hósdagur 25. mai 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 99 - 25. mai 2000
22
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 99 - 25. mai 2000
JÁKUP MØRK/
ÁLVUR HARALDSEN
Fyrsta spurningin vit settu
teimum báðum var, hví tað
júst er Hillerød, sum í dag
hevur gleðina av fótbólts-
evnunum hjá teimum báð-
um. Støða teirra er kanska
eitt sindur ymiskt á hesum
øki, tí meðan Helga longu
hevur spælt á hægsta støði í
Danmark í fleiri ár, so er
Eyðvør júst komin til Dan-
markar.
Helga greiðir frá, at hon
hevði spælt í Rødovre í góð
fýra ár, tá hon setti sær fyri
at finna nýggjar avbjóð-
ingar.
- Við tíðina var tað vorðið
alt meira sosialt í Rødovre.
tær, sum eg spældi við á
liðnum, vóru nærum allar
væl eldri enn eg, og spældu
meira fyri at hugna sær, nú
tær so smátt hómaðu endan
av sínari fótbóltsleið. Eg
helt sjálv, at ætlaði mær at
koma víðari, og tí royndi eg
at finna mær eitt annað fe-
lag.
Hillerød er eitt sterkt fe-
lag, har nógvir landsliðs-
leikarar hava sína dagligu
gongd. Harumframt kendi
eg eisini venjaran hjá teim-
um, sum eisini áður hevði
spurt meg, um eg var áhuga
at koma har at royna meg,
og tað endaði so við, at eg
tók av.
Eyðvør sigur, at tað at hon
í dag er í Hillerød, í stóran
mun hongur saman við, at
Helga eisini er har. - Upp-
runaliga var ætlanin, at eg
skuldi fara til Rødovre at
royna meg, men tá Helga
nú skifti felag, so broyttist
støðn hjá mær eisini. Tað er
jú eitt sindur lættari at hava
onkran at halda seg til, held-
ur enn at koma púra fremm-
andur inn í eitt nýtt um-
hvørvi.
- Harumframt er tað eisini
ein risastór avbjóðing at
koma til Hillerød. Talan er
jú um eitt felag, sum
strembar móti toppinum av
donskum fótbólti, og hesum
vil eg heldur enn fegin vera
ein partur av, um tað kann
lata seg gera.
Hillerød hevur eina
ætlan
Seinastu nógvu árini, hevur
toppurin av donskum fót-
bólti verið samansettur av
nøkrum heilt fáum liðum,
men í Hillerød ætla tey í
øllum førum, at eitt lið skal
leggjast afturat hesum innan
alt ov langa tíð.
Helga greiðir frá, at tey í
felagnum byrjaðu eina lang-
tíðarætlan fyri einum tvei-
mum árum síðani, har tey
settu sær sum mál at verða
við til at mynda oddin í
bestu fótbóltsrøðin innan
ávíst áramál. - Hetta er so
eisini tað, sum er í ferð við
at henda í løtuni. Ikki tí,
venjarin leggur einki trýst
á okkum, hóast fjórða plás-
sið, sum vit eru á í løtuni.
Áðrenn seinna helvt av
kappingini byrjaði, komu
vit ásamt um, at málið fyri í
ár er at gera tað so gott sum
gjørligt. Venjarin legði tó
afturat, at komandi kapp-
ingarár er nokk eingin ivi
um, hvat málið skal vera,
so tá hava vit helst eitt krav
um heiðursmerki av onk-
rum slag.
Tá Helga tosar um lang-
tíðarætlanir, og hvussu tað
verður satsað upp á kvinnu-
fótbólt, kundu vit ikki bara
okkum, men spurdu tær
báðar, hvussu stórur mun-
urin er á kvinnufótbólti í
Danmark og heima í Før-
oyum.
