Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juli 1997síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið 5057 77 Nr. 141 — 26. JULI 1997 „Tá ið mann uppdagar, hvussu býttur er, tá er stuttligt at vera til“ mann Summarframsyning Norðurlandahúsinum 1997 Amariel Norðoy Er opin til síðst í august Amariei Norðoy Norðurlandahúsið í Føroyum 1997 Tekstur: Jógvan Isaksen 7 r 185 S. K 83 n døgum er summ- nsyning Norður ihåsinum. Listamaður r er Amariel Norðoy Sun síður hevur verið árini er eisim givin t bók um Amariel. Av tí at I myndunum sftur á fram 3, at henda framsýning varð latin upp. hava røddir verið frammi um, at Amar tel útvíklar seg ikki, broytist ikki. Nú veit eg ikki hvat ið liggur aftan hetta krav Um tað er tann fragmen- tariska tíð, ið vit liva í, ið krevur broyting alla tíðina - tað postmodernaða súsið, har alt er og einki. Ella tað er tað, sum summi siga eyð- kennir | ungdómsmentan »kkara, . zapparamentanin”, tað skjóta skiftið millum ymiskar fatanir og málbún- ar, tann skjóta broytingin ella broyting alla tíðina? Málbúnar er nýuppfunnið ro, ið sigst at skula fevna um tað, ið danir kalla ,,ud- tryksformer Men íðan, er Amariel so fá- tækur uppá málbúnar? Ella er kravið um útvikling, at tað skal vera nakað nýtt hverja ferð? Listin hjá Amariel tykist mær sum hjá rithøvundi- num, ið søkir hvønn krók og spælir sær vid orðum og formum. A sama hått leitar Amariel - variantar og mål- búnar eru ymiskir, motivini eru oftam tey somu, men úrslitið fjølbroytt og nógv fråbrigdi. Tad ber til at meta um dygdina í úrslitinum við hvert, men tað er ongantíð so, at tað fer yvir um tað mark, at tað gerast vánaligt, til tað er Amariel ein ov dugnaligur handverkari Viðhvert so lyfta úrslitini seg upp til tað sublima. So- leiðis skal og eigur tað eisini at vera. Bert soleiðis sært tú dygdina, kennir frøina tå ið tað eydnast, tí sjálvandi eydnast listarligi málbúnin ikki altíð, og hví skal hann eisini tað. Listin hjá Amariel er ein prosess, har tú kanst liva við í broytingunum, tær koma ikki dag um dag Man tað vera tað, hugsað verður um, tá ið tað sigst, at hann ikki broytist? At hann ikki broytist brádliga? Tí sjálvandi broytist hann men oftani er neyðugt at síggja listina í samanhangi, fyri at síggja broytingarnar Tak til dømis afturgangandi bátin hjá Amariel, hann er ikki blivin burtur, men seinni árini er hann oftani vorðin rein abstraktion, á framsýningini hómar tú bæði hann og annað eyð- kennið hjá Amariel: træið í mangum formum. Sært tú båtin itøkiliga, so er tað oft- ast í heilt einfaldum strikum ella sum ein farri onkun- staðni í myndini Tað munnu vera fáir før- oyskir listarmenn, ið er so væl umboðaðir, tað verði seg í privatum heimum, fyritøkum og á almennum stovnum, sum Amariel Norðoy - her hugsi eg ikki um persónin sjálvan, sjálvt um tað eisini er so - men um listaverk hansara. Hetta fær teg at hugsa, hví mødist tú ikki av honum? Hvat er tað í list hansara, ið tolir at verða sætt so ofta, ja í summum førum alla tíðina. Svarið haldi eg er, at hann hevur so ótrúliga nógvar málbúnar í list síni Lat meg royna at lýsa tað Bæði framsýningin og bók- in eru eyðkend av, at har eru rødir av myndum við sama