hósdagur 25. mai 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 99 - 25. mai 2000
24
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 99 - 25. mai 2000
Umsóknir
um stuðul til uppihaldspening
Víst verður til løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni
1997 um stuðul til uppihaldspening.
Rætt til stuðul hevur:
1) persónur, sum tí almenna er álagdur at
gjalda uppihaldspening til hjúnafelaga,
skildan ella sundurlisnan, og
2) persónur, sum av tí almenna er álagdur
at gjalda uppihaldspening til børn yngri
enn 18 ár, og sum ikki búgva hjá uppi-
haldsskylduga.
Stuðulin er treytaður av, at umsøkjarin er
undir fullari skattskyldu og búsitandi í Føroy-
um.
Tann árliga stuðulshæddin er 50% av tí uppi-
haldspeningi, sum persóni er álagt at gjalda,
og sum er goldin.
Um ein persónur fær ella hevur fingið endur-
gjald á annan hátt fyri útreiðslur til uppi-
haldspening, hevur hesin persónur sam-
stundis ikki rætt til stuðul eftir hesi lóg.
Stuðulin verður útgoldin í juni mánaða.
Stuðulin verður bert veittur eftir umsókn
fyri hvørt hálvárligt útgjald. Viðleggjast
má kvittan fyri goldnan pening ella má
umsøkjarin útvega uppgerð frá Toll- og
Skattstovu Føroya.
Umsókn skal vera Almannastovuni í
hendi í seinasta lagi 09.06.2000.
Umsóknarbløð fáast frá øllum deildum Al-
mannastovunnar.
Umsóknin skal sendast til Almannastovuna,
Jónas Broncksgøtu 27, 100 Tórshavn.
Almannastovan
Maskinførari
Søkt verður eftir maskinførara til støðugt ar-
beið at byrja beinanvegin.
P/f Guttesen og Staksberg
Tlf. 313495
Randarhús
Millum Gilja
Um hóskandi boð fæst verða eini randarhús
Millum Gilja lýst til sølu. Húsini eru bygd í 1988/
89, hava krúpikjallara, 2 hæddir og loft.
Stovuhæddin er 69 m2, miðhæddin er 59 m2 og
loftið er 30 m2. Grundøkið er 232 m2 til støddar.
Gjørt er framman og aftan fyri húsini.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Advokatskrivstovuna,
Fr. Petersensgøta 9
att.: Fríða Patursson, adv
Halgir Winther Poulsen, adv.
Magnus S. Petersen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Ólavur Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Tlf. 311145
SUÐURGARÐ
nýggjur handil á Skála
Vit eru einaumboð fyri fleiri fyritøkur í Dan-
mark. Fjølbroytt úrval. Klæðir til vaksin og
børn, videofilmar, tilhoyr til fartelefonir, møbl-
ar, eykalutir til súkklur, ymisk reinsievni til
ídnaðin, pallulyftarar, trukkar, veitslutaskur,
smykkur, turriklæði o.m.a.
Handlandi eru vælkomin at vitja okkum og
síggja kollektiónirnar.
Vinarliga ring áðrenn og avtala tíð.
Privatsøla
Júst nú hava vit keypt nakað av vørum heim,
sum verður selt í smásølu til privat, til dømis
summarsandalir, babyklæði, barnaklæði,
klæði til ungar gentur og til damur, turriklæði,
smykkur o.m.a.
Vit keypa øðrvísi inn, tí lægri prísir. Tú sparir
frá 20–50%.
Kom og ger kvettið.
Opið fyri privatum hósdagin 25.5. og fríggja-
dagin 26.5. frá kl. 14.00–18.00 og leygar-
dagin 27.5. frá kl. 10.00–14.00.
Vit halda til við høvuðsvegin á Skála (um tú
kemur frá Skálabotni, koyr gjøgnum bygdina
til tú kemur til Prestá, so 3. hús á høgru
hond).
Suðurgarð
480 Skála · Tlf. 441728 · Fartlf. 221684
Fiskadjóralækni
Hjá Landsdjóralæknaembætinum er eitt starv sum
fiskadjóralækni leyst at søkja, at byrja 01.08.2000
ella skjótast gjørligt, eftir avtalu.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávur hjá fiskadjóralæknanum koma mill-
um annað at fevna um luttøku í fyrireikandi ar-
beiðinum hjá Landsdjóralæknanum á fylgjandi um-
ráðum:
• Ráðlegging og stovnseting av eini fiskapatolog-
iskari starvsstovu komandi 1 1/2-2 árini. Sambært
fyribils ætlanum verður fiskapatologiska starvs-
stovan mannað við 2 djóralæknum/fiskaheilsu-
kandidatum og 2 laborantum. Starvsstovan skal
kunna nýta teir grundleggjandi arbeiðshættirnar
innan fylgjandi vísindagreinir: obduktión, parasito-
logi, mikrobiologi, virologi, serologi og histologi.
