leygardagur 26. juli 1997síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 141 — 26. JULI 1997
: tíðindablaðið SOS
[AA ff fffffffffffffff[f[fAfA[f[f[A[A[A[A[A[ [AA [AA [23
Hetta sæst m.a. í myndini á
s. 37- ið eisini er við á
framsýningini . har
rætthyrntu strikurnar, mest
líkar einum rimaverki,
ramma inn - í hesum
førinum - teir bláu litirnar
íbundið eitt sindur av
gulligum, hetta er ein
ógvuliga greið og stílrein
mynd
Tað er ikki bara sum at síga
tað at seta Amariel í ein
listarligan bás, tí hóast hann
hevur flest ekspessionistisk
dreg. so fer hann eisini í
mangari mynd inneftir, og
hvat við teimum stóru,
einfaldu og róligu flatunum
í td. "Kveld" (s. 71), ið í
hevuðsheitum er svartar,
reyðar og hvítar, við
nøkrum fáum gulum,
revlandi stríkum, ið bæði
kunnu ímynda tað komandi
ella farandi ljósið, eins væl
og strikurnar
kompositoriskt fåa myndina
hanga saman, sum tær
skornu strikurnar i ødrum
myndum. Og líta vit eftir
myndini "Morgun" (s. 51),
ið eisini er við á
framsýningini, so er hon so
impressionisk, sum hon fær
verið. Tú kennir í myndini,
at tað blánar fyri morgun í
hesum netrandi pastelllíku
bláu og ljóst gráu litunum,
tað lýsir fyri degi og døggin
lættir, her er innileiki
Illa ber til at lata hesa
umtalu av framsýning og
bók fara framvið uttan at
nevna manslýsingarnar hjá
Amariel. Í øðrum føri havi
eg skrivað, af menniskju eru
sum lundi á jólanátt í
føroyskari list. Men nú vísir
Amariel, at hann eisini
hevur hegni fyri
andlitsmyndum. Eg haldi, at
tær skulu síggjast. Royn og
far tætt at teimum, gakk so
aftur eftir hæli og siggj
hvussu tær spakuliga vaksa
fram, tað er eitt upplivilsi
Relieffvirkningurin i
teimum rúðrutu løgunum av
måling fær myndirnar mest
av vera likar skulpturum i
måling og litum
Eitt hjartasuff! Satt at siga,
so kenni eg meg oftani sum
á eini jarnbreytarstød á
framsýningum í Klingruni,
er tað ikki eitt, so er tað
okkurt annað. Har er eingin
friður, so tú í frið og náðum
kanst gleða teg yvir
framsýningarnar. Alla tíðina
hendir okkurt. og tað, sum
liggur eftir tiltókum, m.a
Vit hava
OPIÐ
håskvøld:
frå kl. 17.00-24.00
friggjakvøld:
frå kl. 17.00-03.30
leygarkvøld:
frá kl. 17.00-03.30
sunnukvøld:
frå kl. 17.00-24.00
borð og stólar, fær tað at
líkjast øllum ødrum enn
einum framsyningarhølr. Í
sambandi við at eg skuldi
skriva hesa umrødu, mátti
eg finna mær legir at sleppa
at síggja framsýningina
Tad er glediligt, at nógv fer
fram í Norðurlandhúsinum,
men soleiðis sum
framsýningarnar eru
skipaðar, so verða
myndirnar á mangan hátt
bara baktjald fyri
tiltøkunum, og tað er bæði
synd og skomm. Meira
hóskiligt og sømiligt hevði
verið um serstøk
framsyningarhøli vóru, so
kann tað, sum hóskar, vera
í Klingruni. Men ikki
soleiðis at skilja, at tad ikki
er rós vert, at
Norðurlandahúsið gevur
rúm fyri nýggjari føroyskari
list og átekur sær
bókaútgávu í tí sambandi,
bara kundu umstødurnar
verið betri
Norðurlandahúsið er opið
alla Olavsøkuna, so har er
frålikt høvi -í sellum
rómanum - at søkja sær
friðskjól og njóta eina løtu
saman við Amariel Norðoy
á eini væleydnaðari
framsýning, vónandi verður
ikki ov nógv hóvasták í
Klingruni, so myndirnar
hvørva, tað hava tær ikki
uppiborið Annars er
framsýningin opin allan
august mánað, til
flytifuglarnir fara
Bókina ber eisini til at ogna
sær upp! í
Norðurlandahúsinum, hon
er ein prýðilig lítil bók
Tekstin hevur Jógvan
Ísaksen skrivað. Sum alt, ið
kemur frá Jógvansa
hondum, ber teksturin dám
av kunnleika og innliti
Einasta eg kundi hugsað
mær er, at vit nú skjótt fingu
eina meira djúptekna
viðgerð av føroyskari list
Ikki skal eg siga Jógvan
illan fyri tað, sum eg kundi
ynskt mær, hansara
arbeiðssetningur hevur helst
verið avmarkaður, men mítt
ynski er meira ein
framtíðardreymur. Tveir
tekstastubbar eru eisini í
bókini eftir ávikavist Anker
Mortensen og Tórodd
Poulsen
Orsøkin til hesa yvirskift, ið
er sitat úr bókini, er, at hon
við fáum orðum lýsir listina
hjá Amariel Norðoy, hesin
ótrúligi eginleikin altíð at
vera til staðar við tí opna
sinninum, at duga at vera
byttur, t.v.s. lurta eftir og
síggja tað, sum nýtt og
Óroynt er, at síggja tað stóra
í tí lítla ella tað lítla í tí stóra
Tað kann eisini sigast við
hesum orðum hjá Christian
Matras
Helluhyljar
sum lýstu í sól
royndust fongur
ið aldri fyrnist
Christian Matras
Her sæst einans grót
av Atlants
Her sæst einans grót av Atlants,
tí Føroyar standa eftir í »brotum«!
