fríggjadagur 4. juli 1997síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 125 — 4. JULI 1997
þa
3
Jørn Astrup Hansen; Nýggja tryggingarfelagið fer til verka í heyst:
Tað skal undra meg stórliga um
tryggingarnar ikki verða biligari
— Um vit megna
at hava bíligari
tryggingar enn
Tryggingarsam-
bandið, ivist eg í.
— Men eg rokni
avgjørt við at
prísirnir fara at
lækka, eisini hjá
Tryggingarsam-
bandinum, sigur
avbjóðarin, Jørn
Astrup Hansen
Aki BERTHOLDSEN
- Vit fingu møguleikan,
og vit hildu, at vit skuldu
brúka hann. Vónandi fer tað
so at koma tí einstaka trygg-
ingartakaranum, og samfel-
agnum sum heild, til góðar
Sigur Jørn astrup Hansen,
bankstjóri og høvudsmad-
urin aftanfyri felagið, um nú
fer at bjóða gamla Trygg-
ingarsambandinum av
Jørn Astrup Hansen sigur,
at hann ger sær ongar vónir
um at kvæla Tryggingar-
sambandið
Vit halda, at tað er pláss
fyri báðum. Og tá ið lands-
ins myndugleikar hava gjørt
av at lata tryggingarmarkn-
aðin upp má tað vera tí, at
teir hava viljað givið fólkið
eitt alternativ. Og so hildu
vit, at vit áttu at gera okkara
til, at fólk fingu henda møg-
uleikan, sigur stjórin í bank-
anum
Gevur undirskot
Jørn Astrup Hansen dreg-
ur samanum, og fortelur, at
Trygd varð stovnað í 1932
við Sjóvinnubankanum aft-
an fyri seg
Tá bar til at tekna sjóv-
artryggingar og brunatry gg-
ingar í Trygd
- Síðani fylgdu parta-
brøvini við yvir í Føroya
banka, tá ið bankarnir vórðu
lagdir saman. Bankin er ein-
asti stóri partaeigarin og
hann eigur nú 45% av part-
abrøvunum uppá eina slaka
millión
- Tá ið Tryggingarsam-
bandið fekk einkarrættin í
1943, slapp Trygd at halda
fram, men slapp ikki at
tekna nýggjar tryggingar.
- Tvs, at Trygd minkaði
og minkaði, so hvert sum
tryggingartakarar, sum vór-
u, fullu frá av ymsum
grundum
— Avleidingin er, at tað
var ikki longur grundarlag
at halda fram vid Trygd.
— Bara i fjør hevdi Trygd
eitt tap uppá 600.000 krónur
og tilsamans hevur felagið
hesi seinastu árini havt
tríggjar milliónir í undir-
skotið
Jørn Astrup Hansen sigur,
at so hendi tað, at einkar-
rætturin hjá tryggingarsam-
bandinum varð tíkin av 1.
januar í ár
— Vit høvdu tå tvinnanda
møguleikar: Antin tóku vit
Trygd av, ella gjørdu vit tað
virkið aftur
Nýggi nevndarformadur-
in í Trygd sigur, at spurn-
ingurin varð vidgjørdur,
serliga við bankan, sum var
størsti partaeigari
— Bankin tók undir við,
at felagið bleiv virkið aftur
og vit góvu samstundis til-
søgn um at tryggjað, at
neyðugu partapengarir
vórðu settir í felagið fyri at
tað kundi blíva nóg sterkt
til at fara undir trygging-
arvirksemi.
Jørn Astrup Hansen sigur,
at næsta stigið var at fáa
góðkenning frá myndug-
leikunum
Trygd fekk loyvi at tekna
tryggingar aftur, men bara
sama slag tryggingar, sum
Trygd hevði loyvi at tekna
frammanundan, tvs. bruna-
tryggingar og sjóvartrygg-
ingar.
Men treytin var, at Trygd
fekk viðurskiftini í lagi og
at felagið gekk undir krøv-
ini í lógini. Talan var í høv-
uðsheitum um at seta meiri
pening í felagið, at broyta
lógirnar og at velja nýggja
leiðslu
- Og á aðalfundinum
mánadagin hendi so tað, at
tað varð samtykt, at broyta
vidtøkurnar, so tær lúka
krøvini í lógini, og at parta-
pengarnir vórðu hækkaðir
góðar 19 milliónir, upp í
20,5 milliónir
- Tjúgu milliónir røkka
nokk so langt í tryggingar
verðini, serliga um vit end-
urtryggja tryggingarnar
- Vit hava heldur ongar
ætlanir um at yvirtaka allan
marknaðin. Men hetta er
nóg mikið í fyrstu atløgu,
og so fáa vit at síggja,
hvussu verður, sigur hann
Bankin fær meirilutan
Partacigararnir, sum eru,
hava fyrsta rætt at hækka
sín partapening í mun til
tað, teir eiga frammaundan.
Teir fingu 14 dagar at um-
hugsa støduna í
Men tað, sum manglar í,
tá ið teir 14 dagarnir eru
farnir, fer Føroya Banki at
seta í
- Og tað verður ikki fyrr-
enn tá, tað verður heilt
greitt, hvønn leiklut Føroya
Banki fær í nýggju trygg-
ingini.