Kann ikki samanberast við
støðuna í Føroyum
Millum fótbóltsútisetarnir, sum royna seg í fremstu donsku fóbtóltsrøðunum, eru eisini tær báðar fyrrverandi HB
genturnar, Helga Ellingsgaard og Eyðvør úr Dímun, sum í løtuni royna seg hjá Hillerød, sum hevur umboð í donsku
elituseriuni
Ikki kann sigast annað
enn, at boðini vóru greið. -
Í Føroyum verður jú slettis
ikki satsað upp á kvinnu-
fótbólt, so forholdini kunnu
ikki samanberast á nakran
- Bara tað at koma til
venjingar niðri í Dan-
mark, er fullkomuliga
øðrvísi enn heima í
Føroyum
sum helst hátt. Í Føroyum
er tað at kalla tilvildarligt,
hvør verður settur at venja,
og onkuntíð eru tað eisini
leikararnir, sum gera hetta
av, greiður Helga frá.
Eyðvør leggur afturat, at
bara tað at koma til ven-
jingar niðri í Danmark, er
fullkomuliga øðrvísi enn
heima í Føroyum. - Her
koma genturnar til venjing,
tí tær veruliga vilja venja.
Stemningurin og andin yvir
venjingunum er eisini heilt
øðrvísi, og allar geva alt tað
orka, hvørja ferð farið verð-
ur á vøllin.
Helga sigur víðari, at
hetta við tilrættislegging av
venjingum og annað, eisini
er á einum heilt øðrum støð-
i. - Liðið hevur ígjøgnum
eina tíð lagt seg eftir eini
ávísari spæliætlan, har vit
spæla 4-4-2 við flatari verju,
og hetta sæst eisini aftur í
venjingunum, har vit aloft-
ast venja lutir, sum bein-
leiðis relatera til okkara
spæliætlan. Tað sæst eisini
á teimum leikarum, sum
hava verið her leingi, at tær
vita akkurát, hvar teirra
pláss er á vøllinum, og
hvussu liðið og einstøku
leikararnir skulu bera seg at
í ymsu støðunum, sum í-
koma undir dysti.
- At vit spæla vi flatari
verju, merkir eisini, at vit í
verjupartinum skulu spæla
við økisdekking, og hetta
setir heilt onnur krøv til
leikararnar. Her er ikki nóg
mikið bara at hava góðan
bóltførleika, tí allir leika-
rarnir verða so at siga
noyddar at »hugsa« fótbólt.
Meira ferð á
Sjálvt støðið í donskum fót-
bólti er eisini nakað væl
hægri enn heima í Føroyum,
og sambært teimum báðum,
so er ein av stóru mununum,
at nógv meira verður gjørt
við fysiska partin av ven-
jingini. Vant verður fýra
ferðir um vikuna, men í jan-
uar mánaði varð vant fimm
ferðir um vikuna.
Tær dylja heldur fyri, at
tað onkuntíð kann vera tor-
føt at fáa tíðina at røkka til
alla venjingina. Sum er,
hava tær ávíkavist ein og
tveir tímar at ferðast til ven-
jingarnar, og tá man so eis-
ini skal ferðast heim aftur,
er einki at taka seg aftur í,
at nógvir tímar verða nýttir
til fótbóltin.
At so nógv orka verður
nýtt til venjingar, merkir
eisini, at leikferðin er mun-
andi hægri enn heima í Før-
oyum, og sambært teimum
báðum er hetta eisini tað,
sum er torførast at venja seg
við, tá farið verður niður at
royna seg.
Hægri ferðin á spælinum
merkir tó ikki, at liðini bara
royna at renna alla mótstøðu
um koll. Sambært Helgu,
sum náttúrliga er tann av
teimum, sum hevur flestu
royndirnar
í
donskum
fótbólti, og royna tey flestu
liðini eisini at »spæla« fót-
bólt.
- Sum dømi kann nevnast
Vejle, sum hóast sína støðu
niðarliga í deildini, er eitt
av teimum liðum, sum veru-
liga roynir at spæla fótbólt.
Landslið ella ikki?
Seinnu árini hevur nógv
verið tosað um, hvørt Før-
oyar skulu hava eitt A-
landslið hjá kvinnum. Av-
bjóðingarnar her heima eru
jú ikki so nógvar, og um ein
spælari kanska hevur verið
føroyameistari tvey ella trý
ár á rað, so er ikki so øgiliga
nógv annað, sum viðkom-
andi kann røkka.
