týsdagur 19. august 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
Nr. 107 — 10. JUNI 1997
B36
2. deild menn:
B36-Sumba 2-3 (0-2)
Sumbingar hava sett beina
kós móti 1. deild, og aftur
hetta vikuskiftid vunnu teir
sín dyst
Sumba hevur spælt 12
dystir, og teir hava vunnið
allar uttan ein. Munurin nið
ur til næstu liðini er tvey-
siffraður, og tað munnu bert
vera teir mest svartskygdu
sumbingarnir, sum ikki
trúgva uppá uppflyting nú
Sunndagin vitjaði Sumba
í Gundadali, og teir fóru
heimaftur við øllum trimum
stigunum, eftir ein dyst, har
B36 hevði meira spælið,
men Sumba fekk nógv burt-
ur úr kontraspælinum, sum
teir løgdu seg eftir at spæla
Góðar kjansir
Sumba lá aftarliga á
vellinum í åtgangsstøduni,
men teir vóru skjótir at fara
í mótálop, tá teir fingu fatur
á bóltinum, og tvær ferðir í
fyrra hálvleiki hevði tað við
sær mál
Fyrsta málið kom tá fyrri
hálvleikur var gott og væl
hálvrunnin. Páll Magnar
|
|
kos i 1
OS I lL.
Fótbóltur: Sumbingar vunnu við
effektivum kontraspæli dystin móti
Kjærbæk dróg fram mitt
eftir vellinum, stakk fram í
vinstru, har Jón Lisberg
rann seg leysan og skoraði
til 1-0
Stutt aftaná økti Jan Poul
sen til 2-0, tá hann heilflukt-
aði innlegg frå René Thom
sen upp undir nettakið
Dánjal Johan stóð fyri
10 minuttir inn í seinna
hálvleik minkaði B36 við
máli, sum Gunnar Nielsen
gjørdi, tå hann bleiv leysur
Men eitt gott korter fyri
leiklok tryggjaði Sumba sær
sigurin, tá teir øktu til 3-1
B36-verjuspælari skuldi
sparka burtur, men rakti í
krovið á Dánjal Johan Joen-
sen og bólturin stakk í mál-
ið
B36 minkaði einaferð aft-
urat, tá Bogi Vang skoraði
sítt fjórða mál í tveimum
teimum seinastu dystunum,
men nærri kom B36 ikki
Arstalsfelagið hevði
mesta spælið, men Sumba
hevði kjansirnar, sum
skuldu til fyri at vinna dyst-
in
(ek)
ítróttar
ad
Trygvi Nielsen, her í dystinum móti B36 fyrradagin, kann síggja fram til 1.
deildarfótbólt aftur næsta ár. Mynd: Finnur Justinussen
VB hevði ongar trupul-
leikar við at fóta sær
| Fótbóltur: VB var betra liðið á váta vellinum í Vági, tá sólin skein oman og niðan, og B71 misti
| sín týdningarmesta spælara eftir 11 minuttir
1. deild menn:
VB-FSV 2-0 (1-0)
Eitt mål tíðliga í hverjum
hálvleiki var tað, sum VB
fekk burtur úr stórari leik-
ligari yvirvág í dystinum
móti B71.
VB tapti mitt í viku í
Klaksvík, men teir høvdu
ongar trupulleikar við at
fóta sær, tá botnlíðið vitjadi
á váta vellinum í Vági
leygardagin. Víst nokk
skein sólin oman og niðan,
men vágbingar høvdu spul-
að vøllin undan dystinum.
Longu tá tveir minuttir
vóru farnir, legði VB seg
fram um. Stungið var fram
í høgru síðu, har John Eyst-
berg legði uppá tvørs.
Eingin B71'an fekk fatur
á, og tá bæði Jón Pauli Ol-
sen og Zoran Mancic stóðu
leysir, gjørdi Zoran skjótt
av og sparkaði um mál-
linjuna.
VB hevði allatíðina tam-
arhald á dystinum, og
Bjarni Johansen í VB-mål-
inum hevði einki at taka
sær av. Hann var so gott
sum arbeiðsleysur allan
dystin.
Men vágbingar vóru ikki
nóg uppfinnsamir, tá teir
skuldu royna at spæla seg
fgjøgnum B71-verjuna,
sum var vælmannað stóran
part av dystinum, og hóast
onnur tilboð enn tey, sum
bóru við sær mál, vóru, var
tað ikki samsvar millum
yvirvág í spæli og kjansir.
Eli út beinanvegin
Tað var dyggur smeitur
fyri B71, at spælandi venj-
arin, Eli Hentze, noyddist
at gevast at spæla, longu
tá góðir 10 minuttir vóru
farnir.
Tíðliga í dystinum var
hann óheppin í nærdysti og
datt á økslina. Smeiturin
var dyggur, og hóast hann
royndi at spæla víðari,
mátti hann gevast, tá hann
løtu seinni fekk ógvusliga
takling og enn ein smeit í
økslina.
Eftir dystin var hann å
Landssjúkrahúsinum til
kanningar, men har hildu
tey ikki, at nakað var brot-
ið, og Eli vónar, at hann
kann spæla longu komandi
vikuskiftið.
