fríggjadagur 1. august 1997síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14 tíðindablaðið +: Nr. 143 — 1. AUGUST 1997
1 tid fyri
Skipanin hevur stóran týdn
ing fyri føroysk fiskiskip
har Føroyar kunnu fáa at
gongd til fleiri veiðimegu-
eikar í sjóðki hjá londum,
sum Føroyar samstarva við
Fyri at lúka nýggju krevini
frá IMO og tað vaksandi
eftirlitið við handils- og
fiskiskipum krevst, at allir
sjómenn innan árslok 1998
hava lokið trygdarskeið fyri
at kunna starvast á skipi. Á
fíggjarlógini er peningur
avsettur til trygdarmiðsteð,
men skerjingar gera tað
trupult at skipa so fyri, at
allir sjómenn kunnu fáa
trygdarskeið innan ásettu
tíð, og tí mugu leita sær utt-
anlands. Landsstýrið roynir
at finna eina loysn á hesum
máli
Sjómanslógin, sjóvinnulóg-
in og manningarlógin verða
endurskoðaðar. Broyting er
gjørd í manningarlógini fyri
at lúka altjóða krav, um
havdálking skuldi ført til
endurgjald. Arbeidsum-
hvervið á handils- og frysti-
skipum verður betrað
Vinnumál
Alivinna
Utflutningurin av alifiski
vaks ur 6.000 tonsum i 1995
uppí 14.000 tons í 1996 og
í virði úr 173 milj. kr upp í
326 milj. kr. Roknað verður
við, at framleiðslan í minsta
lagi heldur sær á hesum
staði
Í 1992 var alivinnan sera
illa fyri. Tað almenna
noyddist at veita vinnuni
tíðaravmarkaðan stuðul fyri
at koma fyri seg aftur. Onn-
ur tiltøk sum fækkað ali-
loyvi, fiskasjúkutænasta og
t
á
i
Á
-
+
trygdargrunnur alivinnunn-
ar kunnu nevnast. I sam-
starvi við vinnuna og figg-
ingarstovnar hevur arbeiðið
at fáa hesa vinnu á beint
aftur eydnast so mikið væl,
at alivinnan nú kann sigast
at standa á egnum beinum
Tiltók eiga at virka menn-
andi og elva til ekta fram-
leiðslu og aling av nýggjum
fiskasløgum við neðyugum
fyrivarni fyri umhvørvin-
um
Saman vid p/f Fiskaaling
verður meira gjørt við kyns-
bótararbeiðið og royndirnar
at ala kalva. Fyri at økja um
framleiðsluna verður løgd
ein miðvís ætlan at menna
tøknina at ala á minni vard-
um økjum
Neyðugt er, at góðskan á
alifiski verður betrað og at
meira fæst burturúr fiskin-
um, soleiðis at alivinnan
kann geva uppaftur meira
av sær
ldnadur
Ídnaður og tænastuvirksemi
hava havt munandi fram-
gongd seinastu årini. Serl-
iga er at fegnast um, at
gongd er komin á útflutn-
ingin. Føroyskar fyritøkur
eru kappingarførar innan so
ymiskar greinar sum skipa-
bygging, útgerð til skip,
reingerdarvørur og entre-
prengr- og handverksvirk-
semi
Fyri at stuðla undir fram-
gongd á hesum øki er neyð-
ugt at halda fast við kósina
hjá samgonguni at bøta um
kappingarførid við at lækka
kostnaðarstigið, = avtaka
forðandi og tyngjandi gjøld,
at betra um verandi markn-
Løgmaður ávarar løgtingsmenn, bæði í samgongu, og í andstøðu. Han vil heldur hava
at tryggja politisku kósina, enn at toyggjað valskeiðið eitt ár afturat
aðaravtalur og at gera
nýggjar, sum stórur tørvur
er á
Vinnuframi
Danskar vinnuframalógir
eru settar í gildi í Føroyum,
og tað hevur givið nýggjar
møguleikar at stuðla nýggj-
um vinnum. Ein trupulleiki
hevur verið, at ringt er finna
fram í teimum møguleikum
sum eru og at fáa greina
verkætlanir, sum saman við
almenna stuðlinum kann út-
vega neðyugu egin- og
bankafíggingina. Ein tøkn-
ilig kunningarstova, TK-
stovan, er sett á stovn júst
við tí endamáli at veita fyri-
tókum og persónum, sum
ætla undir egið virksemi,
ráð og vegleiðing
Farið er undir at endurskoða
allar grunnar og vinnufram-
askipanir fyri at gera hesi
liðiligari og gera tað lættari
hjá fyritøkum og einstakl-
ingum at fáa hjálp og ráð
Virksemi og vidtøkur Fram-
taksgrunsins verða endur-
skoðaðar í heyst. Hóast
brúktar eru omanfyri 100
milj. kr., so eru uml. 90 milj.
kr tøkar. Verður farið skyn-
samiliga íram, kunnu tær
gerast eitt gott íkast at
menna nýggjar vinnur í Før-
oyum
Nærum ongar nyfløgur eru
gjørdar í fiskiskip seinastu
árini. Nevndin, ið landsstýr-
ið setti í fjør at kanna fígg-
ingarmøguleikar til skipa-
bygging, hevur latið lands-
stýrinum frágreiðing.