Men er tað sannlikt, at
smáir partaeigarar í stóran
mun fara at seta nýggjan
partapening í. Talar ikki alt
fyri, at bankin fær meirilut-
an einsamallur?
- Eg haldi, at vit kunnu
vænta, at tá ið avtornar, fer
bankin at eiga meiri enn
50% av partapengunum og
fær sostatt einsamallur mei-
rilutan. Tað er eisini av tí
sama, at vit hava fingið trý
umboð fyri bankan í nevnd-
ina
Jørn Astrup Hansen sigur,
at tá ið partaperngarnir
fingnir til vega, verður sekt
eftur nýggjum stjóra
Bankastjórin roknar við,
at virksemið hjá Trygd byrj-
ar einaferð í heyst
Nært samband
Men hver fyrimunur verður
so at tekna tryggingar hjá
Trygd framum at tekna tær
hjá góða, gamla Trygging-
arsambandinum ?
— Tað eru jú somu trygg-
ingar, bæði feløgini fara at
tekna. Um vit kunnu verða
eitt sindur smidligari, veit
eg ikki.
— Fyribils hava vit stað-
fest, at almennu myndug-
leikarnir vildu hava einkar-
rættin tiknan av, helst tí, teir
vildu geva fólki fleiri møgu-
leikar. Hesum taka vit undir
við og eru sinnaðir at stuðla.
- Men Jørn Astrup Han-
sen heldur, at bankin hevur
ein fyrimun í, at hann hevur
25 deildir kring alt landið,
sum fara at tekna tryggingar
fyri fólk.
— Hetta næra sambandið,
vit fáa við viðskiftafólkini,
halda vit er ein styrki.
- Og hetta ger eisini, at
vit kunnu bjóða viðskifta-
fólki okkara eina trygging-
artænastu, uttan at økja um-
sitingina stórvegis
Ferð tað at síggjast aftur
í prísinum?
— Tað ber ikki til at siga,
men tryggingar hava verið
— Eg rokni við, at vit byrja
at tekna tryggingar í
heyst, sigur Jórn Astrup
Hansen, høvudsmadurin i
felagnumTrygd, sum bjóð-
ar Tryggingarsambaninum
av
Hann ivast ikki i at pris-
irnir fara at lækka, men
um Trygd klárar at verða
bíligari enn trygging-
arsambandið, ivast hann i
og slættir
Kodak bjóðar n
ég!
Mynstrutir
ein góður handil hesa sein-
astu hálvu øldina. Trygging-
arsambandið hevur ein
eginpening uppá eina milli-
ard og tað kundi týtt uppá,
at tað hevur givið eitt ávíst
yvirskot
— Kanska kunnu vit gera
tað bíligari. Men um vit
kunnu verða bíligari enn
tryggingarsambandið veit
eg ikki
— Men tað skal undra meg
stórliga, um tryggingarnar
sum heild ikki verða bíl-
igari, tá ið fleiri felag verða,
eisini prisimir hjá Trygging-
arsambandinum
— At kapping verður, fer
at føra bíligari tryggingar
við sær, tað ivist eg ikki í.
— Hinvegin er hann samd-
ur við tryggingini í, at tað
kanska fer at verða størri
prismunur å tryggingunum,
so at tey, sum elva til nógvar
skaðar, eisini noyðast at be-
tala meiri fyri tryggingar-
nar
RÚLOVILSIS
INGA
STÓRT ÚRVAL * SKJÓT LEVERING
Prísir fyri parið
úr kr. 600,-
"SUPERFILM"
til kræsnar amatørar
Ein nýggj rød av Royal Gold filmur
"á Kodak sær nú dagsins ljós
og filmarnir eru fyrst og fremst gjara:r til kræsnur amutørar
5 ymisk sløg av Royal Gold filmum fáast. Standardreðin er
filmarnir við 100, 200 og 400 ISO, sum nøkta vanliga tervin hjá
flest ollum kræsnum myndatakarum. Harafturat eru 2 serfilmar
við 25 og 1000 ISO í reðini
Royal Gold 25 hevur heimsins besta upploysing, meðan høgan
ferðin hjá Royal Gold 1000 ger hann sera vælegnaðan til action-
upptøkur ella tá ljósið er veikt
Nýggju filmarnir hava eina emulsion
við T-kornum, sum eru flatari enn «
vanligar silvurkrystallir. Urslitid verður
óvanliga klárar. finkornaðar og góðar
myndir
Kodak Royal Gold 400 endurgeva
litirnar óvanliga væl - eisini um lítið
ljós er
Kodak Royal Gold 100 er góður til
myndir í sterkum sólljósi. Kodak Royal
Gold 200 er framúr góður, tá
ljósvíðurskiftini eru góð
Royal Gold-filmarnir eru gjørdir til tann kræsna amatørin, men
teir seta eisini krøv til brúkaran. Tað ræður um at vita eitt sindur
um fotografering og at hava eitt gott myndatól fyri at fáa besta
úrslitið
Royal Gold kemur í staðin fyri Ektar
i
Tosa vid fakfólkini!