Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 206 - 30. oktober 2003 Nr. 206 - 30. oktober 2003 5 Týsdagin varð enn ein nýggj heimasíða løgd út á alnetið. Talan er um portalin www.lesandi.fo, sum er ætlaður føroyskum miðnámsskúlalesandi ALNETIÐ Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Við nøkrum eldsálum á odda hevur tað eydnaðst LFÚ at skapa ein internet- portal fyri føroysk mið- námsskúlalesandi. Talan er um www.lesandi.fo. Ætl- anin var av fyrstan tíð at geva eitt blað út, men av tí, at kostnaðarstøði var ov høgt, valdi Landsfelag Før- oyinga í Útbúgving heldur ein internetportal. Arbeitt hevur verið við verkætlanini í seks mánað- ir, og hetta hevur kravt nógv og hart arbeiði. Men týsdagin var heimasíðan klár til almannakunngerð- ing. Barnasjúkur – Endarnir hanga saman nú, men enn eru nøkur smáting, sum vanta. Men tað er bert talan um barna- sjúkur, greiðir Regin Dals- gaard, verkæltanarleiðari frá. Málið við portalinum er, at fáa fesk tíðindi inn hvønn dag, sum næmingar á miðnámsskúlunum sjálv- ir skriva. Arbeiðið er uppbýtt so- leiðis, at nakrir næmingar eru valdir út at skriva til portalin, og teir hava fingið eitt digitalt myndatól, sum teir skulu nýta í sambandi við skrivingina. – Tað eru útvald fólk, sum skriva til heimasíðuna. Vit krevja tey bestu, so tað er ikki ein og hvør sum sleppur at skriva, sigur Regin. Eisini verður skipað fyri work-shops fyri teim- um skrivandi næmingun- um, har teir verða settir inn í tað grundleggjandi. – Ætlanin við portalinum er, at hann skal hjálpa næminginum í tí dagliga. Hjálpin kann koma nógvastaðni frá. Í og við tíðindunum, sjálvandi, men á portalinum eru eisini uppgávusavn, Torgið, on- line lestrarvegleiðing og mangt annað. Í uppgávusavninum kunnu næmingar leita eftir uppgávum inn og leggja uppgávur inn sjálvi til íblástur til onnur. Stigtakar- arnir ásanna, at talan kann verða um misnýtslu av uppgávusavninum, men tað í síðsta enda er upp til hvønn einstakan at taka støðu til, hvussu uppgávur- nar kunnu nýtast. Lærarar hava sjálvandi eisini at- gongd til portalin, so tað ber til hjá teimum at kanna, hvørt næmingar misnýta uppgávusavnið ella ikki. Á Torginum ber til at selja bøkur, leiga kømur og annað, ið ein fær hug til at selja ella keypa. On-line lestrarvegleiðing inniber, at næmingar kunnu skriva spurningar til lestrarvegleiðararnar, sum arbeiða hjá LFÚ. Teir svara so aftur innan 24 tímar, og til ber at fáa svar privat ella á síðuni, sum onnur, so eis- ini kunnu lesa. Fígging At byrja við skulu greinar- nar góðkennast áðrenn tær verða lagdar út til øll at lesa. Talan er ikki um rætt- lestur, men tær verða fyrst lisnar ígjøgnum fyri at vita, um hetta er nakað, ein kann leggja út alment. Portalurin brúkar somu skipan, sum Internetsosial- urin ger, og tað eru Dyna- mic Paper. Tað, sum hevur tikið mest tíð, er at fáa fígging til verkætlanina, sum hevur verið kostnaðarmikil. Men hon er nú vorðin fíggjað ígjøgnum lýsingar og ymsar grunnar, og vænta stigtakararnir, at meira pengar verða tøkir fyrst í næsta ári, tá grunnarnir verða fyltir av nýggjum. – Vit vóna, at øll fara at taka væl ímóti nýggja por- talinum. Hann er als ikki ætlaður sum nøkur kapping til fjølmiðlarnar, men sum ein síða, til lesandi, verður sligið fast. Miðað verður ímóti at hava millum 500 og 1000 vitjandi um dagin. lesandi.fo: Skal hjálpa næminginum Regin Dalsgaard er verkætlanar- leiðari handan lesandi.fo. Ein internetportalur fyri føroysk mið- námsskúlalesand i við óteljandi møguleikum Mynd: Jens Kr. Vang NAME er ikki nóg áhugavert Íleggingarfelagið, Notio, gav