Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 1997síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 150 — 12. AUGUST 1997 føroyskar bókmentir >Tað er tvætl,< sigur Carl Johan Jensen Mentunnarligt tómrúm Føroyskar bøkur eru vorð nar til í einum mentunnar ligum tómrúmi, heldur Carl Johan Jensen Tey fólkini, sum vit í dreyminum hittu á fyrsta og ødrum palli, áttu at verið undangongufólk. Tey skuldi verið mentunnarliga odda liðið. Men tey tey hava skapt ein heim, sum útihýsir øllum veruligum kjaki Iey skapa bókmentir í einum andaligum tómrúmi Bókmentir, sum als eingi verulig, mentunnarlig krøv verða sett til Handverkið er rætt og slætt ov vånaligt. Málið skinklar, uppbyggingin er sum Harraguð veit, og per sónslýsingarnar vísa bara hamar Og hetta lága stóðið, før oyskar bókmentir eru á samanborið vid ul dømis norskar og islendskar bøk ur, er alment Tað hevur verið funnist at, at Carl Johan Jensen í Degi og viku tók kvinnu bókmentir fram sum eitt dømi um vånaliga skriving Og tad er rætt, at so er sigur hann. »Men føroyskir menn skriva so sanniliga eisini vånaligt Serliga prosa Carl Johan Jensen tað kemur tó fyri, at okkurt er, sum óskammað kann fara út í heimin Men tað er fyri tað mesta bara yrkingar Føroysk prosa er rættiliga la farin seinnu árini. Tað tykist, sum teir nýggju prosahøvundarnir ikki leggja nóg stóran dent á frå sagnarpartin Vit hava átt góðar frá segumenn. Eitt nú Heðin Brú og Martin Men tað tykist, sigur Carls Johan sum stød líkasum er setmastum Nógv av teimum, sum skriva prosa í dag, duga heilt einfalt ikki at byggja eina søgu upp. Tey drepa tekstin við einum fábroytt um og einstáttaðum frá sagnarhátti Og umráðandi er, at fólk, sum skriva, fyrst duga at lesa eina bók. At tey, eins og Christian Matras mælti Regini Dahl til, fara heim og lesa og lúra teimum stóru kynstrið av, áðrenn tey fara undir at skriva sjålvi >Tað er eyðsýnt,< heldur Carl Johan Jensen, > at tey, sum nú skriva føroyskar bøkur, hava ikki lisið aðrar rithøvundar = atfinningar samt.< sigur at Joe nsen Jensen omandottið i Einki mark Bæði tey sum lesa og skriva føroyskar bøkur, noyðast í huganum at seta eitt mark fyri, hvat verður roknað sum góðar bókmentir Myndlistin hevur klárað tað, so hví ikki bókment irnar eisini Summi fólk tykjast halda at alt bara skal vera javn gott, sum givið verður út og so sláa tey seg til tols við tað Jensen á Men tað er alt ov vánaligt at hugsa so, sigur Carl Johan Jensen. Vit eiga altíð - undir øllum umstødum at gan- á eftir tí besta. Og bara tí vesta. Og tað besta fáa vit ikki við ongantíð at stilla okkum sjálvum krøv Høg krav. Tað ber ikki til at alt nú knappliga skal eita list Verða ikki krøv sett til tað, vit lata frå okkum, verður sumt, sum kemur út, tann bera skræpa Krøvini til foroyskar bøkur eru nógv linari, enn tey eru til bøkur, sum givnar verða út aðrastaðni tíðindablaðið SM Fyrr enn fólk hava lært seg at lesa, fáa vit einki kvalifiserað kjak um før oyska mentan. Men ólukk an er, at tann, sum ætlar sær eitt veruligt kjak um før- oyskar bókmentir, fær einki kvalifiserað mótspæl >Tað er í fínasta lagi at ummæla síni vinfólk. Men gerið tað so for ólukkan ordiligt,< sigur Carl Johan Jensen. >Tað må vera skil í rosinum. « Hann heitir å ummælar- »Tad fæst einki kvalifiseað mótspæl, um onkur ætlar sær undir eitt mentunnarkjak i Førovum, « arnar at gera sum Christian Matras og Rikard I ong >Sigið teimum, sum skriva, hvussu tey áttu at gjørt. Hjálpið teimum.< Manglandi virðing At vit koma okkum at senda so vánaligar bókmentir út, sum vit gera, hevur ta fylgju, at onnur ikki taka okkum fyri fult Ikki tí. Vit hava evnini í Føroyum til at skriva um hvat tað skal vera. Vit hava vísir Carl Johan (Mynd Gundur Mikkelsen) fleiri enn 40.000 fólk og harvið fleiri enn 40.000 søgur í hesum landinum »Men tá evnalítlir høv- 7 undar oyðilegja søgurnar, tí teir ikki seta sær sjálvum krøv, hjálpir einki,< heldur Carl Johan Jensen Tað sama er galdandi fyri tey, sum velja føroyskar bókmentir út at umboða okkum í til dømis hinum Norðanlondunum Og vit eiga at minnast til, at slíkt. sum valt verður út at umboda føroyskar bók mentir alment uttanlands. verður av teimum, sum síggja tað, hildið at vera tað frægasta, vit eiga. Tað kann gerast vandamikið, um al mennar kanalir fara at senda verk hjá persóniigum vin fólkum at umboða okkum uttanlands heldur enn tey, sum veruliga nytta nakað Og tí minkar altjóða virð ingin fyri okkum Carl Johan Jensen nevnir sum dømi ummælið av norðurlendskum søgusavni sum stóð at lesa i norska blaðnum Aftenposten Ein av kendastu, norsku ummælarunum hevði lisið bókina og ummælu nå greimiliga næstan alt, sum var í Næstan alt. Tí tá hann kom tl føroyska partin skrivaði hann, at tað mundi helst eisini vera gott, ti tað plagdi tad at vera »Eitt tekin um, at hann helt tad ikki vera vert at lesa, men nevndi tað av van ligum fólkaskikki. Ein yvir berandi vælvild. Og tad kemst av, at vit duga ikki sjålvi at meta um, hvat er gott, og hvat er minni gott sigur Carl Johan Jensen Vit hava OPIÐ hoskvøld: frå kl. 17.00-24.00 friggjakvøld: frå kl. 17.00-03.30 leygarkvøld: frå kl. 17.00—03.30 sunnukvøld: frå kl. 17.00-24.00 Night Club Tørsgøta 11 * 100 Tórshavn Tlf 19696 Heimsins kvikasti knivahvessari. At brúka bæði innan- og uttan- dura, t.d. tå ið tú fæst við fisk, > umborð á bátinum, í kokinum í havanum o.m.a. RUSTFRÍTT STÁL! LIVLANGT GA Eftir uml. 10 sekundum kanst tú hvessa øll Eisini knivar við sag ber til at hvessa. Lætt, skjótt og einfalt. Heil- og småsøla Pf. Herman Winther 240 Skopun + Tlf. 61620 * Fax 61158! på