Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 1997síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 Svarta Skútan Froði tíðindablaðið S0S2 77? Søgan um gamla trælaskipið, sum íslendingar funnu og nýttu til fiskiskap, verður søgd við einum ævintýr kendum dámi yvir sær, av høvundi, sum sjálv- ur minnist skútuna EDVARD JOENSEN i 7 ; Eingin sf hva n hon 181 G ár TOKUS fanu své 2 Segir atøk Einum SPOR gil vøru skrødd og stakspennini tin. Aftan á sær dróg hon fløk á av rntgningt og fOgum av afturmastrini MEKK 4DD I Soleiðis så SKIP! ð út, sum slendskir | útróðrarmenn funnu umleið næsiseinasta ildarskiftið Ræddir vóru teir, tí hetta var ikki naturligt. Teir mannaðu seg kortint upp og gingu upp á skipið. Men tá teir funnu ein livandi nek- aratræl, svartan sum kol, við ketu um beinið, gjørdist ov hk >; % Soleiðis byrjar bókin um Svertu skútuna, sum íslend ngurin Magnús Finnboga t í 1986. Sama ár Gamlar sagnir Í ] siåalvur an er bygd å tad, hann hevur hoyrt frá gomlum fólki, og so tað, sum hann sjálvur minnist. Skaldsliga hug- flogið er sjálvandi eisini uppii Fråsøgnin fer fram um seinasta aldarskiftid ul um- leið 1920, uttan tann fyrsti parturin, sum fer fram nógv fyrr. Umleið ár 1800, tá teir funnu skipið Magnús minnist sjálvur Svertu Skútuna. Hann hev ur búð á útróðrarplássi og ukið lut í sjólívinum og veit sostatt, hvat hann skrivar at søg um Høvundurin heldur sjálv ur, at bókin er bæði fyri yngri og eldri Osmund Joensen hevur týtt bókina hjá Magnúsi Finn- bogasyni til føroyskt Søgan fer fram í lítlari útróðrarbyg við íslendskan fjørð. Ivaleyst uppi á Eyst- urlandinum. Dreingirnir og tann gamli havkallafiskarin eru hevuðspersónarnir Umframt at vera ein sið søgulig fråsøgn frá bygdar lívinum í Íslandi fyrst í øld ini, er eisini væl av skemti í sÉegun Sjålv søgan er eitt sindur ævintýrkend. Vit frætta frá dreingjunum, sum dáma væl at spæla umborð á gamla farinum, sum lagt er við bryggju. Teir spæla skip, men eru so hepnir at hava ein gamlan knark av einum uppilagstum skipara at læra seg at seta segl og annars tað, sum sjólívið krevur. Og tá kongur kemur at vitja, sleppa teir at loysa skútuna at taka í móti kongi við. Tað er dagur í viku Hetta er í teirri tíðini, tá fransar fiskadu undir Ís- landi, og dreingirnir hitta eisini hesar menninar av og á. So mikið, at teir halda seg duga rættiliga væl av fronskum máli, hóast frans- arnir, og onkur íslendingur, sum er við fransmonnunum, kanska halda okkurt annað Men ein dag hendir nakað heilt óvæntað á Langoyrar- firði. Svarta Skútan er burt ur. Og tað sama eru eimir tíggju - tólv dreingir í bygd ini Bókin er løtt at lesa. Ein av hesum, sum helst fer at verða lisin í barnaútvarpi num. Og samstundis er hon uttan iva hugnaligur lesn- aður hjá monnum, sum hava verið til fiskiskap á hesum leiðum Umhvervið er lætt at kenna aftur Firðirnir, bryggjan og frásagnirnar frá túrinum. skútan gjørdi til fiskiskap Eldri menn kenna iva leyst eisini fransatíðina aft ur Tað er Osmund Joensen í Sandavågi, sum hevur um sett ul ferr yskt og givið hana út á egnum forlagi Bókin, sum er góðar 100 síður og kostar 90 krónur, er greidd til prentinar í Danmark. Búi Tyril hevur teknað permumyndina Osmund Joensen sigur, at hann hevur valt at umseta ein bók, sum ein ókendur høvundi hevur skrivað »Teir kendu munnu fara at koma kortini,< heldur hann Eins og høvundin Magnus Finnbogason, er eisini Osmund Joensen til komin, nå hann fer undir bókaútgávu. Hann fylu 70 í summar, so samanlagt eru teir báðir, Magnús, næstan hávtannaðhundrað ár Blóma við variationum Plakatin til 14. jazzfestivalin hevur eina djúpari meining enn bara at vísa eina blómu. Hon symboliserar jazzin sum er bygdur á variatiónir yvir nakað, sum er frammanundan EDVARD JOENSEN Tað er svenski grafikarin Mats-Ake Forsberg, sum hevur gjørt plakatina til 14 jazzfestivalin, sum verður í Norðurlandahúsinum í døg unum 15. til 18 oktober Hetta er fyrstu fer, ein svil ger plakatina, og honhevur fingið nógv rós í Sveríki sigur Peter Turtschaninov stjóri í Norðurlandahúsi num Plakatin ímyndar eina kreativa blómu, eins og jazzurin er kreativur tón leikur Peter Turtschaninov stjóri i Norðurlandahúsi num, sigur, at festivalurin