Landsstýrið fer í heyst at
leggja uppskot fyri tingið
um serliga skipan fyri bygg-
ing av fiskiskipum í Før-
oyum
Lóg um kapping varð sam
tykt í vár. Lógin byggir á
meginregluna um eftirlit
heldur enn forboð. Hetta
skuldi verið ein smidligari
skipan, við tað at lógin
forðar fyri brotsverkum í
vinnuni í tann mun, tað er
neðyugt
Sølufeløg
Størsta sølufelagid Faroe
Seafood varð endurstovnað
undir heitinum Faroe Sea
food Prime. Neðvugt er við
sterkum sølufelag
skulu vit kkum í
altjóða kappingini. Drúg
tíð gongur. áðrenn úrslit av
einum
standa
marknadarføringar- og sel
uarbeiði vísa seg
Onnur sølufeløg eru eisini
Fyri at stuðla hesum hevur
Menningarstovan skipað
fyri og hjálpt til, tá fer
oyskar fyritðkur hava sýnt
fram á vørumessum uttan
lands
Ferðavinna
Dentur verður lagdur á at
menna ferðavinnuna, sum
gevur eitt gott íkast til bú
skapin. Ferðaráðið arbeiðir
saman við vinnuni fram
móti málinum at fáa 50.000
ferðafólk til landið í ár
2002. Vekstur er í vinnuni
ár undan ári og mett verður
at ferðavinnan næst eftir
fiski- og alivinnuni er tann
vinnugrein, ið gevur land
inum mestan pening uttan
eftir
Samstarvsavtala um ferða
vinnu, nevnd FITUR, er
gjørd við Ísland. Avtalan
hevur til endamáls at økja
ferdingina Føroya og Is-
lands millum og at sam
starva um felags marknad
arføring. Eins og dentur
verdur lagdur å at markn-
adarføra Føroyar úteftir,
verður arbeitt vid innlendis
menning
Landbúnaðarmál
Nevndin, sum sett varð at
endurskoða og gera uppskot
um neyðugar lógarbroyt-
ingar fyri framtíðar land-
búnað, er liðug við arbeiði
sítt
Spurningurin, sum støda
skal verða tikin til sambært
álitinum er, hvert landsjørd-
in skal privatiserast, og
hvussu landsjørdin framyvir
verður skipað.
Við stødi í hesum arbeiði
verða neyðug lógaruppskot
gjørd, sum kunnu tryggja,
at landbúnaðurin kann
mennast, soleiðis at náttúru-
tilfeingið við atliti til nátt-
úruvernd verður røkt, og
búnaðarverur verða kapp-
ingarførar bæði í prísi og
dygd
Samskiftismái
Fjarskifti
Í farnu tingsetu varð alt
målsøkid telegraf- og tele-
fonmål formliga yvirtikið,
eisini uttanlandssamskiftið
við útbúnaði til CANTAT-3
kaðalin
Lóg um fjarskifti varð sam-
tykt í farnu tingsetu. Lógin
hevur munandi broytingar
við sær á fjarskiftisøkinum.
Nú er staðfest, at heima-
stýrið hevur einkarrætt til
alt økid, og at ein ella fleiri
fyritøkur kunnu fáa serloyvi
at reka fjarskifti. Slíkt ser-
loyvi kann fevna um kervið
sjálvt og um tænastur á
kervinum. Nýggja fjarskift
islågin gevur møguleikar at
fylgja við í altjóða tillaging
og menning á fjarskiftisøk
inum
Fyri at Telefonverk Føroya
Løgtings skal kunna standa
seg í kappingini á einum
fríar marknaði, er neyðugt
at Telefonverkið verður
skipað sum eitt óheft felag
Ld. sum eitt partafelag, og
verður uppskot lagt fram í
næstum
Uppskot til nýggja lóg um
postvirksemi og Postverk
Føroya verður fyrireikað
Leisturin verður lógarsmíð
ið fyri fjarskiftisøkið. tí tað
sum ið
undir postøkinum, er
leiðis fyri liberaliseringum
Lógarkarmarnir verða til
lagaðir samsvarandi
Tilbúgvingarætlan fyri Før
oyar verður fyrireikað, so
leiðis at vit kunnu vera á
hædd við onnur lond, tá tað
ræður um at bjarga mann
alívi og avmarka skaðar, um
stórri vanlukkur skuldu hent
á føroyskum land- ella sjó
eki. Allir neyðugir mynd
ugleikar og feløg verða
samskipað í eina tilbiigv
ingarætlan
vanliga hevur lig
somu
Flutni band
Tá hugsað verður um út- og
innflutning av verum, so er
flutningssambandið nekt
andi, tó kundu fráferðirnar
úr Føroyum verið spjaddar
meira, tá um útflyting av
feskum fiski ræður
Í samband við at Skipafel
agið Føroyar tók yvir flutn
ingssambandið til Skot
lands, eydnaðist tað ikki at
varðveita ferðafólkasam
bandið Regluligt ferðafólk
asamband eigur at vera
millum Føroya og Bret
lands, loftvegis ella sjó
vegis
Nú rekist so fyri, at bein-
leiðis sjófarleið verður tíkin
upp aftur í summarmánað
unum komandi ár
Møguleikin fyri regluligum
flogsambandi til Bretlands
alt árið verður kannaður
Miðalaldurin á skipunum
hjá Strandfaraskipum
Landsins er 30 ár. Neyðugt
verður sum skjótast at
byggja ella at keypa skip
Nevnd arbeiðir við eini
langtíðarætlan fyri alla inn-
lendis samferðslu á sjógvi
og landi, eitt nú vega- og
bergholsgerð, flogvallar- og
havnagerð, umframt bygg-
ing ella útvegan av strand-
faraskipum. Ein langtíðar-
ætlan er eitt gott grundarlag
undir politisku raðfesting-
ini, so vit samfelagsliga fáa
sum mest fyri pengarnar.