Og fuglasongur helt áfram sum áður,
tað livnadi uppaftur, vallast í hverjum!
Sum frægast á sjógvi og landi,
mannleysur klettur hevði rúm fyri teimum!
Har kom maður og stygdi alt,
gudarnir hjá honum ráða fyri borgum
Hvíti Krist kom niðan eftir helluni
Olavsøka frá Nidarósi í øllum góðum!
Tann eini Gud er millum manna, —
teir gomlu gudarnir dvelja hjá fedrum.
Sleppa til rýmingar í evstu stund,
og halda ólavssku uppi í homrum.
Meðan sjórænari rændi fólk og fæ,
mong gerast trælir við hørðum korum
Sleit samband og viðurskifti við Rom,
— ólavsska. hon fall ei í fátt,
kirkjusøga er býtið millum tveir síðir.
og hesir síðir koma á kirkjugátt
Og árliga leitaði á fund hennara,
og hitti Glavsøku í øllum blíðum,
fagnaði øll sum hópaðu seg saman,
í Tórshavn og uppi í dølum!
Har kom skrúðgonga við góðum alvi,
— Olavsøka er livifør enn á døgum!
Og hon fylgdist við kirkju síni,
niðan eftir helluni á ungum árum
Og åravørrur hann vørradi um Tinganes,
— tí dlavsøka er komin í båtin, —
kappróður átti afturljóð í klettinum,
bátur og manning hava uppiborið dagin.
Tað frægara fólkið, sína vanligu gongd
á ólavssku, og árliga um kirkjugátt:
Og skrúðgonga hevur gingið á kirkjuferð,
og seta løgting á sín hátt.
Mong vóru alspent, standa á tambi,
tá ólavsska tók dik á seg.
fylgja við streyminum av og á,
fleiri vera framvið og royna seg?
Fjølmenni framvið ánni og handan a,
Olavsøka í hæddina á hesum sinni,
fjøldin og hennara sangrødd, — hon ljómaði
so fagurliga um hádimmið!
Ingi Toftatún
Lýsið í $Osialinum
Klaksvík
Ítróttarhollin í Trongisvági
, 25. juli;
rkv. 26. juli;
Olavsøkuaftan 28. juli: Gundadalshøllin
Ólavsokudag 29. juli: Gundadalshøllin
Atgongumerki í forsølu fáast á hesum stoðum:
| BILASOLAN
| Postboks 3192
-———
ÁÁ
Foroya Shell sekir eftir tveimum
AVLOYSARUM
á høvudsskrivstovu okkara í Tórshavn
vegna barnsburðarfarloyvir.
Skrivarastarv
Vanligar skrivarauppgávur fyri stjóran.
Umsøkjari, ið hevur útbúgving sum
korrespondentur ella royndir frá líknandi
starvi hevur fyrimun, og neyðugt er at
hava hollan kunnleika í enskum.
Annars vænta vit, at umsøkjarin hevur
góð samstarvsevnir, kann arbeiða sjálv-
stoðugt og dugir væl at orða seg skriv-
liga.
Skrivstovufólk
Starvið fevnir í høvudsheitum um kunda-
avgreiðslu við telefonina, bókhald á teldu
og postavgreiðslu.
Vit leggja dent á, at umsøkjarin hevur
royndir innan skrivstovuyrkið, er fyrikom-
andi og hevur góð samstarvsevni.
Starvið er eitt hálvtíðarstarv, men talan
kann eisini verða um fulltíðarstarv.
Skrivarastarvið verður at seta skjótast
gjørligt, meðan skrivstovustarvið verður
at seta í september. Fleiri upplýsingar
um størvini fåast við at venda sær til
Vilbjørg Eikhólm, telefon 14711 lokal
213.
Umsókn við møguligum prógvum og við-
mælum skal sendast til P/F Føroya
Shell, Postboks 188, 110 Tórshavn.
EM Shell
SUMMARFRÍ
Vegna summarfrí verður verkstaðurin
stongdur frá 25.7. til 18.8.97.
Eykalutagoymslan og bilsølan hava
opið sum vanligt.
FR-110 Tórshavn |
Fax 18270
lv Øssur Johannesen P/F
| Tlf. 15354 - - 15055
AKKUMULATORAR
* TIL ØLL ENDAMAL *
Fa. Pólar
Ur sjón og úr minni Í Klaksvík: Statoilstoðin "
Tórshavn 1978 s.13 Í Suðuroy: Statoilstoðin í Vági v/ Margeir Ørvarodd
Tangabudin å Tvøroyri Sigmundarg. 26/Rættarå,
Tórshavn: Kunningarstovuni og 100 Tórshavn
Night Club . Statoilstødini í Gundadali
Rógvi Thomsen |} Eysturoy: Kiosk Vár Tlf /tax 18347 - 12860
Tórsgeta 11 + 100 Tórshavn
Tlf 19696
Shell i Gøtudali
Statoil i Skålabotni
Fartif. 84347