Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 216 - 13. november 2003 Nr. 216 - 13. november 2003 7 Vindmyllurnar koyra sum ætlað S/P Røkt hevur lagt seg eftir, at vindmyll- urnar í Heygadali í Vestmanna skulu nøkta 3% av samlaða orkutørvunum í Før- oyum um árið. Sam- bært stjóranum, Jóh- an í Niðristovu hava teir fyrstu tríggir mánaðirnir gingið sum ætlað. VINDMYLLUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin Stóra hendingin í summar innan alternativa orku í Føroyum, var uttan iva, at S/P Røkt í summar fór undir at framleiða vindorku til netið hjá SEV. Vind- myllurnar, Bára, Julia og Sóley hava seinastu tríggj- ar mánaðirnar rættiliga sloppið at roynt seg, og sambært stjóranum í S/P Røkt, Jóhan í Niðristovu, eru úrslitini nøktandi. Nøkta tørvin Menninir aftanfyri S/P Røkt væntaðu í summar , at tær tríggjar vindmyllurnar fóru at framleiða 3% av samlaða orkutørvunum í Føroyum um árið. Stjórin, Jóhan í Niðristovu sigur, at teir fyrstu tríggir mánaðir hava gingið sum ætlað, og framleiðslan stendur í mát við ætlanirnar, tá hugsað verður um góða veðrið í september og oktober mánað. – Vit høvdu smávegis byrj- unartrupulleikar, men ikki størri, enn okkara menn sjálvir kundu fáa teir í rætt- lag aftur. Í uppstartsfasuni hevði SEV ein lítlan regul- eringstrupulleika millum Mýraverkið og vindmyll- urnar, men vit hava einki hoyrt aftur, og tí vænta vit, at alt gongur sum ætlað einki stórvegis, sigur Jóhan í Niðristovu. Stjórin í S/P Røkt sigur, at felagið hevur onkra hendingaferð havt trupul- leikar av ov nógvum vindi, men tað hevur ikki darvað orkuframleiðsluni. Jóhan í Niðristovu greiðir frá, at vindmegin skal verða millum10-25 m/s til fulla framleiðslu, og fer vindork- an yvir 25 m/s, steðga vind- myllurnar sjálvar fram- leiðsluni, tí tá er ov harður vindur. Sæst frá Mjørkadali Spurdur, um nógv fólk hava verið og fregnast í á Mýr- unum í Heygadali um tær nýggju vindmyllurnar, svarar stjórin í S/P Røkt, at tað var serliga fyrstu tíðina, at fólk leitaðu sær niðan, men seinastu tíðina er talið lækkað. Jóhan í Niðristovu fortel- ur, at vindmyllurnar eisini síggast frá Mjørkadali, og tí kann væl hugsast at fólk heldur leitað sær hagar, enn niðan á Mýrarnar – Júst hetta tíðarskeiðið av árunum er ikki heilt vandaleyst at fara niðan til myllurnar, tí kemur ísur á myllurnar, mugu fólk verða varðin, tí tað kann ganga skjótt, at fólk fáa ísin send- andi frá vindmyllunum, og tá má ein ansa sær, sigur Jóhan í Niðristovu at enda. Tær tríggjar vindmyllurnar hjá S/P Røkt hava nú framleitt vindorku í tríggjar mánaðir, og úrslitini hava verið nøktandi. Stjórin í felagnum, Jóhan í Niðri- stovu, sigur at hendinga byrjunartrupulleika vóru, men framleiðslan stendur í mát vit tað, felagið hevði væntað Mynd: Savnsmynd Ráðgeving heldur enn eftirlit Fyrispurningurin hjá Jógvan á Lakjuni til Annitu á Fríðriks- mørk um filmseftir- litið, varð svaraður í tínginum týsdagin. Landsstýrismaðurin í mentamálum tekur undir við samgonguni um, at filmseftirlitið skal takast av. Hon heldur, at størri áherðsla skal leggjast á ráðgeving enn eftirlit FILMSEFTIRLITIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Í samband við fíggjarlógina 2004, er semja um í sam- gonguni, at filmseftirlitið skal takast av. Hesa ætlan eru nógv ónøgd við, tí tey óttast avleiðingarnar av, at einki eftirlit er við tí sið- spillandi tilfari, ið floymir yvir føroysku børnini bæði frá teldu, internetið, sjón- varpi og filmum. Í samband við, at Films- eftirlitið skal takast av, setti fólkaflokstingmaðurin, Jógvan á Lakjuni ein fyri- spurning til landsstýris- mannin í mentamálum An- nitu á Fríðriksmørk. Hann vildi