aldrin nakað tilsøgn um, at felagið fór at leggja pening í plátufelagið, NAME, sum nú fer á heysin. Høvuðstrupulleik in er, at verkætl- anin hjá plátufel- agnum er ikki nóg áhugaverd at spýta pening í ÍLEGGJARAR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Í samrøðu við Dimma- lætting í gjár greiddi managerin hjá Brandi Enni frá, at ein av høv- uðsorsøkunum til at plátufelagið NAME fer á heysin er, at í- leggjarafelagið, Notio, trekti seg. Plátufelagið NAME varð stovnað í januar í ár, og ætlanin var alla tíð, at íleggjar- ar skuldu koma upp í verkætlanina. Hetta hendi tó aldrin. Úrslit- ið er, at felagið nú fer á heysin. Ikki haldbart Kristian Petersen stjóri á Notio sigur, at Notio aldrin gav plátufelagn- um nakra tilsøgn um, at íleggingarfelagið fór at spýta pening í. – Vit fingu eina verkætlan á borðið, sum vit, við hjálp av granskoðara, ikki mettu verða haldbar. Uppleggið var ikki nóg gott, og tí valdu vit ikki at leggja peng- ar í plátufelagið, sigur Kristian Petersen Hann vísir aftur, at Notio gav NAME fyrst eina tilsøgn um at leggja pening í, og síðan tók hana aftur. Verkætlanin avgerandi Spurdur, um tónleikur sum heild ikki er ein vandamikil íløga, svarar stjórin á Notio, at sum íleggjari er ein noyddur at hyggja ná- greiniliga eftir teimum verkætlaninum, sum fyriliggja, og síðan skal støða takast, um hon er nóg áhugaverd, og hvat viðvíkur plátu- felagnum NAME, var verkætlanin ikki nóg áhugaverd fyri okkum, slær Kristian Petersen at enda fast. Vánalig søla í Dan- mark og vantandi íløguhugur í Føroy- um hava gjørt enda á føroyska plátufel- agnum NAME, sum skuldi fáa Brand Enni fram uttanlands. Høvuðsmaðurin aftan fyri plátufelagið heldur tað vera eitt sjokk, at føroysk feløg ikki vildu seta pengar í ætlanina TÓNLEIKUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Stóra ætlanin at fáa før- oyska poppidolið Brand Enni fram í útlondum hevur fingið eitt álvarsamt skot fyri bógvin. Dimmalætting skrivaði í gjár, at plátufelagið NAME, ið er útgávufelagið hjá Brandi Enni, verður upployst og endar í skifti- rættinum í næstu viku. Tað er bara eitt hálvt ár síðani, at stóra ætlanin at gera tónleikin hjá Brandi kendan uttanlands fór av bakkastokki í Danmark. Men lítil søla, vánaligir samstarvspartar og mangl- andi íløguhugur í Føroyum hótta nú plátufelagið NAME og alla ætlanina at fáa Brand fram uttanlands. – Tað trýtur ikki við hug- skotum og talenti í føroysk- um tónleiki, men viljin til at seta pening í er lítil, og uttan fígging ber tað snøgt sagt ikki til at fáa føroyskan tónleik út um landoddarnar, sigur Steintór Rasmussen, sum er høvuðsmaður aftan fyri NAME. Sjokk Ætlanin við NAME var, at føroyskur tónleikur skuldi fáast fram uttanlands og byrjað varð í Danmark við kanska besta føroyska kort- inum – poppidolinum Brandur Enni. Men skuldi tað eydnast, máttu nógvir pengar til fyri geva tónleikin út, promov- era hann og hava konsertir í Danmark. NAME skuldi fáa íleggj- arar at seta pening í plátu- felagið, so felagið fekk eitt fíggjarligt grundarlag at virka á. Sum skilst á Stein- tór Rasmussen vóru bæði Framtaksgrunnurin og Notio áhugað í at seta pening í verkætlanina. – Meiningin var alla tíð, at íleggjarar skuldu seta pening í NAME. Vit høvdu fleiri fundir bæði við Fram- taksgrunnin og Notio um samstarv. Bæði feløgini góvu undir samráðingunum tilsøgn um undir, at tey vóru áhugað, men tá kom til stykkis meldaðu tey frá. Eg kann róliga siga, at tað kom sum eitt stórt sjokk hjá okkum, greiðir Steintór frá. Hann leggur enn einaferð dent á, at hugskotið við NAME var bygt á, at