• Dagføring av lóggávuni um sjúkur hjá dýrum, her
undir alifiski.
• Stovnseting av heilsuskráum fyri alifisk og slátur-
linjueftirlit í sambandi við tøku/slakt av alifiski (fra
fjord til bord strategi).
Tá fiskapatologiska starvsstovan er stovnsett, kemur
høvuðsuppgávan hjá fiskadjóralæknanum at fevna
um fylgjandi:
• Dagligu ábyrgdina av eini ella fleiri av fylgjandi
vísindagreinum: obduktión, parasitologi, mikrobio-
logi, virologi, serologi og histologi og av teimum
starvsstovukanningum, sum skulu gerast í sam-
bandi við heilsuskráir fyri fisk.
• Menning av nýggjum mannagongdum av nýggj-
um arbeiðshættum innan viðkomandi vísindagrein.
• Ráðgeva starvandi (praktiserandi) fiskadjóralækn-
um og fiskaalarum um heilsuskráir og um niður-
berjing av sjúkum hjá alifiski. Arbeiðið á fiska-
patologisku starvsstovuni kemur at fevna um nært
samarbeiði við starvandi (praktiserandi) fiskadjóra-
læknar.
Umframt hetta koma arbeiðsuppgávurnar hjá fiska-
djóralæknanum at fevna um virksemi, sum hoyrir
undir Landsdjóralæknaembætinum:
• Loyvir og váttanir í sambandi við innflutning og
útflutning av djórum, úrdráttum av dýrauppruna
og av matvørum.
• Djóralæknafrøðiligt (veterinert) kjøteftirlit.
• Eftirlit við sóttverju fyri dýr.
• Umsiting og tilsjón sambært tí til eina og hvørja
tíð galdandi lóggávu viðvíkjandi djóralæknum, sjúk-
um hjá dýrum dýravælferð (trivnaði hjá dýrum).
• Aðrar umsitingarligar uppgávur, sum hoyra Lands-
djóralæknaembætinum til.
Setanarumstøður
Fiskadjóralæknin verður settur í starv undir Lands-
djóralæknaembætinum, sum er ein stovnur undir
Vinnumálastýrinum. Landsdjóralæknaembætið hevur
skrivstovu á Tinganesi í Tórshavn, har fiskadjóra-
læknin somuleðis kemur at halda til fyribils.
Lønarviðurskifti
Fiskadjóralæknin verður løntur sambært galdandi
sáttmála fyri Magistarafelag Føroya.
Førleikakrøv
Tann, ið settur verður í starv sum fiskadjóralækni,
skal hava útbúgving sum djóralækni/veterinerur frá
einum av teimum norðurlendsku londunum ella hava
eitt djóralæknaprógv, sum kann javnsetast við djóra-
læknaútbúgving.
Dentur verður lagdur á, at viðkomandi hevur fakligar
royndir og postgraduata útbúgving innan eina ella
fleiri av hesum vísindagreinum: fiskapatologi, mikro-
biologi og virologi á Ph.D. støði ella kliniskar royndir,
sum kunnu javnsetast við hesar.
Umsókn
Umsókn til starvið verður at senda til: Landsdjóra-
læknin, Tinganes, Postsmoga 139, FO-110 Tórs-
havn, innan 01.07.2000. Við umsóknini skulu leggjast
próvskjøl og Curriculum Vitae.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til lands-
djóralækna Bjørn Harlou, tlf. 322600.
Bilur við skaða
til sølu
Merki: Toyota Avensis 4-H-Sedan
Árg.:
1995
KM:
83.083
Eyka útstýr: El-rútar, sentrallás, 5 gear, ABS
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú
til hægstbjóðandi. Bilurin stendur hjá Reyni
Service.
Boð skulu latast inn til sýnsmann.
Magna Petersen
tlf. 34 57 28 - 21 57 28
fax nr. 34 56 07
at hitta millum kl. 14.30–16.00.
www.safari.fo
SAFARI
TRANSPORT
s¿kist beinanvegin til
Safari Transport.
M¿guleiki er fyri f¿stum starvi.
Ring og hoyr meira.
tel. 322222
Sosialurin - 311820
Grundøkir
á Sandvíkahjalla
Ovast á vinnuøkinum á Sandvíkahjalla lýsa vit
við hesum tvey óbygd grundøkir til sølu.
Matr. nr. 1 oq, Hoyvík: 7.484 m2
Matr. nr. 2 or, Hoyvík: 3.648 m2
Stykkini liggja lið um lið og kunnu tí seljast saman
ella hvørt fyri seg. Tey eru planerað, innigird og
liggja væl fyri.