vita, hvørjar orsøkir- nar eru til, at filmseftirlitið skal avtakast, tí tað er eitt álvarsamt stig at taka. Broytt miðlastøða Á løgtingsfundinum seinnapartin týsdagin fekk Jógvan á Lakjuni svar upp á fyrispurningin hjá sær. Annita á Fríðriksmørk segði, at tað vóru tvær høv- uðsorsøkir til lógarupp- skotið hjá sær um at avtaka filmseftirlitið. Í fyrstu at- løgu er tað ein sannroynd, at miðlastøðan er kollvelta- ndi broytt, síðan Films- eftirlitið fór undir sítt virksemi, og í aðru atløgu er talan um eina sparing á fíggjarlógini. Virksemið hjá filmseftir- litinum fevnir bert um film- ar, ið verða vístir alment og sjónbandafilmar, ið kunnu keypast ella leigast. Digi- talu miðlarnir, t.e internet, telduspøl og privatu para- bolarnir hava seinnu árini í størri mun yvirtikið leik- lutin hjá sjónbandafilmum og biograffilmum, men kortini er eingin áseting um digitalu miðlarnar í films- eftirlitinum. Í aftursvari til Jógvan á Lakjuni segði Annita á Fríðriksmørk, at filmseftirlitið er ikki tíðar- hóskandi, tá eftirlitið ikki umfatar digitalu miðlarnar. Landsstýrismaðurin í mentamálum nevndi, at tað í løtuni verður arbeitt í norðurlendskum høpi við, hvussu myndugleikarnir í teimum ymisku londunum kunnu verja børn og ung ímóti tí ótespiliga og skaði- liga innihaldi, ið ofta eyð- kennir telduspøl, internet- síðir og tilfar á parapolum dag. Hon vísti á, at ein verja í ímóti tí ótespuliga tilfari er at geva teimum ungu nøkur dygdargóð alternativ. Norð- urlendsku mentamálaráð- harrarnir og Norðurlanda- ráðið hava í hesum sam- bandi umrøtt at seta ein norðurlendskan fjølmiðla- grunn, sum skal stuðla framleiðslu av dygdar- góðum digitalum innihaldi, sum børn og ung fáa eitt alternativ. Ráðgeving Annita á Fríðriksmørk vísti eisini á í aftursvarinum, at hon metti, at tað frá samfel- agsins síðu er størri tørvur á ráðgeving enn eftirliti í dag. Hon sipaði til fakliga ráðgeving og upplýsing til foreldrini um eitt nú harð- skap í filmum, á internet- inum og í telduspølum. Børn sita í dag í tímavís við hesum miðlum, og tí má samfelagið geva for- eldrunum nøkur haldgóð amboð at verja børnini ímóti skaðiliga ávirkanin- um, ið nakrir av hesum miðlum kunnu geva. Landsstýrismaðurin í Mentamálum mælir tískil til, at Filmseftirlitið verður avtikið og játtanin niður- løgd. Dentur skal heldur leggjast á, hvussu vit kunnu skipa fyri ráðgeving og upplýsingin á økinum, og hvør kostnaðurin verður av hesum. Hon nevndi møguleikan fyri, at Fyri- byrgingarráðið kann víðka sítt virksemi til eisini at fevna um hesa ráðgeving. Víðka filmseftirlitið Fyrispurningsetarin, Jógv- an á Lakjuni, er ikki nógv fyri at avtaka filmseftirlitið. Hann ynskti í tinginum at fáa eitt greiðari svar upp á, hvat kemur í staðin fyri filmseftirlitið, um tað endaliga verður avtikið. – Vit verða undirdýkt av tilfari, ið er við til at rota samfelagið, og spilla mang- ar barnasálir. Tað er tí ógvuliga týdningarmikið, at vit framhaldandi varðveita eitt eftirlit við tí sum floymir yvir okkum dag og dagliga, segði Jógvan á Lakjuni í tinginum týsdagin. Fólkaflokstingmaðurin helt, at samgongan átti heldur at víðka um virkis- økið hjá filmeftirlitinum, so tað í framtíðini eisini fór at fevna um internet, teldu- spøl og sjónvarp, heldur enn at avtaka stovnin. Sálarligur ágangur Landsstýrismaðurin í fam- ilju- og heilsumálum, Bill Justinussen, vísti eisini á, at neyðugt er við einum filtri ímóti tí sálarliga ágangin- um, sum hann kallaði alt ta skaðiliga tilfari, ið floymir yvir børnini í Føroyum í dag. Hann metti, at politiski myndugleikin átti at ganga fremst, og vísa veg á økinum. Til ætlanina hjá Annitu á Fríðriksmørk um lata Fyri- byrgingarráðið