heiti td. Mikladalur, Bátar og fólk, Skipasmiðjan, Vest- aravág 0.s.fr Í bókini eru ikki færri enn átta myndir við heitinum Mikladalur og á framsýn- ingini 13. Hyggja vit eftir hesi réð av myndúm sæst ymiskleikin og fjølbroytnid í myndunum. Fylgja vit rað- festingini í bókini, so er myndin á s. 13 (1996) málað í grónum og bláum - eyðkend av strikum, ið líka- sum skapa dynamikkin í myndini, í teimum annars róligu flatunum av bláum og grónum, við skitsukend- um húsum. Á myndini á s 16 (1996) eru strikunar mestsum burtur - hóast tú hómar tær, litirnir hava nú fingið eitt strok av gulum, reyðum og reyðgulum, sjålvt um tað grøna og bláa ræður. Tú órar struktururin frá fyrru myndini, sjálvt um tað itøkiliga er gliðið yvir í - serstakliga - bláar fýra- kantar. Á myndini á s. 17 (1996) er abstraktiónin vorðin fulkomin, myndin er nú brotin upp í mestsum grænar fýrakantar á svørt- um, við onkrum reyðum stroki. Mikladalur er blivin til fragmentariskar bitar, ið tú sjálvur mást seta saman aftur - men tað ber til. Á s 20 (1996) er myndin við at samla seg aftur, hetta er ak- varel eins og tær framman- undan, og Amariel brúkar møguleikarnar hjá vatnlit- unum at lata teir glíða yvir í hvønn annan, samstundis við at teir eru glæfir, stórar grønar flatur á bláum og nú við tí reyða - ið hevur hug at fara yvir í tað gulliga í miðjuni, eitt reytt strok, ið gevur lív ul myndina, myndin er eyðkend rólig og harmonisk, sjålvt strikurnar javnviga. Á s. 25 (1995) eru vit brådliga í mynd, sum líkist teiri fyrstu, men í heilt ødrum litum. Meðan fyrsta myndin bæði var heit og fjálg í sínum djupgrønu og bláu litum, tó við eitt sindur av hættisligum svørt um, ið setir grómur á luft- ina, so er henda myndin hvít, svørt og við eitt sindur av reyðgulum. Tær horison- talu og vertikalu strikurnar frá fyrstu myndini eru har enn, men meðan tær svertu strikunar í fyrru myndin vóru við til at geva myndini dynamikk, eru tær í hesari myndini berandi og knýta saman alt tað hvíta við strokið av reyðgulum, ið gevur glóð í øllum tí hvíta Fara vit til s. 31 (1997), so er Mikladalur nú aftur loyst upp í smá fragmentarisk brot, hetta er tað nærmasta eg komi til pointillismu, men hetta er líka so nógv impressionistiskt, allir hesir prikkarnir í bláum, grónum og ikki minst gulum, ið gera at myndin mestsum darrar So á s. 54 (1997), nú er Mikladalur aftur brotin upp í flatur, hesaferð er tað lit- fagra gjøgnumskorid av djúpum strikum, ið bróta hesa litføgru - næstan kolor- istisku - mynd upp í kubist- iskar fýrakantar, tó onkur gjøgnumskorin av veikari tvørgangandi strikum. Tað er sum, at teir lívligu litirnir verða bundnir niður av næstan symmetriskum fýra- kantum, ið eisini hava nak- að grafiskt í sær. Alt eftir sinnalagi kanst tú síggja tað sum at niðurbinda litirnar ella at umgyrða teir. Á síðstu myndini av Mikludali á s. 68. (1997) er komposi- tiånin mestsum tann sama sum í fyrru myndini, men litirnir eru nú dempaðir nið- ur, myndin er blivin róligar!, men samstundis eisini tyngri, tað er sum um Mikladalur spakuliga hvørvur í einum vanligum føroysku gerandistámi. Tær tvørgangandi strikurnar eru meira sjonligar og lata næst an myndina aftur, men geva henni