Sambært byggisamtyktini liggja stykkini í 3.
grundumráði B7 vinnuøki, sum kann nýtast at
byggja hús til stór vinnuvirki, verksmiðjur,
goymslur o.t. og til tænastuvirksemi, ið hevur
samband við.
Áhugað kunnu venda sær til okkara fyri at fáa
nærri upplýsingar.
Advokatskrivstovuna,
Fr. Petersensgøta 9
Halgir Winther Poulsen, adv.
Magnus S. Petersen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Ólavur Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Tlf. 311145
Trøð til sølu
Vit selja eina trøð í Havnardali. Trøðin er 12.930
m2. Sambært byggisamtyktini liggur trøðin í 4.
grundumráði, sum verður nýtt til landbúnað og
alment frílendi og tílíkt. Servituttir eru eisini ting-
lýstir á ognini, millum annað at trøðin ikki kann
útstykkjast uttan býráðsins samtykt.
Áhugað kunnu venda sær til okkara fyri at fáa
nærri upplýsingar.
Advokatskrivstovuna,
Fr. Petersensgøta 9
Halgir Winther Poulsen, adv.
Magnus S. Petersen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Ólavur Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Tlf. 311145
Suðuroyingar!
Alt VVS-arbeiði verður gjørt skjótt og fyri
rímuligan prís.
Orkusparandi Thermomatic oljufýr fáast nú
fyri einans kr. 3.200.
Sp/f Poul Hammer
Tlf. 372003 / 282941
Tímalærari til
Fiskivinnuskúlan
Søkt verður eftir tímalærara/um í
støddfrøði á C og B-stigi (5+5 t/v)
at byrja á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna
1. august 2000.
Umsøkjarar skulu hava prógv frá lærdum
háskúla e.l., sum gevur førleika at undirvísa
í lærugreinini.
Tímarnir verða løntir samsvarandi tímalær-
arum á studentaskúla og HF-skeiðunum.
Umsókn skal skrivast á serligt umsóknar-
blað, sum fæst á Fiskivinnuskúlanum ella á
Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Meira
fæst at vita við at venda sær til skúlastjóran
á Fiskivinnuskúlanum.
Umsóknir við ljósprentum av próvskjølum
v.m. skulu vera skúlastjóranum í hendi í sein-
asta lagi fríggjadagin 9. juni 2000.
Fiskivinnuskúlin
Postrúm 96
350 Vestmanna
Tlf. 42 45 73
Teldupostur: fiskvest@fiskvest.fo
DANNY TRANSPORT
- tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
Tlf. 319192
Blákrossheimið
søkir eftir starvsfólki
Søkt verður eftir fólki við hóskandi útbúgving
til Blákrossheimið at byrja 1. august 2000.
Hóskandi útbúgving:
Sosialráðgevi
Lærari
Sjúkrasystir
Diakon
Pedagogur
Tað er eisini ein fyrimunur, hevur tú eina
terapeutiska útbúgving og royndir innan
rúsdrekkaviðgerð.
Starvið umfatar í høvuðsheitum viðgerð av
rúsevnismisnýtarum. Harumframt eru nøkur
praktisk ábyrgdarøki knýtt til starvið. Roknast
kann við kvøld- og vikuskiftisvaktum.
Ein treyt er, at viðkomandi gongur inn fyri
blákrosshugsjónini, sum bygd er á kristið
grundstøði.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi sum
skjótast, ella í seinasta lagi 1. juni 2000.
Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at
ringja til leiðaran Sólborg Dulavík á tlf.
315575.
Blákrossheimið
Lynggøta 12, Tórshavn
Leiðari
Dr. Ingridar Meinigheits Barnagarður søkir
leiðara at byrja aftaná summarfrítíðina ella
eftir avtalu.
Vit bjóða eitt áhugavert starv á einum stovni
við sera góðum plássi innandura og eru
góðir møguleikar fyri at royna nýggjar hugs-
anir. Starvsfólkini hava starvast her leingi
og gleða seg og eru positiv fyri nýggjum
íblástri.
Stovnurin er normeraður til 60 børn í 3 til 7
ára aldri. Vit hava pedagogar í øllum peda-
gogstørvum. Tveir av pedagogunum eru
settir í starv í ár. Tað er ikki ein treyt at duga
rokniskap. Møguleiki er at seta fólk til hetta
arbeiði.
Leiðarin skal hava pedagogiska útbúgving.
Um ongin við pedagogiskari útbúgving søkir
kann leiðari við aðrari relevantari útbúgving
verða settur í starv fyribils. Løn sambært
sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Føroya Landsstýri.
Umsókn við viðmælum og møguligum
prógvum skulu sendast nevndini innan 20.
juni 2000.
Nevndin fyri
Dr. Ingridar Meinigheitsbarnagarð
Jónas Patursonargøta 13
100 Tórshavn
Lesið