Fleiri hava tosað um, at
um eitt kvinnulandslið var,
hevði hetta eisini viðført, at
spælarar kring landið løgdu
meira fyri í fótbóltshøpi, tí
tær hóast fleiri meistaraheiti
eisini høvdu havt onnur mál
at rokkið.
Í Hillerød venja tær báðar
sum sagt saman við fleiri
landsliðsleikarum, og vit
spurdu eisini, um hetta ikki
hevði eina ávirkan á teirra
hugburð til spælið.
Hvørgin av teimum báðu
føroysku gentunum tykjast
tó at hava hugsað alt ov
nógv um henda spurning.
Tær siga seg hinvegin hava
úr at gera, í royndini at vinn-
a sær fast pláss í Hillerød,
og at hetta uttan nakran sum
helst iva er ein uppgáva,
sum er nógv torførari enn
at vinna sær pláss á einum
møguligum
føroyskum
landsliði.
Hilerød hevur ein leika-
rahóp upp á 24 leikarar, har-
av eini 18-19 eru rættuliga
góðar, og sjálvandi er kapp-
ingin um fyrstu ellivu pláss-
ini á liðnum hørð millum
hesar leikarar.
Helga heldur annars, at
tað við einum føroyskum
kvinnulandsliðið á ein hátt
bítur seg sjálvt í halan. - Tað
eru fá lið, og tískil fáir leik-
arar, og skal eitt lið setast
saman, er nærum givið
frammanundan,
hvørjir
spælarar verða tiknir við. -
Hinvegin kann spurning-
urin sjálvandi eisini, um tað
ikki høvdu verið fleiri leik-
arar, um eitt A-landslið var
at stremba ímóti.
- Eg haldi tó, at tað var
skeivt at melda frá, tá ar-
beiði var farið í gongd, tí
hetta viðførdi at neistin líka
sum úr arbeiðinum aftan-
fyri.
Tær báðar eru tó als ikki
avvísandi fyri, at landsliðs-
arbeiðið skal takast upp
aftur i framtíðini, men sum
tær siga, so skal hetta ikki
verða, bara fyri at hava eitt
landslið, men heldur tí ein
verulig ætlan um menning
av kvinnufótbóltinum ligg-
ur aftan fyri.
Jákup ikki einsamallur
Hvat framtíðin so hevur at
bjóða teimum báðum í fót-
bóltshøpi er sjálvandi ilt at
siga.
Sum sagt liggur tað líka
sum í kortinum, at Hillerød
komandi árini skal taka enn
fleiri stig uppeftir røðini í
donskum fótbólti, og sten-
dur tað til tær báðar før-
oysku genturnar, verða tær
ein partur av ætlaða fram-
stiginum.
Ógjørligt tykist hetta á
ongan hátt at vera. Inniver-
andi kappingarár er líkt til,
at felag teirra fær eina enda-
støðu á fjórðovasta sessi-
num í Eliteserien, men talan
er um rættuliga nógvar ung-
ar leikarar, sum allar hava
góðar møguleikar at menna
seg enn meira, so hvør veit.
Í løtuni er góður møgu-
leiki fyri, at Jákup Mikkel-
sen verður fyrsti føroyingur,
sum vinnur gull í fremstu
røð í donskum fótbólti, men
verður hetta veruleiki, gon-
gur kanska ikki so long tíð,
áðrenn til hann ikki longur
er einsamallur føroyingur
um at breggja sær av hes-
um.
Hillerød hevur eina greið-
a ætlan fyri framtíðini, og
Helga Ellingsgaard og Eyð-
vør úr Dímun eru báðar
partar av hesi.
- Tað sæst eisini á
teimum leikarum,
sum hava verið her
leingi, at tær vita
akkurát, hvar teirra
pláss er á vøllinum
Tað ber als ikki til at
sammeta danskan og
føroyskan kvinnufótbólt
halda tær báðar, Eyðvør
og Helga
Hóast langa leið til
strævnu venjingar-
tímarnar, so trívast
tær báðar væl í
Hillerød