íleggj- arar skuldu upp í, og tá tað so ikki hendir, gert tað ómøguligt hjá plátufelagn- um at halda fram. Nógvir pengar Síðan NAME fór at virka í januar í ár, hevur felagið nýtt nógvan pening til ser- liga at promovera Brand Enni. Nógvur peningur er nýttur til ferðing aftur og fram, framleiðslu av tón- leiki, tiltøkum, umframt at nógv fólk hava verið knýtt at verkætlanini. Brúktu tit ikki bara nógv- an pening, sum tit í grundini ikki høvdu at ráða yvir? – Tá vit høvdu fingið til- søgn um pening frá bæði Notio og Framtaksgrunnin- um, trúðu vit, at peningurin alla tíð var har, men tá tað so vísir seg at teir ikki eru har, er ikki annað at gera enn at svimja í land aftur. Høvdu vit vitað, at teir meldaðu frá, høvdu vit ikki satsað eins stórt, slær Stein- tór fast. Eingin torir Steintór Rasmussen heldur tað er ein stórur trupulleiki fyri føroyskan tónleik, at so fá íleggjarafeløg hætta sær inn í tónleikaheimin. Hann sigur, at um tað vís- ir seg, at um eingin váðar at seta pening í verkætlanina við Brandi Enni, er als ikki óhugsandi, at hann leitar sær uttanlands eftir stuðli. Í løtuni arbeiðir Steintór tó við at fáa áhugaðar íleggjarar í Føroyum upp í leikin. Sorgarleikurin Danmark Brandur Enni hevur sein- astu árini verið eitt satt poppidol millum føroyska ungdóm. Íslendingar vóru eisini skjótir at taka evna- ríka føroyingin til sín. Danir vísa tvørturímóti ikki serliga stóran áhuga fyri tvøradreinginum. NAME legði nógv fyri at promovera Brand í Dan- mark, men úrslitini hava ikki verið góð, og sølan av útgávuni hjá Brandi hevur verið lítil. Orsøkin til vánaligu úr- slitini í Danmark er sam- bært Steintór ein blanding av fleiri faktorum. - Vit mugu viðurkenna, at okkara samstarvsavtalir í Danmark ikki hava verið nóg góðar. Millum annað skuldi felagið, Arts People, standa fyri at fáa Brand í sølubúðirnar, men hetta gekk striltið, so tann partur- in eydnaðist illa, sigur hann Steintór Rasmussen legg- ur afturat, at hóast sølan ikki hevur gingið væl, so er kortini okkurt at gleðast um. Hann vísir á mongu konserturnar, sum Brandur hevur luttikið á í summar, har danir hava fingið høvið at hoyra evnaríka tvøra- dreingin. Fekk tilboð Fyri einum góðum ári síðani fekk Steintór Rasmussen tilboð um at lata hugskotið við Brandi Enni til danska plátu-felag- ið, RecArt, sumk hevði hug at geva tónleikin út í Dan- mark. Men fólkini aftanfyri Brand søgdu nei takk til tilboðið. Átti tú ikki at tikið av tilboðnum frá RecArt ? – Tað kann virka so í dag, at tað hevði verið rætta avgerðin, men eingin sigur, at danska plátufelagið hevði fingið meira úr Brandi. Vit fingu sett stór krøv til ein møguligan sátt- mála við RecArt, og saman við familjuni hjá Brandi av- ráddu vit at takka nei til til- boðið. Er tað kortini ikki størri møguleiki, at eitt roynt dansk plátufelag hevði fingið meir úr Brandi enn tú? – Tað er væl møguligt, og man kann seta spurning við tað í dag, men eg haldi framvegis ikki, at tað hevði verið undir røttum fortreyt- um, um vit lótu teimum rættindi til ætlanina við Brandi, sigur Steintór Rasmussen. Spurdur, um hann hevur fingið nóg nógv burturúr Brandi, svarar Steintór, at tað mugu onnur meta um, og sum støðan er júst í løtuni, kann møguliga ein niðurstøðan verða, at ov lítið er komið burturúr. – Spurdi tú sama spurn- ing fyri hálvum ári síðan ella spyrt tú aftur um eitt hálvt ár, so hevði svarið hjá teimum flestu kanska verið eitt annað. Lat meg sláa tað fast, at feilurin liggur so ikki hjá Brandi sjálvum, men eftir míni meting í vantandi kapitali, sigur Steintór Rasmussen. NAME í neyð C M Y K 5 4