samstundis perspek tiv Sig so tað, at maðurin ikki er fjølbroyttur! Ikki skerst burtur, at munur er á at síggja mynd i bók og so í veruleikanum. Tí er tað heppið í hesum førinum, at til ber at síggja nógvar av upprunamyndunum á sjálv- ari framsýningini og flestu av teimum eyðkennum eg havi nevnt frammanfyri ganga aftur å framsyningini Tað er sum um framsýn- ingin verður knytt saman av teirri stóru myndini á ti norðara langvegginum (240 x 550 cm). Hetta er eisini elsta mynd á framsýningini (1987). Ein eyðkend Amar- ielmynd við bátum og fólki, hildin mest í gulum og reyð- gulum strokum, við stórum svørtum flatum í neðra, ið geva myndini tyngd, ja pon- dus, men samstundis verð- ur hon loyst upp í ovara partinum, í smærri strokum, stroydd við prikkum, ið sum løgasteinar breiða seg oman yvir tað svarta. Henda samanseting við síni and søgn millum ovara og nið ara part í formi og málbúna gevur myndini ein ógvuliga ekspessivan dám. Hóast hon er „gomul“, so eru somu eyðkenni við henni sum við nútíðarmyndunum, serstakliga samanborið við tær frá Skipasmiðjuni og Vestaruvág, tað er eitt egið lív yvir teimum, tær titra av lívi. Sjálvt um formur og skap í nútíðarmyndini ofta eru fragmenteraði og vorðin til abstraktion, so ganga linjurnar aftur - í myndini frå 1987 er tó eingini ivi um, at:tað er bátar og fólk Báðu megin við "Bátar og fólk“ myndini frá 1987 hanga tvær nýggjar útgávur av “Bátar og fólk", har eru bæði bátar og fólk blivin til ímyndir, men drøgin eru eyðkend Amarielsk Spektrið hjá Amariel er vítt Samanbera vit tær báðar myndirnar Kavamorgun ís 26) og Kalsoyarfjørður (s 55), ið báðar eisini eru við á Íramsýningini, so er tann fyrra ein lýsing í einfaldum striknum, ið við fáu strok um myndar alla myndina Nólsoyggin, í tveimum tímum breiðum strokum eitt skyggj, nakrar einfaldar lættvaksnar stríkur til hús, so er kavamorgunin har, myndin er mest sum kalli grafisk, so stiliserað, at tu kennir kuldan i mønu og merg. men samstundis frískleikan ein vetrardag Myndin “Kalsoyarfjørður" er harafturímóti brotin upp í nógvar bitar. Sært tú hana í Norðurlandahúsinum, sært tú, at lag oman á lag av mål ing geva dýpd, vídd og per spektiv. Samstundis geva oll hesi løg av måling reli effvirkning. Strikur skøv aðar ovalt niður í myndina við fjarstødu ímillum í breiðari og breiðari vinkl um, fær teg líkasum at hyggja inn í myndina, tú sært hana í fuglapespekti vi omanífrá, sum um fjørdurin gerst alt trengri og trengri, samstundis geva strikurnar vídd og perspektiv, soleiðis sum tær breiða seg um alla myndina Myndin er mestsum hildin í grónum og bláum á svartari bakgrund, meðan tað hvíta er sum ribbingur í sjónum. Fleiri hava hildið uppá, at Amariel hevur pointillistisk dreg - eg veit ikki - ið hvussu so er, so eru prikkarnir her rættiliga stórir, mestsum breið penslastrok, ið ferðast gjøgnum myndina, men verða tó hildnir saman av litum og teimum skornu strikunum Hesar skornu strikurnar ganga aftur í fleiri myndum og eru at samanbera við linoleumskurð í sínum grafiska virkningi, bert verður her skorið í olju oftani í fleiri løg av máling Hesin grafiski virkningur kemur kanska einamest til sín rætt í myndunum kallaðar = “Kompositión"