Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 1997síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

mor 6 tíðindablaðið SK Kári Petersen, stjóri á fíggjardeldini: - Eg søki ikki aðal- stjórastarvið Tað sigur stjórin á fíggjardeildini í Tinganesi. Hann vil heldur útbúgva seg víðari, men tekur annars við sum DAGNY JOENSEN Jens Kr. VANG Tað hevur verið ávísur spenningur um, hvussu gomlu stjórarnir í Tinganesi fóru at taka tað, tá bygnað- arbroytingarnar broyttu starvsbreyt, teirra, og ikki minst, at hetta eisini fór at hava degraderingar við sær. 38 ára gamli Kári Peter- sen hevur tikid avleiðing- arnar av broytingunum Hann verður ikki millum teirra, sum fara at søkja aðalstjórastarvið í fíggjar- málastýrinum Stjóri bert 31 ára Kári Petersen hevur verið fíggjarstjóri á hægsta stað í sjey ár. Hann var bert 31 ára gamal, tá hann tók við sum fíggjarstjóri. Nú heldur hann stundin er komin, at lata“onkran annar royna seg. - Eg havi sagt Landsstýr- inum frå, at eg ikki fart at søkja aðalstjórastarvið, tí eg vil heldur fara í útbúgving- arfarloyvi í tvey ár. Eg havi samstundis bundið meg til at koma aftur í starv í Tinga- nesi sigur Kári Petersen Í grundgevingunum fyri at taka hesa stóðu, sigur Kári Petersen, at hann hev- ur havt so nógv at gera hesi árini, at hann kennir seg fakli ga afturútsigldan. Hann er útbúgvin cand polit., og fer nú at dagføra sína vitan á hesum økinu, og vónar at sleppa til Ong- lands at lesa MBA (útbúgv- ing innan búskap). Ætlanin er at fara undir útbúgving- ina við árslok - Eg leggi frá mær tann dagin, tå aðalstjórin í fíggj- armálastýrinum tekur við, og so fari eg at arbeiða sum fulltrúi , uil eg verdiupptikin á onkrum útbúgvingar- stovni sigur Kári Petersen. fulltrúi, tå stjórin fyri fíggjarmálastýrið verður settur - Hevur tað ongan týdning fyri teg at „fara niður“ í starvsstigi? - Tað hevur verið ómeta- liga spennandi at arbeiða í hesum starvinum, men hitt telur meira fyri meg. Eg var bert 31 ára gamal, tá eg fekk starvið sum stjóri á fíggj- ardeildini í Tinganesi. Tað er eisini en spurningur, um tað er rætt so tíðliga at fáa eitt starv, sum ein skal sita í fyri lívið - Fyri meg hava onnur virði enn arbeiðið týdning, og mín samleiki hongur ikki í stjórastarvinum, sigur Kári Petersen, sum leggur dent á, at hansara avgerð er tikin púra sjálvboðin, og at hann ikki klamsar hurðina, tá hann fer frá, sum stjóri á fíggjardeildini. Tá embætisfólk hava fingið útbúgvingarfarloyvi, hevur tað oftast verið í eitt ár vid løn. Av tí at MBA útbúgvingin tekur tvey ár. hevur Kári Petersen valt at fáa hålva løn í tvey ár. umvæla, tetta ella mála tekjuna »DAMP SEAL: frá Daval Ltd. — ger tað alt í einum! eTettur, verjir og heldur og heldur ... e Til oll sløg av tekjum eKann koyrast á í ollum veðri eHarðnar ikki í blikkinum eRennur ikki av eKlårar alt slag av vedri eFæst i blikkum við 6 og 30 kg Vit geva fegin tilboð uppá alt takarbeiði 7 ed /"y DAVAL FØROYAR Ltd/ (8 JB TRADE Akranesgeta 3 TIf. 16887 Kári Petersen, stjóri á fíggjardeildini íTinganesi: - Fyri meg hava onnur virði enn Nr. 127 — 8. JULI 1997 arbeiðið týdning, og mín samleiki hongur ikki í stjórastarvinum Skemt og siesta Uni, takk fyri títt »aftur- haldsmøsn«, sum teir kalla tað, og væl komin í fámenta liðið, ið lítið skilir av ótrú- liga populera »skemtinum« f siestasendingunum. Spell er tað, men tað gerst ikki við, um útvarpið og meiri- lutin av Føroya fólki ikki skilir sjónarmið tíni. Lat tey og tey »håkulturellu«, sum siestamanningin hevur tos- að við, halda, at henda »popputa og flata undir- haldssendingin<, sum teir sjálvir nevna hana, kom í tókum tíma. Kanska er enn bót á borði? Tí tað hjálpti, at tú talaði so sinniliga at. Eg lurtaði eina góða løtu í dag (3/7), og har var nógv minni av tvætli enn vant. Nú var Jónheðin eisini burturstadd- ur og avloysari hansara, Heri Eysturlíð, lyfti Jákup og sendingina himmahøgt upp um tad, hon hevur ver- 10! Mundi tað ikki borið til at sameint tað frægasta í hesi >heimsmentan, sum er veruleikin hjá ungdómin- um< við tann føroyska veruleikan? Um hesin ung- dómur bara visti, at hann er føddur við tí framíhjárætti sum føroyingur at hava at- gongd ul eina heimliga mentan afturat? Við rætt- indum og skyldum — ið kunnu menna okkara fe- lagsmentan Tað spyrst íkki eftir. hvønn mat, ungdómurin etur; hverjum klæðum, hann gongur í, hvat hann lesur, syngur, kveður, dans- ar osfr. Men hvat, hann fær Skemt skal eisini til. Gott skemt er neyðugt krydd í lívinum. Ikki tí aikønu SIestamanningini at siga, s er tad ikki landafréðin sila hvørjumegin nalvan, vit eru — Sum avger, um skemtið er bordbært ella ikki. Tad er meira um søgan er fyndug, um hon situr væl, er mergj- að og hevur ein óvæntaðan enda. Tær skemtisøgur, vit mangan hoyra í nútíðar- vertskapi, vísa, hvussu tor- før list hetta er. Nøkur duga; heilt væl eisini, men mong eru pinliga eidasør. Eitt valevni hevði staðið og skemtað á rødarapallin- um. Næsti rødarin helt fyri, at tað var eingin kunstur at standa og fortelja skemti- søgur. >Íðan, fortel so onkra!< svaraði hin til. Men tá stóð fast - hann var tépt- ur Tvætlið í siestasending- unum er pínligt — mest fyri útvarpið. Men íkki loysir seg at gera ov nógv hóva- sták burturúr. Tí tá ið ein tíð er farin, so doyr tað burtur aftur av sær sjálvum —sum alt annað, ið einki hevur upp á seg. Tað er so gott sum vís- fhdaliga prógvað, at vit fara at verða nógv klókari, tá ið vit gevast at eta grind Sjálvur hevði eg trongt til nakað av klókskapi, men eg eri so býttur, at eg fari heldur at unna øðrum hann, bara eg fái spikið! Sverri Egholm 3. juli 1997 Í Í