Atlantsflog gevur yvirskot
annað ár á rað. Konsolider-
ingartilgongdin í flogfelag-
num styrkir grundarlagið
undir einum øktum virk-
semi, bæði viðvíkjandi
verandi ferðafólkaflutningi
og nýggjum virkisøkjum,
eitt nú eini oljuvinnu
Uppskot til broytingar í
ferðslulógini verða lagdar
fyri tingid í næstum, m.a.
umfatandi lægri promillu-
mark og broyttar ásetingar
fyri mest loyvdu ferð.
Bileftirlitið er farið í holt
við at skifta gomul koyri-
kort út við nýggj, sum geva
føroyingum rætt til at koyra
við føroyskum koyrikorti í
ES-londum
Kunningartøkni
Kunningartøkni og elek
troniskur = infrastrukturur
verða raðfest ovarliga. Ein
KT-bólkur við umboðum
frá vinnuni og tí almenna
er í holt við at leggja ein
kunningartøknipolitikk til
rættis. Vinnumálastýrið fær
ábyrgdina av, at stevnumið
im verða sett í verk. Ætlanin
er, at eitt KT-forum við um
boðum frá stýrum og stovn
um innan landsumsitingina
skal samskipa verkætlanir í
landsumsitingini. Fyrsta
stig at skipa eitt datasam
skiftisnet fyri landsumsit
ingina er um at verða liðugt
Netið verður gjørt í sam
starvið við telefonverkið
Orku- og
umhvervismál
Orkumál
Elmegi
Elfelagið SEV er nú farið
undir vatnorkuútbyggingina
í Eysturoynni, nevnd Eiði
3. Alt arbeiðið er mett til
111 mi6. kr. SEV eginfíggj
ar tær 71 mió. kr, og lands
stýrið hevur givið SEV
lánsloyvi til tær írestandi 40
mió kr. Arbeiðið er mett at
taka eini trý ár
SEV lækkaði elprísin 3 oyr
u/kwh í fjør og á nýggjár
inum 6 oyru/kwh. Væntandi
verður hetta gongdin, hóast
vatnorkubyggingin verður
framd
Umhvervismál
Umhvørvisvernd
Umhvørvi og umhvørvis
vernd hava ein tydandi leik
lut, tå talan er um at geva
vinnum karmar. Tað gerst
alt meira vanligt, at fyrilit
fyri umhvørvinum er ein
partur av politikkinum hjá
fyritðkuni. Hesi gongd áttu
føroyskar fyritøkur at givið
gætur. Ein slíkur hugsunar-
háttur fer at stuðla vinnu-
greinum sum fiskivinnu og
ferðavinnu.
Fyri at tálma havdálking
verður OSPAR-konventión-
in løgd fyri løgtingid til
góðkenningar OSPAR-
konventiónin setur forboð
fyri at føra og søkkja dálk-
tevni í havið
Ætlanir eru um nýggja hav-
umhvervislóg fyri Føroyar,
har atlit til eina framtíðar
oljuvinnu er týðandi partur
Landsstýrið hevur sett bólk
at gera uppskot hesum við-
víkjandi, eins og uppskot til
eina hóskandi fyrisitingar-
og eftirlitsskipan. Krøvini í
OSPAR-konventiónini
verða løgd inn í nýggju hav-
umhvervislógina
Fleiri kommunur luttóku í
eini verkætlan við komm-
unalum umhvørvisætlanum
við stuðli úr landskassanum
og Norðurlendska Ráðharr-
aráðnum. Hetta hevur stór-
an týdning fyri kommun-
urnar, og hildið verður fram
soleiðis, at allar kommunur
kunnu verða við og fáa ráð-
geving frá einum umhvørv-
issamskipara, sum landið
og kommunurnar fíggja í
felag
mm Ét