taka sær av ráðgevingini á økinum, helt Bill, at ein mátti ansa eftir, at Fyribyrgingarráðið ikki gjørdist ein pottur til koyra ov nógv í, tí ráðið er fyrst og fremst ætlað til viðgera heilsuspurningar. Anfinn í nýggjum leikluti : Løgmaður filmsstjørna Børnini síggjast Tað hevur eydnast Trølla Pæturi at fáa sjálvan løgmann, bankastjóran Jørn Astrup og vinnulívs- mennirnar Poul Mohr og Árna Joen- sen at spæla við í nýggjum barna- og familjufilmi, sum skjótt verður at síggja FILMUR Annika Biskupstø, praktikantur – Jú, vit eru púra ovfarnir av hvussu væl hesir menn duga at spæla sjónleik. Men tað skal helst eisini til í teirra arbeiði, skemtar Niclas Heri Jákupsson, sum umframt at hava tikið stig til filmin, eisini hevur verið við til at leikstjórna og skriva stóran part av hand- ritinum. – Hetta at vit fingu sjálvan løgmann at spæla film eru vit sjálvandi ómetaliga takksamir fyri. Hansara uppgáva er at halda røðu á Havnarvág tá ið Trølla Pætur og omman, saman við politistunum koma aftur til Føroya, aft- aná eina spennandi og ikki heilt vandaleysa ferð í suð- urlondum við italiensku mafiuni í hølinum. Stjórar í filmsleikluti Men áðrenn ídna filmsliðið úr Klaksvík hevði fingið løgmannin Anfinn Kalls- berg í kassan, vóru nakrar frálíkar senur upptiknar, sum orsøkir vóru at fegnast um. Í filminum hevur omma TrøllaPætur fingið arbeiði á skipasmiðjuni í Havn og har kemur hon eisini í samband við stjóran á verk- smiðjuni Poul Mohr. – Hetta eru frálíkar myndir, sum tey vaksnu uttan iva fara at taka væl ímóti. Hvussu spennandi eitt nú Poul Mohr og 100 trøllvaksnir arbeiðsmenn í ketildrakt eru í barnaeygum er ilt at vita, men fyri sjálva søgugongdina í filminum er hetta frálíkar myndir, heldur Niclas Heri. Hann nevnir fleiri upp- tøkur, sum hann heldur gera júst hendan barnafilm- in til nakað serligt. Eitt nú tá ið Árni Joensen stjóri á Skipafelag Føroya skal skipa fyri at farmurin við leikum skal flytast av landinum – Kanska hava vit verið seraliga hepnir í okkara úrvali av leikarum. Og ein skuldi næstan trúð at Jørn Astrup var professionellur leikari. Vit hava spolað um- aftur og umaftur films- klippið, har bankastjórin og politimeistari sita á skriv- stovuni og stara niður í tað skeiva kuffertið. Ikki so løgið at hesir fáa sigar- roykin skeivt í hálsin, sigur Niclas Heri Jákupsson, sum eins og hini børnini gleðir seg til nýggi Trølla Pætur filmurin verður alment at síggja. Tað er felagið Iris í Klaksvík ið framleiður nýggja Trølla Pætur filmin, sum hevur fingið heitið Trøllini og Mafian. BØRN Annika Biskupstø, praktikantur Hvat er so serligt við júst hesi myndini. Jú, hetta eru fyrst og fremst nøkur fitt børn frá útibarnagarðinum Fjallafípan í Klaksvík. Men harafturat so eru tey løtt at leggja til merkis. Tey eru klødd í lýsandi gulum vest- um, og børnini síggjast langan veg. Hetta er fyrsti dagurin tey royna vestarnar, men hetta verður frá í dag av ein vanlig sjón. Øll tey 55 børnini hava fingið hvør sín vest og tað eru tey sera fegin um, sigur Eva Jacob- sen sum henda morgunin var túr við nøkrum av fjallafípinum. Hon sigur, at hugskotið er nýtt og veit ikki at siga, um nakar annar stovnur hevur roynt hetta áður. Vestarnir sum børnini nýta eru serliga góðir hesa árstíðina, nú dagarnir ger- ast stytri og umráðandi er at verða sæddur í ferðsluni. Fjallafípan er annars ein útibarnagarður sum liggur úti í Grøv við Gravardal í einum stórum nátúrvøkrum øki, har tað gott er hjá børnunum at spæla úti á bønum í nærum øllum veðri. Millum onnur teljast løgmaður, skipasmiðjustjórin og ein bankastjóri millum teirra, sum hjálpa trølla- ommuni og soninum í stríðnum móti mafiuni C M Y K 7 6