Tá Eli fór út, kom Jógv-
an Jón Petersen á vøllin.
hann spældi á stoppara-
plåssinum, meðan Páll á
Reynatúgvu var fluttur
fram á sentrala midvøllin,
har Eli hevði spælt.
Jón Pauli skoraði
aftur
Tríggjar minuttir inn í
seinna hålvleik økti VB til
2-0, og málið kom eftir lik-
nandi álop, sum gav fyrra
málið. Spælt var í síðuni,
hesaferð í vinstru síðu, og
tá Jón Gærdbo legði inn
fyri málið, rann Jón Pauli
Olsen í bóltin, og hegdi
hann inn í nærmasta mál-
horn. Eitt gott mál.
Jón Pauli hevur roynst
VB sera væl, síðani hann
kom viðaftur. Hann hevur
skorað í hverjum dysti
hann hevur verið við og
talið av landskappingar-
málum er longu komið
uppá 4.
VB royndi allan seinna
hálvleik at spæla seg til
fleiri kjansir, og tað bar
eisini til viðhvert. Pól
Thorsteinsson hevði tvey
góð tilboð. men ístaðinfyri
mál, fekk han gult kort
burtur úr dystinum. Í Vági
vita teir ikki enn, um tað
ber við sær leikbann til
dystin móti GÍ næstu ferð.
Gekk ikki eftir vild
Ein viðvirkandi orsøk til,
at VB ikki fekk fleiri enn
tey tvey málini var, at
Valdemar Nowisci í B71-
málinum enn einaferð
vísti, at hann er frálíkur
málverji, og hann heyði —
serliga í seinna hálvleiki
— fleiri góðar bjargingar.
VB setti við sigrinum
aftur kós í Europa, men tað
passaði teimum illa, at HB
vann í Klaksvík.
Hjá B71 kom tað illa við
at B68 vann í Fuglafirði, tí
málið hjá teimum hevur
verið, at fáa B68 aftur, og
harvið sleppa undan at
spæla um niðurflyting,
men kvøkkurin, teir fingu,
tá tíðindini bórust um at FS
Vágar var frammanfyri
móti B36, gjørdist ikki til
annað enn ein lætti, tå dyst-
urin var av. Næstu ferð
spælir B71 móti HB á
heimavelli.
(ek)
11
Lorvik-
ingar
toku alt
2. deild menn:
LIF-HB 1-0 (0-0)
Tað kom bert eitt mål, tå
LIF og HB spældu i Lo
vik fyrradagin
Og fyri einaferð skyld
kendu lorvíkingar seg
vera eitt sindur hepnar, tí
tá teir fingu mál, trýsti HB
fyri at vinna dystin, og
LÍF lå langt afturi á vøll
inum
Men eitt skjótt mótálop
endaði við at LÍF fekk
mál
LIF vann bóltin frá HB,
sum var við at byggja enn
eitt álop upp, Signar á
Reynatrød sendi fram í
høgru til Erik Lervig, sum
gjørdi skjótt av og spark-
aði inn fyri málið, har Jon-
hard Høgnesen stútaði í
kassan. -
1-Otil LÍF, sjey minuttir
vóru eftir at spæla, og so
ráddi bara um at verja.
Fitt av vindi var í Lorvík
sunnudagin, og í fyrra
hálvleiki hevdi heimaliðið
vindin undan og hevði
eisini yvirvág. HB legði
væl fyri, men LÍF tók yvir
sum fyrri hálvleikur leið.
Kristian Eliasen var leysur
við málverjanum, men
Bárður Johannesen bjarg-
aði
Í seinna hálvleiki stýrði
HB, men teir vóru vanda-
leysir í mun til spælið, teir
høvdu. Ofta endaði tað
við, at tær avleveringar-
nar, sum skuldu ført við
sær málkjans, kiksadu, og
so var lætt hjá LÍF at halda
málið reint
LÍF'arnir vóru við und-
irlutan seinna umfar, og
høvdu ivaleyst tikid til
takkar vid javnleikinum,
tå gott måtålop avgjørdi
dystin
LIF liggur f løtuni å 4
plåssi vid 21 stigum
(ek)
Helga og
tær vunnu
aftur stort
FÓTBÓLTUR: Helga Ell-
ingsgaard og Rødovre
spældu um vikuskiftid
dyst í Eltudeildini, og aft-
ur hesaferð vann Rødovre
stórt. Seinast vunnu tær 8-
2 móti Brøndby og hesa-
ferð vunnu tær 5-0
Móti Brøndby skoraði
Helga tvær ferðir, men
hesaferð var hon ikki mill-
um tær, sum skutu mál
Helga hevur spælt í
Rødovre í eina tíð, og sum
oftast hevur hon verið
brúkt í verjuni. Aðrenn
hetta kappingarárið byrj-
aði fekk hon at vita, at hon
skuldi longur fram á vøll-
in
Fyrst var talan um eitt
pláss í álopinum, men tað
endaði við, at Helga spæl-
ir á vinstra miðvellinum.
ek