Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. august 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 154 — 16. AUGUST 1997 tíðindablaðið SOSU 3 Formaðurin í Ferðaráðnum: Norrona skuldi siglt alt árið Tad hevði gagnað ferðavinnuni og samfelagnum øllum, um tað almenna stuðlaði sjóvegis ferðafólkasambandi alt árið, sigur Petur Olivar í Hoyvík reasen er Co. Horn IK ER — tå okkurt skal koyrast Tlf. 191 92 ella goymast við Norrønu — Mini - Cruise Á Ferðaráði Føroya hava tey leingi yngst at ferdavinnutidin um summarið varð longd. Og Annika Joensen, stjóri heldur, at tað hevði tænt ferðavinnuni munandi, hevði Norrøna siglt nakrar mánaðir aftrat. — Og fyri féroyingar heyði tað eisini komið væl við, sigur Annika Joensen, stjóri á Ferðaráðnum GRÆKARIS DJURHUUS MAGNUSSEN Tað hevði verið føroyskari ferðavinnu og samfelagnum sum heild at gagni, kundu vit havt Norrønu siglandi millum Føroyar og útheim in alt árið. Og ber tað ikki Smyril Line til at fáa slíka rutu at bera seg, so átti tað almenna at stuðla teimum Tað sigur formaðurin í Ferðaráði Feroya, Petur Olivar í Hoyvík Sjálvur er hann ikki ein teirra, ið er serliga heitur fyri studningsskipanum av ymsum slag. Men hann heldur, at í slíkum serligum føri, har eitt ávíst prosjekt í longdini kann gagna øllum samfelagnum, er tað í lagi við stuðuli Vit tosa so nógv um at longja ferðavinnutíðina. Ein háttur at longja hana er júst at hava sjóvegis ferðafólka- samband við útheimin árið runt. Og havandi í huga, at vit altíð hava verið siglandi tjóð, er tað heilt burtur við, at ongin ferðafólkasigling er um veturin, sigur Petur Olivar í Hoyvík Skotland Danmark Formaðurin í Ferðaráðnum heldur tað almenna skylda føroyingum at hava betri sjóvegis samband við út heimin. Hann heldur tað vera eitt sindur legið, at vit onki sjóvegis ferðafólka- samband hava við størsta grannan, Bretland, alla vet rarhálvuna Eg kundi hugsað mær, at siglt varð år Føroyum til Aberdeen, og haðani til Danmarkar og aftur, sigur Petur Olivar í Hoyvík Sjålvur ivast hann í, um ein slík ruta hevði borið seg reint fíggjarliga. Men hann heldur slíka rutu vera neyð uga, og tí eigur tað almenna at stuðla Nógv at bjóða um veturin Petur Olivar í Hoyvík er ósamdur við tey, ið onki halda Føroyar hava at bjóða útlendingum um veturin Hann vísir á, at vit hava eitt ríkt mentunarlív. Eitt ment- unarlív, sum vit óskammað kunnu vísa útlendingum — Vit hava eisini náttúruna um veturin, tó at hon er nak- að ødrvisi enn um summ- arid. Tað, sum umræður, er at siga útlendingum, hvat tey kunnu vænta sær í Før- oyum vetrarmánaðirnar Gera vit tað, ja, so kunnu tey sjálvi gera av, um tey leggja í at koma hendan- vegin, sigur Petur Olivar í Hoyvík Hann heldur, at hóast vit hava havt onkra ódnina seinastu árini, so er veðrið sum heild hampuliga gott um veturin Mangastaðni er veðrið ófantaligari um veturin enn í Føroyum, heldur formaður í Ferðaráðnum Hann leggur dent á, at skulu vit koma víðari í føroysku ferðavinnuni, so er neyðugt at hava betri sjó- vegis ferðafólkasamband Veksturin í ferðafólkatali høvdu vit møguliga ikki sæð so væl beinanvegin, men í longdini hevði tað tænt øllum samfelagnum Hevdi eisini tænt Stjórin í Ferðaráði Føroya, Annika Joensen, segði í Sosialinum hósdagin, at henni hevði dámt væl, um Smyril Line í minsta lagi longdi summarsiglingina — Tað hevði verið avbera gott fyri ferðavinnuna, um summarsiglingin byrjaði longu í apríl mánað, og ikki endaði fyrr enn eina ferð í oktober mánað, sigur Ann ika Joensen Hon visir å, at restin av føroysku ferdavinnuni, tað eru skipaðar útferðir av ymsum slag, og líknandi laga seg eftir summarsigl ingini. Hevdi summarsigl- ingin vart longri, so høvdu Ld. ymsu útferðirnar eisini verið lagaðar eftir tí Eg veit ikki, um ferða vinnan sum so hevði fingið so nógv burtur úr, um Norr øna sigldi alt árið. Men vit mugu heldur ikki gloyma føroyingar. Tað hevði av gjørt komið føroyingum sum heild væl við, kundu teir havt í boði at siglt alt árið, heldur stjórin á Ferða- ráðnum Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, sigur, at tey onki høvdu havt ímóti at siglt við Norrønu alt árið millum Feroyar og útheim- in. Men tað er ilt at fáa slíka rutu at bera seg. - Men vil tað almenna stuðla slíkari sigling, ja, so er stuðulin væl komin, sigur stjórin á Smyril Line Hann vísir á, at onki heyði verið í vegin fyri at siglt millum Føroya og Danmark tvær ferðir um vikuna