í ár er fluttur í mun til onnur ár. Í staðin fyri at liggja í august mánaða, verður hann í ár í oktober Peter Turtschaninov sig- ur, at tað er av ymsum or- søkum, at so er Í fjør gekk ikki nóg væl fíggjarliga. Tað vóna tey so at fáa rættað upp á í ár Sjálvandi við, at nógv fólk koma til konsertirnar Og har er nakað at koma til, sigur stjórin í Norður- landahúsinum. Tað eru tung nøvn, sum fingin eru at lut- taka hesaferð Nevnast kunnu finska jazzorkestrið »EQ«, sum er í heimsklassa. Hanne Boel, Anne Linned og Etta Came- ron. Alt nøvn, sum avgjørt áttu at fingið fólk at komið, sigur hann At festivalurin er fluttur til okober, hevur eisini gjørt, at onkur av hesum er komin við. Tað er soleiðis, sigur Peter Turtschaninov, stjóri í Norðurlandahúsinum, at august er feriumánaði hjá stjørnunum. Til dømis hev ur fleiri ferðir verið roynt at fáa Hanne Boel at luttaka, men hon hevur altíð borið seg undan, tá hon frætti, at tað skuldi vera í august Men í ár var í lagi, nú festi- valurin er lagdur í oktober Tað er Brandur Øssurs- son, sum er primus mortor í jazzfestivalunum. Og uttan Brand, eingin festivalur, sigur stjórin í Norðurlanda- húsinum Men hinvegin leggur Norðurlandahúsið høli, fólk og útgerð til, so talan er um samstarv »Men so hava vit eisini fingið eina góða skrá,< sig- ur Peter Turtschaninov > Talan er um fýra konsertir, sum tilsamans kosta tað sama sum ein í Ítróttar- hellini, so vit kunnu ikki siga, at tað er dýrt,< heldur hann Keypir tú atgongumerki til allar konsertirnar, er pris- urin fyri allar konsertirnar 350 krónur. Eisini ber til hjá fýra fólkum at fara til eina konsert fyri hendan prísin Nr. 167 — 4. SEPTEMBER 1997 Ummæli: Út er komið nýtt tíðarrit við heitinum »Frødi« Utgevari er Fróðskapar felagið. Ritstjórn er Lis Mortensen (ábyrgd). Petur Zachariasen, Ing! bjørg Berg og Erhard Jacobsen. Blaðið hevur eisini eitt ritumboðsráð Limirnir eru Bogi Han sen, Arne Torsteinsson Martin Næs Anna Maria Fossaa, Hilmar Høgenni og Finnur Joh ansen. So her eru nógvar góðar kreftir savnaðar Innihaldsliga er at siga, at meginparturin er áhugaverdur og viðkom andi. Bert spell at so nógv av tí er so illa skrivað. at:tað valla er lesandi Fyrst er grein eftir Andras Mortensen um nær kristindómurin varð boðaður í Føroyum. Tað kann ikki skaða at fáa repeterað søgugongdina fyri 1000 árum síðani, men um krisundómurin varð boðaður eitt ár fyrr ella seinni, man ikki hava serliga stóran al mennan áhuga Grein sum Arne Torsteinsson hevur skrivað, er um navnið Vestmanna, uppruni og týdningur. Niðurstaðan er forvitnislig, men áhugavert heyði tó eisini verið at fingið at vita, hvat íslendingar eru komnir til viðvíkjandi navninum Vestmanna oyggjar. Neyvan er tað ti, at tær eru so vestar laga. Greinin er endur prent úr >Kirkjan í Vest manna< Jón á Stein, yvirlækni, skrivar um ovurvið- kvæmi og sjúkur elvdar av ovurvidkvæmi. Hent- ur kunnleiki hjá mong- um Brandur Øssursson og Peter Turtschaninov við nýggju jazzplakatini Um stovnsrøkt og meskavídd skrivar Flóv- in Eidesgaard eftir frá- søgn frá Jan Arge Jacob- sen. Greinin er væl skrivað og sera áhuga verd Lítil stubbi er um hala- stjórnuna Hale-Bopp Yvirskriftin er: >Hala stjørnan Hale-Bopp - eitt minnismerki um byrjan ina av universinum < hvat nú tað skal merkja Annar stubbi er um kjarnorkuvanlukkuna í Chernobyl, sum Trúgvi Vestergaard hevur skriv að Helst hevði tað veri i] åhugavert sum har stendur, um tað heyði verið lesiligt. Ella er tað kanska so, at stubbin er á so høgum steði, at hann bert er ætlaður fak fólki? Um so er, hoyrir hann ikki heima í tíðar nunum Annars eru ummælir og smástubbar av ymiskum slag. Onkrum av ti, er tíðin kanska longu farin frá Prentið er snøgt úr hondum greitt, men inni haldið er skemt av vána ligum málburði og skrivi og stavivillum. Nú er hettar eintakið fyrsta nummarið. so vénandi verður hetta bøtt um til komandi útgávu Ikki er hetta fyrstu ferð, at roynt verður at geva út populervísinda ligt tíðarrit á føroyskum, men hava tey verið sera stuttlivað. Vónandi fær hettar tíðarritið betur lagnu. Royndin er rós verd Frødi: Kostnaður 48 kr. 36 blaðsíður, harav tríggjar eru lýsingar A. Guttormur Djurhuus (Mynd: Alvur Haraldsen) A TS er