hann heldur tað
vera ógvuliga legið
- Hava tit sum politikarar
ikki verið við til at skapa
hesa stóðu?
- Vit skuldu finna eina
loysn, tí tølini í fiskivinnuni
vóru ræðulig. Fiskavirking
og seinni Framtaksgrunn-
urin skuldu gera sítt til at
skuldin í vinnuni varð nið-
urskrivað. Eftir tí, sum vit
nú vita, so var tað eingin
loysn, sigur Signar á Brú-
nni
Trupult at fáa broytt
vidtøkurnar
Hann heldur ikki, at tingid
kann gera nakað við málið
um Framtaksgrunnin
Nýggja stýrisskipanin ger
útlitini truplari enn áður
- Skulu broytingar gerast
í viðtskunum fyri Fram-
taksgrunnin, so skal málið
fyri á ungi. men mær vitan
di er ikki meirluti fyri hes-
um í samgonguni. Hon ætl-
ar sær ikki at gera nakar
broytingar, sigur tingmad-
urin
- Persónliga haldi eg av-
gjørt ikki, at hetta er í lagi,
tá vit ikki kunnu fáa vitan
um, hví, hvat og hvussu, í
samband við at stjórin á
Fiskasøluni er uppsagdur
Nevndin átti at tíkið
- Tá hetta ie væntaði
eg, at nevndin fór at koma
við eini frågreiding, men
tvær reglur í einum tíð-
indaskrivi er ikki nøktandi
Signar á Brúnni heldur,
at tá nevndin tekur avleið-
ingarnar og sigur stjóran
upp, so átti hon eisini at
tikið avleiðingarnar av, at
sagt fólki tað
-Tað riggar bert ikki við
Framtaksgrunninum, men
eg veit ikki orsøkina, tí eg
Signar á Brúnni,
tingmaður: - Nevndin átti
at tikid avleiðingarnar av
stjørauppsøgini, við m.a
at síga almenninginum, hví
hetta varð gjørt
veit einki um bakgrundina,
sigur Signar á Brúnni
Jóannes Eidesgaard: -
Nevndin átti at sagt hví
stjórin var koyrdur
Um møguligar orsøkir til
uppsøgnina, metir Jóannes
Eidesgaard, at td. fiska-
setuliðið er í stórum trupul-
leikum í løtuni. Eitt nú fiska
norskir bátar undir Føroy-
um og fáa dupultan prís,
umframt at sildin verður
landa í Íslandi og Noregi.
Tað eru trupulleikarnir av
teimum stóru í fiskasølu-
liðnum.
- Framtaksgrunnurin er
alt ov afturlatin í sínum vir-
ki, og tað førir bert til git-
ingar. Vit hava krav uppá
at fáa meira vitan um Fram-
taksgrunnin, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Hans Johannes á Brúgv er
settur fyribilsstjóri á
Fiskasøluni
Mánadagin varð Hans Jo-
hannes á Brúgv, settur fiska-
selustjóri. Hann skal virka
fyribils, til lýst verður eftir
nýggjum stjóra.
- Kanska eru danir í so
rådarikir í nevndini, og før-
oyingarnir ov skjótir at geva
eftir. Tað er torført at siga,
tá tú bert er áskoðari, sigur
Signar á Brúnni
-—
Tigandi tøgn i
Framtaksgrunninum
Hóast nevndin i Faroe Seafood Prime
tók so týðandi avgerð, sum at siga
stjóran á Fiskasøluni upp, so vil
hvørki formaðurin ella nevndarlimir-
nir grundgeva fyri hesum
DAGNY JOENSEN
Tað hevur verið Ogjørligt at
fáa nevndarlimir ella for-
mannin í Framtaksgrunn-
inum at grundgeva fyri, hví
Poul Michelsen varð upp-
sagdur
Ein roynd at fáa aðrar
nevndarlimir at gera við-
merking tilmálið, hevur ver-
ið úrslitialeys
Ein avleiðing av stjóra-
uppsøgnini førdi til, at
Johan Joensen, nevndarlim-
ur i Faroe Seafood Prime,
segði nevndarsessin frå sær
Vid Sosialin sigur Johan
Joensen, at hann er bundin
av tagnarskylduni, og tí ikki
kann siga nakað. Hann vått-
ar kortini, at hann fór, av tí
at Poul Michelsen varð upp-
sagdur
Jákup Mørkøre, stjóri á
Fiskavirking og nevdarlim-
ur í Faroe Seafodd Prime,
hevur stutt sagt onga við-
merking
Astrup Hansen, stjóri í
Føroya Banka sigur, at
Fiskasølan nú bert er kundi
í bankanum, og at hann sum
soleiðis ikki hevur nakað
við málið at gera
- Bert vóni eg - lat tað
verða leingi - at tá eg fari
frá, at tað verða skrivaðar
meira enn tvær reglur um
tað, sigur Astrup Hansen
skemtandi
Meira álvarsliga sigur
bankastjórin, at tá nevndin
bert hevur latið hesa fáorð-
aðu upplýsing, so er tað
helst tí, at partarnir hava
verið samdir um tað.
Bert ein danskur nevnd-
arlimur er í felagnum. Tað
er Jens Josefsen. Hann vís-
ir fáorðaður til Sverra Han-
sen, nevndarformann, sum
als ikki er at hitta
Sosialurin spurdi Jens
Josefsen, um ein orsøkin til
at Poul Michelsen varð upp-
sagdur var, at teir báðir ikki
sampakkaðu so væl?
- Eg havi onga viðmerk-
ing. Tað, sum skal sigast
alment, skal Sverri Hansen
siga, sigur Jens Josefsen,
sum vegna stjórasterv síni
seinastu 20 árini á ymsum
fyritskum í Danmark, tó
ongantíð innan fiskivinnu
er valdur í nevndina fyri
Fiskasøluna
I dag er starv hansara at
sita f ymsum nevndum fyri
fyrittøkur í Danmark
Fiskasølustjorin
Eftir hvat skilst. so verður
nýggi stjórin funnin um ein-
ar tveir mánaðir ella so
Hans Johannes á Brúgv
hevur higartil virkað sum
sølustjóri á Fiskasøluni
Hann er skipsførari av út-
búgving, men hevur starv-
ast á Fiskasøluni síðani
1988
Annars var Jákup Jacob
sen varastjóri, men av tí at
hann herfyri varð settur
stjóri á Bileftirlitinum,
gjørdist tað uppgávan hjá
fyribilsstjøranum at taka
yvir eftir Poul Michelsen,
fyrrverandi stjóra á fyritøk-
uni
Til húsið...
HÚSAKLÆDNINGUR
ÚR PLASTI
*
CELUFORM £
husaklædningur
krevur einki
viðlíkahald
Tu kanst
halda fri tá
grannin fer at
mála sær husini
-tá talan er um tað allar besta
Ring ella kom inn á gålvid og få eitt prát vid okkum um tín tørv
Vit eru altid til reiðar at geva tær eitt gott tilboð
fina
ad
PF FØROYA 53933) F
PF VATNSOYRA SNIKKARAVIRKI = —“
74 32411 Fan +298 33166 bå: